• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Eitt morð í einum hoyggjhúsi

Blaða vit ígjøgnum donsku vísubókina, “Danske kæmpe- og folkeviser“, leggja vit skjótt til merkis, at nógvar vísur eru um sama persón ella somu persónar.

Drotningin Dagmar er ein. Ein annar er “drosten herr Peder“, sum hann verður róptur, men eingin kemur so ofta fyri sum marsk Stig.

“Marsk Stig han ud af landet for/ og vandt både hæder og ære“.

Hetta er vísa nr. 23 í nevndu bók.

“Marsk Stig han vågner om midjenat/ og taler han til sine kære“ er nr. 24.

“Der ere så mange i Dannemark/ som alle ville herrer være“ er nr. 25.

“De vare vel syv og syvsindstyve/ de mødtes på den hede“

- hetta er nr. 26, og nr. 27 byrjar:

“Marsk Stig haver de døtre to/ så krank en skæbne monne de få“.

Her taka vit fram vísu nr. 25 og kanna hana eitt sindur innihaldsliga og søguliga.

Marsk Stig, skrivast hesin søguligi persónurin, men Marsk er einki mansnavn, sum fleiri munnu halda, men eitt heiti. Orðið er runnið úr forngermonsku orðunum mara, sum vit kenna aftur sum mer, tað er ryssa, og skalk, sum er tað sama sum tænari.

Ein marskur var upprunaliga ein eftiransari, ein álitismaður, í hestastallinum, og hetta gjørdist smátt um smátt heitið, sum ovasti herleiðari í kongshirðini hevði. Í enskum máløki hava vit av somu rót orðið marshall.

Hesin herovastin, Marsk Stig, æt upprunaliga Stig Andersøn Hvide, og hann var í tænastu hjá danska konginum Eriki Klipping.

Erik Klipping, sonur Kristoffur fyrsta og Margretu, kongsdóttur úr Pommern, var føddur í 1249, og hann fekk kongsnavn longu tíggju ára gamal, tá ið pápin knappliga doyði í 1259. Men hóast hann hevði kongsnavn, stýrdi móðir hansara ríkinum í drúgva tíð, og tað er ikki fyrr enn í  byrjanini av 1270-árunum, at Erik Klipping tekur um stýrisvøl. Tá giftist hann týskari greivadóttur, og tey fáa í 1273 sonin Erik Menved, sum seinni eisini gjørdist kongur í Danmark.

Stýrislagið hjá Eriki Klipping hevði við sær, at hann fekk mangar óvinir. Heimildirnar eru ikki á einum máli um, hvussu tilnevnið Klipping skal skiljast, men fleiri seta tað í samband við, at í hansara tíð viknaði peningaeindin. Hon var klipt, sum tey søgdu tá.

Erik og móðir hansara stóðu eisini í stríði við erkabispin Jákup Erlandsson og aðrar stórmenn, sum í 1282 fingu trumfað tað ígjøgnum, at kongur skuldi kalla saman til „Danehof” á hvørjum ári - hetta varð til eitt ting at kalla, sum ráddi saman við kongi.

Men ósemjan vaks bara millum kongin og landsins stórmenni, og 22. november í 1286 søktu sjey mans at kongi, tá ið hann á veiðiferð dvøldi eina nátt í einum hoyggjhúsi í Finderup. Her fekk Erik Klipping bana.

Setta tingið viðgjørdi málið og feldi dóm árið eftir. Níggju stórmenn vóru ákærdir fyri annaðhvørt at hava tikið lut í illgerðini ella at hava lagt hana til rættis. Teirra millum vóru marskurin Stig Andersøn Hvide og Rane Jonssøn, sum gitin er í øðrum vísum eisini.

Teir fingu deyðadóm og mistu allar ognir sínar, men sluppu til rýmingar og fingu tilhald í Noregi hjá Eiriki Prestahatara, sum tá var kongur. Haðani søktu teir javnan at donskum ognum og verða í skaldskapi og søguskriving ofta nevndir teir friðleysu.

Stig Andersøn Hvide doyði í 1293.

Vísan um kongsmorðið, “Der ere så mange i Dannemark, som alle ville herrer være“ er nr. 145 í “Danmarks gamle Folkeviser“ og nr. 25 í “Danske kæmpe- og folkeviser“, nr. C 14 í TSB, og hugsa vit um lagið, finna vit tað lýst í bókini “Færøske melodier til danske kæmpeviser“ hjá teimum báðum Thuren og Grüner-Nielsen.

Allar heimildir eru samdar um, at politiskar grundir lógu aftan fyri hetta morðið, men fólkavísuyrkjarin ella yrkjararnir gera grundina persónliga:

Vísa nr. 23 byrjar við hesum báðum ørindunum:

Marsk Stig han ud af landet for og vandt både hæder og ære, hjemme sidder herre kong Erik han lokker hans hjertenskære.

Kongen han skriver herr marsk Stig til, han skulle hans høvedsmand være; den stund han borte i leding var, han voldtog hans hjertenskære.

Og vísan, sum nú verður umrødd, sigur frá, at tað er hetta neyðtikna vívið hjá marsk Stig, fru Ingeborg, sum saman við systursyni sínum, Ranild, leggur upp ráð at fáa hevnd.

 

1. Der ere så mange i Dannemark,

som alle ville herrer være;

de ride dennem til Riber by,

de lode sig klæder skære.

 

Og nu står landet i våde

 

2. De lode sig klæder skære af ny

udi gråmunkenes lige:

det gjorde de ikke af anden årsag,

de agted deres herre at svige.

 

3. De vogte hannem tit, de vogte hannem ofte,

de vogte hannem alle tide;

allermest udi den kranke stund

han skulle til Finderup ride.

 

4. Det voldte hun skønne fru Ingeborg,

herr marsk Stigs væne viv,

hun lagde med Ranild det svigefulde råd,

det kosted kong Erik sit liv.

 

5. Ranild han var hendes søstersøn,

han tjente kong Erik så nær,

han siger hannem af hjort og hind,

hvor de udi skoven er.

 

6. Jeg vil vise Eder både hjort og hind,

de spille udi den lund;

I ride derhen med rakke og mjønde

alt på så kort en stund.“

 

Kongur biður saðla sær hest. Hann grunar ikki svikini, men tá ið hann at vísa seg villist á leiðini, gruna vit vandan: “Nu hjælpe os Gud og Sankte Gertrud/ vi ere udaf den led“, led tað sama sum okkara leið.

Og so lýsir vísuyrkjarin fyri okkum tað, ið minnir um eina sjón, ið kongur hevur:

Hann gongur seg fram á lítil hús, har ein vøkur ungmoy tekur ímóti honum. Hon minnir hann á misgerðina, hann framdi á sinni móti frúnni Ingeborg, “marsk Stigs væne viv“. Kongur biður hana so siga sær frá forløgum sínum, og tá ið hon hevur ávarað hann móti “de gråmunkekapper“, sum fjala so raskar hetjur, hvørvur hon, og kongur stendur aftur í bølaniðu:

 

7. Kong Erik beder den liden smådreng

lægge sadel på gangere grå:

„Vi ville ride til Nørrejutlands ting

og se, hvor landene må.“

 

8. Han bad alle sine gode hofmænd

i Viborg om herberg at høre;

han tænkte mindst på den store svig,

som Ranild agted at gøre.

 

9. Så red Ranild den lønlige sti,

at kongen det ikke vidste;

det vil jeg for sanden sige,

han gjorde det med stor liste.

 

10. De hidsede hjort, de hidsede hind,

og så efter rasken rå;

de hidsede dem den dag så lang,

den mørke nat gik på.

 

11. Det meldte herre kong Erik

- hannem var om hjertet ve -:

“Nu hjælpe os Gud og Sankte Gertrud,

vi ere udaf den le’“.

 

12. Der så han sig lidet omkring

udi den tykke busk;

fandt han på så lidet et hus,

der brændte både ild og ljus.

 

13. Han gik sig udi huset ind

og ville der lykken friste;

fandt han der så skøn en jomfru,

som nogen ville øjne på fæste.

 

14. Så listelig tog han hende i favn

og hilsede hende overbrat:

“Høre I det, min skønne jomfru,

jeg sover hos Eder i nat.“

 

15. Det da svared den favre jomfru,

så hjertelig der hun lo:

“Svare I først, min ædle kong Erik,

fru Ingeborg I besov.

 

16. Svare I først både Gud og mand,

så mangen dejlig mø

I have ved ære og lempe skilt;

det vil dog vorde Eders død.“

 

17. “Vide I det, min skønne jomfru,

da vide I også mere;

I sige, hvor længe jeg leve skal,

jeg vider Eder løn og ære.“

 

18. Svarede det den skønne jomfru:

„Give I på mine ord tro,

det spørge ad den liden krog,

som Eders sværd hænger på.

 

19. Ville I vide på dem visse tal,

I tælle på Eders bælte;

I vogte Eder for de gråmunkekapper,

de skjule så raske helte.“

 

20. Det var herre kong Erik,

han efter den jomfru tog;

hun blev borte imellem hans hænder;

så snarlig hun sig forslog.

 

21. Så længe han med den jomfru talte,

da havde han ild og lys;

så snarlig hun var kommen ham fra,

han stod i tykken ris.

 

Í niðuni leggur Ranild kongi tey ráð, at teir skulu ríða til bygdina Finderup. Teir so gera, og tá ið kongur og hansara fámenta lið finna sær náttarlegu í hoyggjhúsinum, biður Erik kongur Ranild um at skalka væl til. Tað lovar hann at gera, men Ranild er svíkjari. Bjálkin, hann skal eitast at skalka við, er tvey hálmstrá, og fyri hurðina setir hann eitt hálmbundi.

 

22. Det var Ranild, der kongen spurgte,

han gav hannem så for svar:

„Vi ride nu af den tykke skov,

medens månen skinner ikke klar.

 

23. Her ligger en by, de Finderup kalde,

den ligger her allernæst;

drager vi did i aften at hvile,

det vorder os allerbedst.

 

24. Og did så ville vi ride og bede,

indtil at månen opskin;

såmænd ved herre kong Erik,

Eder sker slet ingen men.“

 

25. Så rede de dem til Finderup by,

og bade de der om hus;

det var silde og langt ud på aften,

slukt var både ild og ljus.

 

26. Så staldede de ind i Finderup lade,

og ingen mand dennem kende;

det kom ikke udi kongens sind,

det skulle så gange i hænde.

 

27. Det meldte herre kong Erik,

alt med så stor uro:

„Ranild, du lukke så vel den dør,

som jeg dig dertil tror.

 

28. Luk du den ladedør med stang,

som jeg dig dertil tror;

du tænk på ungen herr marsk Stig,

du tænk alt på hans ord.“

 

29. “Jeg sætter derfor både pind og stang

og dertil bjælke hin tykke;

ikke er den mand af kvinde født,

den skal med hænder oprykke.

 

30. Marsk Stig, min svoger, er snar til sinde

og underlig i sine ord,

såmænd min ædle kong Erik,

han sidder nu over sit bord.“

 

31. Viben vil værge for hvert det sted,

som udi marken mon stå:

hun kan ikke værge den lille tue,

som hun skal bygge på.

 

32. Det var ikke anden pind eller stang,

som monne for døren stå;

det vil jeg for sanden sige,

det var to halmestrå.

 

33. Det var ikke anden bjælke hin tykke

som han til døren oprejste,

det var et halmneg let og blødt,

som vejret straks frablæste.

 

34. De var ikke bradere i laden lagt,

så gik der deraf ord;

så kom han stolte fru Ingeborgs bud

udi den bondes gård.

 

Og so koma skikkjuklæddu menninir á hestbaki. Ranild skal eitast at verja, men sum vísan sigur, so vardi hann sum sannur skálkur.

 

35. Der kom ridendes i den gård

de munke i kappe grå;

de tøvede ikke ret såre længe,

de vidste, hvor kongen lå.

 

36. De stødte på døren, det var uden skæmt,

de stødte med glavind og spjud:

”Du stat op, herre kong Erik,

og kom hid til os ud.“

 

37. Det svared unge herr Ranild

og så tog han på:

„Ikke er her kong Erik inde,

I tør det aldrig tro.“

 

38. Han kasted over sin herre med hast

tillige både hø og strå;

han pegte så gørligen til det sted,

hvor herre kong Erik lå.

 

39. De slukte de voksljus ud med alle,

som over den herre skulle brænde;

alle da sade de smådrenge tyste,

så såre deres øjne de runde.

 

40. “Hør du Ranild Jonsøn, min dreng,

og vilt du værge mit liv,

jeg giver dig min søster så væn,

hun vorder din egen viv.“

 

41. Så fast hug han udi breden bord,

så fast i hården balk,

og han hug hid, og han hug did,

 han varde hannem som en skalk.

 

Og so kemur lýsingin av sjálvum drápinum, ein ógvislig lýsing, sum vanligt er í vísunum. Og yrkjarin gloymir ikki moralin, at ikki gagnast hevndin altíð so væl.

 

42. De stunge hannem ind ad brysteben,

ad hjertet, som de kunne mest;

med seksten og fyrretyve dødelige sår

så ynkelig blev han læst.

 

43. De stunge til hannem med sværd og spyd,

de gave hannem ingen frist;

der de havde vejet den ædle herre,

da søgte hver til sin hest.

 

44. Det skete om Sankte Cecilie nat,

så hellige vare de tide;

den herre blev slagen, fru Ingeborg blev

dog ikke skilt ved kvide.

 

Nú tekur spurningurin seg upp, um hvør ið vil bera drotningini deyðsboðini. Ein ungur drongur býður sær til. Drotningin metir sjálvsagt boðskap hansara sum sorgartíðindi, men hon býður honum vælkomnum og lovar honum, at hann fyri trúskap sín skal fáa bæði klæði og mat har á borgini, so leingi hon hevur valdið.

Vísan endar so við at venda aftur til kongsmorðið sjálvt.

 

45. Hvo vil nu ride til Viborg by

og følge den herres lig?

Og hvo vil ride til Skanderborg

og dronningen tidende sige?

 

46. Ingen vil ride til Viborg by

og følge den herre over hede;

det da var den liden smådreng,

han skulle til dronningen ride.

 

47. Det da var den liden smådreng,

han lod ikke længere lide;

han strøg sadel af ganger grå

og lagde på ørs hin hvide.

 

48. “Hil sidde I, min nådige frue,

vel klædt i skarlagen rød;

vejen er herre kong Erik

i Finderup ligger han død.“

 

49. “Dette skal du have for tidende ny,

endog de ere ikke gode:

både klæde og føde udi vor gård,

så længe som jeg må råde.“

 

50. “De stunge hannem ind ad hviden bryst

og ud ad venstre side;

I vogte fuld vel den unge herre,

alt Danmark bær for kvide.

 

51. Vogte I vel Eders riger og lande

og vogte I vel Eders bo;

for alting vogter den unge herre,

som Danmark skal forestå.“

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018