• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ein væl umtókt drotning

Øll munnu vita, at undir liðini á føroysku kvæðunum hava danskar fólkavísur livað sítt fríska lív heilt upp at okkara døgum. Og mong - bæði føroyingar og danir - munnu hava undrast á, at hendingar í danmarkarsøguni, sum liggja fleiri hundrað ár afturi í tíðini, hava livað her hjá okkum - men eru gloymdar í Danmørkini sjálvari.

Køn fólk hava hildið, at hesar vísur gjørdust kendar her hjá okkum, aftan á at tær vóru komnar á prent í donskum vísubókum, kendastu teirra “Hundredvisebogen“ hjá Anders Sørensen Vedel, 1591 og “Folkeviser“, hjá Peder Syv, 1695. Í nítjandu øld er tað útgávan “Danske kæmpe- og folkeviser“, sum hevur hildið lív í donsku vísunum í Føroyum.

Tvær av hesum vísunum eru um donsku drotningina, Dagmar, sum eftirtíðin gav so avbera gott skoðsmál.

Hugsa vit um søguligu gongdina, er rætt fyrst at nevna vísuna “Det var Bøhmerlands dronningen“. Vísan er nr. 133 í heildarútgávuni DGF, Danmarks Gamle Folkeviser, sum teir báðir Svend Grundtvig (1824-1883) og Jørgen Bloch (1839-1910) greiddu til prentingar, hon er nr. 20 í “Danske kæmpe- og folkeviser“, nr. 24 í bókini hjá Hjalmar Thuren og Hakon Grüner Nielsen: “Færøske melodier til danske kæmpeviser“, 1923 og nr. C4 í TSB - C er deildin við søguligum vísum.

Skulu vit siga eitt sindur um søguligu umstøðurnar, ið liggja undir vísuni, mugu vit fara aftur til byrjanina av 1200-talinum.

Sætti Knút, sonur Valdimar Stóra, doyði - so siga søgubøkur - 12. novembur í 1202. Hann átti ongan lívsarving, og tí varð bróðir hansara, Valdimar, seinni róptur Valdimar Sigur, næstur til kongstrúnuna. Hann tykist hava tikið við sum ríkisovasti beint eftir, at bróðirin doyði. Hann var tá ógiftur maður, men festir skjótt aftaná, í 1205, kongsdóttur úr Bøhmen, Dragomir, sum á danskari tungu fær navnið Dagmar. Hon var dóttir Ottokar 1. av Bøhmen og konu hansara Adelu, ið var ættað úr Meissen, ið lá beint norðan fyri Bøhmen.

Vísa okkara leggur fyri við at siga frá, at móðir Dagmar leggur henni ráð, hvussu hon skal bera seg at, tá ið hon kemur til Danmarkar. Hon skal ikki leggja skatt á bøndurnar, og so skal hon biðja húsbónda sín um at lova Valdimar, bispi, úr  fangahúsi, har hann hevur sitið í fleiri ár.

Dagmar verður so leidd oman til strandar og umborð á skipið, sum flytur hana til Danmarkar, har hon fær góða móttøku og verður leidd á kongsborgina í Ribe:

1. Det var Bøhmerlands dronningen,

hun tager sin datter at lære:

“Når du kommer i Dannemark ind,

da vides dig hæder og ære.“

 

Den frøken kom af ædelige Bøhmerlande.

 

2. “Og når du kommer i Dannemark,

da vides dig hæder og ære;

du lad ikke skat over bønderne skrive,

så have de dig så kære.

 

3. Den første bøn, du beder din herre

- den herre så mild og fin -

du bed ham give biskop Valdemar løs,

allerkæreste morbroder sin.“

 

4. Og straks da blev den grønne jord

med silke så vidt overbredt;

så blev hun unge frøken Dagmar

alt ned til stranden ledt.

 

5. Vunde de op deres silkesejl

så højt i forgyldene rå;

så sejled de til Dannemark ind

fast mindre end måneder to.

 

6. For Mandø kasted de deres anker

alt på den hvide sand,

og toge de unge frøken Dagmar,

de løfted hende først på land.

 

7. Toge de unge frøken Dagmar,

de løfted hende først på land,

og Valdemar konge af Dannemark

han rækker hende hviden hånd.

 

8. Igen da blev den grønne jord

med silke så vidt overbredt;

op stod unge frøken Dagmar,

hun blev på Riberhus ledt.

 

Harnæst sigur vísan frá, hvussu Dagmar árla brúdleypsmorgunin krevur morgungávu sína: Hon vil hava fangarnar úr bondum, og hon vil hava mannin at sleppa Valdimar, bispi, úr fangaklivanum. Tá ið maður hennara í fyrstu atløgu noktar, vísir hon styrki sína, tekur kongskrúnuna av høvdinum og heldur fyri, at hon hevur einki í Danmark at gera, kunnu bønir hennara ikki fáa frama:

 

9. Årle var det om morgenen,

alt førend det var dag,

det var unge frøken Dagmar,

hun kræved sin morgengave.

 

10. “Den første bøn, jeg beder Eder om,

allerkæreste herre min,

I give mig biskop Valdemar løs,

allerkæreste morbroder din.

 

11. Den anden bøn, jeg beder Eder om,

den vide I mig så gerne,

I give alle de plovpenninge til

og fangere løs af jern.“

 

12. “Den første bøn I tie så stille!

I tie, frøken Dagmar så kvær.

Kommer han ud, biskop Valdemar,

han gør Eder enke i år.

 

13. Den anden bøn, I bade mig om,

den kunne I fuld vel få;

men kommer han, biskoppen, af tårn,

han gør Eder enke i år.“

 

14. Hun tog guldkronen af sit hoved,

satte den for kongen på bord:

“Hvad skulle jeg i Dannemark,

må mig ikke vides et ord?

 

15. Hvad skal jeg i Dannemark gøre,

mig må ikke vides en bøn?

I gode hofmænd, som mig førte hid,

føre mig af landet igen.“

 

Nú hálsar kongur um: Hann sendir nakrar av monnum sínum til Oringsborg at loysa fangarnar úr fjøtrum. Bispurin hevur - so sigur vísan - sitið í fangahúsi í tólv ár. Hann er ússaligur, men hevndarhugurin logar honum enn í barmi, og hann noyðist at enda at flýggja av landi:

 

16. “I hente mig ind herr Strange

og så han unge junker Knud:

I skulle fare til Oringsborg

at løse de fanger ud.“

 

17. Der biskoppen kom af tårnet ud,

da kunne han ikke gange:

“Her haver jeg ligget på tolvte år,

de tider gjordes mig så lange.“

 

18. Hans søsterdatter tog guldkam af sit skrin,

hun kæmmed hans gule hår;

for hver en lok, hun redte,

hun fældte så modige tåre.

 

19. “Hør du, allerkæreste søsterdatter,

du græd slet ikke for mig;

fuld vel skal jeg hævne min harm

om jeg et år er kvæg.“

 

20. “I tie kvær, biskop Valdemar,

lader ikke Eders vrede regere;

kommer I atter på Søborg tårn,

jeg ser Eder aldrig mere.“

 

21. Ikke kunne biskoppen lade sin harm,

førend han af landet måtte rømme;

det fortrød hun dronning Dagmar,

hun kunne ikke bedre at skønne.

 

Hesin Valdimar, bispur, er eisini søguligur persónur. Hann var óskilgitin sonur Knút Magnussonar, sum ráddi í Danmark saman við Valdimari Stóra. Knút varð myrdur í Roskilde í 1157, og hesin Valdimar, ið seinni gjørdist bispur, man vera føddur um hetta mundið.

Hann fekk sum ungur gott í beinini og varð sendur til París at nema sær hægsta kunnleika, tátíðin kundi veita einum unglinga. Heimafturkomin gjørdist hann bispur í Slesvík.

Men seinni kom vátt í reiðrið millum hann og sætta Knút, sum nú var vorðin kongur eftir pápa sín. Vit vita, at Valdimar í 1191 fór til Svøríkis at leita sær stuðul hjá fíggindum Danmarkar har í landinum, í Noregi og í Norðurtýsklandi. Og árið eftir kom hann til Danmarkar við 35 skipum og boðaði frá, at hann nú var landsins kongur. Men ætlan hansara miseydnaðist, hann varð tikin á hondum og settur í Søborg torn, har hann sat ikki í tólv ár, sum vísan sigur, men í fjúrtan, frá 1192 til 1206.

Og orsøkin til, at hann slapp leysur, mundi minst líka nógv vera hon, at pávaveldið legði trýst á danska kongsveldið, sum tað, at Dagmar bar fram hetta ynskið. Í vísuni nevnir yrkjarin, at Dagmar var systirdóttur Valdemar, bisps, men tað er søguliga skeivt, tí einki ættarsamband var teirra millum. Og líka lítið høpi er í tí, at vísan sigur Valdimar bisp vera morbróðir kongs - har var heldur einki ættarsamband.

Sum vit longu hava nevnt, hevði Dagmar óføra fólkaeydnu, og tað sipa tey bæði seinastu ørindini í vísuni týðiliga til:

 

22. Der var stor glæde i Dannemark,

at Dagmar var kommen til lande;

der leved i fred både borger og bonde

uden skat og plovpenningers vånde.

 

23. Krist signe de unge ædelige to,

de længe måtte sammen leve;

Guds ord, retfærdighed, dom og skel

for hver mand at håndhæve.

 

Hin vísan um hesa væl umtóktu drotning er “Dronning Dagmar ligger i Ribe sjug“, sum er nr. 135 í DGF, “Danmarks gamle folkeviser“, hon er nr. 21 í “Danske kæmpe- og folkeviser“, nr. 12 í “Dans og kvaddigtning på Færøerne“, sum Hjalmar Thuren læt úr hondum í 1901 og nr. C6 í TSB.

 

Í stuttum sigur vísan hesa søguna:

Drotning Danmarkar liggur sjúk í Ribe, og hon letur boð fara til landsins bestu frýr um at koma til sjúkraleguna. Ein teirra er nevnd við navni. Tað er Kirstin, lítla, systir harra Karl úr Rise. Tá ið Kirstin kemur inn fyri sjúkraleguna, spyr Dagmar hana, um hon dugir at lesa og skriva, og um hon dugir at lætta um pínu hennara. Kann hon tað, skal hon sleppa at ríða á gangarum drotningarinnar:

1. Dronning Dagmar ligger i Ribe sjug,

til Ringsted monne de henne vente.

Alle de fruer, i Danmark ere,

dem lader hun til sig hente.

 

Udi Ringsted, der hviler dronning Dagmar.

 

2. “I hente mig fire, I hente mig fem,

I hente mig af de vise:

I hente mig liden Kirstin bold,

herre Carls søster af Rise.

 

3. I hente mig unge, I hente mig gamle,

I hente mig af de lærde;

I hente mig liden Kirstin bold,

al ære så er hun værd.“

 

4. Ind kom liden Kirstin ad dør,

hun skinned så rød af guld;

hun kunne ikke ljuset på krunen se,

hendes øjne vare tårefuld.

 

5. Liden Kirstin ind ad døren tren

med tugt og favren sinde;

dronning Dagmar står hende op igen,

så vel hun favnede hende.

 

6. “Kan du læse, og kan du skrive,

og kan du løse min pine,

da skalt du slide skarlagen rød

og ride på gangerne mine.“

 

Kirstin, lítla, setst at lesa fyri drotningini úr Halgubók, og tá ið Dagmar kennir á sær, at deyðin nærkast av álvara, biður hon um, at boð verða send til Skanderborg eftir Valdimari kongi. 

Við miklum skundi fer ørindadrongur á hestbaki av stað, og tá ið kongur hevur fingið boðini um, hvussu stendur til, heldur hann av stað við slíkari ferð, at eingin fylgir honum:

 

7. “Kunne jeg læse, og kunne jeg skrive,

jeg gjorde det jo så gerne.

Det vil jeg for sanden sige,

Eders pine er hårdere end jern.“

 

8. Det var liden Kirstin bold,

tog bogen og derudi så:

“Hjælpe Eder Gud Fader udi Himmerig!

Eders pine er hårdere end stål.“

 

9. Hun tog bogen udi sin hånd,

så sørgeligt derudi læste:

“Hjælpe os Krist i Himmerig,

at I Eders liv kunne friste!“

 

10. Læsten hun tog og den hellige bog,

hun læste alt, hvad hun kunne.

Det vil jeg for sanden sige,

så såre hendes øjne de runde.

 

11. De fulgte hende ud, de fulgte hende ind,

det lide jo længer jo værre:

“Medens det kan ikke bedre være,

I sende bud efter min herre!

 

12. Vil Gud det have, det må så ske,

og døden stander mig fore.

I sende straks bud til Skanderborg,

I finde min herre der.“

 

13. Det da var den liden smådreng,

han lod ikke længer forlide,

og han rykte sadel fra bjælken ned

og lagde på ørs hin hvide.

 

14. Og det da var den anden smådreng,

satte sig til ganger rød.

End red han langt hastiger frem,

end snaren falk han fløj.

 

15. Kongen han stander på højelofts bro,

og ser han ud så vide:

„Hisset ser jeg min liden smådreng,

så sørgelig monne han kvide.

 

16. Hisset ser jeg den liden smådreng,

så sørgelig monne han trå.

Nu råde Gud Fader i Himmerig,

hur det monne Dagmar gå!“

 

17. Ind da kom den liden smådreng,

og stedes han for bord.

Han var snild og kræng i tale,

han kunne vel føje sine ord:

 

18. “Dronning Dagmar haver mig til Eder sendt,

med Eder hun taler så gerne.        

Hun længes både fast og overbrat,

så såre hun monne sig vene.“

 

19. Dankonning han slog det tavlbord sammen,

så alle de terninger sprunge:

“Forbjude det Gud i Himmerig,

at Dagmar skulle dø så ung!“

 

20. Der kongen drog af Skanderborg,

da fulgte hannem hundrede svende;

og der han kom til Gribstedbro,

fulgte hannem kun Dagmars dreng.

 

21. Og der han red over Randbøl hede,

da fulgte hannem femten svende,

men der han kom over Riberbro,

da var den herre alene.

 

Men kongur er ov seinur. Tá ið hann ríður inn í býin, andast Dagmar, og øll, ið inni hjá henni eru, syrgja sára. Kongur biður tá øll um at biðja saman við sær, so at hann kann fáa samband við Dagmar og tala við hana eina seinastu ferð. Øll leggja seg á knæ at biðja:

 

22. Der var stor ynk i fruerskare,

der alle de fruer græde:

Dronning Dagmar døde i liden Kirstins arm,

der kongen red op ad stræde.

 

23. Og det var dannerkonningen,

han ind ad døren tren,

og det var liden Kirstin bold,

hun rakte hannem hånden igen.

 

24. “Og høre I herre og nådige konge,

I skulle hverken sørge eller kvide;

thi I have fået en søn i dag,

er skåren af Dagmars side.“

 

25. Jeg beder Eder alle, jomfruer og møer,

jeg beder Eder hver og alle:

I beder en bøn for Dagmars sjæl

at hun måtte med mig tale!

 

26. Jeg beder Eder fruer og høviske kvinder,

så mange, som her ere inde:

I bede en kristen bøn for mig,

at jeg måtte tale med hende!“

 

27. Så fulde de på deres bare knæ,

så mange, som der var inde:

Dem hørtes deres bøn og kongelige gråd,

han måtte hende levende finde.

 

Og so endar henda vísan við óunniligu løtuni, tá ið Dagmar vaknar upp aftur og fer at tala við húsbónda sín. Hon leggur fyri við at iðra seg um, at hon sunnudagar hevur snørt silkiermarnar og soleiðis hevur sýnt fáfongd, og so ber hon fram tríggjar bønir. Fyrsta er hon, sum eisini er nevnd í hinari vísuni, at allir fangar skulu loysast úr jarni. Onnur er, at Valdimar, nú hann er vorðin einkjumaður, skal fáa sær Kirstina, lítlu, til vív og ikki Bengerd úr Portugal. Triðja bønin er ein áminning um ikki at lata sonin fara í víking og - tá ið tann tíðin kemur - at lata hann verða kong í Danmark, tá ið Valdimar sjálvur doyr:

 

28. Dronning Dagmar rejser sig op af båre,

hendes øjne vare blodige røde:

“Min ædle herre kong Valdemar,

hvi gør I mig denne møde?

 

29. Her tør ingen mand ræddes for mig,

jeg haver ikke andet ondt gjort,

end at jeg mine silkeærmer små

om søndagen haver snørt.

 

30. Den første bøn, som jeg Eder beder,

den vide I mig så gerne:

Alle fredløse mænd dem give I fred

og lade all fanger af jern!

 

31. Den anden bøn, jeg beder om,

den kommer Eder selv til fromme:

I tage ikke ved Bengerd i år,

hun er så bedsk en blomme!

 

32. Den tredje bøn og største begære,

I tage så vel til vare:

I lade ikke vor kære søn

i år udi leding fare!

 

33. I lade hannem konning i Danmark være

når I gå selv til døde!

Bengerd vil Eder en anden føde,

som hannem agter at forøde.

 

34. I tage liden Kirstin til Eders viv,

hun er så huld en jomfru.

Men går det anderledes i hænde,

da kommer I mig i hu.“

 

35. “Denne bøn, I nu bede mig om,

den vider jeg Eder så gerne:

Jeg tager aldrig liden Kirstin til viv

eller nogen verdens terne!“

 

36. “Ville I ikke ægte liden Kirstin bold

og ej nogen jorderigs terne,

da skulle I fare til Portugal

alt efter så bedsk en verne.

 

37. Havde jeg ikke mine ærmer om søndagen snørt

og ikke der striger på sat,

da havde jeg ikke syndet derved

og haft så ond en nat.

 

38. Høre I det, min ædle herre,

ville I mere af mig vide?

Der sidde Guds engle i Himmeriges rige,

de monne fast efter mig lide.

 

39. Nu er det tid, jeg farer herfra,

jeg må ikke længer dvæle.

Himmerigs klokker de ringe efter mig

mig længes hen til de sjæle.“

 

Úr søguni vita vit, at Dagmar og Valdemar bert livdu saman í o.u. sjey ár - hon doyði rættiliga ung tann 24. mai í 1212 í Ribe.

Vísan vil vera við, at Dagmar doyr í barnferð, men søgan sigur einki um, at hon skuldi eiga barn í 1212. Vit vita, at hon í 1209 átti sonin, Valdimar, hann, sum í søguni hevur verið róptur Valdimar Ungi og fekk kongsnavn í 1218.

Í vísuni biður Dagmar mann sín so bønliga um ikki at giftast upp aftur við kvinnu, hon kallar Bengerd. Valdimar Sigur lovar hetta, men sambært søgubókum helt hann ikki hetta lyftið. Longu í 1214 giftist hann við portugisisku kongsdóttrini Berengariu, tað er hon, sum í vísuni verður kallað Bengerd.

Berengaria var dóttur portugisiska kongin Sancho I. Hon átti synirnar Erik, Abel og Kristoffur, sum allir gjørdust kongar, og dóttrina Suffíu. Sjálv doyði hon í 1220 ella 1221, og Valdimar Sigur doyði 28. mars í 1241.

 

*

Nú vil so til, at vit eisini á føroyskum eiga vísu um deyða Dagmars. So løgið tað ljóðar, er henda vísa at finna undir yvirskriftini „Margretu kvæði“ í „Føroya kvæðum“, CCF nr. 77.

Henda Margreta, sipað verður til, varð hildin at vera norsk kongsdóttir, ið brend varð á báli í Norðnesi við Bergen í 1301, men hon hevur søguliga einki samband við donsku drotningina Dagmar.

Her er bland komið í, tá ið okkara B-brigdi og C-brigdi lata søguna um Dagmar og deyða hennara vera fyrra tátt í „Margretu kvæði“, nevndur „Drotningin av Runsborg“. Báðar uppskriftirnar hava Jóannes í Króki sum keldu. Fyrra er úr “Sandoyarbók“ nr. 50, sum Jóannes í 1822 skrivaði upp eftir Óla Klæmintsson á Sandi, og seinnu hevur Hammershaimb skrivað upp eftir Jóannes í Króki í 1848. 

Vit taka her fram B-brigdið og leggja til merkis, at tað, sum bregður frá donsku vísuni, er í fyrstu atløgu, at kongsnavnið her er Eirikur - eitt navn, sum man vera komið úr upprunaliga “Margretu kvæðinum“, tí faðir Margretu æt Eirikur, í aðru atløgu, at svíkjarin og skálkurin í “Margretu kvæði“, Eyðun Hestakorn, eisini verður nevndur í “Drotningini av Runsborg“:

 

1. Drotningin av Runsborg

slítur hon skarlak reyð,

letur hon seg við børnum ganga,

henni vóru lagað til deyð.

 

2. Tað er frúgvin Dagmoy,

mælir for sínum munni:

“Heinta mær higar moyggjar tvær,

meg forloysa kunnu!

 

3. Heinta mær eina, heinta mær tvær,

heinta mær av teim vísu,

heinta mær Katrina, kongsins systur,

kongsins systur av Rípu!

 

4. Heinta mær eina, heinta mær tvær,

heinta mær av teim flestu,

heinta mær Katrina, kongsins systur,

hon man vera tann besta!

 

5. Heinta mær eina, heinta mær tvær,

heinta mær av teim klóku,

heinta mær Katrina, kongsins systur,

hon man kunstir njóta!“

 

6. Tey studdu hana út, tey studdu hana inn,

tað bleiv alt longur jú verra:

“Leggið saðil á gangara grá

og sendið boð eftir mín herra!“

 

7. Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar,

hagar heim til landanna,

sum Eirikur kongur var.

 

8. Tað var hesin sendisvein,

hann leyp til gangara reyð,

snarliga skundar hann síni ferð,

hann reið, sum fuglur fleyg.

 

9. Tað var reystur Eirikur kongur

út um vindeygað sá:

“Nú sær eg mín lítin smásvein,

so sørgelig monne hann trá.“

 

10. Tað var lítin smásvein

inn í hallir fór,

sum hann reystur Eirikur kongur

drekkur mjøð við borð.

 

11. Tí svaraði Eirikur kongur,

smílist undir lín:

“Hvussu livir Dagmoy,

sæla drotning mín?“

 

12. “Sit væl, reystur Eirikur kongur,

glaður og drekkur vín,

Dagmoy liggur í Rípu sjúk,

hon sendi meg til tín!

 

13. Sit væl, reystur Eirikur kongur,

og drekkur mjøð av skál,

Dagmoy liggur í Rípu sjúk,

næstan missir mál!“

 

14. Tað var reystur Eirikur kongur,

sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

15. Tað var reystur Eirikur kongur,

hann sló síni taffulborð sundur:

“Tað forbjóði tann øvarsti Gud,

at Dagmoy doyði so ung!“

 

16. Tað var reysti Eirikur kongur,

leyp til gangara reyð,

snarliga skundar hann síni ferð,

hann reið, sum fuglur fleyg.

 

17. Tá hann fór til Rípu,

fylgdu honum fimtan sveinar,

tá hann kom til Alfarabrú,

tá reið tann harri aleina.

 

18. Tá hann kom á vegin fram,

hoyrdi hann klokkur ringja:

”Ráði nú Gud for dýru Dagmoy,

mær tykist, mítt hjarta vil springa!“

 

19. Tá hann kom tá betur fram,

hoyrdi hann pípur og messu:

“Ráði nú Guð for dýru Dagmoy,

mær tykist, mítt hjarta vil bresta!“

 

20. Tá hann kom í hallina inn,

yptist ein størri neyð,

tað var hansara dýra drotning

lá á børum deyð.

 

21. “Harra Gud í himmiríki,

vilt tú tað so maka,

Dagmoy undan børum steig

og vildi við meg tala!“

 

22. Mikil var tann bønin,

Eirikur kongur fekk,

Dagmoy undan børum steig

og fram á gólvið gekk.

 

23. Tað var drotning Dagmoy,

svarar so for seg:

“Hoyr tað bæði kvinnur og menn,

tit skulu ræðast meg!

 

24. Eg var meg í pínuni

eina so lítla tíð,

fyri tann signaða sunnudag,

eg setti mínar ermar síð.

 

25. Eg var meg í pínuni

eina so lítla stund,

fyri tann signaða sunnudag,

eg setti mínar ermar um.

 

26. Guði befalli eg mínar døtur í vold,

so teg, kongurin sjálvur,

ger so væl við moyggjarnar,

borin ert tú til sjálvur.

 

27. Tú eigur tær tvær onkardøtur,

sker teim klæði reyð,

aðra kalla tú frú Margretu,

aðra Dagmoy!

 

28. Ansa væl frúnna Margretu,

hon fær ei sín líka,

tað er Eyðun Hestakorn,

hann vil hana svíkja!

 

29. Eg fái ikki, Eirikur kongur,

snakkað longur við teg,

einglar sita í himmiríki,

longta eftir meg.“

 

30. Dagmoy er deyð

fyri fimtan ár,

so gráta Danimenn,

sum tað hevði verið í gjár.

 

Áðrenn vit sleppa gentuni úr Bøhmen, Dragomir, sum gjørdist drotning í Danmark, skulu vit at enda nevna, at til er uppaftur ein vísa, har hon eisini er við í hendingunum. Tað er “Streingis vísa“, nr. 122 í “Føroya kvæðum“, har hon er prentað í trimum uppskriftum: úr Kollafirði, Skálavík og Koltri.

Í stuttum snýr henda vísa seg um, at danakongur sendir Streingir til Boyalands at biðja um kongsdóttrina, Dagmoy. Hann fer við skipi og manning, fær góða móttøku, men tá ið hann vegna harra sín biður um kongsdóttrina, er faðir hennara heldur treyður at lata hana fara so langa leið. Hann vil tí hava Streingir at leika talv móti Dagmoy, sum er stinn í hesum leiki. Tær báðar fyrru ferðirnar telva tey um heldur lítisverdar lutir, og Dagmoy vinnur, men triðju ferð setir Dagmoy moydóm sín í veð, og tá vinnur Streingir, sum so ger seg til at fara heim aftur til Danmarkar við kongsbrúðrini. Av øllum brøgdum skilst, at Dagmoy ikki so glaðbeint vil í hjúnalag við kongin, hon vil heldur hava Streingir. Av hesum verður kongur øvundsjúkur og beinir fyri Streingiri.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018