• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Finnur hin Fríði

 

Árni Dahl:

Finnur á Vínlandsferð

Eitt kappakvæði, sum sambært heildarverkinum TSB einans er at finna í Føroyum, er “Finnur hin Fríði“. Har hevur tað frámerkið E 83 og er saman við kvæðunum “Kvikilsprang“ CCF 108 og “Haraldskjøldur á Miklagarði“ CCF 62 flokkað undir heitið: “Handtikin fríggjari verður bjargaður.”

“Finnur hin Fríði“ hevur frámerkið CCF 26 í “Føroya kvæðum“ og er har at finna í trimum uppskriftum: A er eftir Svabo, Napoleon Nolsøe og Schrøter, B er eftir Hammershaimb úr Suðuroy, og C er eisini úr savni Hammershaimbs, men við Dánjali Jógvanssyni úr Skálavík sum keldu.

Kvæðið er eisini prentað í “Færøske kvæder“ 2. hefti, sum Hammershaimb greiddi til útgávu í 1855, í “Svabos færøske visehaandskrifter“, sum Christian Matras gav út í 1939 og í „Gyltu bók“: Føroysk kvæði um brøgd norðmanna ættarinnar úti og heima, sum Jóannes bóndi legði til rættis, og Noregs Ungdomslag gav út í tjúgunum.

Sum ikki eina ferð eru vit stødd í Noregi, har vit hoyra sagt frá um Ólav jall, ið eigur synirnar Finn hin Fríða og Hálvdan Sterka.

Hóast Hálvdan er eldri, førkar kvæðayrkjarin skjótt høvuðsáhuga sín yvir á Finn hin Fríða, sum, tá ið hann fer at finna sær vív, verður vístur til dóttur Írlands kongs.

 

 

1. Viljið tær nú lýða á,

meðan eg flyti fram?

Ein býr jallur í Noregi,

Ólav nevni eg hann.

 

Nú siglir eðilingur av Noreg;

blíður rennur byrur millum borða.

 

2. Tógva eigur hann synir sær,

báðar kann eg væl nevna:

Hálvdan og hann Finnur hin Fríði

kunnu væl dreingjum stevna.

 

3. Hálvdan var sá eldri bróðir,

Finnur var sá yngri,

tó at hann var vakrari,

fell honum forlag tyngri.

 

4. Hálvdan vaks upp í faðirs garði,

við tað fór hann fram,

tóktist ei heilur liva tann dag,

hann bløðgaði ikki mann.

 

5. Hálvdan vaks upp í faðirs garði

við alskyns mekt og meingi.

Finnur fór á leikvøllir

burt við jalsins dreingir.

 

6. Upp vaks hann á leikvøllum

við alskyns mekt og prýði

øllum var hann yvirvón,

ið kallaðist Finnur hin Fríði.

 

7. Upp vaks hann á leikvøllum

undir reyðum skildri

lærdi allar listir tær,

ið kappin kjósa vildi.

 

8. Finnur er á leikvøllum

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín javnlíka?

tað havi eg hugsað leingi.“

 

9. Sveinur svarar sínum harra:

“Hví spyrjum tær svá?

Best man tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stendur hugur á.

 

10. Mest man tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið Írlands kong

so væna dóttur ár.

 

11. Írlands kongur dóttur eigur,

føgur er hon í brúnum,

flættað hár á herðar lagt

við silkibondum snúnum.

 

12. Írlands kongur dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrú kinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

13. Írlands kongur dóttur eigur,

mektiga og mæta,

einans er hon arvingi

til góðs og land at gæta.“

 

Tá ið Finnur nú hoyrir um vøkru kongsdóttrina í Írlandi, so hevur hann hug at royna seg, hóast faðir hansara minnir hann á vandarnar, sum honum kunnu verða fyri á slíkari ferð.

 

14. “Er hon so vøn og tekkilig,

sum tú sigur til,

hagar streingi eg heitið mítt,

tað stendist hvat av, ið vil.“

 

15. Hann kastaði svørð og herklæði,

hann lysti ei longur at leika,

gekk so fyri faðir sín

við reyðar kinnar og bleikar.

 

16. Finnur stendur á hallargólvi

leggur við faðir ráð:

“Nú lystir meg til Írlanda

kongsins dóttur at fá.“

 

17. “Fátt er tær av hyggi komið,

tú hevur tagt so leingi,

kongurin hevur av lívi tikið

mangar reystar dreingir.“

 

18. Finnur stendur á hallargólvi

tók hans orð við reiði:

“Tó skal eg til Írlanda,

eg komi ei aftur úr teirri.“

 

19. Finnur so til orða tekur,

talar so fyri seg:

“Falli eg á Írlandi,

Hálvdan, hevn tú meg!“

 

20. So letur Finnur hin Fríði

byggja skipin sín,

bæði letur hann í tey laða

virtur og so vín.

 

21. Finnur letur snekkju smíða

við so lítlari ró,

av gulli málar hann borðini,

tey glógva for oman sjó.

 

22. Finnur letur snekkju smíða,

dreingir munnu gita,

av gulli vóru mastrarnar,

av silvri vóru bitar.

 

23. Bræddir vóru hans brandar,

seglini vóru ný,

gyltir leika veðurringar

hátt í miðal ský.

 

Teir halda so í hav, koma til Írlands, finna kongin á máli, og Finnur ber fram ørindi síni, men fyrst vil kongurin hava at vita ættatal gestsins, og tað sigur Finnur honum.

 

24. Summir bóru mat á skip,

summir bóru vápn,

teir vóru so snart til ferðar búnir

á teirri somu nátt.

 

25. Teir vóru so snart til ferðar búnir

á teirri somu nátt,

hildu út av Noregi,

og tað var alt so brátt.

 

26. Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strikaðu ei á bunka niður

fyrr enn við Írland.

 

27. Gingu teir frá strondum niðan

vóru í jarni klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

teir vóru at ongum ræddir.

 

28. Finnur gekk í høllina inn,

áður var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

29. Finnur stendur á hallargólvi

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl reystur Írlands kongur,

gev mær dóttur tína.“

 

30. Svaraði tá Írlands kongur,

hann heldur á búnum brandi:

“Sig mær frægur heitið títt,

og hvaðan ert tú av landi?“

 

31. “Ólavur jarl er faðir at mær,

Hálvdan heitur mín bróðir,

sjálvur heiti eg Finnur hin Fríði,

frú Gortra er mín móðir.“

 

Tá ið nú kongurin drálar við svari sínum, hóttir Finnur við vápnabrúki, men hann verður tikin á hondum og lagdur í bond. Ingibjørg, kongsdóttir, hevur fingið tokka til unga fríggjaran, biður faðir sín loysa hann úr fjøtrum, og tá ið hann noktar, ger hon av at senda Hálvdani, bróður hansara, boð um støðuna.

mmmm

 

32. “Allir hennar ríku frændur

halda so miklan mun,

hon er ein útvald kongsdóttir,

men tú ert ein jarlsson.“

 

33. Finnur stendur á hallargólvi,

tók hans orð við gamni:

“Hesin sami jarlssonur

hann tykist vera tín javni.“

 

34. Svaraði Írlands kongur:

“Vilt tú tey boð tiggja,

far tær aftur til Noregis

so vænur í árni at liggja.“

 

35. Finnur brá sín brand á loft,

hann vildi ei megin loyna,

ætlaði kongi banasár

og odd í hjálmin royna.

 

36. “Vilt tú ikki tína dóttur

geva mær at gifta,

eg bjóði tær ei onnur boð,

enn lív skal londum skifta.“

 

37. Finnur brá við breiðaborð,

er mær ei á tí hól,

oddurin kom í búgvið borð

og niður í hallargólv.

 

38. Finnur brá við breiðaborð,

vá hann til so fast,

tað var hansar góða svørð

í tógva luti brast.

 

39. Tóku Finn hin Fríða

løgdu hann í bond,

spardu hvørki stál ei jarn

um hans ljósu hond.

 

40. Settu teir hann í myrkastovu,

einum manni at ráða,

hann hevur so mangan óvinin,

nú stendur hans lív í váða.

 

41. Fram gekk frúgvin Ingibjørg

inn fyri faðir sín,

berføtt í einum náttserki

undir eitt høvuðlín.

 

42. Tað er frúgvin Ingibjørg,

hon fellur á síni knæ:

“Ger tað fyri manndóm tín,

tú gev tann riddara mær.“

 

43. “Øllum tínum vinum og frændum

tykja so miklan mun,

tú ert ein útvald kongsdóttir,

hann er ein jarlsins son.“

 

44. Reiður rendi hann hana burt

vildi hana ikki hoyra:

“Sømir tað ei mín bitra brand

at rjóða í kvinnudroyra.“

 

45. “Hoyr tað mín hin sæli faðir,

sjálvur skalt tú ráða,

sendi eg Hálvdani Sterka boð,

tá stendur títt lív í váða.“

 

46. Heitir hon á sín sendisvein,

klæðir hann væl í skrúður:

“Eg havi roynt teg á øllum lutum,

tú hevur verið mær trúur.

 

47. Tú skalt fara til Hálvdan Sterka

bera honum boð til handa,

hans er bróðir í myrkastovu

staddur í stórum vanda.

 

48. Hans er bróðir í myrkastovu

staddur í stórum váða,

stendur í veði Írland alt

um Ingibjørg at fáa.“

 

Njósnarsveinur Ingibjargar fer nú til Noregs og sigur Hálvdani frá lagnuni, bróðir hansara, Finnur, hevur fingið í Írlandi. Hann heldur av stað við liði sínum, loysir Finn úr fangaklivanum og beinir fyri Írlands kongi.

 

49. Síðla var um aftanin,

alt gekk fólk at sova,

njósnarasvein av høllini gekk,

hann festir hurð í klova.

 

50. Vindur upp síni silkisegl,

gulli vovin við rand,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregs land.

 

51. Njósnarasveinur frá strondum gekk

í høgar hallir inn,

sum Hálvdan fyri borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

52. “Tín er bróðir í myrkastovu

staddur í stórum vanda,

stendur í veði Írland alt

Ingibjørg til handa.

 

53. Tín er bróðir í myrkastovu

staddur í stórari neyð,

stendur í veði Írland alt

tann fagra rósin reyð.“

 

54. Tá var hann reiður Hálvdan Sterki,

hann sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

55. Hálvdan sprakk úr hásæti,

søgur ganga frá,

uttarlaga á hallargólvi

har komst hann fótum á.

 

56. Hálvdan letur liðið savna

bæði torpar og tegnar,

har komu tveir, sum boðin var ein,

Finn hin Fríða at hevna.

 

57. Vinda teir upp síni silkisegl

gull við vovin rand,

strika ei á bunka niður

fyrr enn við Írland.

 

58. Svaraði Tróndur sendisvein:

“Lat meg fyri ríða,

kunnug eru mær lokabrøgd

og allir loynistígir.“

 

59. Gingu teir frá strondum niðan

eingin mundi tað vara,

brendu inni konur og børn,

ið hvar teir komu til garða.

 

60. Tí svaraði Írlands kongur,

login leikar hátt:

“Hvat havi eg til saka gjørt,

hví verði eg brendur á nátt?“

 

61. Hálvdan so til orða tekur

mælir fyri munni á sær:

„Tað visti tú Írlands kongur,

at bróður átti eg mær.“

 

62. Tí svaraði Irlands kongur

av so miklari neyð:

“Finnur er í myrkastovu,

hann er ikki deyður.“

 

63. Tað var Hálvdan Sterki

sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Írlands kong

sundur í lutir tvá.

 

Nú Írlands kongur er fyribeindur, sleppur Finnur úr leinkjum, og hann og Hálvdan ganga inn fyri frúnna Ingibjørg, og Finnur biður um hana. Hon setir tær treytir við, at hann skal fara til Vínlands at stríðast við teir tríggjar Vínkongarnar. Finnur heldur í hav og Hálvdan við honum. Finnur fellir tveir av kongunum, men tá ið hann kemur í bardaga við hin triðja, fellur hann sjálvur.

 

64. Hálvdan reikar um borgina,

hann nær ei inn at ganga,

klývur hurðar av seigum jarni,

loysir út reystan fanga.

 

65. Finnur leyp úr myrkastovu,

hann var til ilsku fúsur:

“Eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað myrka hús.“

 

66. Finnur leyp úr myrkastovu,

kinnar bar so baldar:

“Eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað jarnið kalda.“

 

67. Hálvdan so til orða tekur

heldur á brýndum mæka:

“Eg havi allar skattir lokið,

tað man einki saka.“

 

68. Gingu teir í moynnarsal

fyri tað sprundið ljósa:

“Vilt tú meg ein høvdinga

ein fyri øllum kjósa.“

 

69. Svaraði frúgvin Ingibjørg

(nú er eftir tað versta):

“Hevði tú vegið Vínkongarnar,

tá skuldi tú meg festa.“

 

70. “Til Vínlands er so long ein leið,

streymar og brattar bylgjur,

hoyr tú Hálvdan bróðir mín,

hagar skal tú mær fylgja.“

 

71. Svaraði Hálvdan bróðir hans

stóð har skamt ífrá:

“Eg eri so glaður at fylgja tær

sum fuglur á villini brá.“

 

72. Vinda teir upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strika ei á bunkan niður

fyrr enn við Vínland.

 

73. Ganga teir frá strondum niðan

av so grimum alvi,

rekkar tríggir á nesi sita,

teir leika títt við talvi.

 

74. Svaraði Finnur hin Fríði:

“Eg geri tað ei at loyna,

til tess eri eg higar komin

roysni vil eg royna.“

 

75. Tórstein hvarv á nesið burt,

hann var maður hin versti,

hann kom aftur uttan borgar

á kolsvørtum hesti.

 

76. Finnur hann brá honum í mót

av so grimum alvi,

treiv um fyrsta Vínkongin,

hann sleit hann av um nalva.

 

77. Ívint hvarv av nesi burt,

hann var maður hin versti,

hann kom aftur uttan borgar

á kolsvørtum hesti.

 

78. Finnur reið mót honum fram,

søgur ganga frá,

høgdi annan Vínkongin

kleyv hann í luti tvá.

 

79. Rólant hvarv á nesið burt,

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur uttan borgar

í flogdreka líki.

 

80. Eitur spýði tann ljóti dreki

niður á Finnins troyu,

ikki var hann við vápnum vegin,

og tó mátti hann doya.

 

81. Reyða ring av armi dró,

meðan hann mátti tala,

sendi hann frúnni Ingibjørg,

hann bað hana liva sæla.

 

Nú Finnur hin Fríði er deyður, fellir Hálvdan triðja Vínkongin. Hann siglir so heim til Írlands, har hann ber frúnni Ingibjørg deyðsboðini av bróður sínum. Hann biður so sjálvur um hana til konu, men hon ber seg undan við hábærsligum orðum.

 

82. Hálvdan brá í loftið upp

av so grimum alvi,

treiv um triðja Vínkongin,

hann sleit hann av um nalva.

 

83. Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn við Írland.

 

84. Fyrstur stígur Hálvdan Sterki

sínum fótum á land,

tá var frúgvin Ingibjørg

riðin niður til strand.

 

85. Tá var frúgvin Ingibjørg

riðin niður til strand:

“Hvar er hann Finnur hin Fríði?

Hann stígur ei fyrstur á land.“

 

86. Tá svaraði Hálvdan Sterki,

mælir for munni á sær:

“Her hevur tú tann reyða ring,

ið Finnur sendi tær.

 

87. Reyðan ring av armi dró,

meðan hann kundi tala,

sendi tær, frúgvin Ingibjørg,

hann bað teg liva sæla.“

 

88. “Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,

sprundið tú hitt ljósa,

vilt tú tær ein høvdinga

her fyri øllum kjósa?“

 

89. Svaraði frúgvin Ingibjørg

frá man frættast víða:

“Eg lovi ongan ediling

eftir hann Finn hin Fríða.“

 

90. Tað var Hálvdan sterki

læt byggja eina borg,

hann sleit sína ævi á Írlandi

við trega og tunga sorg.

 

91. Hann sleit sína ævi á Írlandi

við trega og tunga neyð,

alla sína ævina

hann syrgdi bróður síns deyð.

 

Knut Liestøl, professari í Oslo, hevur í bókini “Norske trollvisor og norrøne sogor“, 1915, víst á, at fyrri helmingur av “Finni hinum Fríða“ hevur evni úr Hrólfs søgu Gautrekssonar, sum eisini er kelda til okkara kappakvæði “Kvikilsbragd“.

Vínlandsferðina (ferðina til Nýfunnalands) heldur hann vera yrkta uppí seinni.

Og tí kunnu vit taka undir við, hugsa vit um, hvussu nógv ørindi vit kenna aftur í seinnu helvt av rímuni.

Jóannes bóndi heldur í “Gyltu bók“, at

„føroyingum er tátturin (seinna helvt av kvæðinum) forvitnisligur, tí hann sigur frá føroyskum søgnum um Vínlandsferðir norðmanna. Íslendskar søgur siga frá sigling úr Grønlandi til Vínlands og eina hendingaferð frá avreki frá Noregi til Vínlands. Nevnt er eisini um far, sum rak undan Vínlandi at Írlandi. Men norðmanna ferðir úr Írlandi til Vínlands munnu valla vera gitnar uttan í hesum kvæði.“

Jóannes heldur eisini, at

“athugaverd er samansetingin um, at edilingar (jalla synir) fara av Nor- egi til Írlands, eru har um stund, halda haðan til Vínlands, har annar fellur; hin kemur aftur til Írlands, byggir har og fer ikki aftur til Noregs.“

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018