Útbreiðsla: Frá Biskeiavíkini norður vestan fyri Írland og eystan fyri Føroyar.
Stóroygda hornabrosma (hornabrosmuættin)
Gaidropsarus macrophthalmus
(Günther, 1867)
Stødd: Verður upp í 25 cm long.
Dýpi: Botnfiskur á 150 niður á 500 metra dýpi, altíð langt úr landi.
Litur: Hon er reyðbrún, flekkut um ryggin. Reydlig um síðurnar og ljósareydlig undir búkinum.
Teinar: R2 53-59; G 45-50; U 21-23.
Lýsing: Stóroygda hornabrosma hevur tvey horn á gronini, umframt finnu. Hon er avlong og rundlig í skapi, er mest sum rund í tvørskurð. Høvdið er um 19% av heildarlongdini. Eyguni eru lutfalsliga stór, størri enn gloppið millum eyguni. Kjafturin er stórur og røkkur væl aftur um eyguni. Hon hevur 2-4 eyðsýniligar, spískar tenn fremst í yvirkjaftinum. Ryggfjaðrar eru tvær, tann fremra er áraka kápuendan. Fremsti teinur er eitt vet hægri enn aftara ryggfjøður. Hinir teinarnir sera lágir. Aftara ryggfjøður byrjar um 35% av heildarlongdini frá gronini, uppi yvir aftasta fjórðaparti av uggafjøðurini og gongur næstan aftur í klingruna. Gotfjøðurin byrjar um 46% av heildarlongdini frá gronini og gongur aftur í klingruna. Gotið er beint framman fyri gotfjøðurina. Búkfjaðrarnar eru heldur fremri enn tann høgi teinurin í fremru ryggfjøður. Sterturin er nakað rundaður aftan.
Eyðkenni: Lutfalsliga stóru eyguni. Trý horn. Litur og stødd. Tenninar.
Týdningur: Ongan vinnuligan týdning.
da: Storøjet havkvabbe, en: Bigeye rockling, fr: Motelle à trois barbillons, no: Storøyet tangbrosme