Útbreiðsla: Tarabrosma er vanlig undir Føroyum, er annars við eysturstrond Amerika frá Cape Cod til Labrador. Hon er undir Suður- og Vesturgrønlandi, Íslandi, Jan Mayen, Svalbarði, í Hvítahavinum og suður við Noregsstrondini. Í Eystarasalti, donskum sjógvi, frá Norðsjónum til Biskeiavíkina, og kring Bretsku Oyggjarnar.
Tarabrosma, bremma (tarabrosmuættin)
Pholis gunnellus (Linné, 1758)
Stødd: Tarabrosma verður upp í 30 cm long, men er sjáldan longri enn 20 cm.
Dýpi: Hon er úr fjøruni og taranum út á umleið 30 metrar, um veturin út á umleið 100 metra dýpi.
Litur: Hon hevur ymsar litir, alt eftir hvar hon er, tó er hon oftast gulbrún við reydligum farra. Marmaramynstrut, ójavnt fløkjaliga brúnliga-ljóslitað er hon um síðurnar. Hon hevur 9-13, oftast 12 døkkar blettir við hvítligum kanti aftur eftir ryggfjaðrafestinum. Undir øsinum, um búkfjaðrarnar, uggafjaðrarnar, og aftast á stertinum er hon oftast appilsinlitt.
Lýsing: Fiskurin er langur, tunnvaksin og høgur. Kroppurin er umleið 8,5 ferðir so langur, sum fiskurin er høgur, og høvdið er umleið eins langt og kropshæddin. Tarabrosma hevur eina ryggfjøður av nakkanum aftur í klingruna. Gotfjøður er ein, og hon er frá gotinum aftur í klingruna og er um helvtina so long sum fiskurin. Hon hevur smáar uggafjaðrar og næstan ósjónligar búkfjaðrar. Sterturin er avrundaður. Hon hevur striku. Gronin er stutt og kjafturin lítil við heldur tjúkkum granum.
Eyðkenni: Longdin á gotfjøðurini og hæddin á kroppinum. Teir stóru blettirnir á ryggfjaðrafestinum. Lítla høvdið.
Týdningur: Tarabrosma hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Tangspræl, en: Gunnel, fr: Gonelle, ís: Sprettfiskur, no: Tangsprell, tý: Butterfisch