• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Floksmenninir

 

Árni Dahl:

Floksmenn á ferð

Í fjórða bindi av “Varðanum“, sum kom út í 1924, finna vit kvæðið um floksmenninar, sum Poul Johannes Poulsen á Gaddinum í Sumba hevur yrkt.

Sophus Petersen, føddur í Sandvík í 1899, lærari í Sumba árini 1922-44, tykist vera tann, sum hevur útvegað tíðarritinum uppskriftina, og hann skoytir hesa viðmerking, hetta hjartasuff, upp í kvæðatekstin:

“Nú á døgum er tað sjáldsamt at síggja nýggj kvæði verða borin fram fyri almenningin. Vit eiga ein hóp av yrkjarum, sum millum ár og dag greiða nógv gott úr hondum; tó eru tað bert einstakir menn, ið fáast við at yrkja kvæðir. Tað eru teir menn, ið siga, at tað næstan er nyttuleyst at yrkja fleiri kvæði, enn tey vit eiga, tí dansurin á okkara døgum, í teimum flestu bygdum, ikki lívgar men drepur okkara kvæðir. Ivaleyst hava teir rætt, ið siga so um dansin, tí tá ið ein, sum hevur ans fyri føroyskum dansi og veit, hvussu hann skal vera, kemur til tær størstu bygdirnar og sær dansin har, so nervar tað hann í hjartarøturnar. Fyri tað fyrsta hoyrist ikki eitt kvæði, men bert renningarvísur, og enntá kann ein hoyra eina fleiri ferðir um kvøldið; fyri tað annað gongur sjálvur dansurin eins og at elta varg.

Hvat ið hevur elvt henda ósið, vita flest øll - eins og vit vita, hvat ið skal gerast fyri at køva hann. Eg vil loyva mær at vísa á eina bygd sum t.d. Sunnbø, og tað kann sigast til teirra æru, sumbinganna, at teir hava ans fyri føroyskum kvæðum og dansi framum flest allar í Føroyum; tó kennist á dansinum nú, at hann er nertur av teirri sótt sum dansurin víða hvar.

Tað er ikki ætlan mín her at draga fram munin millum tær ymisku bygdirnar dansi viðvíkjandi, um tað kundi verið hóskandi, men bert siga nøkur orð um kvæðið og yrkjaran.

Poul Johannes Poulsen ella Poul á Gaddinum í Sunnbø, sum hann í vanligari talu nevnist, er føddur á Gaddinum í Sunnbø hin 10. september 1867.

Kvæðið um floksmenninar eins og hini yrkti hann á ungum aldri, bert 18 ára gamal, meðan hann um vetrarkvøldini sat inni í roykstovuni og karðaði. Umframt hetta kvæðið hevur hann yrkt kvæðið um Gunnar av Líðarenda og kvæðið um Niels Ebbason.

Einamest “Gunnar av Líðarenda” prógvar, hvat skaldsligt hegni yrkjarin hevur. Ivaleyst kunnu atfinningar gerast at hesum kvæði; tó haldi eg, at tær hava ikki so nógv at týða, tá ið vit minnast til, at yrkjarin er ein ólærdur maður, og kvæðið er yrkt í roykstovuni, meðan hjólið hevur hurrað, og karðarnir hava gnaddað“.

Vit kundu fyrst spurt, hvaðani Poul á Gaddinum hevur fingið tilfar til hetta kvæðið - stívliga stórthundrað ørindi til longdar. Og svarið er so sjálvsagt: Hann hevur yrkt kvæðið eftir søgnini.

Nú er tað so løgið við floksmannasøgnini, at hon - hóast hon hevur verið mett so stak heilskapað frásøgulistaliga og sjáldsom í aðrar mátar við - ikki er at finna í stóra sagnaverkinum hjá Jákupi doktara Jakobsen, “Færøske folkesagn og æventyr“, sum kom út árini 1898-1901.

Orsøkin er tann einfalda, at hon longu tá var komin á prent eini 16-17 ár undan hesi útgávuni.

Tummas Lenvig, fyrrverandi lærari í Klaksvík, skrivar í jólablaðnum “Hugnalig jól“, 1967, stak áhugaverda grein um floksmannasøgnina, og har greiðir hann soleiðis frá um, hvussu hon varð prentað á fyrsta sinni:

“Í 1846 gingu herviligir meslingar í Føroyum. Tá kom higar ein kendur danskur granskari, J.L. Panum, at gera kanningar um hesa sjúku. Hann kom tá í samband við Zacharias Mikkelsen á Kirkju í Fugloy (f. 1814, d. 1878).

Panum fekk søgnina um floksmenn frá Zachariasi, men hon var niðurskrivað á donskum; Zacharias hevði tó latið samrøðurnar verið á føroyskum ymsastaðni í tekstinum. Hesa søgn tók so J.L. Panum við sær niður til Danmarkar og læt hana seta í blaðið “Folkelæsning“ í 1848, har tey føroysku orðini eru prentað uppií. Seinni týddi eysturoyingurin Fríðrikur Petersen, próstur, søgnina til føroyskt og setti hana í „Dimmalætting“ í 1884.“

Her kunnu vit skoyta uppí, at søgnin stóð sum framhaldssøga í „Dimmalætting“ nr. 21, 23, 24 og 25 hetta árið, (tá var Fríðrikur Petersen ikki vorðin próstur men røkti embætið sum prestur í Sandoyar prestagjaldi), og seinni sama ár varð hon givin út í einum lítlum hefti, 14 síður til støddar, og Sophus Petersen veit at siga, at Poul á Gaddinum yrkti kvæðið burtur úr hesum heftinum. Seinni varð søgnin so prentað í „Færøsk Anthologi I“, 1891.

Søgnin - og kvæðið - leggja fyri við at navngeva tríggjar av floksmonnunum:

“Í Hattarvík í Fugloy livdu einaferð í gomlum døgum tríggir menn, ið kallaðir vóru Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel. Hálvdan Úlvsson var sterkastur av teimum, tí hann orkaði at lyfta ein stein, sum enn sæst í haganum har og er kallaður „Hálvdans Úlvssonar hav“; steinurin er átta alin ummáls eftir tjúktini og tíggju alin ummáls eftir longdini.“

 

 

1. Nú skal eg kvøða kvæði mítt,

um tit vilja trúgva,

hava tit hoyrt frá floksmonnum,

í Føroyum mundu búgva.

 

Fuglin í fjøruni

við sínum nevi reyða,

mangt eitt dýr og høviskan fugl

hevur hann greitt frá deyða.

Fuglin í fjøruni.

 

2. Høgni Nev og Rógvi Skel

fóru ei um við friði;

nevndur varð hann Úlvsson,

Hálvdan sterki tann triði.

 

3. Hálvdan var bæði stórur og sterkur,

so er sagt ífrá;

fjórði maður í teirra lið

var Sjúrður við Gellingará.

 

4. Um hesar fýra norðoyingar

harum skal ríman snúgva;

í Hattarvík í Fugloy

har mundu teir búgva.

 

5. Í Fugloy eru tvey bygdarløg,

hagar vil eg leita,

Hattarvík og Kirkja

so munnu tey eita.

 

6. Í Fugloy har sum floksmenn búðu,

har eru bygdir tvær,

Hattarvík og Kirkja

so nevndar eru tær.

 

7. Hálvdan var bæði stórur og sterkur,

so er sagt ífrá;

hann lyfti einum stórum steini,

sum har á oynni lá.

 

8. Ummáls eftir longdini

var hann tíggju alin,

átta alin var hann tjúkkur,

harav gongur talan.

 

9. Hálvdan lyfti hesum steini,

tað er ikki at loyna,

hann liggur har á oynni til skjals,

um nakar hevur hug at royna.

 

Sjálvsagt er tað so, at hóast yrkt verður eftir søgn, so verða ikki altíð allar frásagnir tiknar við. Her er dømi um søgu, sum kvæðayrkjarin letur fara aftur við borðinum:

“Hesir tríggir, ið nú eru nevndir, vóru eitt heystið á fjalli við øðrum fugloyingum. Sum venja er til, hevði hvør maður seyðbond við sær ; seyðbondini vóru ikki samlitt og heldur ikki javngóð, og kom tí til ilnar millum rakstrarmenninar, at hvør ognaði sær tey bestu. Men av tí at hesir tríggir menninir, ið áður eru nevndir, hildu saman, tordu hinir ikki at forða teimum at taka bestu seyðbondini. Hesir tríggir sóu nú, at teir bóru yvirluta yvir hinar, og tað datt teimum tá í hug, at høvdu teir vilja til tess, tá stóð tað í teirra valdi at leggja undir seg fyrst Fugloy og síðani, um teir fingu nakrar í lið við sær, allar Føroyar, og ikki var leingi eftir at bíða, at teir løgdu ráð saman at fremja tað í verki, ið fyrr bert hevði verið umhugsað. Men tað sóu teir, at skuldi tað alt væl ganga, ið teir høvdu í hyggju, so máttu teir vera vápnaðir, og tí sendu teir bræv til kongs og bóðu um svørð. Haðani kom tað svar aftur, at føroyingar vóru friðardýr, og tí nýtti eingin svørð í Føroyum. Men teir vóru treiskir og vildu ikki gevast; teir skrivaðu kongi aftur og greiddu so frá, at ikki var friður í Føroyum fyri útlendskum ránsmonnum, sum kundu herja á fólk og drepa, áðrenn nakran vardi. So er at vera treiskur - tá fingu teir svørð.“

Nú verður greitt frá, hvussu teir tríggir, Høgni, Rógvi og Hálvdan noyða Sjúrð at koma í part við sær:

“Nú skal nevna við navni fjórða mannin í Hattarvík; hann æt Sjúrður við Gellingará. Hann var sum hinir tríggir stórur og sterkur; men í tí var hann ólíkur hinum, at hann var spakligari og stillisligari enn teir, og sjaldan var hann ráðaleysur; hann var ríkur bóndi. Sjúrð hendan vildu hinir tríggir fáa í fylgi við sær; men tá ið teir høvdu tosað við hann um tað, hevði hann altíð ført undan og sligið tað upp í glens. Hann hevði tvær orsakir til at gera so; onnur var, at honum líkaði ikki tað, sum teir ætlaðu sær, men hin orsøkin var, at hann stutt fyri tað í Gøtu hevði sæð eina gentu, dóttur ríka bóndans niðri við Hús. Honum leitst væl á gentuna, so væl, at tá ið hann var heimafturkomin til Fugloyar, lá hjartað eftir í Gøtu; hann var tí farin til Gøtu aðru ferð og hevði borið upp bønarorð. Gentan hevði tá svarað honum so aftur: “Kemur tú at ári í so vorðnum báti, sum tú komst við nú, so skal verða, sum tú vilt.“ Av tí at hann nú hugsaði um brúdleyp sítt, var hann ófúsur at fara slíka váðaferð. Men nú høvdu hinir tríggir sett tað í seg, at Sjúrður skuldi fara við teimum, og tá ið hann nú ikki vildi við góðum, gingu teir ein páskamorgun snimma inn í stovu, har sum hann lá og svav, drógu hann fram úr rekkju og lovaðu, at hann skuldi láta lív, um hann ikki vildi fallast á tað, sum teir høvdu í ráði, og ganga í felag við teimum. Tá læt hann sær eftirlíka.”

 

10. Hálvdan, Høgni og Rógvi Skel

løgdu ráðini saman

til at fáa Sjúrða við,

men ei var tað til gaman.

 

11. Tað var um ein halgan dag,

tað fall so væl í lag,

fóru teir at vitja Sjúrð

fyrsta páskadag.

 

12. Tað var fyrsta páskamorgun,

sólin roðar í nøvu,

Sjúrður svav í síni song,

so sigst í hesi søgu.

 

13. Gingu teir til Sjúrðar stovu

á teirri somu stund,

Hálvdan gekk til songina

og vakti Sjúrð úr blund’.

 

14. Hálvdan so til orða tekur,

mælir av tungum ynna:

Sjúrður vilt tú fylgja okkum

allar Føroyar vinna.

 

15. Sjúrður so til orða tekur,

svarar so fyri seg:

Eg vil ikki fylgja tykkum

til slíka váðaferð.

 

16. Eg kann ikki fylgja við,

tað er so mangt í møti,

eg havi fest mær jomfrú ta

bóndadóttur í Gøtu.

 

17. Á tí sama heystinum

skuldi hann brúdleyp gera,

tí vildi hann ikki fylgja við

tað níðingsnavn at bera.

 

18. Teir feldu Sjúrð úr songini fram,

teir bíðaðu ikki leingi;

tað er mær av sonnum sagt,

tá bliknaði nýtur drongur.

 

19. Hálvdan tók í Sjúrðar hár,

hans høvur av at skera;

so var sagt, at Sjúrður svór,

hann skuldi floksmaður verða.

 

Síðani verður sagt frá, hvussu Sjúrður og teir tríggir blanda blóð:

“So gingu allir fýra út fyri dyr, tóku sær av blóði og lótu saman renna til at vita, um allir vóru samsintir í tí, sum nú var fyri hondum. Men blóð Sjúrðar vildi ikki renna saman við blóðið úr hinum, og tí kom ilt í teir, og teir søgdu: “Nú skulu vit drepa teg, tí tú vilt ikki halda við okkum.“ Men Sjúrður svaraði: “Ikki er tað so, sum tit halda; er so lítið skil í tykkum, at tit ikki síggja, at tí vil mítt blóð ikki renna saman við tykkara, at tykkara blóð er heitt, men mítt kalt?“ Teimum skildist tá hetta satt at vera. Á tí staðnum, har sum teir blandaðu blóð, vuksu høgar túgvur úr jørðini, og hava tær sæst higar til dags.”

 

20. Sjúrður bað um lív og grið

fast av miklum móði,

síðani gingu teir út fyri dyr

og tóku sær av blóði.

 

21. Síðani tóku teir sær av blóði,

høvdu til merki at kenna,

at vita um teir vóru samsintir

og lótu saman renna.

 

22. Hjá hinum trimum rann tað saman,

tað fingu teir at sjá,

Sjúrðar blóð fleyt ikki saman,

men skilti seg burtur frá.

 

23. Vreiður Hálvdan Úlvsson varð,

tá hann hetta sá,

svór hann skuldi drepa Sjúrð

og høgga hans høvur frá.

 

24. Sjúrður var so bráður at svara:

“Altíð teinkir tú galt;

tykkara blóð man vera heitt,

meðan mítt er vorðið kalt.”

 

25. Hálvdan kom á samt um tað,

at so mundi fara at vera,

hann svór Sjúrði trygdareið,

hann skuldi hans vinmaður verða.

 

26. Har sum floksmenn blandaðu

blóð, var undir flag,

høgar vuksu túgvur upp,

ið síggjast enn í dag.

 

Nú kemur brongl í raðfylgjuna í frásøgnini, bera vit saman søgnina og kvæðið. Søgnin sigur fyrst frá fundinum á ólavsøku í Havn og síðani frá vitjan floksmanna yviri á Kirkju í Fugloy. Kvæðið tekur hesa seinnu hendingina framum, og tað verður eisini gjørt her:

“Í Fugloy eru ikki meir enn tvær bygdir: Hattarvík, har sum floksmenninir búðu, og Kirkja, sum so var kallað, av tí kirkja var bygd har. Teir fóru tá alvápnaðir til Kirkju; men har hildu tey vakt, og tá ið tey sóu floksmenninar, flýddu øll sum skjótast inn í kirkjuna, tí kirkjan var vígdur halgidómur, so at ikki hin versti ránsmaður tordi at bróta frið har. Tá ið floksmenninir sóu fólkið flýggja í kirkjuna, søgdu teir við Sjúrð: “Tú ert skjótastur, Sjúrður, skunda tær oman og drep hvønn, ið tú fært fatur á.“ Sjúrður rann tá tað, ið hann var mentur, og tá ið hann kom at húsunum, sá hann eitt smábarn, sum tey í ræðsluni høvdu gloymt at taka við sær í kirkjuna. Sjúrður vildi helst koma barninum undan; men hann vildi eisini, at hinir floksmenninir skuldu halda hann vera dúgligan og illan í sær, so at teir ikki aftur skuldu illgruna hann. Hann rendi tí spjótið í klæðini á barninum og floygdi tað yvir eina húslon til at koma tí burtur av vegnum, tí hinir høvdu ivaleyst dripið barnið, høvdu teir funnið tað. Men av tí at fjáltur var á honum, so kastaði hann so hart, at barnið steindoyði, tá ið tað datt niður aftur á jørðina. Fótasporið, sum Sjúrður stóð í, tá ið hann floygdi barnið yvir lonina, sæst enn, tí har hevur ikki síðani vaksið grasstrá. Av tí at annars alt fólkið í bygdini var flýtt í kirkjuna, so at teimum einki kundi gerast, máttu floksmenninir fara nakkalangir aftur til Hattarvíkar.”

 

27. Búgvast teir til hesa ferð

við so frítt eitt mót,

teir høvdu bæði øksir og svørð

og so tey hvøssu spjót.

 

28. Gingu teir eftir oynni fram

næstu bygd at vitja,

tá sóu teir fólkið alt

í túninum at sitja.

 

29. Tá ið fólkið floksmenn kendu,

fingu tey ræðslu í sinn,

lupu hvør sum skjótast var

og hildu í kirkjuna inn.

 

30. Teir bóðu Sjúrða undan renna,

tí hann var lættast á fóti,

søgdu, hann skuldi ongum eira

við sínum hvassa spjóti.

 

31. Sjúrður leyp við miklari ferð

við hvøssum spjóti í hendi,

alt var fólk í kirkjuni inni,

tey hann at durum rendu.

 

32. Kirkjan henda, hon var vígd

Harrans navni til æru,

ikki tordu ránsmenn fýra

ófrið har at gera.

 

33. Sjúrður helt frá kirkjuni,

ongum var hann til meina;

tá sá hann eitt lítið barn

sita fyri seg aleina.

 

34. Barnið sat í túninum

við so miklum longsli,

tað var gloymt av móður síni

í tí stóra trongsli.

 

35. Sjúrður ætlaði barninum lív,

hann var til ferðar snarur,

tá sá hann, at hinir tríggir

vóru tað eisini varir.

 

36. Stakk hann spjót gjøgnum barnsins klæði,

til tess var hann fúsur,

syfti hann tað í loftið upp

yvir einum húsum.

 

37. Tá tordi hann ikki líva tí,

men beindi tað burt av vegi,

stakk við sínum hvassa spjóti

gjøgnum barnsins klæði.

 

38. Syfti hann tað í luftina upp,

honum megi ei treyt,

tá barnið kom á jørðina niður,

var tað áður deytt.

 

39. Ikki hevur vaksið gras,

sum Sjúrðar fótur stóð,

tá ið hann barnið av lívi tók

og vakti upp sakleyst blóð.

 

40. Síðani gingu teir kirkjuni frá,

einki meir teir gjørdu,

rændu bæði góðs og fæ,

heim við sær tað førdu.

 

Um Havnarferðina hjá floksmonnum verður hetta sagt:

“Um ólavsøkuna fóru hesir fyra ránsmenn ella floksmenn, sum teir nú skjótt vóru kallaðir, til Havnar til tess at tosa við aðrar føroyingar um ætlan sína at leggja undir seg allar Føroyar, sum tá stóðu undir útlendskum harradømi. Teir fingu tá 50 aftrat sær í flokk við sær; flestir av teimum vóru úr Suðuroy. So var avgjørt, at teir skuldu møtast á Gøtueiði, og skuldu hvørjir kenna aðrar av tí, at bátar teirra skuldu vera bræddir í annað borð og hvítir í hitt. Men tað var ikki floksmonnum til gagns, at teir fingu aðrar í lið við sær, tí tá barst ætlan teirra út og frættist skjótt um allar Føroyar, so at fólk á flestum støðum hildu vakt fyri floksmonnunum.“

 

41. So fóru teir at smíða ein bát,

ætlaðu ei inni at liggja,

tann, ið teir fingu fatur á,

skuldi deyðan tiggja.

 

42. Gjørdu teir sær ein stóran bát,

víða man vera gitið,

bræddur var hann í annað borð,

í annað hvítur á liti.

 

43. Tað var upp á ein halgan dag,

tað fell so væl í lag,

fóru teir til Havnarting

ólavsøkudag.

 

44. Har vóru allir føroyingar komnir

sakir sínar at røkja,

floksmenn hildu seg stillar har,

tí varð eingin fløkja.

 

45. Bóru fram á loyndarmál

alt um hesa ferð,

fimmti vóru føroyingar,

teir fingu í lið við sær.

 

46. Fimmti vóru føroyingar

teir fingu í lið við sær,

flestir vóru suðuroyingar,

so er greitt fyri mær.

 

47. Síðani løgdu teir ráðini saman,

hvussu teir skuldu gera,

á Gøtueiði har skuldu teir møtast

og vera búnir til ferða.

 

Og so fara floksmenn til Árnafjarðar:

“Teir ætlaðu so at royna bóndan í Árnafirði og drógu tí bát sín, bræddan í annað borð, hvítan í hitt. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, hevði Sjúrður fyri munni á sær: “Frítt er Eystfelli frá at fara“. Hálvdan Úlvsson svaraði aftur: “Ómenni títt! fríðari eru allar Føroyar.“ – “Tá ið tú hevur tær“, svaraði Sjúrður. Teir komu nú inn til bóndans í Árnafirði. Hann var bæði stórur og sterkur, og hann helt ímóti Hálvdani; teir bardust leingi á gólvinum, og tað sýndist at standa á jøvnum føti. Tá ið húskallur bóndans sá hetta, legði hann seg fyri føtur bóndans, so hann fall um hann. Hálvdan Úlvsson høgdi tá høvdið av honum við svørði sínum. Tá ið hann var deyður, vendi húskallurin sær at kroppinum høvuðleysum og mælti: “Nú fekst tú løn fyri fleytagjaldið“.

 

48. Fóru teir til Fugloy heim

men dvøldust ikki leingi,

teir høvdu meira ilt í hug,

tí óndir vóru dreingir.

 

49. Drógu bát úr neysti út

á ein morgun snimma

at royna bóndan í Árnafirði

og sigur av honum vinna.

 

50. Róðu teir frá landi út

valdir garpar fýra,

sjógvur reyk frá báti teirra,

og fram gekk skútan dýra.

 

51. Løgdu at landi í Árnafirði,

harfrá vil eg greiða,

drógu bát og gingu til hús,

tá var bóndin heima.

 

52. Fremstur Hálvdan Úlvsson gekk,

væl kundi vápni stýra,

síðani gingu teir allir inn

valdir garpar fýra.

 

53. Gingu teir í stovuna inn

bæði miklir og reystir;

bóndin gløir við stórum eygum,

 

væntar ei slíkar gestir.

 

54. Bóndin var so mikil maður,

ei frægari var at leita;

Hálvdan helt á hvøssum brandi,

ætlaði honum høgg at veita.

 

55. Bóndin leyp á Hálvdan sterka,

sítt lív vildi hann fríggja,

so treiv hann í buðlungs klæði,

hann næstan fall til kníggir.

 

56. Bóndin leyp á Hálvdan sterka,

ei var longur friður;

so var Hálvdan í tøkum staddur,

hann misti svørðið niður.

 

57. Síðani tóku teir brókatøk,

góðar syftur veittu;

hinir tríggir stillir sótu

og hildu sær at teiti.

 

58. Syftust bæði hart og skart,

øllum tókti undur;

javnir sýntust báðir vera,

klæðini gingu sundur.

 

59. Syftust bæði hart og skart,

ikki vóru tólpar,

knakaði í hvørjum spreki,

sundur gingu stólpar.

 

60. Bóndin átti húskall tann,

sum honum unti illa,

kastaði seg fyri bóndans føtur,

so hann skuldi fella.

 

61. Hálvdan sterki syftur veitti,

í tøkum var hann tættur,

bóndin kom um húskallin,

so hann fell opin aftur.

 

62. Bóndin kom um húskallin,

hann tók seg ei í vara;

hetta voldi tann argi trællur,

at hann fell til jarðar.

 

63. Hálvdan treiv eftir svørðinum,

snarliga tað brá,

hann høgg høvdið av bóndanum,

lívið læt hann tá.

 

64. Glaður mælti húskallur,

tí gjørt var tað, hann vildi:

“Hetta fekst tú, bóndin,

í løn fyri fleytagjaldið.“

 

65. Floksmenn vóru til ferða fúsir,

tordu væl á at herja,

løgdu undir seg bóndans garð,

eingin tordi verja.

 

Floksmenn ætla nú at fara til Kunoyar, og greitt verður frá bátsferð teirra:

“Haðani fóru teir ígjøgnum Hvannasund, og síðani hildu teir fyri Kunoyarnakk, tí teir ætlaðu sær til Kunoyar. Tá ið teir komu fyri nakkin, var ein bátur har á útiróðrum; tá ið menninir á útiróðrarbátinum sóu, hvussu hin báturin var littur, vistu teir við tað sama, at tað vóru floksmenninir, og teir skundaðu sær tí at leggja inn á eina gjógv. Eingin av floksmonnunum uttan Sjúrður hevði sætt bátin. Tá ið floksmenninir komu áraka gjónna, varð einum gomlum manni á hinum bátinum á at hosta; bæði Sjúrður og Hálvdan Úlvsson hoyrdu tað. Hálvdan segði: “Her er bátur inni.“ Men Sjúrður svaraði: “Altíð er illgruni á tær; hoyrir tú ikki, at tað er sjógvurin, sum runar inni á gjónni?“ – “Tað kann vera, at so er, sum tú sigur“, svaraði Hálvdan, og teir róðu sína leið.“

 

66. Gingu teir til strandar oman

við hvøssum svørði í hendi,

ætlaðu at vitja kunoyingar

og bátin á sjógvin rendu.

 

67. Løgdu teir frá landi út,

mundu um ferðina snakka,

rógva hart og skundisliga

inn fyri Kunoyarnakka.

 

68. Ein var bátur á útiróðri

stutt frá landi staddur,

tá teir sóu floksmenn koma

gjørdust teir bangnir og ræddir.

 

69. Drógu teir snøri í bátin inn,

løgdu árar í sjógv,

rógva hart og skundisliga

inn á ein gjógv.

 

70. Sjúrður mundi bátin síggja,

tá hann á gjónna legði,

hann læt ikki hinar vita,

tí tað var teirra deyði.

 

71. Floksmenn róðu fyri gjónna fram

á tí sama sinni,

Hálvdan so til orða tekur:

“Her er bátur inni“.

 

72. Ein gamal maður hostaði,

tað mundi Hálvdan hoyra,

Sjúrður situr á toftubekki,

hann rodnar sum ein droyri.

 

73. Sjúrður so til orða tekur:

“Illgruni er á tær;

tað, ið tú hoyrir, er landabrim,

ikki er bátur har.“

 

74. Síðani róðu teir gjónni frá,

út á víðan sjógv,

gjógvin hon ber navnið enn

og kallast Mánagjógv.

 

75. Tigandi gekk nú teirra ferð,

og báran breyt frá stevni,

duguliga á árar tóku,

tí gott var í teimum evni.

 

76. Sjúrður fyri munni mælir:

“Hatta var okkum ein fløkja,

betri var í Fugloy heima,

egið góðs at røkja.“

 

77. “Tú manst vera eitt ómenni“,

Hálvdan svarar aftur,

“betri munnu Føroyar vera,

enn vera til ferða ræddur“.

 

 

Og so kemur drúgva søgan um Árna, bóndason úr Kunoy, sum endar í floksmannabátinum:

“So vildi til, at sonur bóndans í Kunoy henda sama dag var burtur í haga. Hann hevði lagt stóran kava av landnyrðingi. Tá ið Árni - so æt sonur bóndans - hevði gingið hagan at enda, var hann móður, tí nógvur hevði kavin verið fyri fótunum á honum. Hann hevði ikki meir enn sett seg niður at hvíla seg, tá ið hann sá bát, sum helt inn undir land. Hann rópti á teir og spurdi, hvar teir ætlaðu sær; teir svaraðu, til Kunoyar. Hann var glaður við at sleppa frá at vaða í gjøgnum kava heim aftur og bað teir lova sær í bátin; tað var gaman í, søgdu teir. Tá ið hann var komin í bátin, sá hann ein hóp av vápnum har; afturi í bakskutinum lógu fýra svørð, eitt til hvønn floksmannin; so høvdu teir eisini bæði øksir og spjót. Hann fór tá at hava illgruna á, at tað mundu vera floksmenninir, sum hann var í báti hjá; ræðsla kom, sum vera man, á hann, men ikki læt hann teir síggja tað á sær. “Vilt tú vera við okkum?“ spurdi Rógvi Skel Árna. “Til hvørs?“ svaraði Árni. “Til at vinna Føroyar“, svaraði Rógvi. “Ja, tað vil eg“, svaraði Árni. Tá segði Rógvi: “Nú skalt tú fyrst vera formaður hjá okkum til Kunoyar, tí vit eru ikki væl kunnugir“. - “Tað skal eg vera“, svaraði Árni, “hagar fáa tit ongan betri formann enn meg; eg vil nú skifta vegin í fýra: fyrsta fjórðingin skal Rógvi Skel stýra, annan Høgni Nev, triðja Hálvdan Úlvsson og tann fjórða Sjúrður.“ Síðani sat hann stillur og var sum millum heims og heljar, tí hann væntaði sær vissan deyða.

Tá fór Sjúrður at tosa við hann, tó spakuliga, so at hinir ikki skuldu hoyra, og segði: “Nú er deyðin tær vísur, tí floksmenninir høgga høvdið av tær, áðrenn teir leggja at landi; eg veit tær ikki annað ráð, enn at tú loypur upp á flata skerið undir Kunoy og roynir at leypa haðani á land; vilt tú royna tað, so skal eg stýra bátinum tætt inn at skerinum.“ Árni helt seg til at kunna leypa av skerinum á land. Hálvdan Ulvsson tók eftir, at teir í loyndum tosaðu saman; hann rópti tí snøggliga á Sjúrð og segði: “Um hvat er tað, tit sita og lýðast á, Sjúrður; hví mugu vit ikki hoyra tað?“ Sjúrður svaraði stillisliga aftur: “Eg spyrji hann, um veðrarnir í Kunoy eru líka feitir enn, sum teir vóru fyrr í tíðini, og hann sigur so vera.“ Síðani vendi Sjúrður sær aftur til Árna og segði spakuliga, so hinir ikki skuldu hoyra: “Sig við fólkið, sum enn man vera í kirkjuni, at tey ikki mugu fara úr henni, tí ongastaðnis eru tey í frið fyri floksmonnunum uttan í vígdari kirkju. Minst nú væl til, hvat eg havi sagt tær.“ “Tað skal eg“, svaraði Árni. Hálvdan Ulvsson tók nú aðru ferð til orða, var illur og segði: “Hvat loyndarmál er tað, sum tú hevur at tosa við hann um? Sit ikki og lýð og lýð, men tosa hart, so vit kunnu hoyra, hvat tú sigur.“ Sjúrður svaraði: “Eg spurdi hann, um kýrnar eru líka feitar í Kunoy enn, sum tær vóru í gamlar dagar, og hann sigur so vera.“

Tá ið teir nærkaðust at lendingini í Kunoy, stýrdi Sjúrður tætt inn móti skerinum, og tá ið teir vóru áraka tað, leyp Árni úr bátinum á skerið og haðani á land; men skerið liggur hálvasættu alin frá landi, so at áttamannafar kann rógva innan fyri tað. Sjúrður tók øksina og kastaði eftir Árna, men við vilja rakti hann ikki. Hálvdan Úlvsson leyp skunduliga upp á skerið til at elta Árna, men hann tordi ikki at leypa inn á land, har sum Árni leyp, og mátti tí fara ein óhøgligari veg. Kunoyingurin, sum var lættur upp á fót, slapp soleiðis nakað undan honum; men tá ið Hálvdan sá, at hann ikki kundi fáa hann aftur, kastaði hann øksina eftir honum. Hon feyk átta favnar á lofti og rendi so í klettin í seinasta fótsporið, sum Árni hevði stigið. Holið eftir øksina sæst skiluliga í klettinum enn í dag. Árni rópti inn í kirkjuna og bað ongan ganga út haðani, tí floksmenninir vóru komnir at landi; síðani helt hann til fjals og fjaldi seg har.

Tá ið floksmenn komu at húsum, sóu teir, at allir kunoyingar vóru í kirkjuni. Teir fóru tá at hugsa um tað, at best mundi vera at royna at vinna sær vinskap hjá kunoyingum; teir fjaldu tí vápn síni, játtaðu, at teir vóru floksmenn, men lovaðu, at teir ikki skuldu gera kunoyingum nakað ilt, og so vóru teir har fridligir og vinaligir."

 

78. Árni so æt bóndans sonur,

tá í Kunoy búði;

hann var vænur og vakstraligur

í øllum brøgdum snúðin.

 

79. Nógvur var kavin av landnyrðingi

lagdur í stórar fannir;

Árni fór í hagan burt

seyði sínum at kanna.

 

80. Tá ið hann hevði um hagan gingið,

seyðin rikið til ból,

tá var væl á degi liðið,

og seta tekur sól.

 

81. Árni tók sær stav í hond

heim til hús at ganga,

sá hann, hvar ein bátur kom

rógvandi fram við landi.

 

82. Árni leyp til strandar oman,

sló tað í ein gleim:

“Lova mær í bátin inn,

vit fylgjast til bygdar heim.“

 

83. Snarliga floksmenn bátin vendu,

løgdu inn at landi;

Árni leyp í bakskutin,

hann hugsaði ikki um vanda.

 

84. Árni settist á lærbekk niður

við so frítt eitt mót,

hann sá frammi í skuti liggja

øksir, svørð og spjót.

 

85. Roðin dreiv at Árna unga,

nú var ikki gott at velja,

hann var staddur í hesum báti

sum millum heims og heljar.

 

86. Sjúrður so til orða tekur:

“Tú gekst tær sjálvum í vanda,

floksmenn høgga høvdið av tær,

áðrenn tú kemur til landa.

 

87. Eg skal stýra bátinum

fram við stóra sker,

tú mást leypa so lættur á land

og tað við miklari ferð.“

 

88. Hálvdan rópar harðliga:

“Hvat er tað, tú, Sjúrður, sigur?

kanst tú ikki snakka hart,

so er tað best tú tigur.“

 

89. Sjúrður so til orða tekur,

lygn hjálpir ofta í neyð:

“Eg spurdi hann um fólk og fæ

og hartil neyt og seyð.“

 

90. Floksmenn róðu harðliga

fram við land at fara;

Sjúrður fór at svíkja teir,

tað mundi teir ikki vara.

 

91. Sjúrður stýrdi bátinum

fram við svarta sker;

Árni leyp so lættur á land

og tað við miklari ferð.

 

92. Fýra favnar var dýpið breitt

millum sker og landið;

Árni lættur yvir leyp,

og nú var lokin vandi.

 

93. Sjúrður slongdi øksi sína,

hann vildi ikki Árna fall,

hon feyk yvir høvdinum

og niður í klettin small.

 

94. Hálvdan treiv eftir øksi síni,

tað við miklari ferð,

skundiliga úr bátinum feyk

og upp á svarta sker.

 

95. At skerið lá so langt frá landi,

tað fekk Hálvdan at síggja,

hann var ikki førur at leypa um,

men veður upp til kníggja.

 

96. Hálvdan slongdi øksi sína,

tá mundi í hondum knaka,

kunoyingurin var lættur á fóti,

hann var hann ei førur at taka.

 

97. Hálvdan slongdi øksina

við so mikið stríð,

síðsta spor, ið Árni steig,

har fall øksin í.

 

98. Hálvdan aftur í bátin kom,

illa var hann vátur,

tað er mær av sonnum sagt,

hann var ikki longur kátur.

 

99. Árni leyp til húsa heim

á tí sama sinni,

fólk fór alt í kirkjuna

at verja seg har inni.

 

100. Floksmenn komu til Kunoy heim,

frá man frættast víða,

Árni helt í hagan burt,

hann tordi ikki heima bíða.

 

101. Teir lovaðu kunoyingum trygdareið,

ikki frið at bróta,

vóru har í nakra tíð,

alt gott teir mundu njóta.

 

 

Nú hevur søgnin eini tvey dømi um, hvussu fákunnugir menn, floksmenn eru, men kvæðið letur hesar søgurnar liggja:

“Einaferð, tá ið tosað var um, at vígdar kirkjur vardu móti ránsmonnum, spurdu teir kunoyingar: “Hvar er tann kirkjan í Føroyum, ið okkum kann verja?“ Kunoyingar svaraðu: “Tað er Svínoyar kirkja, tí hon er vígd seinast.“ Men tað var lygn, tí Svínoyar kirkja var einasta kirkjan í Føroyum, sum óvígd var.

Floksmenninir søgdu, at tað var ætlan teirra at fara á Trøllanes, og spurdu kunoyingar, nær best mundi bera til at fara hagar. Kunoyingar svaraðu: “Landnyrðingur norðan er besta ætt, og mysing sjóvað er besta sjóvarfall.“ Teir dvaldu enn nakrar dagar í Kunoy, men so sýndust at vera góð líkindi at fara á Trøllanes. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, var so ringt í sjónum, at teir vóru nær við at ganga burtur; teir tordu tí ikki at halda longur fram á vegin, men vendu aftur til Kunoyar. Kunoyingar spurdu tá: “Hví koma tit so skjótt aftur?“ “Vit sluppu ikki longur fyri sjóvarilsku“, svara teir. Men kunoyingar søgdu tá:“Høvdu tit hildið longri, so høvdu tit verið úr øllum vanda. “Tá ið floksmenn hoyrdu hetta, erraðu teir seg upp og fóru aðru ferð av stað til Trøllanes. Tó at sjógvurin var verri enn fyrru ferðina, vildu teir ikki venda aftur, men róðu líka tætt at lendingini á Trøllanesi. Men har stóð brimið uppi í grasinum, yvir hundrað føtur stóð tað upp við berginum, so har var ikki at hugsa um at lenda; ódn var í sjónum og ein stormur í vindi, so at teir hugsaðu ikki um nakað lív. Teir stýrdu tí aftur til Kunoyar, og tað var ikki meir, enn teir bóru boðini fram. Teir søgdu tá við kunoyingar: “Vit sleppa aldri á Trøllanes; vit vóru tætt við lendingina, men ikki var hugsandi um at komast á land“, og so svóru teir ein dýran eið uppá, at teir skuldu ikki aftur royna at koma á Trøllanes, fyrr enn teir høvdu lagt undir seg allar Føroyar. Tá svaraðu kunoyingar: “Høvdu tit komið tykkum um tangan, sum er við lendingina, so var sloppið.“ Men tað var lygn sum alt annað, sum kunoyingar høvdu sagt floksmonnum; høvdu teir farið longri, so høvdu teir sjólátist.“

Og so sigur søgnin frá seinastu ferð floksmanna:

“Floksmenn sótu nú kvirrir í Kunoy, til tíðin nærkaðist, tá ið teir, sum avgjørt var, skuldu møta á Gøtueiði. Teir fóru tá eitt kvøldið av stað og stýrdu fyri Gøtunes. Sama kvøldið vóru vágsmenn á útiróðrum; teir sóu bátin hjá floksmonnum og kendu á litinum, tí mánalýsi var, og flýddu tí sum skjótast inn á eina gjógv á vestursíðuni á Borðoynni. Sjúrður hevði sætt bátin skiluliga, og tá hann fór inn um gjáarkjaftin, bar Hálvdan Úlvsson eyga við hann. “Har fór ein bátur inn á gjónna“, segði hann. Men Sjúrður svaraði: “Tú sært altíð so nógv; sært tú ikki, at hatta er mánin, sum glampar á brimaldurnar við landið?“ “Tað kann so vera“, hugsaði Hálvdan við sær, og róðu teir sín veg fram. Síðani hevur gjógvin verið kallað Mánagjógv.

Nú er frá tí at siga, at teir, ið embætisvald høvdu í Føroyum, høvdu hoyrt um møtið tað, ið vera skuldi á Gøtueiði; og teir 50, sum floksmenn høvdu fíngið í lið við sær á tinginum í Havn, vóru tiknir fastir og kundu tí ikki møta. Tann dagin, møtið skuldi vera, vóru samankomnir í Gøtu føroyingar úr øllum ættum, mong hundrað, til at taka hesar fýra floksmenn úr Norðoyum. Tá ið teir nú komu at landi á báti sínum, ið bræddur var í annað borð og hvítur í hitt, og sóu alla hesa mannamúgvu og sóu, at teir vóru allir óvinir teirra, men sóu ongan vin, ongan av sínum monnum, tá vendu teir sum skjótast bátinum og róðu burt úr Gøtu. Teimum datt í hug tað, sum kunoyingar høvdu sagt, at Svínoyar kirkja var seinast vígd, og tí tóku teir til at fara til Svínoyar. Teir løgdu at landi norðan fyri eiðið, drógu bátin, gingu um eiðið oman á bøin, og so væl vóru teir tá hýrdir, at teir fóru at spæla sum smádreingir og blaka til máls við gróti.

Men føroyingar mannaðu seg upp, vápnaðu seg sum best og fóru við nógvum bátum til Svínoyar at taka floksmenninar fastar. So er sagt, at um 70 bátar fylgdust hagar. Tá ið teir løgdu at landi undir Svínoyareiði, sóu teir bátin hjá floksmonnum standa har og fingu so at vita, at teir vóru í Svínoy. Teir skiftust í flokkar, fóru um eiðið oman á bøin, og tá sóu teir, hvar floksmenninir gingu og spældu. Teir steðgaðu tá og sendu fyrsta flokkin oman til at taka teir fýra menninar; men teir hildu tá upp at spæla, tóku vápn síni og vardu seg manniliga. Tá ið føroyingar sóu tað, sendu teir straks annan flokkin ímóti teimum; men floksmenn tóku reystliga ímóti, og óvist er, um teir ikki høvdu vunnið, høvdu ikki so nógvir verið ímóti teimum. Føroyingar sendu tá triðja flokkin oman, og í honum vóru nógvir sterkir og væl vápnaðir menn. Tá ið floksmenn sóu teir koma, mistu teir mótið og rýmdu undan at kirkjuni. Har løgdu teir vápn síni uttan fyri kirkjudyrnar, gingu síðan inn í kirkjuna og hildu seg nú vera úr øllum vanda. Men føroyingar vistu, at Svínoyar kirkja var óvígd; teir valdu tí sterkaru menninar burturúr til at fara fyrst inn í kirkjuna og leggja hendur á floksmenn; teir vóru so tiknir fastir og bakbundnir.“

Í kvæðinum verður søgan søgd eitt sindur øðrvísi. Svínoyarferð floksmanna verður ikki nevnd - vit fáa varhugan av, at teir verða tiknir í Gøtu, men harafturímóti ger yrkjarin meira burtur úr bardaganum enn sagnateksturin:

 

 

102. Nú man líða at tíðini,

so er greitt fyri mær,

at teir skuldu møtast á Gøtueiði

og savna ein størri her.

 

103. Árla var um morgunin,

floksmenn hildu skrál,

drógu segl á skútu sína,

Eysturoy var teirra mál.

 

104. Blíðan fingu teir byrin

út frá Kunoyarlandi

støðgaðu ikki ferðini

fyrr enn á Gøtusandi.

 

105. Gingu teir í bøin niðan,

gitið man verða leingi,

so fóru teir at renna dyst,

tí spelknir vóru dreingir.

 

106. Føroyingar høvdu mannað seg,

tað fall so væl í lag;

floksmenn skuldu á hondum takast

á tann sama dag.

 

107. Floksmenn vóru glaðir í hug,

teir blaka til máls við gróti,

tá sóu teir eina mannamúgvu

ganga sær í móti.

 

108. Føroyingar sendu tann fyrsta herin,

men teir fingu annað at síggja;

floksmenn gripu til vápnini síni

og vildu ei undan flýggja.

 

109. Floksmenn stríddu manniliga,

tað fingu hinir at kenna,

teir, ið ikki lívið lótu,

undan máttu renna.

 

110. Savnaðu aftur ein annan her

á tí sama sinni,

floksmenn tóku ímóti teimum

og bardust ikki minni.

 

111. Floksmenn troka í herin fram,

ikki var ferðin greið,

føroyingar vóru við undirlutan

og komu onga leið.

 

112. Undan flýddi hesin herur,

nógvir vóru deyðir,

tá mundu allir undrast á,

at floksmenn vunnu sigur.

 

113. Føroyingar manna seg triðju ferð,

nú mundi blaðið venda,

hetta vóru kappar raskir,

teir nú aftur senda.

 

114. Floksmenn mistu hug og hjarta,

teir sóu teir kappar fríðu,

kastaðu síni vápn á jørð

og lystu ei longur at stríða.

 

Og so endar søgnin við hesi hjartanemandi søguni um Sjúrð og bóndadóttrina niðri við Hús í Gøtu:

“So var dómur fallin longu áður, at hesir fýra floksmenn úr Norðoyum skuldu verða omanstoyttir av hægstum Valaknúki í Skálabotni. Teir vóru tá fyrst førdir til Gøtu og vóru leiddir inn hjá bóndanum niðri við Hús.

Tá ið dóttir bóndans sá Sjúrð bakbundnan og dømdan til deyða, græt hon og segði: “Eg síggi, tú kemur øðrvísi vorðin í dag, enn tú komst í dag ár síðani, tá ið tú bart upp bønarorð til mín.“ Hetta var júst dagurin, sum hon árið fyri hevði nevnt Sjúrði, tá ið hann bað um hana. Sjúrður græt og fekk valla talað fyri sorg og sút.

Fangarnir fingu nakra tíð at búgva seg til deyða. Hálvdan Ulvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel settu seg tá til borðs og gjørdu sær til góðar við skerpukjøti og alskyns góðum mati og drekka, men Sjúrður tók bønabókina at lesa í og bað Gud um at tilgeva sær sínar syndir. Tá ið føroyingar sóu tað, fíngu teir enn meiri vælvild til Sjúrðar; teir hugsaðu um tað, at hann hevði móti sínum vilja verið noyddur til at vera floksmaður, og at hann hevði roynt at hindrað so nógv ilt, sum í hansara valdi stóð, og tí vildu teir geva honum lív og grið. Men Sjúrður kravdi at láta lív. “Eg havi samtykt í tí illa, sum hinir hava gjørt,“ segði hann, “tí vil eg fáa sama gjald sum teir, og um eg hevði sloppið leysur hesu ferð, so kundi eg komið til at gjørt ilt eina aðru ferð.“

Floksmenninir vóru síðani førdir upp á hægstan Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir. Leiðir teirra síggjast enn í dag; leiðini hjá teimum trimum eru svørt og ljót, eyrur og grót, men leiðið, sum Sjúrður hvílir undir, tað er vakurt; altíð er tað prýtt við grønum grasi.“

 

 

115. Teir vóru har á hondum tiknir,

hendur bundnar á bak,

so vórðu teir førdir til húsa,

og dømd varð henda sak.

 

116. Sára græt ríka bóndans dóttir,

henni rann tár á kinn,

tá ið hon sá Sjúrða bakbundnan

leiddan í stovuna inn.

 

117. Hetta var sami dagurin,

ætlað var teirra gifta,

syrgiligt var fyri bæði tey,

at so skuldi tíðin skifta.

 

118. Sára græt ríka bóndans dóttir,

heitt sló hjartað í barmi;

Sjúrður fekk ikki talað orð

bæði fyri gráti og harmi.

 

119. Floksmenn bóðu um kjøt og breyð,

teir hildu so mikið skrál;

Sjúrður bað um bønabók,

hann tonkti um sína sál.

 

120. Teir vóru førdir í Skálabotn

upp á hægsta knúka,

har vórðu teir omanstoyttir,

so skjótt mundu lívið lúka.

 

121. Floksmenn fingu harðan deyða

so alt teirra lið,

so man gangast øllum teimum,

ið bróta landafrið.

 

Hóskiligt kundi verið at enda við at spurt, nær ið floksmenn mundu vera á døgum.

Sum flest øll munnu vita, so eru skrivligu heimildir okkara úr miðøld fáar - so haðani fæst lítil og eingin glotti í hesum sambandi, men tvær av elstu Føroya-frágreiðingunum - báðar skrivaðar á donskum - umrøða floksmenn stutt.

Í bók síni “Færoæ & Færoa Reserata“, sum kom á prenti í 1673, tekur havnarprestur, Lucas Debes, sum kom til Føroya í 1651, soleiðis til orðanna:

“Et andet oprør fortælles her også at være sket for nogen rum tid siden af nogle faa, som rottede sig tilsammen udi Norderøerne og ville bemande sig Færø, hvilke sloge ihjel alle saa mange, som ikke vilde give sig under deres parti; hvilke oprøriske de kalde endnu paa denne dag floksmænd, udaf deres flok eller parti, de havde slaget sig udi tilsammen. Men de bleve straks ødelagde og finge ingen overhaand.“

Og Jens Christian Svabo, sjálvur føroyingur, føddur í 1746, sigur í bók síni “Indberetninger fra en rejse i Færø 1781 og 1782“ soleiðis frá - hann viðger pláss ymsastaðni í landinum, sum merkisverd eru:

“Vealaknúkar ere smaa Fjeld-Afsætninger inderst paa Skaale-Fjordens østre side. Af disse skulle floksmændene, som L. Deb. ommelder s. 234, til straf for sin opførsel være nedstyrtede. Disse oprørere skulle have været fra Fugløen og hedt: Høgni Heel, Røgvu Skjeel, Haaldan Ylvsson og Sjúrur vi Kjædlingaraa. Men begivenheden er, om rigtig, meget gammel.“

Hvat ið Lucas Debes meinar við “for nogen rum tid siden“, og hvat ið Svabo skilir við “meget gammel“ er sjálvsagt ilt at siga, men í grein síni “Søgnin um Floksmenn“, sum stutt var umrødd her frammanfyri, kemur Tummas Lenvig, lærari í Klaksvík, til ta niðurstøðu, at floksmenn hava herjað um leið 1430-1440. Og próvførsluna leitar hann fram úr tí veruleika, at júst henda tíðin var merkt av rembingum, ótryggleika og uppreistri í grannalondum okkara.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018