Útbreiðsla: Streymsild er undir Íslandi, Føroyum og frá Tróndheimsleiðini til Vesturafrika, í norðara parti av Norðsjónum og í vestara parti av Miðjarðarhavinum.
Streymsild (gulllaksaættin)
Argentina sphyraena Linné, 1758
Stødd: Streymsild verður upp í 30-35 cm, men er vanliga minni.
Dýpi: Hon er vanliga á dýpi millum 18 og 200 m, men er helst eisini djúpari enn 450 m.
Litur: Hon er ljóst olivingrøn um bakið, silvurblonk um síðurnar og gylt undir búkinum.
Lýsing: Streymsild er mjáur og langvaksin fiskur, og tvørskurðurin er nærum fýrkantaður. Hon hevur smáar fjaðrar, eina lítla ryggfjøður, ið situr beint framman fyri miðjuna á fiskinum. Hon hevur eina lítla fitifjøður aftur móti klingruni, eina lítla gotfjøður aftur móti klingruni. Sterturin er nógv sýldur. Høvdið er rættiliga stórt. Hon hevur stutta gron og stór eygu. Trantlongdin er eins long og eygnastøddin, kanska heldur longri. Eitt sindur súrligur roykur gongur at nýveiddum fiski.
Eyðkenni: Streymsild líkist nógv gulllaksi. Er fiskurin størri enn 30-35 cm, er lítið at ivast í, at tað er gulllaksur. Streymsildin hevur 50-54 roðslur eftir strikuni.
Týdningur: Streymsild hevur lítlan týdning, kanska nakað í ídnaðarfiskiskapi.
da: Strømsild, en: Lesser argentine, fr: Petite argentine, ís: Litli gulllax, no: Straumsild, tý: Glasauge