• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kappi á skíðum

Kvæðið um Geyta Áslaksson er skipað í tveir tættir: Geyta tátt - sjeyti ørindi - og Galta tátt - fimmtiogfimm ørindi.

Yvirhøvur munnu dansifólk í nýggjari tíð hava lært seg kvæðið úr tí savninum, ið fekk heitið “Gylta bók“ – “Føroysk kvæði um brøgd norðmanna ættarinnar úti og heima”, sum Jóannes bóndi Patursson (1866-1946) legði til rættis, og sum Noregs Ungdomslag gav út í 1920-unum.

Í eftirmæli sínum í bókini sigur Jóannes bóndi:

“Eftir uppskoti frá fyrrverandi formanni Noregs Ungdomslags, harra professor Gjelsvik, varð á aðalfundi felagsins í 1923 samtykt at geva føroyingum eina bókagávu á teirra egna máli. Fyrsta ætlanin var, at tað skuldi vera ein føroysk sálmabók. Hetta fekst tó av ymsum atvoldum ikki í lag. So var ráðgjørt í staðin fyri at útgeva eina føroyska kvæðabók.

Eg varð so biðin um at savna tilfar til hesa bók og havi so gjørt. Eg tók tá til ráða at velja slík kvæði: 1. sum røða um forna manna brøgd í norrønum londum og í londum, har norðmenn høvdu veldi í forðum; 2. sum sýna á bæði fornan og nýjan føroyskan kvæðayrkingarhátt, og 3. sum yvirhøvur eru væl umtókt á dansigólvi.“

Men kvæðið er eisini at finna so manga aðrastaðni: Tað hevur frámerkið nr. 30 í Føroya kvæðum, CCF, og er at finna í 2. bindi av “Færøske kvæder“ hjá V.U. Hammershaimb (1819-1909), 1855, í kvæðabók A.C. Evensens (1874-1917), ið kom út í 1910, í triðja bindi av “Vit fara upp á gólv“, ið klaksvíkingar góvu út miðskeiðis í 1970-árunum, og hugsa vit um lagið, finna vit tað lýst hjá teimum báðum dønunum: Hjalmar Thuren (1873-1912) og H. Grüner Nielsen (1881-1953).

Geyta táttur byrjar við trimum ørindum, ið siga okkum henda søguinngangin:

Áslakkur droymir dreymar, ið hann sigur syni sínum, Geyta. Í hesum dreymum sær hann Harald kong koma ríðandi við grimum úlvum og siglandi við skipum, hvørs siglutrø peiggja upp um fjallatremur.

Men Geyti biður hann ikki leggja í slíkar dreymasjónir, sum kunnu koma fram fyri menn vetrarnætur.

1. Áslakkur droymdi dreymarnar

segði teir ei for mørgum:

“Tóktist mær, sum Haraldur kongur

stýrdi grimum vørgum.“

Rennur og rennur foli mín

á grønari grund,

mín ber ei á lund,

stígið dans á stund,

kátur leikar foli mín

á grønari grund.

2. Áslakkur droymdi dreymarnar

segði teir ikki smærri:

“Tóktist mær sum siglutrø,

tey gingu fjøllum hærri.“

3. Svaraði Geyti, sonur hans:

„Vær gevum ei slíkt í geyma,

veturnáttin er so long,

at mangt kann bera í dreyma.“

Nú skifta vit leikpall og eru umborð á skútu Haralds kongs, sum liggur siglingarklár fyri bryggjusporði.

Haraldur spyr menn sínar, um teir vita nakran, sum í styrki kann meta seg við hann. Ein av sveinunum svarar tá, at hann veit bóndason á Upplondum, ið tykist at vera kongsins javni.

Kongur verður vreiður og lovar sveininum bana, er hetta ikki so.

So seta kongsins menn segl á skútuna, og teir stevna norður við Noregs strond at leita bóndasonin upp. Framkomnir kasta teir síni akker, fara í land, og kongur saðlar sær hest at ríða til garðs.

4. Tað var reysti Haraldur kongur,

stendur í fremra stavni:

“Hvar vitið tit tann bóndason

til útreið er mín javni?“

5. Svaraði kongsins lítil svein,

hann stendur í øðrum stavni:

“Bóndasonur á Upplondum

hann tykist at vera tín javni.“

6. Tí svaraði Haraldur kongur

letur av reiði renna:

“Er hann ei mín yvirmaður,

tú skalt á báli brenna.“

7. So letur hann Haraldur kongur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

8. Tað var reysti Haraldur kongur

sigldi út í hav,

gyltir ringar av reyðargulli

í hans homlum var.

9. Vinda upp síni silkisegl

gull við vovin rand,

strika ei á bunkan niður

fyrr enn við Uppland.

10. Tað var reysti Haraldur kongur

siglir við líðir fram:

“Fýsir meg í staðin upp

at skoða henda mann.“

11. Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand;

fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land.

12. Fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans hvørji hand.

13. Hagar var leiddur gangarin,

ið kongurin skuldi á ríða,

hann var klæddur við skarlak

niður á miðja síðu.

Her kunnu vit steðga á og kanna, hvørt sannsøgugrund er undir hesi frásøgn. Og tá steðga vit við “Hemings tátt“ í søgu Haralds Harðráða, sum birtur er í Flatoyarbók. Har er søgan um Harald kong, Áslakk og Geyta - eisini nevndur Hemingur - søgd.

Kongurin er sostatt Haraldur Harðráði, sonur Sjúrðar Sýr og Ástu, føddur í 1015. Hann var fimtan ára gamal, tá ið hálvbróðir hansara, Ólavur Haraldsson, kom heim úr Garðaríki (Russlandi) og kravdi Noregs krúnu. Haraldur stóð kongi undir lið í bardaganum á Stiklastøðum seinast í juli mánaði í 1030. Sum vit í okkara ólavsøkudyrkan vita, fall kongur í hesum bardaga, men hin ungi Haraldur slapp við neyð og deyð við lívinum. Hann flýddi eystur í Garðaríki og haðani suður í Miklagarð (Konstantinopel), har hann kom sær væl fram í keisarans verndarliði.

Í 1046 kom hann aftur til Noregs við miklum ríkidømi.

Magnus hin Góði, ið tá var kongur, tók væl við hesum unga kongsevni og gjørdi hann stutt fyri deyða sín í 1047 til Noregs kong.

Sum kongur lá Haraldur leingi í stríði við danakong, Svein Estriðarson, og søgumenn meta, at tað var í hansara stjórnartíð, at býurin Oslo var grundaður.

Haraldur var norsku stórmonnunum boysin. Kálvi Árnasyni, einum av banamonnum Ólavs Haraldssonar, beindi hann fyri, og gitin er níðingsgerðin, tá ið hann drap Einar Tambarskelvir, kendur úr okkara kvæði um “Ormin Langa“, og son hansara, Eindriða.

Nógvir stórmenn flýddu av landi undan honum og góvu honum heitið harðráði.

Í 1060-unum vendi Haraldur eygum og hugi móti Stórabretlandi, og her fall hann í bardaga í september 1066 - meiri um hetta seinni.

Men aftur til kvæði okkara:

Haraldur er á einari av ferðum sínum farin at finna høvdingan Áslakk, sum var mikil maður og búði á oynni Torgum í Norðurnoregi.

Haraldur spyr Áslakk, hvar ið yngsti sonur hansara er, men Áslakkur biður hann ikki minna seg á sorgina, tí sonurin er deyður og liggur grivin í Kølnrín. Kongur býður Áslakki at fara eftir haminum, so kongur kann metast við hann í styrki og fimleiki, men faðirin ber seg undan, tí hvussu kann hann kenna bein hansara millum so mangar aðrar menn, ið har liggja grivnir?

14. Hvítur var kongsins gangari,

søgur ganga frá,

svartir vóru hóvarnir,

men oyruni vóru grá.

15. Tað var reysti Haraldur kongur

heim í garðin fór,

úti sjálvur Áslakkur

fyri honum stóð.

16. “Statt væl heilur, mín Áslakkur,

og so tín yngsti arvi,

hvar hevur tú hann á landi stevnt,

hvat hevur tín drongur við starvi?“

17. Tí svaraði Áslakkur

glógvar í gullinum reyða:

“Tú tarft ikki at minna meg

uppá mín sonar deyða.“

18. “Hoyr tú tað, nú Áslakkur

sig mær satt ífrá:

hvussu heitur kirkjan tann,

ið tín son hvílir hjá?“

19. “Hoyr tað reysti Haraldur kongur,

eg sigi tær satt ífrá:

í Kølnrín stendur kirkjan tann,

ið mín son hvílir hjá.“

20. Tí svaraði Haraldur kongur

stígur fram yvir fold:

“Deyðan skalt tú hamin taka

upp úr døkkari mold.“

21. Enn svaraði Haraldur kongur,

sló tað upp við gamni:

“Deyðan skalt tú hamin taka,

vita, hann var mín javni.“

22. Tí svaraði Áslakkur,

glógvar í gulli enn:

“Hvussu skal eg hans bein nú kenna

burtur blant aðrar menn?“

Kongur heldur nú ferð síni fram og møtir tá einum ungum manni, ið kemur heim av djóraveiði. Hann spyr hann um navn og ættarbond og fær til svar, at maðurin eitur Geyti Áslaksson.

Kongur grunar nú, at hetta man vera ungi bóndasonurin, ið sagdur var at vera deyður. Hann bjóðar honum av í kappleiki, og Geyti tekur av.

23. Tað var reystur Haraldur kongur

ríður fram yvir heiði,

møtir hann einum ungum manni

komin av djóraveiði.

24. Møtir hann einum ungum manni

undir silkihúgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og eyga sum í dúgvu.

25. Møtir hann einum ungum manni,

eingin ið hann kendi,

silkihúvu á høvdi bar

og finskan boga í hendi.

26. Haraldur so til orða tekur,

gott er at taka til evna:

“Sig mær ætt og heiti títt,

og hvussu skal eg teg nevna?“

27. Svaraði sá hin ungi maður:

“Hvat skal slíkum gegna,

Geyta Áslaksson

so skalt tú meg nevna.“

28. Svaraði reystur Haraldur kongur,

glógvar í gullið reyður:

“Hetta man vera tann bóndasonur,

ið oss er sagdur deyður.“

29. “Hoyr tað reystur Haraldur kongur,

hvat skal slíkum sæta,

at tú fert so víða um lond

alt eftir mítt navn at gæta?“

30. “Hoyr tað Geyti Áslaksson,

eg geri tað ei at loyna,

til tess eri eg higar komin

roysni við teg at royna.“

31. Svaraði Geyti Áslaksson:

“Býðst ei betri nú,

allar leikir, sum tær viljið,

kjósi sjálvur tú.

32. Stong at skjóta, spjót at leggja,

jútskan hest at temja,

og til hvørjar útreiðir,

ið tær viljið fremja.

33. Stein at varpa, ørvum skjóta,

jútskan hest at taka,

tó vær leikum á sund um stund,

og tað man einki saka.“

Fyrsta kappingin er í svimjikynstri og treystleika og minnir ikki sørt um ta søguna, ið søgd verður í “Kjartani Ólavssyni“ um kappleikin millum Kjartan og Ólav Trygvason.

Geyti vinnur á konginum og heldur hann undir kavi, so leingi at øll megi seyrar úr honum:

34. Tí svaraði Haraldur kongur

frá man frættast víða:

“Vit skulu oss á sundið út

at renna í streymin stríða.“

35. Teir fóru sær úr øllum klæðum,

aktaðu ei um bátar,

moyar og so konurnar

tær taka so hart at gráta.

36. Leiktu teir á sundinum

eina so lítla tíð.

Geyti vann av konginum

ein silvurbúin knív.

37. Leiktu teir á sundinum,

søgur ganga av,

Geyti helt tá konginum

hálva økt í kavi.

38. Leiktu teir á sundinum,

so fór millum seggja,

kongurin kendi møði á sær,

hann biður at landi leggja.

39. Hann sá hvørki himmal ei jørð,

tá ið hann kom av sundi,

bóru hann so í eina borg

og sterkar stólpar undir.

40. Bóru hann so í eina borg,

hann skortaði ikki fíggja,

so er mær av sonnum sagt,

hann svav har dagar tríggjar.

Kongur finnur nú upp á onnur ráð og sendir Niklas, mág sín, móti Geyta - men hesa ferð gongst kongspartinum upp aftur verri, tí Niklas druknar.

41. Kongurin situr í hásæti,

tekur hann so til orða:

“Heintið mær Geyta Áslaksson

og stillið hann inn for borð.“

42. Geyti gekk í høllina inn

kastar knív á borð,

kongurin situr í hásæti,

hann talar ikki eitt orð.

43. “Niklas heitur mágur mín,

hann trýr so væl á Krist,

hann skal teg, Heming, á sundi spreingja,

hartil hevur hann lyst.“

44. Leiktu teir á sundinum

eina so lítla stund,

Geyti vann av Niklasi

ein silvurbúin pung.

45. Leiktu teir á sundinum

eina so lítla tíð,

deyðan førdu teir kongsins mág

aftur í grøna líð.

Nú skiftir kongur kappleik. Nóg mikið er nú svomið, og hann býður Geyta at skjóta eina valnøt av høvdinum á bróður sínum.

Hesa royndina stendur Geyti eisini, men tá ið kongur leggur til merkis, at hann tekur tveir ørvar við sær á skógin royndarstundina, spyr hann Geyta, hví ørvarnir vóru tveir.

Og Geyti svarar, at hevði hann við fyrra ørvinum meitt bróður sín, so var hin ætlaður kongi sjálvum.

46. Kongurin situr í hásæti

sær á sínar ørvar:

“Nú skal boð til Geyta gera

ongum gørpum øðrum.“

47. Geyti gekk í høllina inn,

kastar pung á borð,

kongurin situr í hásæti,

hann talar ikki eitt orð.

48. “Hoyr tú Geyti Áslaksson

hvat eg sigi tær.

Tú skalt skjóta valnøtur

av høvdi bróður at tær.“

49. “Hoyr tað reysti Haraldur kongur,

tað sigi eg tær her:

tú skalt tær á skógin burt

at vita, hvussu leikurin fer.“

50. Geyti fór á skógin burt

við sínum báðum broddum,

biður nú Guð og Ólav kong

at ráða for ørvaroddum.

51. Geyti legði ørv á strong,

Guð var honum við,

so skeyt hann ta lítlu nøtu,

hin stóð eftir kvirr.

52. Geyti legði ørv á strong,

Guð var honum hollur,

so skeyt hann ta lítlu nøtu,

ikki rørdist kollur.

53. Kongurin situr í hásæti

sær á sínar ørvar:

“Enn skal boð til Geyta gera

ongum gørpum øðrum.“

54. Svaraði Geyti Áslaksson

boð kom honum til handa:

“Nógv hevur reysti Noregis kongur

at gera í faðirs míns landi.“

55. Geyti gekk í høllina inn,

og Hemingur nevnist hann har,

snarliga gekk tá seggur í sæti,

var bæði fimur og snarur.

56. “Hoyr tú Geyti Áslaksson,

siga skalt tú mær:

Hví hevði tú ørvar tvær

í gjár á skóg við tær?“

57. “Tí hevði eg ørvar tvær

í gjár á skóg við mær:

Hevði eg dripið bróður mín

onnur var ætlað tær.“

Fólk, ið lisið ella hoyrt hava fornar, munnbornar frásagnir, munnu ivaleyst kennast við hesa søgnina, ið her er søgd um Geyta, tí sama søgan er at finna í minst tveimum øðrum sambondum.

Í Miðeuropa hevur hon verið søgd um sveitsaran Wilhelm Tell. Sagt verður, at hann tann 18.nov. 1307 kom til bygdina Altorf í kirkju. Fútin, Hermann Gessler, legði tá til merkis, at hesin braneggjaði bóndin ikki vildi taka húgvuna av høvdinum fyri einum hatti, myndugleikarnir høvdu hongt á stong uttan fyri kirkjudyrnar - hatturin skuldi ímynda habsburgska kongsveldið.

Fútin gjørdist í øðini og beyð, at Wilhelm Tell skuldi skjóta eitt súrepli av høvdinum á syni sínum - annars skuldi sonurin missa lív. Wilhelm siktaði og skeyt. Og ikki svitaðist skotið. Súreplið klovnaði, og drongurin var óskalaður.

Fútin spyr tá sama spurning, sum kongur spyr Geyta í okkara kvæði: "Hví hevði tú tveir ørvar frammi, tá ið tú skuldi royna teg við boganum?" - og fekk sama svar: “Hevði eg skatt sonin, so var hin ørvurin ætlaður tær“.

Fútin verður í øðini, leggur Wilhelm Tell í leinkjur og leiðir hann um borð á bát, sum skal sigla um Vierwaldstättervatnið til borgina Küssnacht. Men illveður brestur á, og av tí at Tell er einasti sjókøni maðurin innanborða, verður hann loystur. Hann stýrir tá bátinum tætt undir land og loypur upp á ein nasa, og haðani flýggjar hann. Fútans menn elta hann, men við boga og ørvum basir eingin Wilhelmi Tell, og hann beinir fyri Gessler, fúta.

Her kunnu vit so staðfesta, at søgufólk yvirhøvur eru á einum máli um, at Wilhelm Tell als ikki er søguligur persónur, men sprottin úr samgermonskum sagnaheimi, eins og hin persónurin, ið ofta verður nevndur, tá ið meistaraskjúttar eru umrøðuevni.

Hjá okkum í Norðurlondum eitur meistaraskjúttin Palnatóki ella Tóki Palnason, sum er høvuðspersónur í fyrra helmingi av íslendsku “Jómsvíkingasøgu“.

Umframt roysnið við ørvi á bogastreingi fremur Palnatóki tað bragdið at standa á skíðum oman eftir brøttum fjalli, ið nevnist Kullen.

Og nú hetta er nevnt, eru vit aftur í kvæði okkara “Geyta Áslakssyni“:

Triðja treytin, ið kongur setir Geyta, er, at hann skal aka á skíðum fyri fjallið tað, sum eitur Hornið Háa.

58. Tí svaraði Haraldur kongur,

heldur á reyðum ringi:

“Hoyr tað Geyti Áslaksson

vit hittast enn á tingi.“

59. Svaraði Geyti Áslaksson,

hann heldur á øðrum ringi:

“Mongum er væl fjálvað um,

men ikki eru øll á tingi.“

60. “Tú skalt renna for bergið tað,

ið heitur Hornið Háa,

haðan er eingin aftur komin,

ið skíðir hevur vágað.

61. Tríati favnar er tað breitt,

annað slíkt er tað hátt,

haðan er eingin afturkomin,

ið sær hevur skíðir vágt.“

62. “Skal eg renna for bergið tað,

ið Hornið Háa er,

tú skalt standa á bergskorum

og vita, hvørt leikurin fer.“

Haraldur kongur leitar nú í svøvnskemmu sína upp undir henda triðja kappleikin. Hann droymir tá Ólav kong, bróður sín, sum ávarðar hann móti ætlan Geyta, biður hann tí hava skikkjuna leysa um herðarnar.

Dagin eftir leggur Geyti skíðir á og rennur fyri Hornið Háa. Á veg oman ekur hann fram við, har kongur stendur og hyggur at, trívur eftir skikkjuni, men eftir deyðamans ráðum hevur Haraldur kongur skikkjuna leysa um herðar - og bjargar sostatt lívinum.

Geyti kemur oman á slætt, og signaður Ólavur kongur ber hann fram á grønan vøll. Ólavur biður hann eira Haraldi, og tað játtar Geyti, um Haraldur ikki kemur aftur fyri eygu hansara.

Og so endar Geyta táttur við, at Geyti Áslaksson fer til Onglands at fáa sær vetrarvist.

63. Tað var reysti Haraldur kongur,

fyrsta svøvn hann fekk,

tað var signaður Ólavur kongur

í dreymi fyri hann gekk.

64. “Hoyr tú Haraldur, bróðir mín,

hvat eg sigi tær:

Leysa hav tú skikkjuna

í morgin yvir tær.“

65. Geyti legði skíðir á,

hann rann for Hornið Háa,

so treiv hann í kongsins skikkju,

hans lív stóð tá í váða.

66. Hann kom niður á bergskorar,

meti Guð hans neyð!

Hann var í ongum øðrum klæðum

enn skarlaksskikkju reyð.

67. Hann kom niður á bergskorar,

meti Guð hans trá!

hann var í ongum øðrum klæðum

enn í ein kyrtil blá.

68. Tað var signaður Ólavur kongur

honum var tungan snjøll,

hann bar mann úr bergskorum

fram á grønan vøll.

69. “Hoyr tað Geyti Áslaksson,

hvat eg sigi tær:

drep ikki Harald, bróður mín,

so illa tað líkar mær.“

70. “Hoyr tað signaður Ólavur kongur,

so svari eg tær:

lat ikki Harald bróður tín

koma fyri eygum á mær.“

71. “Hoyr tað Geyti Áslaksson

hugsa nú við tær:

hvussu tit skulu í heimi liva,

hvørgin annan sær.“

72. Tað var Geyti Áslaksson

vildi fara fyrst,

hann fór sær til Onglanda,

hann tók har vetrarvist.

Í “Tostans tátti“ kemur Tostan jallur til Noregs at gremja seg um, at bróðir hansara hevur lagt Ongland alt undir sítt veldi, og hann heitir á Harald kong um at koma við herliði til Onglands at veita sær hjálp.

Í fyrstu atløgu ber Haraldur seg undan við teimum undanførslum, at ov grunt er at koma at landi har við stórum skipum - men kortini letur hann sær siga og heldur í havið út.

Á leiðini hittir hann Galta íslandsfara og spyr hann um fyriboðanir viðvíkjandi hesi onglandsferð. Galti svarar, at hann hevur sæð skínandi eikir sortna niðri við sjóvarstrond, hann hevur sæð sjey fuglar við brennandi fjaðrum - aftantil mintu teir um svørð, og so hevur hann sæð “ljós í lofti brenna“.

Galti týðir hesar sjónir soleiðis, at onglandsferð kongs verður feigdarferð - bæði hann og menn hansara fara at liggja eftirá, og sálir teirra fara til himmals.

Haraldur verður spinnandi óður um hesa dreymatýðing og biður menn sínar taka Galta, men hann sleppur til rýmingar. Haraldur kemur til Onglands, og menn hansara reisa tjøld við sjóvarmálan.

Tostan leitar nú bróður sín upp, og teir semjast um, at báðir skulu vera høvdingar, og at teir skulu býta inntøkur javnt ímillum sín. Men tá ið Tostan spyr, hvat ið hann vil geva Haraldi kongi, sum hevur fylgt honum hagar, so svarar bróðirin, at hann vil ikki geva Haraldi meira enn fótsmál.

Hann býður nú Haraldi og Tostani í veitslu, um teir koma við friði. Haraldur ger seg til at fara. Tostan mælir honum til at hava brynjuklæddar menn við sær, men tað slær hann upp í glens, tí hetta skal vera skemtan og ikki stríð.

Men tá ið teir koma inn í kongshøllina, síggja Haraldur og Tostan brynjuklæddar menn á beinkjum - og tá ið teir eru komnir inn, verða hurðarnar læstar.

Haraldur dregur svørð úr slíðrum, og Tostan lovar at hjálpa honum, tí hann var tað, ið hevði lokkað Harald hesa onglandsferð.

Tostan fellur, men Haraldur verjir seg manniliga, til onglandsmenn senda boð eftir Geyta, sum kemur inn í høllina og ger av við Harald - men hetta er seinasti sigur, Geyti vinnur í bardaga, og hesin seinni parturin av Geyta Áslakssyni endar við hesum ørindi:

“Allir teir, ið eftir vóru,

sigldu tann sjógvin salta;

kongurin fell í Onglandi,

og út gekk gáta Galta.”

Ja, soleiðis endaði Galta táttur ella Tostans táttur, og nú kunnu vit at enda spyrja, um søgugrund er undir hesum partinum av Geyta Áslakssyni - og tað er tað.

Tostan, ið nevndur verður í fyrstu reglu av Galta tátti, er sonur Godwin jall - angelsaksiska stórmannin, ið er nevndur í heimildum frá 1018.

Hesin Tostan ella Tostill, ið hann verður skrivaður, varð settur til jall yvir Norðurhumberlandi, men hann var illa umtóktur, og teknar hansara róku hann av landi.

Tað eydnaðist honum ikki at vinna valdið aftur, hóast hann royndi dúgliga og fekk stuðul frá bróður sínum, Haraldi - og av hesum kom vátt í reiðrið millum brøðurnar báðar.

Tostill fór tá til Noregis og fekk Harald kong harðráða at búgva út her, sum helt um Norðsjógvin tíðliga á heysti í 1066.

Men hetta var, sum kvæðið hevur sagt okkum, feigdarferð: 25. september 1066 stóð bardagi partanna millum við Stamfordbrúnna, og her fullu bæði Tostan jallur og Haraldur kongur harðráði.

“Jallurin fell, og tað var spell,

frá tí gullinum reyða:

kongurin stendur eftir ein,

teir søkja til hans deyða“

Men ikki var tað leingi, kongurin stóð eftir:

“Geyti læt tá dubba seg,

tó tað var honum ímóti,

stakk ígjøgnum stillis bróst

við tí valda spjóti“kkk

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018