Søgan um Snar
Tann 23. oktober í 2006 gjørdu Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag øðrumegin og Mentamálaráðið hinumegin samstarvsavtalu um at menna ein føroyskan undirvísingarportal.
Sambært samstarvsavtaluni útvega kommunurnar í kommunufelagskapunum og Mentamálaráðið fígging til undirvísingarportalin, sum Føroya Skúlabókagrunnur skuldi menna og reka. Føroya Skúlabókagrunnur setti eitt portaltoymi at arbeiða við menningini av Snar.
Ein verkætlanarbólkur var fyrstu árini við í arbeiðinum at menna Snar. Í hesum bólkinum vóru umboð fyri Fróðskaparsetrið, KT-depilin og LMS. Harafturat var ein tilvísingarbólkur mannaður við fólki úr skúlaverkinum, serliga lærarum. Hesin bólkur var kunnaður um arbeiðið og kom samstundis við góðum hugskotum til bygnað og innihald.
Snar kom fyrstu ferð alment út 19. mars í 2009. Á sumri 2010 vóru Føroya Skúlabókagrunnur, LMS og KT-depilin lagdir saman í nýggjan stovn, nevndur Nám. Síðan hevur Nám havt ábyrgdina av undirvísingarportalinum. 10. februar 2014 kom Snar út í nýggjari útgávu. Størsta broyting er nýggi bygnaðurin, har tilfarið verður skipað eftir námsætlanini.