• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Eitt ljón á Lambavík

Nýggjársaftan, 31. des. 1707, fór skipið „Nordische Løwe“, sum eysturindiska handilsfelagið átti, á land á Lambavík og varð vrak.

Um hesa hending er ikki so lítið tilfar at finna í tingbókum okkara, og hesum máli viðvíkjandi hevur fróðarmaðurin Louis Zachariassen gjørt neyvar kanningar, sum hann almannakunnger í 30. bindi av “Varðanum” í 1952.

Á handils- og sjóvinnusavninum á Krúnborg leitar hann fram hesar upplýsingar um skipið sjálvt:

Tað er fyrstu ferð nevnt 26/10 - 1679, tá ið greitt verður frá, at tað liggur inni í Trankebar. Í 1682 fór tað til Atschin við trælum og við vørum fyri mauriskar keypmenn til Jahore ella Rihore og kom aftur í januar í 1683. Aftur í 1684 gjørdi tað ferð til Atschin. Vit finna tað inni í Trankebar 14/9 - 1685, 22/4 - 1690 og 29/4 - 1691, ætlandi sum støðuskip.

Seinastu ferð sína fekk tað sjópass í Keypmannahavn 12. oktober í 1705 til Trankebar og kom hagar 18. juni 1706. Tað sigldi haðani 27. oktober 1706 og var aftur í Keypmannahavn í 1707. Skipari var Roluf Meincke, eisini skrivaður Rolf Menche. Skipið fekk aftur sjópass í Keypmannahavn 26. september 1707 til Trankebar. Skiparin var tann sami. Við skipinum skuldu fara 120 mans, og tað var á hesi ferðini, at skipið fórst.

Tingbókin sigur, at seinnapartin 18. desember 1707, tá ið skipið hevði hæddina, t.e. breiddina 57 stig, 42 min. og longdina 3 stig, 12 min. kom “Norska Løva“ út í harðveður. Vísan, sum yrkt varð um hesa lagnutungu ferð, sigur, at skipið fór úr Keypmannahavn 4. desember, og at ferðin byrjaði væl. Skipið setti kós úr Lindisnesi, suðurendanum á Noregi, móti Hetlandi. Tað hevur óivað hildið leiðina út í víðan sjógv millum Hetlands og Orknoya, tí ætlanin var at fara til Eysturindia.

Tann longd, skiparin nevnir, tá ið skipið kom í ódnarveður, man vera eysturlongd frá Ferro. Tá varð Ferro-meridianurin nýttur sum meridianur; hann er nakað vestari enn Greenwich-meridianurin og gekk gjøgnum oynna Ferros, vestastu av Kanarisku oyggjunum. “Norska Løva“ hevur tá verið beint vestur úr Suðuroyggjum, Hebridunum, á um leið 14  stigum, 28 min. vesturlongd frá Greenwich. Vísan um “Norsku Løvu“ sigur, at teir vóru komnir út í spanska havið, t.e. Atlantshavið. Tá ið toran sló niður í skipið um kvøldið 18. desember, var lágætt. Um náttina gekk hann vesturá í útsynningvestan. Tá fóru seglini í lepar. Um dagin var nógvur sjógvur komin í skipið, og tað tykist hava ligið nógv á liðini.

Avgjørt var tá at kubba stórmastrina, og hon tók tá mesanmastrina við sær. Skipið varð tikið undan, og tá bar til at pumpa skipið uppaftur. Tá, um middagsleitið 19. desember 1707, kom ein sjógvur og breyt alt oman av skipinum; fjúrtan mans fóru við sjónum umframt nógv góðs. Móti kvøldi fór fokkumasturin við og nakað av bógsprýtinum. Roynt varð at seta neyðsegl á skipið, sum nú rak fyri vág og vind.

Vísan um “Norsku Løvu“, sum annars samsvarar væl við sjófrágreiðingina, sigur, at jóladag rak skipið millum oyggjarnar Boro og Rona í “de skotske ejlande“. Tað er einki at ivast í, at hetta er søguliga rætt, tí oyggjarnar Rona og Bara liggja norðan fyri Suðuroyggjar, og beint tann vegin vildi skipið rikið, tá ið hann var útsynningur vestan. Eisini síggjast báðar væl, tá ið siglt er ímillum teirra. Tríggjar dagar fyri nýár sóu teir Føroyar, og dagin eftir, t.e. 30. des. 1707, komu teir tætt undir land. Tá sær tað út, sum skipið er sett inn millum Mjóvanes og Borðoyarnes eftir vestfallinum og undan lágætt ella eysturætt.

Sjófrágreiðingin sigur, at skipið kom á Kalsoyarfjørð og kastaði akker á eini vík har. Tvey akker slitu teir burtur og róku so út aftur av víkini. Um hetta veruliga hevur verið Kalsoyarfjørður, man tað, sum nevnt er vík, vera millum Klakk og Kunoyargalv. Heilt óhugsandi er tó ikki, at fjørðurin kann hava verið Leirvíksfjørður og víkin Fuglafjørður ella kanska Oyndarfjørður. Er tað rætt við Kalsoyarfirði, hevur vindurin verið eysturhallur; annars hevur hann verið suðurhallur.

Tá ið skipið hevði slitið tvær reisur burtur á hesi nevndu vík, er tað farið eftir eystfallinum suður fyri Mjóvanes, og vindurin, helst um landsynning, hevur sett tað av streymi inn á Lambavík. Har er tað rikið inn á botn nærri vestara landinum nýggjársaftan 1707.

Eisini har kastaði “Norska Løva“ akker, men tá ið fast var, kom skipið so nær landi, at róðrið bar við og brotnaði. Eitt sker liggur vestantil á mølini í Lamba, sum eitur Ketil. Navnið sigst tað at hava fingið eftir “Norsku Løvu“. Líkt er til, at hetta skerið hevur brotið róðrið av skipinum.

Sjófrágreiðingin nevnir bara fólk, ið var bjargað, og pening, sum var stjóraður í land.

Søgnin nevnir tvey borð, sum komu í land av skipinum. Annað teirra skal enn - hetta skrivar Louis í 1952 - standa í bóndahúsi í Lamba; hitt skal vera farið til Svínoyar við gentu úr Lamba, sum giftist hagar. Bileggarovnur skuldi enda í Búðini á Velbastað.

Tingbókin sigur, at eftir tríggjar dagar brast á stormur av landsynningi, og skipið fór í spønir, ætlandi í mølini. Tað tykist at vera hent um náttina. Vísan sigur, hetta hendi fjórða januar. Hendingin er væl farin fram náttina millum triðja og fjórða januar í 1708.

Víðari vil søgnin siga, at omanlop kom tá á skipið og fjaldi tað. Nakað kann vera skrutt úr bakkanum í landsynningsódnini, men rætt omanlop man neyvan hava verið.

Soleiðis sigur Louis Zachariassen um tilgongdina. Her kann so verða lagt aftrat, at tingbókin hevur fleiri vitnisburðir um bjargingina, ikki minst av tí, at føroyingar hildu seg fáa ov lítið í bjargingarløn - men ov drúgført verður at gera nakað burtur úr tí spurninginum her.

Sagt hevur verið, at ein av manningini skuldi yrkja vísuna um “Norsku Løvu“, sum fyrstu ferð, vit vita um, kemur í kvæðasavn í 1829, nærri sagt 6. oktober, tá ið Sunnuva Jógvansdóttir kvøður hana fyri Jóannesi í Króki - vísan hevur frámerkið nr. 87 í “Sandoyarbók”.

Hvør, ið yrkjarin er, vita tær heimildir, eg havi havt tøkar, ikki, men vísan er so yrkt á donskum, og mangt bendir á, at hon heilt neyvt er yrkt eftir tí skjali, sum allir teir bjargaðu skuldu taka støðu til á tingi. Tá ið fyrsta sjófrágreiðingin varð hildin 28. februar 1708, legði skiparin, Rolf Menche, nevnda skjal í 28 punktum fyri manning sína, og hann vildi hava hvønn einstakan at gera eið upp á svarið, teir góvu.

94 menn stíga fram á tingi og svørja eiðin. Eru hetta allir teir bjargaðu, kann yrkjarin vera at finna millum hesar nevndu (teir fyrstu 31 eru skrivaðir við tí danska heiti, teir í tingbókini hava. Hinir eru allir nevndir sjómenn og her skipaðir í stavrað eftir eftirnavninum. Har ið viðmerkt verður, hvaðan teir eru, er tað eisini gjørt):

Kaptajn Rollef Menche, overstyrmand Frederik Frörup, styrmand Thomas Jacobsen, styrmand Hans Sørensen, styrmand Jacob Friborg, overassistent og skriver Rudolf Rafn, assistent og skriver Conrad Rye, bådsmand Knud Olsen, bådsmandsmat Arved Nielsen, skibsmand Søren Laurvig, hans mat Hans Christian, konstabel Frederik Olsen Fisker, hans mat Knud Ødegaard, bottelier Valdemar Möller, botteliersmat Jan Nicolai Höst, mons. Peter Muhle, kok Johan Ruben, mat Niels Olsen Rundberg, korporal Christian Kulthof, tømmermand Jens Christensen, mat Ole Hansen, overseglmager Peter Mathiesen, mat Claus Jensen, kipper Iver Olsen, kvartermester Jens Pedersen, bådsmand Knud Olsen, mat Peter Möller, mat Hans Pedersen Kvist, opløber Hans Jacobsen Brock, soldat Ole Zegen, hjulmand Thor Pedersen. - Zacharias Ahlefeldt, Anders Andersen, Engelbreth Andersen, Trondhjem, Rasmus Andersen, Rollef Arentsen, Bergen, Simon Berthelsen, København, Jens Boesen, Jacob Brock, Peder Borgesen, Jens Christiansen, Slangerup, Halvor Christoffersen, Bergen, Jacob Eriksen, Nakskov, Johan Henrik Gerber, Christian Gundesen, København, Jonas Guttormsen, Claus Habernichs, Niclas Hellesen, Kristianshavn, Johan Henriksen, Kristianshavn, Morten Hermandsen, Jacob Hysting, Anders Pedersen Høj, Peder Jacobsen, Christen Jensen, Christen Jensen, København, Erik Jensen, Frederik Jensen, Drammen, Hans Jensen, Jens Jensen, Niels Jensen, Peder Jensen, København, Knud Joensen, Poul Johannessen, Egersund, Niels Jørgensen, Ole Kjöger, Johan Kullberg, Jens Larsen, Lolland, Niels Larsen, Søren Nielsen Lind, Hans Mutterløs, Cornelius Nielsen, Erik Nielsen, Lars Nielsen, København, Lars Nielsen, Tønder, Søren Nielsen, Claus Pedersen, Mathies Pedersen, Peder Pedersen, Vesterisöre, Rasmus Pedersen, Simon Pedersen, Diderik Petersen, Bent Piilgaard, Jacob Pingel, Jens Poulsen, Grinø, Peder Poulsen, Christen Jensen Rafn, Helle Rasmussen, Bergen, Jacob Rasmussen, Anders Rasmussen Skotte, Michel Sørensen, Lund, Rasmus Sørensen, Trylø, Johan Valding, Christen Winther, Christian Witsteen.

 

1. Kom frem i denne tid,

hør hvad jeg vil fremføre,

Guds gerning underlig,

som vel er værd at høre,

hvordan den fromme Gud

sin hårde straf lod se

og sendte vredens bud

fra himlen til os ned.

 

2. Der man decemberdag

den fjerde monne skrive,

alt færdig var vor sag

i Sundet med vore skibe,

vi anker lettede op,

vort kongeløsen gav

med skud, det var alt nok,

Kronborg os svared brat.

 

3. Vort skibes navn det var

den Norske Løve hedte,

som kronen altid bar

for Danemark med ære.

Vi lod ad søen stå

igennem Kattegat

hen over bølgen blå,

snart greb vi Nordsø fat.

 

4. Norge passerede vi,

ad Shetland lod vi stande,

den spanske sø så fri

os kom da straks til hånde,

vi glade vare da,

for Løven sejlede snart

hen over bølgen blå,

den havde en dejlig fart.

 

5. Men se den attende

udi den samme måned

os over kom stor ve,

vor glæde blev forandret,

det var forfærdeligt,

med himlens lynildsværk

to tordenslag med ild

slog i vort skib så stærkt.

 

6. En mand straks blegnede

af torden, som blev slagen,

og tre blev kvæstede

o Jesus, for din plage,

sum du, o frelser sød,

for synden sendte os,

hjælp Jesus, for din død,

råbte enhver af os.

 

7. Men det kun fortegn var,

straks mere efterfulgte,

der kom en storm så svar,

bølgen sig ikke dulgte,

himmelen var ganske sort,

hinanden vi ej så,

i havets brusende fart

Neptunen stødte på.

 

8. Tænk her, o sømand god,

som ud på havet tumler,

hvad vi nu her udstod,

hvor vejr og vand det rumler,

hvor himmel, luft og sø

de gjorde broderskab,

det grusomt var at se,

ja, blev så mangens grav.

 

9. Der stod vi alle mand

i dødens angest og møde

udi en ynksom stand,

vi vare, som vi vare døde,

vi råbte alle på

vor Gud, og med hans ord

snart måtte vi lade gå

vor stormast over bord.

 

10. Det var ej dermed nok,

vor mesanmast tillige

den måtte følge og

vor stormast samme tide,

vi nu mod himlen var,

snart ned i dyb afgrund

af bølgens magt så svær,

oprejst av orkans mund.

 

11. Hjælp Gud, som hjælpe kan,

hjælp milde Gud og fader,

vort skib var halvt med vand,

hjælp, at det ej os skader,

den gruelig brusende sø,

som over skibet kom,

gjorde vore hjerter ve,

hjælp os, o frelser from.

 

12. Men ak, o større sorg

ved dagen Gud lod komme,

o Jesus, vær vor borg,

at se den bølge grumme,

den slog til skib og mast,

som jammerlig var at se,

det fløj i top og stang,

der lå vi usle kræ.

 

13. Der lå da fjorten mand,

elendig, kvæstet og døde,

vi var snart under vand,

vort hjerte måtte bløde,

kahytten borte var

og trende hytter med,

vi var i angest stor,

vor Gud han var os vred.

 

14. Men da kom sorgens bud,

Gud straffen den udsendte,

vor fokkemast gik ud

og over bord den slængte,

vi havde da forlist

vore sejl og mastre tre,

vort skib var alt forknust,

på liv vi tænkte ej.

 

15. O, sømand, tænk ved dig,

tro hjerte, broder lille,

hvor vi bedrøvelig

vor glæde snart måtte spilde,

vi drev for vejr og vind

på et forknuset vrag,

hjælp os, o frelser from,

det står i dit behag.

 

16. Så drev vi om, o Gud,

på vredens stolte bølger

i otte dage ud,

tak Gud, som med os følger,

du lod os landet se

de skotske ejlande,

snart kom der større ve

og angest endnu mer.

 

17. To ejland måtte vi

med sorg igennem drive,

Boro og Rona sig,

om du dem vil beskrive,

der vi vor juledag

igennem måtte gå,

Gud hjalp os i den sag

alt på den bølge blå.

 

18. Vor Gud behagede ej,

vi skulde derpå strande,

hjalp os en anden vej,

hvor vi da kom til lande,

Færø er landets navn,

som “Løven“ stødte på,

forlod al styrken sin

mod høje klipper grå.

 

19. En mindedag det var,

da “Løven“ den blev fældet

vor nytårsaften kær

for Lamhaugs høje fjelde,

den måtte lægge der

sit stolte løvenavn,

Gud hjalp vor vej især

på landet til vor gavn.

 

20. Januari måned vi

den fjerde monne skrive,

“Løven“ bedrøvelig

sig slet i grund måtte give,

en mand forknust med værk,

som indenborde lå,

“Løven“ slog til så stærk,

han måtte med forgå.

 

21. Vort færøske folk med mod,

trohjertet udi sinde,

de var imod os så god,

som vi kan nogen finde,

de hjalp os udi land

og havde omsorg stor

for vores ynksomme stand

som nogen her på jord.

 

22. Hav tak min frelser kær,

tak ske dig, Jesus lille,

tak Gud nu hver især,

som os ej vilde spilde

og styrte ned i grund

tak hannem alle mand,

lov ske dig i allen stund,

som førte os til land.

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018