Útbreiðsla: Snípuállur er í øllum heimshøvunum, norður og suður móti tí kalda sjónum í Arktis og Antarktis. Hann fæst av og á í føroyskum sjógvi.
Snípuállur (snípuállaættin)
Nemichthys scolopaceus
Richardson, 1848
Stødd: Snípuállur verður í mesta lagi 130 cm langur.
Dýpi: Hann er úr vatnskorpuni niður á 2000 m, møguliga heilt niður á 6000 m. Hann fæst vanligast úr 4-500 m niður á 1800 m.
Litur: Hann er brúnligur, dimmur á bakinum. Svartur undir búkinum og um búkfjøðurina.
Lýsing: Snípuállur er langur og klænur. Ein fiskur, sum er 1 metur til longdar, er ongastaðni tjúkkari enn 1,5 cm í tvørmát.
Hann hevur langt og klænt nev, tað ovara er bogið uppá, tað niðara niðurá. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, tær eru ávikavist av nakka og úr goti og enda í spíss aftast á fiskinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Gotið er heilt frammi undir búkinum.
Eyðkenni: Tað óvanliga skapið, liturin, og ikki minst nevið, og tað, at ryggfjøðurin byrjar fremri enn uggafjøðurin.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Langhalet sneppeål, en: Slender snipe eel, fr: Anguille bècasse, ís: Snípuáll, no: Sneppeål, tý: Bekkasinefisch