
Útbreiðsla: Hann er undir Føroyum út av landgrunninum, út av bankunum vestanfyri, á Bankarygginum og Íslandsrygginum. Hann er úr Norskurennu til Svalbarðs og eystur móti Murmansk. Hann er úr Noregi og vestur til Baffinsvíkina og Nova Scotia.

Trantkongafiskur (kongafiskaættin)
Sebastes mentella (Travin, 1951)
Stødd: Trantkongafiskur verður upp í einar 70 cm langur, vanliga millum 35-45 cm.
Dýpi: Hann er úr 300 metra dýpi niður á 1000 metra dýpi og er vanliga djúpari enn 450 m. Hann er tann av kongafiskunum her á leið, sum er djúpast. Hann er eisini uppi í sjónum yvir djúpum vatni, er onkuntíð fingin í vatnskorpuni á laksalínu norðan fyri Føroyar.
Litur: Hann er reydligur, viðhvørt við appilsinliti. Ofta nakað av grábrúnligum ovast á síðunum og við viólbláum farra, serliga teir smáu sunnan og eystan fyri Føroyar. Hann er ljósur undir búkinum.
Teinar: R XII-IX + 13-16; G II + 8-9.
Lýsing: Trantkongafiskur hevur eina ryggfjøður, teir hørðu teinarnir eru fremstir. Hann hevur eina gotfjøður, hørðu teinarnir eru fremstir, stórar, rundligar uggafjaðrar, og búkfjaðrarnar eru nakað minni. Stóra beinknútu fremst á undirkjaftinum. Hann hevur undirbit. Hann hevur stór eygu, eygnatvørmátið er umleið 1/3 av høvuðlongdini. 5 píkar eru á kápuni. Hann er hávaksin fiskur. Kongafiskasløgini fáa livandi ungar.
Eyðkenni: Trantkongafiskur líkist nógv lítla kongafiski og stóra kongafiski. Tann niðasti og fremsti av teimum 5 píkunum á kápuni vísir niður og eitt vet frameftir. Eygnastøddin og tranturin á undirkjaftinum eyðkenna trantkongafisk.
Týdningur: Trantkongafiskur er virðismikil fiskur og verður nógv veiddur.
da: Dybhavsrødfisk, en: Deepwater redfish, fr: Sébaste du Nord, ís: Djúpkarfi, no: Snabeluer, tý: Schnabelbarsch