Útbreiðsla: Tranthavmús fæst í øllum tí djúpa sjónum sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Undir Íslandi um Føroyar til Biskeiavíkina, Vesturafrika, Namibia til Suðurafrika. Í Vesturatlantshavinum er hon frá Nova Scotia til New England.
Tranthavmús (nasahavmúsaættin)
Rhinochimaera atlantica
Holt & Byrne, 1909
Stødd: Tranthavmús verður upp í 140 cm í fullari longd, ella 90 cm til aftara enda á aftaru ryggfjøður.
Dýpi: Hon er úr 500 m niður á 1500 m.
Litur: Hon er ljósbrúnlig á baki og síðum, ljósari ella gráhvít undir búkinum. Stórar tranthavmýs fiskaðar á djúpum vatni hava mjólkarvatnslit. Fjaðrarnar eru myrkari enn bakið.
Lýsing: Tranthavmús er spísk í báðum endum, tjúkkast um bulin. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra stutt og høg við stórum píki frammanfyri. Aftara ryggfjøður er long og lág. Hon hevur stórar uggafjaðrar. Hevur ikki stert, men langan og klænan hala. Hann er ikki so langur sum á summum øðrum havmúsum. Oman á ovaru halafjøður eru nakrir heilt smáir pinnar ella finnur.
Sermerktur er hin langi tranturin, ið stingur fram úr høvdinum.
Kjafturin er lítil og situr væl fremri enn eyguni. Sansigøgn í strikum um alt høvdið, umframt striku aftur til halan.
Eyðkenni: Kjafturin er væl fremri enn eyguni. Tranthavmúsin hevur nakrar smáar vøkstir upp úr stertafjøðurini. Nevhavmúsin hevur teir ikki. Tranturin gongur fram úr enninum, heldur enn úr yvirkjaftinum, sum á nevhavmús.
Týdningur: Hon hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Spydnæset havmus, en: Straightnose rabbitfish, fr: Chimére á nez mou, ís:
Trjónufiskur
HavmýsChimaeriformes
Í hesum hópinum eru 3 ættir við 6 slektum og 33 sløgum.
Av teimum eru við Føroyar 2 ættir við 4 slektum og 5 sløgum:
Nasahavmúsaættin (Rhinochimaeridae)
Havmúsaættin (Chimaeridae)
Havmýsnar skilja seg frá øðrum bróskfiskum m.a. við at hava eitt kápuskapilsi
uttan á táknunum.
Havmýsnar eru bulmiklar og hava ikki stert. Tær hava tvær ryggfjaðrar. Stóran
pík við fremru ryggfjøðurina. Tær hava ikki roðslu. Kallfiskarnir hava ein flytiligan
og krókskapaðan útvøkstur í enninum.
Havmýsnar liva um øll høv, niður á stór dýpi.