Skip to main content

Útbreiðsla: Súgállur er úr vestara parti av Miðjarðarhavinum, fram við Portugal til Norðsjógvin og Danmark. Undir Føroyum, Bretlandi og norður til Finnmørkina, undir Íslandi, í Útsynningsgrønlandi til Labrador og North Carolina.

Súgállur (súgállaættin), súgálur, slímállur
Myxine glutinosa Linné, 1758

Stødd: Súgállur verður í mesta lagi 60 cm langur, vanliga millum 30 og 40 cm.

Dýpi: Úr 20 metra dýpi niður á 930 metra dýpi.

Litur: Livandi er hann bleikreyður/reydliga blóðsprongdur á liti. Deyður er hann gulgráur um bakið og heldur ljósari undir búkinum, og reydligi farrin er bleikari.

Lýsing: Súgállur er langur og mjáur, tvørskurðurin er rundur. Fjaðrar eru ongar,
men ein lágur skræðulepi, ið minnir um fjøður er aftast á bakinum, og ein er undir búkinum, og hann røkkur fram á hálvan fiskin. Hesir báðir skræðulepar renna saman í eitt, aftast á sporlinum.

Kjafturin er bert ein lítil riva. Við kjaftin eru fýra horn. Ein nasagluggi er fremst á
gronini, har eisini fýra horn eru.

Eyguni síggjast ikki, ein skræðulepi fjalir tey. Tvey táknaop eru undir búkinum, beint framman fyri gotfjøðurina. Vinstra táknaop er størri og situr aftari enn høgra. Kroppurin er liðiligur, og beinagrindin er bert ein viðfáningur av bróski. Fleiri slímop sita í einum rað hvørjumegin aftureftir undir búkinum. Hann er slenutur, kaldur at føla. Er á bleytum botni.

Eyðkenni: Liturin og blóðsprongdi farrin, slenuti kroppurin, hornini, állaskapið. Hann hevur ongar fjaðrar, og eyguni síggjast ikki.

Týdningur: Súgállur hevur ikki vinnuligan týdning. Ger skaða á línu- og  arnafisk,
etur av fiskinum, ið komin er á línuna ella í gørnini.

da: Slimål, en: Hagfish, fr: Myxine, ís: Slímáll,
no: Slimål, tý: Inger

SúgállarMyxiniformes
Í hesum hópinum er bert ein ætt, ið hevur um 7 slektir og 70 sløg.
Av teimum er bert tað eina slagið við Føroyar, Súgállaættin (Myxinidae).
Fiskarnir í hesum hópinum hava ikki roðslu. Kjaftbein og kjálkabein eru ikki til
staðar, „beinagrindin“ er bert eitt eiti av bróski.

Makaðar fjaðrar eru ongar. Táknaopini eru tvey smá hol undir búkinum.
Hópurin hevur úrkynjað (degenererað) eygu. Við kjaftin eru fýra horn.
Teir hava állaskap. Teir liva alt lívið í sjónum.