• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Einars tættir

 

Árni Dahl:

Einar ungi og risin

Í “Føroya kvæðum“ finna vit undir talmerkinum 44 “Einars tættir“, sum eru tríggir:

1. Einars táttur. 2. Fyrri Ílints táttur. 3. Annar Ílints táttur.

Uppskriftirnar eru tvær, báðar úr savni Hammershaimbs, hin fyrra sett saman av trimum uppskriftum við hesum heimildarfólkum:

Jákup Hanusson úr Skálavík, Birita á Mýri úr Vági og Óli Jespersen úr Hovi, hin seinna er eftir Schrøter, prest.

Kvæðið hevur frámerkið E 120 í “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad“ og finst sambært hesum verki einans í Føroyum.

Henda deildin í norðurlendska vísindaverkinum, talmerkini frá 115 til 127, snýr seg um bardaga millum mann og risa, og sambært tí hoyra hesi føroysku kvæði til sama bólk sum “Einars tættir“: “Stulku táttur“ CCF 94, “Ormar Tóraldssons kvæði“ CCF 24, “Ásmundur trøllabani“ CCF 39, “Risin í Hólmgørðum“ CCF 10, “Risin av Leittrabergi“ CCF 11, “Gríms ríma“ CCF 52 og so „Ílints tættir“ (ikki teir somu sum eru partar av “Einars rímu“, men annað kvæði, sum er í handriti í privatogn).

Umframt í “Føroya kvæðum“ eru “Einars tættir“ prentaðir í kvæðabók A.C.Evensens, í “Ársbók Førja bókafelags” 1900, í bókini um Óla Jespersen, sum Jákup Berg gav út í 1987 og í savninum “Vit fara upp á gólv 3“, sum Klaksvíkar Dansifelag gav út í 1975. Haðani er teksturin í hesi umrøðuni.

Kvæðið byrjar við frásøgnini um, at Einar tænir hjá Ólavi kongi í Tróndheimi, og ein dagin biður kongurin hann fara í bardaga móti einum grimum risa, sum hóttir landið - hann skal fáa 1500 mans við sær. Einar ger seg til og fer av stað, og tá ið teir koma undir Dovrafjall, hitta teir risan:

 

1. Hósis dóttir Kjartani unti,

høvdu tað menn við orðið;

untist tað honum ein vakrari moy

í Tróndheimi í Noreg.

 

Há, trummur í høll, hermenn ríða fram.

Jomfrú leikar í lundum við tann eðilmann.

 

2. Hósis dóttir Kjartani unti,

mongum tað illa tókti;

untist tó honum ein vænari moy,

frú Marita, kongsins dóttir.

 

3. Eina veit eg rímuna,

vil eg fyri tær greina.

Ólavur kongur í Tróndheim norður

so reystar hevur hann sveinar.

 

4. Kongurin hevur ein ungan mann,

Einar vil eg nevna,

vænur er hann og vøksturligur,

væl kann boga spenna.

 

5. Kongurin situr yvir breiðum borði,

sólin brandar víða,

talar hann til Einar Unga,

tú skalt á skógir ríða.

 

6. Kongurin gongur í borgarsali,

hann sá eftir sævarbylgju:

“Eg skal fáa tær fimtan hundrað

við tær á skóg at fylgja.“

 

7. Riðu teir eftir Áskóg norður,

man meg rætt um minna.

Tá teir komu undir Dovrafjall,

tá tók dagur at dimma.

 

8. Allir stóðu kongsins menn,

teir tóktust komnir í vanda,

sóu teir har á grønum vølli

ein griman risa standa.

 

9. Risin so til orða tekur,

tóktist hava kent:

“Hoyr tað reysti Einar Ungi,

hvør hevur teg higar sent?“

 

10. Til tað svaraði Einar Ungi,

hann kvaðst ei longur tiga:

“Ólavur kongur í Tróndheimi

hann hevur sent meg higar.“

 

11. “Hevur hann teg higar sent

at standa í stórum vanda,

eg eigi jørð og aldanskóg,

hetta vil eg behalda.“

 

Tá ið risin tekur til sín, fellir hann skjótt allar fimtan hundrað mótstøðumenn sínar, og so bresta hann og Einar saman. Leingi stendur stríðið, men hvørgin vinnur sigur. At enda brotnar spjótið hjá Einari, og hann má flýggja av vali. Hann gongur inn fyri harra sín, vísir honum vápnalutirnar, sum eru brotnaðir, og so ynskir hann eftir, at Kjartan Ólavsson (gitin kappi úr “Laksdøla søgu“) skuldi verið í Tróndheimi, men fær til svar, at Kjartan er deyður:

 

12. Risin so til orða tekur,

letur so orðum líða:

“Her skulu tit kongsins menn

í sama stað mær bíða.“

 

13. Tað var hesin grimi risi

við so miklari ferð,

gekk hann sær í hellið inn

at søkja sær skjøld og svørð.

 

14. Risin kom av helli út

við so mikið hól,

niður feldi hann fimtan hundrað,

áðrenn upp rann sól.

 

15. Niður feldi hann fimtan hundrað,

eingin vann honum mein,

eftir ríður á grønum vølli

Einar, kempan ein.

 

16. Einar ríður á grønum vølli,

kinn ber hann so baldan:

“Tað frættir ei Kristin, kongsins dóttir,

at eg skal undan halda.“

 

17. Einar ríður á grønum vølli

við svørð og brynju blá,

síðan helt mót risanum,

tá gingu kostir á.

 

18. Einar reiggjar svørðið hátt,

um tit vilja mær trúgva,

ætlaði hann á risanum

høvur og hjálm at klúgva.

 

19. Einar reiggjar svørðið hátt,

ætlaði til so fast,

tað fleyg burtur av risans hjálmi

og sundur um miðju brast.

 

20. Einar ríður á grønum vølli,

hann lítur niður for seg:

“Ólavur kongur av Noregi,

illa sveik tú meg!“

 

21. Einar stendur á Áskóg norður

blóðugur upp til kníggja;

illa tókti honum tað,

at hann skuldi undan flýggja.

 

22. Einar ríður á Tróndheim suður

við einum brotnum spjóti.

Ólavur kongur av Noregi

hann gekk honum ímóti.

 

23. Kongurin so til orða tekur,

tá ið hann mannin kendi:

“Einar, hvar er liðið tað,

sum eg á skógin sendi?“

 

24. Til tað svaraði Einar Ungi,

blóð á akslar fleyt:

“Her tú síggja skalt tað svørð,

sum eg við risan breyt.“

 

25. Kongur so til orða tekur:

“Lat tær einki ekka!

Gakk tú inn í høllina

tann brúna mjøð at drekka.“

 

26. Einar situr við breiða borð,

hann lítur at føgrum vívi:

“Nú er eingin í Noregi,

ið risan tekur av lívi.“

 

27. Einar so til orða tekur,

mælir so fyri sær:

“Eg vildi, at Kjartan Ólavsson

her í Tróndheimi var.“

 

28. Svaraði ein so gamalur maður,

studdist fram á fold:

“Deyður er Kjartan Ólavsson

og lagdur í døkka mold.“

 

29. Svaraði tá ein annar maður:

“Har var eg í fjør.

Deyður er Kjartan Ólavsson

og liggur í heiðin jørð.“

 

30. Marita yvir borði stóð

við sínum moyggjum tólv:

Tá ið hon hoyrdi Kjartans deyð,

hon svímar á hallargólv.

 

31. Reistu teir hana við borðið upp

kongsins mangir menn,

lindin dró fyri hjartað inn,

og blóð úr nasum fleyt.

 

32. Tað var frúgvin Marita,

hon mælir orðum fjól:

“Skamm fáið Guðrun Hósisdóttir,

sum brand úr slíðra stjól.

 

33. Eg tók upp úr máldrykkju

Kjartani brandin gav,

av silvri, settur við dýrar steinar,

gripur í gulli var.

 

34. Eg tók upp úr máldrykkju

silvurslíðrar at binda.

Hann fekk ikki víggjasár,

ið bar mín brand við linda.“

 

35. Tá mælti sami gamli maður

glógvar í gulli reyður:

“Enn eru kappar í Íslandi,

um Kjartan hann er deyður.“

 

Og so leitar søguevnið sær til Íslands. Innan Lundafjarða, sum tikið verður til, føðir ein frúgv ungan son, sum hon nevnir Ílint. Hann veksur upp til sterkan og vápnadyggan mann. Ólavur kongur frættir um hann og sendir Einar Unga við sjálvum “Orminum Langa” eftir honum. Kristin, kongsins dóttir, ið ber alsk til Einars, heldur hetta vera vandaferð og biður hann ikki fara, men tá ið hon sær, at bønir hennara einki makta, biður hon Gud fylgja honum á leið.

 

36. Innan Lundafjarða

har býr ein frú so von,

hon ber undir linda,

hon føðir ein vænan son.

 

37. Frúgvin ungan sonin ár,

tung man sorgin falla,

síðan læt hon presti bera,

Ílint bað hon kalla.

 

38. Barnið varð borið frá prestinum

aftur til móður sína,

meira letur hon røkta tað

enn alt sítt gull í skríni.

 

39. Hann vóks upp hjá síni móður,

so væl hon tað formáddi,

lærdi allar kappalistir

innan og uttan gáttir.

 

40. Hann vaks upp hjá síni móður,

stórur og sterkur alvi;

lærdi allar vápnaleikir,

at glíma og leika við talvi.

 

41. Kongurin yvir borðið situr,

hann kvaðst ikki longur tiga,

talar hann so til Einar Unga:

“Tú heinta mær Ílint higar!“

 

42. Svaraði Einar Ungi

fyri breiða borði stóð:

“Tað man vera so góður knørrur,

ið sigla skal Íslands sjó.“

 

43. Til tað svaraði Ólavur kongur:

“Tað kann eg væl gera.

Eg skal læna tær “Ormin Langa”,

ið besta skip man vera.“

 

44. Mælti tá Kristin, kongsins dóttir,

glógvar í gullinum reina:

“Hoyr tað, reystur Einar Ungi,

eitt sinn situr tú heima!“

 

45. So mælti Kristin, kongsins dóttir

fyri breiðum borði stóð:

“Á vetri er tað vandaferð

at sigla Íslands sjó.“

 

46. Til tað svaraði Einar Ungi,

skeyt tann leik av hendi:

“Gjarna skal eg fara burt,

har faðir tín meg sendi.“

 

47. Einar gekk til strandar oman,

loynir tað ei mín tunga,

fylgdu honum kongurin

og so hon Kristin, unga.

 

48. Fylgdu honum til strandar oman,

mongum illa tókti,

bað honum byr og blíðan sjógv

Kristin, kongsins dóttir.

 

49. Einar steig á skipabunka

yvir við sindal stroytt.

Stavnur og stýri við gulli sligin,

segl av silki reytt.

 

50. Einar stendur á skipabunka,

dregur akker upp,

stavnur og stýri við gulli sligin

silkisegl í topp.

 

51. Kongurin gongur í borgarsali

við so mangan mann,

so lystiliga “Ormurin” siglir

við grønum líðum fram.

 

52. Kristin gongur í borgarsal

aftan á “Ormin” sær:

“Sannur Gud av himmiríki

Einar fylgi tær!“

 

Tá ið nú “Ormurin Langi“ siglir út um Oyarsund, sær risin tilgongdina og heitir á gandafinnin um at leggja illveður í sjó. Ferðin verður tískil baldrut, men teir vinna vegin fram og kasta akker á Reykjavík.

 

53. Risin kom av helli út

eina morgunstund,

tá sá hann, at “Ormurin“ sigldi

út um Oyarsund.

 

54. Risin gekk í hellið inn,

snarliga hann sær skundar.

Talar hann til gandafinnin

biður hann rúnir binda.

 

55. Risin talar til gandafinnin

biður hann rúnir binda

bæði skjótt og skundisliga

aftan á “Ormin“ senda.

 

56. Vindur kom av rustum niður,

brakar í súðum hátt,

hvíta gás á grunni veður

bæði dag og nátt.

 

57. So var veður á sjónum hart,

tað brakar í borð og bjálkum.

“Ormurin“ sigldi í havið út,

hann rendi á ymsar kjálkar.

 

58. So var veður á sjónum hart,

ógvuligt at líta.

So stýrdi hann Einar Ungi,

at frá dreiv mjøllin hvíta.

 

59. So var veður á sjónum hart,

væl mátti ódnin kallast.

So væl stýrdi hann Einar Ungi,

at hvørgum borði hallar.

 

60. Risin talar til gandafinnin,

slík eru mikil undur:

“Tú skuldi skorið gullbjálkan

og brotið stýrið sundur.“

 

61. “Hoyr tú tað tú grimi risi,

tað kann eg ikki gera,

tað er sett við mentir tær,

sum Ólavur kongur læt skera.“

 

62. Einar stýrir “Ormin Langa”

var ei í huga fró.

Aldan reis frá grunni upp,

av hondum rendi hon blóð.

 

63. So var veður á sjónum hart,

snekkjan rennur í streymi.

Einar heldur í gullbjálkan

og troystar hann dreingir sínar.

 

64. Frammi á teirri sævarbylgju

har rýkur sum bálaeldur:

“Ikki skulu vit lívið láta,

so leingi Ormurin heldur.“

 

65. So var veður á sjónum hart,

at tung eru dømi slík.

Einar stýrdi “Orminum Langa”

inn fyri Reykjavík.

 

66. Kastaði akker fyri borð,

hann ræð frá skipum ganga.

Fyri sjálvum Ferjubakka

bundu teir “Ormin Langa”.

 

Einar hittir nú frúnna Ingibjørg og ber henni ynski frá Ólavi kongi um, at sonur hennara skal koma til Noregs at royna seg móti risanum. Hon er ikki fegin við, men leggur spurningin fyri Ílint, sum alt fyri eitt er sinnaður at fara. Og so halda teir aftur til Noregs.

 

67. Einar gongur á landið upp,

blóð rann honum av hond:

tá var frúgvin Ingibjørg

riðin oman til strond.

 

68. Frúgvin so til orða tekur

frammi við saðil stóð.

“Hatta man vera so mikil kappi,

av hondum rennur blóð.“

 

69. Frúgvin so til orða tekur

bæði við gleði og gleim:

“Hoyr tú Einar, mikli kappi,

kom til húsar heim!“

 

70. Einar gekk í høllina inn

bæði vænur og vitur,

sum hon frúgvin Ingibjørg

fyri í stóli situr.

 

71. Einar stendur á hallargólvi

mælir av tungum sinni:

“Hvar er Ílint, sonur tín?

Eg vil tann kappan finna.

 

72. Ólavur kongur sendi meg.

Eg geri tað ei at loyna.

Finna skuldi eg sonin tín

og roysni við hann at royna.“

 

73. Svaraði frúgvin Ingibjørg,

hon fellir tár á lín:

“Ótakk havi tú, Einar Ungi,

fyri higarkomu tína.“

 

74. Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon mælir orðum svá:

“Um tú finnur mín unga son,

tú vinnur har einki á.“

 

75. “Tú ver ei vreið, frú Ingibjørg,

tú háborna, væna vívið.

Tað býr ein risi for Áskóg norð,

fingu vit hann av lívi.“

 

76. Tað var frúgvin Ingibjørg,

sveipar hon seg í skinn,

so gekk hon í høllina

fyri Ílint, son sín, inn.

 

77. Frúgvin gekk í høllina inn,

hon mælir av tungum sinni:

“Her er ein kempa úr Noregi,

sum vil teg, Ílint, finna.“

 

78. Ílint gekk í høllina inn,

brandin yvir seg bar:

“Sig mær reystur, Einar Ungi,

hvat tær viljum mær.“

 

79. “Hoyr tað Ílint, reysti kappi,

tað eru ørindi míni:

Tað býr ein risi for Áskóg norður,

fingu vit hann av lívi.“

 

80. Tað var Ílint Sterki,

mælir so fyri sær:

“Býðst til ferðar, Einar reysti,

eg skal fylgja tær.“

 

81. Ílint gekk av høllini út

eina morgunstund

í gjøgnum fagra Brúnardal

oman á Leygarsund.

 

82. Mælti tá frúgvin Ingibjørg,

hon smílist undir lín:

“Eg vildi givi, Einar reysti,

at tú hevði verið mín.“

 

83. “Eg kann ei, frú Ingibjørg,

dvøljast her hjá tær:

Kristin unga, kongsins dóttir,

í Noregi bíðar mær.“

 

84. Einar gekk av borgini út,

hann ræð so frúnni at takka,

í gjøgnum fagran Brúnardal

aftur á Ferjubakka.

 

85. Vundu teir upp síni silkisegl

við so fáum orðum,

strikaðu ikki á bunka niður

fyrr enn við Tróndheim norður.

 

86. Lótu síni akker falla

niður á hvítan sand,

stigu so Einar og Ílint Sterki

av skipum upp á land.

 

Nú ganga Einar og Ílint inn fyri kong, sum fagnar teimum væl. Risin søkir at borgini, kemur tá í bardaga við Ílint, íslending, sum fellir hann, og Einar er tá ikki seinur og høggur risans høvur av. Ílint fer so aftur at finna móður sína, og so festir hann sær Gullbrún, dóttur Valints.

 

87. Gingu so Einar og Ílint Sterki

av skipum upp á land,

tá kom kongur av Noregi

ríðandi oman til strond.

 

88. Kongur so til orða tekur

alt fyri uttan ekka:

“Gangið tykkum til hallar heim

tann brúna mjøð at drekka.“

 

89. Drekka teir í Tróndheimi

á so langa lund,

drukku mjøð og klára vín

glaðir á hvørji stund.

 

90. Risin kemur av hellinum út,

sum gitið man vera leingi.

“Eg fari mær á Tróndheim suður

at spekja kongsins dreingir.“

 

91. Drekka teir í Tróndheimi

man meg rætt um minna.

Drekin tekur at ýla hátt,

og dagur tekur at dimma.

 

92. Allir sótu kongsins menn,

fellur teimum í fátt,

nú ið hesin grimi risi

stígur inn um gátt.

 

93. Tað var hesin grimi risi,

stígur inn um gátt:

“Sit væl reystur Ólavur kongur,

eg drekki við tær í nátt!“

 

94. Allir bliknaðu kongsins menn,

eingin tordi tala

uttan Ílint Sterki,

hann ræð tá fyrst at mæla.

 

95. Ílint reisist við borðið upp,

hann svaraði honum ann:

“Tað er ikki trøllum vant

at drekka við kristnar menn.“

 

96. Svaraði Ílint Sterki

gitið man vera leingi:

“Tað er ikki trøllum vant

at drekka við kristnar dreingir.“

 

97. Risin reiggjaði jarnstongina,

mongum tókti undur.

Ílint treiv um gullmerkið,

teir brutu stongina sundur.

 

98. Teir nyktust bæði hart og skarpt

braka tekur í høll,

risin og Ílint Sterki

teir bardust um grønan vøll.

 

99. Teir nyktust bæði hart og skarpt,

slíkt var mikið undur,

so fór teirra leikur fram,

at risin hann kom undir.

 

100. So var mær við orðum greint,

at risin undir lá.

Einar skundaði ferðina,

hann hjó hans høvur frá.

 

101. Tóku risans mikla gull

førdu til Tróndheim fram,

takk havi Ílint Sterki,

sum henda sigur vann.

 

102. Ílint gisti sína móður,

so væl hann tað formátti,

festi sær frúnna Gullbrún,

ta vænu Valints dóttur.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018