• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Eitt brúdleyp í 1478

Í brúðardansi er vanligt umframt brúðarvísuna - donsku ella føroysku, ella báðar - at kvøða ávís kvæði, ávísar vísur, sum allar siga frá tveimum ungum, sum av lagnunnar meinfýsni leingi eru sundurskild, men so at enda finna saman.

Føroysku kvæðini, nýtt verða í brúðardansi, eru “Harra Pætur og Elinborg“ (umrøtt í “Søgu og stev 1“) og “Leivs kvæði“, tað fyrra um ungmoynna, sum mannar skútu og fer drúgva siglingarferð at finna unnusta sín í fremmandum landi, tað seinna um biðlaferðina, sum gitin er úr Føroyingasøgu, tá ið Leivur Øssursson fer at biðja um Tóru Sigmundsdóttur.

Onnur danska vísan, sum ofta verður kvøðin í brúðardansi, er “Fisken tager sin føde i vand“ um harra Espen, ið fer Jorsalaferð, sum varir átjan ár, men tá ið hann kemur heim, hevur konan roynst honum trúgv hesa drúgvu bíðingartíðina, og saman eiga tey giftingarføra dóttur, sum var gitin undan - men fødd eftir - at pápin var farin av stað.

Hin danska vísan er “Kong Hans han sidder på København“.

Í “Danmarks gamle folkeviser“ hevur hon talmerkið 166 og í yvirlitsverkinum TSB nr. C 33, tað er millum søguligu vísurnar. Hon er nr. 38 í “Danske kæmpe- og folkeviser“.

Hans kongur sendir úr Keypmannahavn boð eftir Eriki Ottesøn, sum er staddur í Norðurjútlandi. Tá ið hann vinnur vegin fram, fær hann kongsboð um at fara til landið Miesen at biðja kongi vív. Stórmaðurin Ottesøn vil ikki fara einsamallur, men fær við sær teir báðar Verner Pazbjerg og Claus Rønnov, og so heldur fylgið til havs:

 

1. Konning Hans han sidder på København,

han lader de lønnebreve skrive,

sender han dem til Nørrejylland,

Erik Ottesøn at give.

 

Der kom aldrig saa rig en dronning til Danmark.

 

2. Det var herr Erik Ottesøn,

der han de lønnebreve så,

han skød vartaffel og terning fra sig,

bad sadle sin ganger grå.

 

3. Og de ledte ud hin skønne ørs,

lagde på forgyldte mile;

end red han til København,

førend hannem lysted at hvile.

 

4. Ind kom Herr Erik Ottesøn

og stedtes han for bord:

“Hvad ville I mig, min nådige herre,

hvi have I sendt mig ord?“

 

5. “Høre I, herr Erik Ottesøn,

I ere vor egen mand,

I skulle fare til Misen i år,

bede om den liljevånd.“

 

6. Og det var Erik Ottesøn,

han var så brat at svare:

„Skal jeg ind til Misen i år,

jeg kan ikke ene fare.“

 

7. “Herr Verner Pazbjerg af Holbækhus

befaler jeg med Eder at fare,

herr Claus Rønnov af Oringborg;

Eder følger så fawr en skare.“

 

8. Der blev udlagt de skibe fra strand,

de bådsmænd glædes derved;

den blide bør så herlig stod,

så vel deres skibe fremskred.

 

9. Vunde de op deres silkesejl

så højt i forgyldene rå;

de satte Dannebrog i fremmer stavn,

de lode til Saksen stå.

 

Her verður sipað til kongin Hans, ið ráddi í Danmark frá 1481 til 1513. Hann var sonur Christians fyrsta og drotning hansara Dorotheu, føddur í Aalborg 5.juni 1455. Longu sum pinkubarn var hann kosin at verða eftirmaður faðirsins í øllum trimum ríkislutunum, í Danmark 1456, og í Noregi og Svøríki á fundi á Skara í 1458. Í hertugadømunum varð hann lýstur at verða eftirmaður faðirsins í mai 1466, um hann var einasti sonur. Vóru fleiri synir, skuldi málið avgreiðast á fundi millum donsk ríkisumboð og tingmenn úr Slesvík-Holstein.

Í 1477 var álvara gjørt av at fáa í lag giftarmál. Kongur vendi sær tí til Miesenland, sum tikið verður til í vísuni, og fekk sendimenn sínar at bera upp bønarorð fyri Christinu, sum var dóttur kurfúrstan Ernst úr Sachsen og Elisbeth úr Bayern - hon var fødd 24. des. í 1461 í Torgau.

Sendimenn kongs eru teir tríggir Verner Pazbjerg, Erik Ottesøn og Claus Rønnov. Um henda seinasta vita vit, at hann var av gitnu holsteinsku- donsku Rønnov-ættini. Hann var marskur hjá Christiani fyrsta og nógv brúktur sum sendimaður. Hann doyði í 1486. 

Miesenland sipar til bøhmiska býin Mies, sum var grundfestur í 1131. Býurin eitur eftir ánni Mies, ið er síðuá til Beraun, sum er ein av hjá- áum Moldaus, ánni, sum er vorðin gitin av yndisliga tónleikaverkinum hjá Smetana (1824-1884). Her hevur verið stór námsvinna eftir blýggi, og sviar herjaðu fleiri ferðir býin, meðan tríatiára bardagin var upp á tað harðasta.

Teir tríggir sendimenninir halda so av stað. Faðir brúðrina sær skipini og grunar ørindi teirra. Donsku kongsboðini koma vegin fram og fáa góða móttøku:

 

10. Kuren stander på højen værn,

og ser han ud fra lande:

“Hisset ser jeg de danske skibe

de føre forgyldte brande.

 

11. Jeg ser så mange af de danske skibe,

de føre forgyldte brande;

Krist signe hende liden Kirstine,

de agte hende vist tilhånde.“

 

12. Og de lagde ind udi den havn,

kasted anker på hviden sand;

de ædle herrer af Dannemark

de tren der først på land.

 

13. Midt udi den borgergård

der akslede de deres skind,

og så gå de i højeloft

for hertugen af Saksen ind.

 

14. “Hil sidde I, markgreven af Misenland,

både I og Eder kære,

den unge konning af Dannemark

beder om Eders datter med ære.“

 

15. Han tog til sig de lukte breve

og læste han derpå:

„Lov være Gud i Himmerig

at jeg denne datter å.“

 

16. „I ædle riddere, I tage vand,

I gå med os til bord,

I tøve hos os en liden tid,

vi vide Eder ansvar god.“

 

Í fyrstu atløgu gongur smátt at fáa nakra avgerð, men tá ið donsku sendimenninir hava dvølst tríggjar mánaðir hjá Ernst kurfúrsta, verður Christina leidd fram og pyntað til burturferð.

 

17. Vare de der i måned

og vel i måneder tre;

ikke kunne de liden Kirstine

få med deres øjne at se.

 

18. Den klare dag dages for østen,

og børen blæse må;

de ædle riddere af Dannemark

de gå for hertugen at stå.

 

19. Det var hertug Ernst af Misenland,

han heder på drosten sin:

“I lede os liden Kirstine

for os i salen ind.“

 

20. Otte da vare de misenske fruer,

hendes hår både børste og flette,

fire da vare de ædle fyrstinder,

hendes hovedguld påsatte.

 

21. De sætte på hende det hovedguld,

det skinnede som en lue,

det var belagt med dyrebare stene,

det sømmed den skønne jomfrue.

 

22. Det var liden Kirstine så bold,

hun ind ad døren tren;

hendes fader og hendes farbrødre tre

de stande hende op igen.

 

23. Hendes fader og hendes farbrødre tre

de stande hende op igen;

de ædle riddere af Dannemark

de rakte hende hånden uden men.

 

Men faðirin vil ikki lata dóttrina fara, uttan spælt verður um hana fyrst, og so verður talvspæl borið fram og gullterningar. Verner Pazbjerg ber seg undan og biður Claus Rønnov spæla. Hesin ber seg eisini undan og heitir á Erik Ottesøn, sum spælir og vinnur:

 

24. Det var hertugen af Misenland,

han heder på småsvend sin:

“I hente terning og vartaffel,

bære det i stuen ind.“

 

25. Hertugen kasted de terning fra sig,

de vare af røden guld:

“I kaste, herr Verner Pazbjerg,

thi I er kongen huld.“

 

26. Det var herr Verner Pazbjerg,

han skød de terning fra sig:

“Kaste I for mig, Claus Rønnov,

thi I er ældre end jeg.“

 

27. Og det var herr Claus Rønnov,

han satte de terning fra sig:

“I kaste nu, Danmarks hovmester,

for mig, thi I er yppere end jeg.“

 

28. Det var Erik Ottesøn

tog terningen i sin hånd:

“Hjælp nu, Gud fader i Himmerig,

jeg vinder den liljevånd.“

 

29. Den første guldterning for bordet randt,

den løb, som det skulle være;

den danske hovmester den jomfru vandt

til kongens hjertenskære.

 

Christina, so ung hon er, stúrir eitt sindur fyri ferðini, men faðir hennara leggur henni góð ráð: Hon skal vera jútum holl, hon skal ikki stremba eftir Svøríkis krúnu, hon skal hjálpa einkjum, faðirloysingum og fátækum fangum, og ikki skal hon krevja skatt frá fátækum bóndum.

 

30. Og tænkte frøken Kirstine ved sig,

mens hende randt tåre på kind:

“Skal jeg nu fare til Danmark ind

så langt fra moder min.“

 

31. Det var hertugen af Saksenland,

han tager sin datter at lære;

det vil jeg for sanden sige,

det var af tugt og ære.

 

32. “Vær kær af juder, kære datter min,

de ere både trygge og tro;

stunde du ej efter Sveriges krone,

uden du den med lempe kan få.

 

33. Du bede godt for de fattige enker,

som faderløse børn skulle føde;

du bede godt for de fattige fanger,

lad dem i tårnet ej dø.

 

34. Og skatte du ikke den fattige bonde,

jeg det ikke have vil;

men fattes dig enten guld eller sølv,

du siger din fader til.“

 

Í hesum, vit júst hava hoyrt, sipar vísan nógv til tvær aðrar vísur, ið kendar eru í Føroyum og oftani á gólvi. Talvleikurin sipar til vísuna um riddaran Streingir, ið er sendur eftir frú Dagmoy, sum spælir og vinnur: “Tann triði gullterningur á talvborðið rann/ Dagmoy tapti og Streingir vann“. Og góðu ráðini, Christina fær við sær, nú hon skal standa brúður í Danmark, sipa nógv til ráðini, drotningin Dagmar fær, tá ið hon eini tvey hundrað ár frammanundan skal til Danmarkar at giftast: “Og når du kommer i Dannemark/ da vides dig hæder og ære!/ Du lad ikke skat over bønderne skrive,/ så have de dig så kære.“

Men aftur til okkara vísu: Fylgið fer so av stað, og heima í Danmark tekur Hans kongur ímóti:

 

35. Så snart da var den sorte jord

med silke så vidt overbredt;

det var frøken Kirstine lille

hun blev til karm udledt.

 

36. De blæste så stærkt i trompeter,

i deres forgyldene ljud;

de førte den frøken til stranden ned,

de kaldte hende Danmarks brud.

 

37. Så vunde de op deres silkesejl

så højt i forgyldene rå;

så sejled de dem til Danmark ind

fast mindre en uger to.

 

38. De strøge sejl, lode anker falde

alt på den hvide sand;

de ædle riddere af Danmark

de løfted den jomfru på land.

 

39. Den grønne jord blev vidt og bredt

med silke og sindal strødt;

den unge konge med riddereskare

drog sin kære brud imod.

 

40. De mødtes på den grønne vold,

Krist give det blive til gavn;

den herre fra hest, den jomfru fra karm

de toge hinanden i favn.

 

Hetta var sum nevnt í 1477, og 6. sept. 1478 giftust tey. Í mai mánaði 1483 vórðu tey bæði Christina og Hans krýnd í Frúu kirkju í Keypmannahavn og í februar 1499 í Uppsala sum kongshjún yvir Svøríki við.

Serliga kend er Christina vorðin av, at hon so manniliga vardi seg drúgva tíð á Stokkhólm slotti, tá ið søkt var at donsku verndarliðunum har.

Sviar gjørdu fyrst í fimtan hundrað talinum undir leiðslu Sten Sture uppreistur móti danska kongsvaldinum. Av tí at viðurskiftini eisini vóru ótrygg í Danmark, læt Hans kongur drotning sína vera eftir í svenska høvuðsstaðnum í august 1501, meðan hann í skundi fór til Danmarkar at verja borg.

Christina vardi seg við túsund monnum móti atsóknum heilt fram til 6. mai 1502. Tá vóru bara sjeyti av monnum hennara eftir, og hon mátti geva seg undir vald uppreistrarmanna.

Hóast lyfti um, at hon skuldi sleppa aftur til Danmarkar, varð hon hildin fangi á ymsum kleystrum, m.ø. á tí gitna Vadstena, heilt fram til oktober í 1503.

Heimafturkomin gjørdi drotningin eina pílagrímsferð til heilag støð í Norðurtýsklandi. Hon vaks í mæti av djørvu atferð síni í Stokkhólmi og var mett sum gudsóttandi, hjartagóð kvinna.

Hans kongur doyði í Ålborg 20. februar 1513 og Christina í Odense 8. desembur 1521. Tey áttu fimm børn, men av teimum livdu bara Christian, seinni Christian kongur annar (1481-1559) og Elisabeth foreldrini av.

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018