• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Brúðgómur fær brúður

 

Tær allarflestu heimildir, ið umrøða føroyskar siðir og skikkir - føroyska fólkamentan yvirhøvur - gera rættiliga fitt burtur úr brúdleypssiðum.

Fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur í “Mondli“ nr. 3, 1978 greitt frá hesum viðurskiftum í grein, hann kallar “Saman untust tvey“ - um gamlar brúdleypssiðir.

Jóan Pauli vísir her á hesar keldur: “Ferøers Beskrifvelser“ hjá Tummasi Tarnovius, hon kom út í 1669, “Indberetninger fra en rejse i Færø 1781- 82“ hjá Jens Chr. Svabo, “Magasin for rejseiagttagelser“, 1820, har danski presturin H.C. Lyngbye sigur frá einum brúdleypi í Elduvík, sum hann var í í 1817 og at enda “Morskabslæsning for den danske almue“, 1846, har V.U. Hammershaimb sigur frá brúdleypssiðum.

Um sjálvan brúðardansin sigur Jóan Pauli:

“Eftir borðhaldið var brúðardansurin, sum presturin eisini tók lut í. Tað var føst skipan fyri, hvussu fólk skuldu dansa í ringinum: Brúðgómurin og við høgru lið hansara brúðurin, undir liðini á henni prestur, síðani brúðkonurnar, leiðarsveinarnir og stoylurnar. Við vinstru lið brúðgómsins dansaðu brúðmenninir, deknurin og síðani hini mannfólkini.

Tað var altíð ein góður skipari at skipa brúðarvísuna, sum fyrr altíð var tann danska. Eftir brúðarvísuna komu tríggjar fastar vísur. Tær vóru vanliga “I Dannemænd enhver for sig, som haver ægtemage“, síðani “Kong Hans han sidder på København“ og “Fisken tager sin føde i vand“ og viðhvørt eisini “Súsonnu vísa“.

Tá ið hetta var liðugt, var brúðardansurin liðugur og, sigur Hammershaimb, tá fóru fólk at skifta klæði og komu so aftur at dansa og kvøða víðari til nátturða, sum var um 9-10 tíðina. So varð givið leyst fyri kvæðum og kempuvísum.“

Sum nevnt verður í hesum greinarstubba, so varð tann danska brúðarvísan nýtt í farnum øldum, og hana lærdu føroyingar seg burtur úr andaligari vísubók ella sálmabók. Hon kom á prent fyrstu ferð í 1632, og yrkjarin nevnist Jacob Madsen Wejle.

Men tjóðskaparhugsjónirnar, ið spruttu fram í Føroyum seinastu okkurt um tjúgu árini av 20. øld, ólu fram ynski um brúðarvísu á føroyskum máli. Í “Fuglaframa“ nr. 15, frá 8. november 1898 stendur hesin stubbin at lesa:

“Tað er næstan skomm, at vit, sum eiga ein so stoltan og stóran skatt av føroyskum kvæðum, rímum, vísum og táttum, ikki skulu eiga ta vísuna upp á okkara egna mál, sum fremst er í øllum brúdleypsdansi - brúðarvísan. Tann hátíðsligi brúðardansurin er brúdleypsins høvuðsstundur so væl fyri brúdleypsfólkið sum fyri brúðarparið. Brúðarvísan er, á somu tíð sum hon endar tann fyrra alvorliga partin av brúdleypinum, ein inngangur til tann káta, stuttliga seinna partin, og brúðardansurin er sum tað endiliga vígilsið fyri brúðarparinum.

At henda høvuðsríman skal vera upp á ókunnugt mál, er ikki sum tað átti at verið.“

Og so býður blaðið til yrkingakappingar við tí máli at fáa festa á blað eina føroyska brúðarvísu.

Freistin at lata tilfar inn var úti 15. apríl í 1899. Bara ein vísa kom inn, og dómsnevndin, Jóannes Dalsgaard, Rasmus Effersøe og Jóannes Patursson, segði henda dómin:

“Tann innkomna brúðarvísan tykist okkum ikki at vera verd premiu.“

Nakrar fáar vikur seinni fekk blaðið sendandi føroysku brúðarvísuna, sum Jóan Petur uppi í Trøð hevði yrkt, men tá var innlatingarfreistin, sum sagt, úti, og kappingin strikað.

Vísan hjá IPG, “Várharra hann segði, tað er ikki gott, at maðurin livir so eina“ fekk í ávísan mun undirtøku millum manna, men ikki vann hon á donsku vísuni, „I ærlige brudefolk“, helst tí at danska vísan er meira frásøgukend og meira samanhangandi enn tann føroyska.

Nú hevur so Axel Tórgarð, prestur, týtt donsku brúðarvísuna til føroyskt.

Vísan byggir ógvuliga neyvliga á 24. kap. í fyrstu Mósubók:

1. Abraham var nú gamal og nógv til árs; og Harrin hevði vælsignað Ábraham í øllum lutum.

2. Tá segði Ábraham við húskall sín, ið var elstur í húsi hansara og ráddi fyri øllum, sum hann átti: “Legg tú hond tína undir lendar mínar

3. og svør mær við Harran, Guð himins og jarðar, at tú ikki vilt taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi millum;

4. men tú skalt fara til føðiland og ættarfólk mítt og taka Ísaki, syni mínum, konu haðan!“

5. Tá mælti húskallurin við hann: „Um nú gentan ikki vil fylgja mær aftur í hetta land,  eigi eg tá at fara við syni tínum í tað land, sum tú fórt frá?“

6. Men Ábraham svaraði honum: “Vara teg væl fyri at flyta son mín aftur hagar!

7. Harrin, Guð himinsins, sum tók meg úr húsi faðirs míns og úr heimlandi mínum, hann sum hevur talað til mín, svorið mær og sagt: „Tínum eftirkomarum vil eg geva hetta landið“, hann vil senda eingil sín undan tær, so at tú kanst fáa syni mínum konu haðan.

8. Og vil gentan ikki koma við tær, tá ert tú leysur frá eiðinum. Men í hvussu er mást tú ikki flyta son mín aftur hagar.“

9. Tá legði húskallurin hondina undir lendar Ábrahams, húsbónda síns, og svór honum hetta.

 

1. Tit, brúðarfólk góðu, nú lýðið á

tað kvæðið, sum her skal ljóða

um Ísak, patriarkin, og tá

hann konu sær fekk og tað góða.

Av tí kunnu tit bæði læra tað,

at Gud vil vælsigna hvørt hjúnalag,

um Hann bert tit óttast og æra.

 

2. Ábraham heitir á húskall sín,

sum frægastur var av monnum:

“Tú rætt mær nú hond, og eiðin tín

tú svørja skalt mær av sonnum,

at hollur og trúgvur tú vera skalt,

mær soninum heinta eitt vív útvalt

og haðani, eg tær ávísi.

 

3. Av gentunum Kánaanslandi á

tú ongari boð skalt bera,

tí sannan Gud tær ei trúgva á,

hav einki við tær at gera;

men far til tað land, har eg føddur varð,

ta røttu gentuna finnur tú har,

sum Gud hevur Ísaki ætlað.“

 

4. Sum sømir seg, gav Eliesar tað svar:

“Eg skal út á ferðina leggja;

men um hon nú ikki vil koma við mær,

skal son tín so hagar eg eggja?“

Men Ábraham svaraði honum tá:

“Um tú hevur gjørt tað, sum eg legði á,

so hevur tú gjørt tína skyldu.

 

5. Tann Gud, meg frá fedraætt kallaði,

meg higar til Kánans læt leiða

og gav mær tað lyftið, at eftir meg

skal fólk mítt hetta landið eiga,

sítt einglalið senda við tær hann skal,

so ferðin hjá tær kann eydnast væl.

Hann sjálvur skal upp bønarorð bera.“

Húskallurin heldur so av stað, og bíbliuteksturin tekur soleiðis til:

 

10. Síðan tók húskallurin tíggju av kamelum húsbónda síns og alskyns dýrgripir, ið húsbóndi hansara átti, og helt av stað til Nákors bygd í Áram-Náharáim.

11. Men um kvøldið um tað mundið, tá ið genturnar vóru vanar at fara út eftir vatni, læt hann kamelarnar leggja seg niður við brunnin uttan fyri bygdina.

12. Og hann tók at biðja: „Harri, Guð Ábrahams, húsbónda míns, lat nú ferð mína eydnast og sýn kærleika móti Ábrahami, húsbónda mínum!

13. Her standi eg við brunnin, og genturnar úr bygdini koma út higar eftir vatni.

14. Tá ið eg nú biði eina teirra geva mær vatn at drekka, og hon tá sigur: “Drekk tú, og eg skal eisini brynna kamelum tínum“, lat hana tá vera gentuna, sum tú hevur ætlað Ísaki, tænara tínum. Av hesum man eg tá kenna, at tú sýnir kærleika móti húsbónda mínum!“

 

6. Tann sveinurin trygdareiðin svór

og gjørdi seg til at fara.

Hann við sær tók bæði fólk og djór,

gull silvur og dýrgripir aðrar.

Til Mesopotamiu leiðin ber,

og brátt í Nákors staði hann er,

sum Ábraham sagt honum hevði.

 

7. Ein brunnurin stendur við henda stað,

har vildi tann sveinur seg hvíla

og hvíldina veita til fólk og fæ,

sum tænt høvdu árla og síðla.

Tá komu tær moyggjar úr staðnum har

at fáa sær vatn, so sum siður var.

So gjølla hann lítur at teimum.

 

8. Og síðan til himmalska Harra sín

av hjarta í bøn sær vendi:

“Kom nú og náði tína sýn

mót Ábrami, sum meg sendi.

So eg til fulnar kann vita tað,

at henda giftan hon kemur í lag

av tínum vilja og ráði.

 

9. Tann av hesum moyggjum, sum sigur við meg:

“Hygg, vatnið skal veita tær linna,

tú drekk nú fyrst sjálvur og leska teg,

so skal eg kamelunum brynna.“

Gævi Gud, at tað má vera hon,

sum fær til húsbónda Ábrahams son.

Lat tað vera mær eitt tekin!“

Og so kemur Rebekka út til brunnin:

 

15. Men áður enn hann hevði endað bøn sína, sí, tá kom Rebekka, dóttir Betuels, sonar Milku, konu Nákors, bróður Ábrahams, og hon hevði krukku sína á økslini;

16. gentan var frálíka fríð í ásjón, moyggj og enn ikki nortin av nøkrum manni; hon fór niður í brunnin, fylti krukku sína og kom síðan uppaftur.

17. Tá fór húskallurin rennandi ímóti henni og mælti: “Gev mær ein vatnsopa at drekka úr krukku tíni!“

18. Hon svaraði: “Drekk, harri mín“, og tók alt í einum krukkuna niður av økslini í hond sína og gav honum at drekka.

19. Og tá ið hon hevði givið honum at drekka, segði hon: “Eisini kamelum tínum vil eg geva vatn, til teir hava drukkið seg ótystar.“

20. Og skundisliga stoytti hon úr krukku síni upp í vatntrogið, leyp niður aftur í brunnin at oysa og oysti øllum kamelum hansara vatn.

21. Men maðurin stóð og eygleiddi hana tigandi til tess at komast eftir, um Harrin hevði latið ferð hansara eydnast ella ikki.

22. Og tá kamelarnir vóru lidnir at drekka, tók hann fram nasaring av gulli, ið vá hálvan sikul, og dró á armar hennara gullringar tveir, ið vógu tíggju siklar í gulli.

23. Síðan mælti hann: “Sig mær, hvørs dóttir tú ert, og um tað er rúm í húsi faðirs tíns at hýsa okkum í nátt?“

24. Hon svaraði honum: “Eg eri dóttir Betuels, sonar Milku, ið hon føddi Nákori.“

25. Og hon segði við hann: “Vit hava bæði hálm og fóður og rúm fyri gestir.“

26. Tá lútaði maðurin djúpt og tilbað Harran

27. og mælti: “Lovaður veri Harrin, Guð Ábrahams, húsbónda míns, ið ikki hevur lætt av miskunn og trúfesti síni móti húsbónda mínum! Meg hevur Harrin leitt beina leið at húsi frænda húsbónda míns.“

28. Gentan leyp nú heim í hús móður sínar at siga frá tí, ið til hevði borist.

29. Men Rebekka átti bróður, Lában at navni.

30. Tá ið hann sá nasaringin og ringarnar á ørmum systur sínar og hoyrdi Rebekku, systur sína, siga frá, hvat maðurin hevði sagt fyri henni, rann hann út til mannin við brunnin; og tá ið hann var komin út hagar og sá mannin enn standa hjá kamelunum við brunnin,

31. segði hann við hann: „Kom, tú vælsignaði av Harranum! Hví stendur tú her úti? Eg havi búgvið húsið til og gjørt rúm fyri kamelum tínum.“

 

10. Men ikki so skjótt var havd tann bøn,

so kom Rebekka til brunnin,

hon Betuels dóttir, tann moyggin vøn,

ei fagrari fljóðið var funnið.

Hon kemur at draga sær vatn so fró

og hittir Eliesar, við brunnin stóð.

So blídliga hann henni heilsar.

 

11. “Tú gev mær ein vatnsopa,“ sigur hann,

“eg eri so sera tystur“.

“Ja, fegin,“ hon sigur við ókunnumann,

“tú fá tær nú sjálvur fyrstur,

ímeðan til brunnin eg fara skal

og geva kamelunum skjótt og væl,

og eingin skal verða svikin.“

 

12. Hann tigandi stóð og hugdi at,

til eingin var eftir, sum tysti,

tí hann vildi síggja, um Harrin læt

tað henda, sum honum lysti.

So henni eitt silvurker hann gav

og ringar, sum øllum bóru av,

úr dýrasta gulli slignir.

 

13. Og segði: “Sig mær, góða tú,

frá ætt og frá faðiri tínum,

og hvar kann eg fáa vistir nú

fyri mær og øllum mínum?“

Hon svaraði, Bethuel faðirin var.

“Hjá okkum er innivist fyri tær

og fóður til tínar kamelar.“

 

14. Rebekka nú ovfarin gávurnar bar

til húsa og uttan at drála.

“Hygg, hetta gav fremmandur maður mær,

tá ið eg skuldi vatnið hála.“

Men bróðirin Lában tá undrar seg

og fer út til brunnin so beinanveg,

har alt var, sum systirin segði.

 

15. “Vælsigni teg Gud og Harrin nú

fyri gávur og sýndan heiður.

Hví stendur so síðla her úti tú?

Hjá okkum tú innivist eigur.

Til djór tíni fjós nú fáast skal,

og fólkini tey skulu sita væl.

Nei, tit skulu einki sakna.“

Og so ber Eliesar fram ørindi síni:

 

32. Maðurin kom nú til húsa; og Lában tók sær av kamelunum, gav teimum hálm og fóður og fekk manninum vatn til at tváa føtur sínar og føtur teirra, ið við honum vóru.

33. Og matur varð settur fyri hann; men hann segði: “Ikki vil eg bragda mat, fyrr enn eg havi borið upp ørindi mítt.“ Hann svaraði: “Tala!“

34. Og hann mælti: “Eg eri húskallur Ábrahams.

35. Harrin hevur ríkliga vælsignað húsbónda mín, so at hann er vorðin múgvandi maður; og hann hevur givið honum smalur og stórdýr, silvur og gull, trælir og trælkvendi, kamelar og asnar.

36. Og Sára, kona húsbónda míns, hevur føtt honum son í ellisárum hans, og honum hevur hann givið alt, sum hann eigur.

37. Og húsbóndi mín tók av mær eið og segði: “Tú mást ikki taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi í landinum hjá;

38. heldur skalt tú fara í hús faðirs míns til frænda mína og taka syni mínum konu haðan!“

39. Eg segði tá við húsbónda mín: “Vera má, at gentan ikki vil koma við mær.“

40. Men hann svaraði: “Harrin, fyri hvørs ásjón eg gangi, man senda eingil sín við tær og lata ferð tína eydnast, so at tú fært syni mínum konu av ættfólki mínum úr húsi faðirs míns.

41. Kemur tú til ættfólk mítt, tá skalt tú verða leysur frá eiðinum. Og vilja teir ikki geva tær hana, ert tú eisini leysur frá tí eiði, sum eg taki av tær.“

42. Tá ið eg nú í dag kom at brunninum, bað eg soleiðis: “Harri, Guð Ábrahams, húsbónda míns, gævi tú letur hesa ferð eydnast, sum eg eri á!

43. Sí, her standi eg við brunnin; kemur nú einhvør genta út eftir vatni, og eg sigi við hana: “Gev mær vatnsopa at drekka úr krukku tíni,“

44. og hon tá sigur við meg: “Bæði tær og kamelum tínum vil eg geva at drekka,“ lat hana tá vera ta konu, ið Harrin hevur ætlað syni húsbónda míns!“

45. Men áður enn eg hevði endað hesa røðu við sjálvan meg, sí, tá kom Rebekka út við krukku síni á økslini, steig niður í brunnin og bar vatn upp. Eg segði tá við hana: “Gev mær eitt sindur at drekka!“

46. Beinanvegin tók hon krukku sína niður av økslini og segði: “Drekk tú, og eisini kamelum tínum skal eg brynna!“ Síðan drakk eg; og hon brynti eisini kamelum mínum.

47. Síðan spurdi eg hana: “Hvørs dóttir ert tú?“ Hon svaraði: “Dóttir Betuels sonar Nákors, ið Milka føddi honum.“ Tá setti eg ringin í nøs hennara og dró ringar á armar hennara.

48. Eg lútaði tá til jarðar og tilbað Harran. Eg lovaði Harranum, Guði Ábrahams, húsbónda míns, fyri at hann hevði leitt meg á rætta leið, so at eg kundi taka bróðurdóttur húsbónda míns syni hansara til konu.

49. Vilja tit nú sýna húsbónda mínum góðvild og trúfesti, so sigið mær tað. Og vilja tit tað ikki, so sigi mær tað eisini, so at eg má hava nakað at fara eftir.“

 

16. Hann bjóðaði øllum til hús við sær,

og har varð sett á borðið.

Men Eliesar seg undan bar

og hevði sín eið við orði:

“Eg sessist ikki við hetta borð,

fyrr enn tit hava hoyrt hvørt einasta orð,

sum eg eri biðin at bera.

 

17. Í Ábrahams húsi eri eg

tann elsti av hansara køllum.

Gud gjørdi hann ríkan og múgvandi,

í mæti hann ber av øllum,

til neyt og seyð, til silvur og gull,

har eru við fólki húsini full,

kamelar og hvørt av sínum.

 

18. Kona hans, Sára, sum gomul er,

fekk sonin á ellisdegi,

tann sonin, sum navnið Ísakur ber,

hjá Gudi og monnum ein gleði.

Hans faðir gav honum góðs og garð,

og Kánaansland, sum er heimstaður vár,

er honum av Harranum játtað.

 

19. Nú havi eg Ábrami svorið, so satt

eg ikki kann undan meg siga,

at vitja til tykkara, hansara ætt,

og um hesa gentu biðja.

Ja, Harrin við brunnin sýndi mær tað,

at gentuna havi eg funnið í dag,

sum er mínum húsbónda ætlað.

 

20. Tí biði eg tykkum, tit veitið mær svar,

sum gentuni ráða og valda,

at eg við vissu kann vita við mær,

hvat tit munnu um hetta halda.

At ei av røttum skal sigast um meg,

at børnini sendi eg ørindi,

men fari síðani sjálvur.“

 

Og so játtar Rebekka at fara við Eliesari:

50. Tá svaraðu Lában og Betuel og søgdu: “Frá Harranum man hetta vera; vit kunnu einki gera tær, hvørki ilt ella gott.

51. Her hevur tú Rebekku, far av stað við henni, at hon má verða kona sonar húsbónda tíns, eins og Harrin hevur sagt!“

52. Tá ið húskallur Ábrahams hoyrdi hetta, lútaði hann til jarðar fyri Harranum.

53. Og húskallurin tók fram gripir av silvuri, gulli og klæði og gav Rebekku; somuleiðis gav hann bróður og móður hennara gersimar.

54. Síðan ótu og drukku teir, hann og fylgisneytar hans, og gistu har um náttina, og tá ið teir morgunin eftir komu upp, mælti hann: „Latið meg nú fara heim til húsbónda míns!“

55. Men bróðir hennara og móðir søgdu: “Loyv gentuni at verða enn einar tíggju dagar hjá okkum. Síðan má hon fara!“

56. Men hann svaraði teimum: “Haldið mær ikki aftur; Harrin hevur latið ferð mína eydnast; so latið meg nú sleppa heim aftur til húsbónda míns!“

57. Tá søgdu tey: “Vit skulu rópa gentuna og spyrja hana sjálva.“

58. Tey rópaðu tá Rebekku og søgdu við hana: “Vilt tú fara við hesum manni?“ Hon svaraði: “Ja, eg vil fara.“

59. Tá lótu tey Rebekku, systur sína, og fostru hennara, fara við húskalli Ábrahams og monnum hans.

60. Og tey vælsignaðu Rebekku og søgdu við hana: “Gævi at systir vár verði at túsundum tíggju túsunda, og at eftirkomarar tínir hertaka borgarlið fígginda sína!“

 

21. Lában og Bethuel søgdu hartil:

“Ímóti tær siga vit ikki,

tí Harrin tað hjúnalag hava vil,

sum er eftir hansara tykki.

Vit okkara játtan víst geva tær;

men gentan skal sjálv veita tykkum svar,

hvat henni á hetta líkist.“

 

22. Rebekka varð kallað fyri teir inn

nú sjálv fyri seg at svara.

“Er hetta í huga tær enn um sinn

við hesum monnum at fara

frá landi og øllum, sum tær er kært?

Tú skalt ikki siga, at noydd tú varðst,

tín egna vilja tú hevur.“

 

23. Hon svaraði teimum so satt og rætt,

sum Harrin skeyt henni í huga:

“Guds gerning at broyta er mær ikki lætt,

tað man eingin menniskja duga.“

Hon rættir Eliesari sína hond,

at hon vildi koma til Kánaansland

og har verða kona Ísaks.

 

24. “Eg Ábrahams Gudi takki fyrst“,

sang hann av hjarta og munni,

“sum gjørdi, at ferð mín eydnaðist,

so gentuna eg havi funnið.

Hann miskunnsamur og náðigur var

mót húsbónda mínum og líka móti mær.

Um ævir Hann heiðurin eigur.“

 

25. So leitar hann í sínum viðføri,

og festarfæ moynni hann gevur,

gull, silvur og dýrastu klæðini,

tey vakrastu, nakar hevur.

Og mamman og bróðirin tey fingu sítt,

tað var ikki lítið, sum teimum varð býtt –

so tekur hann til í stórum.

 

26. Tá fyrstani hann at borðum fer

og teir, sum við honum vóru.

Teir ótu og drukku, sum siður er,

og glaðir frá borði fóru.

Men annan dagin hann vildi avstað –

Rebekka við honum í ferðalag –

hann kundi ei longur bíða.

 

27. “Vælsignað tú veri, vár systir kær“,

so ljóðaði samfeldur songur,

“og himmalsins Harri signi teg har,

sum leiðin hjá tær nú gongur,

at ætt tín skal fjølgast í túsundtal

og yvir tínum fíggindum hava skal

alt valdið og yvirræðið.“

Og so verður at enda greitt frá heimferðini úr Nákors staði í Mesopotamiu til Kánaansland:

61. Síðan settust Rebekka og fylgismoyggjar hennara á kamelbak og fóru aftan á mannin; og húskallurin tók Rebekku við sær og fór leið sína.

62. Tess ámillum var Ísakur farin í oyðimørkina við Lákai-Roi brunnin og dvaldist har á suðurlandinum.

63. Eitt kvøldið fór hann út á víðavang at biðja; og tá hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá komu har nakrir kamelar.

64. Og tá ið Rebekka hugdi upp og bar eyga við Ísak, fór hon niður av kamelinum;

65. og hon spurdi húskallin: “Hvør er hasin maður, ið kemur móti okkum har á markini?“ Hann svaraði: “Hatta er húsbóndi mín.“ Tá tók hon slør sítt og huldi seg. 

66. Síðan segði húskallurin Ísaki frá øllum tí, sum hann hevði gjørt. 

67. Tá leiddi Ísakur hana inn í tjaldið hjá Sáru, móður síni, og tók hana til konu; og hann legði ástir við hana. Soleiðis varð Ísakur uggaður eftir lívlát móður sínar.

 

28. Eliesar við moynni í saðil steig,

hon fekk á kamelinum sæti.

Og genturnar tær fylgdu henni á leið,

har var bæði kúrur og kæti.

Hon vinunum heilsaði góða nátt,

og síðani hildu tey leiðina brátt

til Kánaansland mundi liggja.

 

29. Men tá ið tey komu heilt suður har,

sum Ísakur bústað hevði,

tá var hann um kvøldið farin sær

at hyggja at bøi og seyði

og hava sítt dagliga bønarhald

til Harrans, sum hevur á øllum vald –

tá sær hann kamelarnar koma.

 

30. Rebekka nú hugdi upp og sá

har Ísak á bønum ganga,

hon smæðin sær vendi til sveinin tá,

hana ført hevði vegin tann langa:

“Hvør er hasin maður, sum kemur har?“

“Mín húsbóndi er tað“, var hansara svar,

“hvørs hústrú tú nú skalt verða.“

 

31. Tá Ísakur hevði frá ferðini frætt,

um hvussu tað gingist hevði,

hann til Rebekku - eg sigi tað satt –

sær vendi og hond sína legði

í hennara hond og leiddi nú

í móðurhúsið ta einastu frú,

hann elskaði allar sínar dagar.

 

32. Tann sama himmalska Harra og Gud

vit biðja fyri tykkum báðum,

at góðska Hans falli tykkum í lut

at liva í friði og náðum

í árini mong og at síggja við

bæði børn og komandi ættarlið,

til deyðin man skilnaðin gera.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018