• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grettir griðleysi

Eitt hitt fyndugasta kvæðið, sum yngra kvæðayrking okkara legði eftir seg, man vera „Grettis kvæði“.

Kvæðið er nr. 222 í „Føroya kvæðum“ (CCF). Har er tað prentað eftir Koltursbók, sum Tummas Rasmussen, bóndi í Koltri, skrivaði - handrit hansara var liðugt í 1848. Seinni er kvæðið prentað í Gyltu bók, “Føroysk kvæði um brøgd norðmanna ættarinnar úti og heima“, sum Jóannes bóndi legði til rættis - hon kom út seinast í 1920-unum og varð uppafturprentað í 1979. Grettis kvæði er eisini prentað í “Kvæðabókini“, ið Sverri Egholm greiddi til útgávu um leið 1960.

“Ein er søgan úr Íslandi komin,

skrivað í bók so breiða...“

soleiðis byrjar “Grettis kvæði“, og rætt sigur kvæðayrkjarin frá, tí kvæðið um Gretti sterka man vera yrkt eftir “Grettis søgu“, helst íslendsku útgávuni av henni, sum Björn Markusson, løgmaður, læt prenta á Hólum í 1756.

Í 1977 kom “Grettis søga“ út á føroyskum. Tað var Eyðun Winther (1922-1988), ið týddi, og í formælinum sigur hann soleiðis frá søguni:

““Grettis søga“ er upphavliga sett saman av munnbornum søgnum, ið varðveittar hava verið um hann mann eftir mann, og av niðurskrivaðum søgnum um Gretti í nógvum kendum íslendingasøgum sum t.d. Landnáma søgu, Laxdala søgu, Bjarnar søgu, Bandamanna søgu, Heimskringlu, Eiriks jals søgu, Njáls søgu, Vatnsdala søgu og Roykjadala søgu.

Fróðarmenn, ið gjølla hava kannað Grettis søgu, eru av teirri áskoðan, at hon er eins mans verk og helst skrivað í árunum 1310-20 av prestlærdum manni. Meinkunnigur hevur maðurin verið á Norðurvesturlandi, men hesin høvundurin sum mangir aðrir um tað mundið er ikki nevndur at navni; tó hava menn gitt hann at hava verið Hafliði Steinsson, ið var prestur á Breiðabólsstað í Vesturhópi, føddur árið 1253. Hann lærdi til prest á Tingoyrum og kom sostatt at hava atgongd til Tingoyrakleystur, ið var høvuðsmentanarsetur norðlendinga. Hafliði prestur var eisini eitt skifti hirðprestur Eiriks kongs Magnussonar í Noregi og er soleiðis komin til hollu vitan sína um Noregsland, sum “Grettis søga“ ber boð um, at upphavsmaður hennara má hava havt. Hann andaðist 1319, og var hann sagdur at vera merkismaður í mongum lutum.“

“Grettis kvæði“ byrjar við at staðfesta, hvar á landi í Íslandi vit eru stødd, og kvæðasøgan byrjar við Ásmundi, faðir Grettis og hesi vanlukku gásaansingarsøgu, sum skuldi berast á, tá ið Grettir var níggju ára gamal smádrongur. Í søguni eru vit komin út til 14. part, sum ljóðar soleiðis:

“Ásmundur Gráhærdi reisti stórbært og prýðiligt búgv á Bjargi og hevði nógv fólk hjá sær; hann var vinsælur maður. Børnini hjá Ásdís og Ásmundi vóru hesi: Atli var elstur, hann var reiðiligur maður og dámligur, viðeiriligur og spakførur; øllum líktist væl á hann. Annan son áttu tey, ið nevndur var Grettir; hann var ógviliga ódællur í uppvøkstrinum, innitokin og óvinarligur, óstortsligur bæði í orðum og atburði. Ásmundur, faðir hansara, hevði ikki stóran kærleika til hansara, men móðirin unti honum tess meira. Grettir Ásmundarson var vakur maður til útsjóndar, breidleittur og stuttleittur, reyðhærdur og nakað frøknutur, heldur seinvaksin á barnaárum. Dóttir Ásmundar æt Tórdís, ið seinri giftist við Glúmi, syni Óspaks Kjallakssonar av Skriðinsenni. Rannveig æt onnur dóttir Ásmundar; henni giftist Gamli Tórhallsson Vínlendingur við. Tey búðu á Melum í Rútufirði; sonur teirra var Grímur. Sonur Glúms og Tórdísar Ásmundardóttur var Óspakur, ið bardist við Odd Ófeigsson, sum sagt verður í Bandamanna søgu. Grettir vaks upp á Bjargi, til hann var tíggju vetrar gamal. Hann tók tá til at mennast. Ásmundur bað hann gera okkurt til nyttu. Grettir bar seg undan, men spurdi tó, hvat hann skuldi gera. Ásmundur svarar: “Tú skalt goyma at heimagásum mínum“. Grettir svarar: “Lítið og neyðarsligt arbeiði!“ Ásmundur svarar: “Ger tað til lítar, so batnar okkara millum.“ So tók Grettir við heimagásunum, tær vóru fimmti í tali og høvdu nógvar ungar. Ikki leið langt, áður enn honum tókti tær at vera sær til leiðiligan ampa og ungarnar nóg so seinførar, tessvegna spann øði í hann, tí hann var snarsintur til. Nakað eftir tað funnu menn, ið komu har um á ferð, gásarungar deyðar úti og heimagæs veingjabrotnar. Hetta var um heystið. Ásmundi líkaði hetta ógviliga illa og spurdi, um Grettir hevði dripið fuglarnar. Hann gletti á tonn og svaraði:

“Tað geri eg víst, nú ið vetrar,

eg vindi háls á gásarungum;

vóru har eisini eldri gæs

fúsur drap eg allar.“

“Hereftir skalt tú ikki beina fyri fleiri“, segði Ásmundur. “Vinur er hann, ið annan varar,“ segði Grettir.“

Í kvæðalíki ljóðar søgan soleiðis:

1. Ein er søgan úr Íslandi komin,

skrivað í bók so víða,

nakað kann eg frá henni greiða,

vilja tit á meg lýða.

Nú fellur ríman

yvir tann breiða fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Og nú fellur ríman.

2. Á Íslandi var eitt bygdarlag

á Bjørgum mundi heita;

ríkur bóndi búði har,

ei mætari var at leita.

3. Ásmundur búði á Bjørgum vestur

átti son so fríðan:

Grettir sterki nevndur var,

sum gitin er so víða.

4. Grettir vaks upp í faðirs garði

hjá sínari móður blíð,

meiri vaks hann á einum ári

enn onnur børn í trý.

5. Níggju vóru vetrar runnir

út av Grettis aldri;

einki hevði hann roysni gjørt,

so sigst í Íslands skjaldri.

6. Ásmundur talar til Grettis unga

“Ger mær tað til beina:

Sita skal tú hjá gásarungum,

sita skal tú aleina.“

7. Sjeyti vóru gamlar gæs

umframt teirra ungar,

Grettir situr á grønum vølli,

hann tykir teir tímar tungar.

8. Grettir situr á grønum vølli,

tykir teir tímar langar:

“Lítið líkst mær á gásarungar,

sum ikki kunna at ganga.“

9. Grettir loypur í gásaflokk

við sínum snørum beinum,

summar sleit hann høvdið av,

summar sló hann mót steinum.

10. Gæsnar vildu ungar verja

av so tungari treyt,

Grettir treiv um veingirnar,

hann allar av teimum breyt.

11. Grettir gekk til hallar heim

sína móður favnar:

“Deyðir eru gásarungar,

og gæsnar eru lavnar.“

12. Ásmundur gongur for sína konu,

stav ber hann í hendi:

“Grettir hevur eitt herverk gjørt,

sum eingin verri kendi.“

13. Svaraði hansara sæla móðir

í gyltum stóli sat:

“Ungdómur og vísdómur

fylgjast sjáldan at.

14. Hann hevur gjørt eitt dáraverk,

tað hava gjørt so fleiri,

hoyr tú, Ásmundur søti mín,

hann ger so einki meiri.“

“Ungdómur og vísdómur/ fylgjast sjáldan at“, hetta er ofta havt eftir Ásmundarkonu og eisini hetta: “Hann hevur gjørt eitt dáraverk/ tað hava gjørt so fleiri/ hoyr tú, Ásmundur søti mín/ hann ger so einki meiri.“

Men tað ger Grettir og tað í ólukkumáta. Søgan sigur:

“Tú skalt fáa annað arbeiði“, segði Ásmundur. “Mangt veit hann, ið mangt roynir,“ segði Grettir, “hvat skal eg nú gera?“ “Tú skalt gníggja mær á bakinum við eldin, so sum eg lati javnan gera.“ “Har verður heitt um hendur“, segði Grettir, “men líka vesaligt er arbeiðið fyri tað.“

Soleiðis gekk eina tíð, at Grettir hevði hetta til arbeiðis. Nú tekur at heysta. Ásmundur gjørdist ógvuliga heitfeingin og eggjar Gretti at gníggja sær fast á baki. Tað var siður tá á døgum, at eldskálarnir vóru stórir á gørðunum; har sótu menn við langeldar um kvøldarnar. Har var borðreitt fyri monnum, og síðan svóvu teir við eldarnar; um dagin arbeiddu konurnar eisini har.

Tað var eitt kvøldið, tá ið Grettir skuldi gníggja Ásmundi á baki, at hin gamli mælti: “Síggj til, at tú ristir leti av tær, tín ótangi.“ Grettir svaraði: “Ilt er at eggja óttaleysan.“ Ásmundur mælti: “Aldri er dugur í tær.“

Grettir sær nú, hvar tógkambarnir liggja á beinkinum, trívur eftir einum og letur ganga niður eftir bakinum á Ásmundi, ið leyp upp, gjørdist ovursintur og vildi sláa Gretti við stavinum, men hann smeyg sær undan; tá kom matmóðirin og spurdi, hvat teir høvdust at. Grettir kvað tá hesa vísu:

“Mær vil maður brenna

mikil sár á hendur;

vont hann vil mær, húsfrúgv,

tað veit eg av sonnum.

Við áskornum neglum noyddist

eg í næskan tríva;

úr sárum síggi eg blóðið

honum á baki seyra.“

Í kvæðinum ljóðar henda søgan soleiðis:

15. Tað var um eitt heystarkvøld,

sólin roðar í nøvum,

Ásmundur setist við eldstaðin,

so sigst í Íslands søgum.

16. Ásmundur setist við eldstaðin

á tann sessin lága:

“Hoyr tú, Grettir, sonur mín,

tú skalt mær á baki kláa.“

17. Grettir tók ein tógkamb upp,

hann gav honum ikki grið,

so reiv hann sín faðirs rygg,

at leparnir hingu við.

18. Ásmundur reistist snarliga

upp av sínum palli:

“Sjáldan verður hann lukkuborin,

ið sinni hevur av trælli.“

Umframt hesi skálkabrøgdini, gjørdi Grettir mong onnur, sum ikki verða nevnd í kvæði okkara. Hann gerst at enda so balstýrin, at pápin vil hava hann at flyta av garði. Kvæðið tekur soleiðis til:

19. Ásmundur gongur for sína konu,

nú gerst størri vandi:

“Ikki vil eg, at Grettir verður

longur í hesum landi.“

20. Grettir var tá illa lýddur

av sínum faðiri góða;

móðirin at honum alskin var,

so man søgan ljóða.

21. Móðirin gongur fyri Grettir sterka

bæði við sorg og sút:

“Faðir vil teg í fyrsta fari

dríva av landi út.

22. Lítið hevur tú góðsið fingið

av tínum faðirs ræði;

fært tú ikki meiri frá mær;

tað verður tær stórur skaði.

23. Her hevur tú tað góða svørð,

tú kanst tað fullvæl trúgva:

tað er komið úr Vatnsdølum,

sum slektir mínar búgva.

24. Her hevur tú tað reyðargull,

tú goym á tínari ferð,

tú nýt tað til títt egið gagn,

hvar tú í landi er.“

Hesi ørindini byggja á inngangin til seytjanda part av “Grettis søgu“:

“Havliði æt ein maður, ið búði á Royðarfelli í Hvítáarsíðu. Hann var siglingarmaður og átti skip; tað lá uppi í Hvítá. Ein maður, ið æt Bárður, sigldi við honum; hann átti vakra og unga konu. Ásmundur sendi mann til Havliða og bað hann taka Gretti við og hava eyguni eftir honum. Havliði segði seg hava hoyrt, at hann var ófriðarmaður, men fyri vinsemi við Ásmund tók hann við Gretti. Hann búði seg tá til útferðar. Einki fargóðs vildi Ásmundur fáa honum uttan vistir til ferðina og nakað av vaðmali.

Grettir bað um at fáa vápn. Ásmundur svaraði: “Ikki hevur tú verið mær lýðin; ei heldur veit eg, hvørt tú fremur við vápnum tað, ið tørvur er á. Eg gevi tær ikki vápn.“ Grettir mælti: “Tá er ikki tað at loyna, ið ikki er gjørt.“

Síðan skildust feðgarnir við lítlum kærleika. Mangir bóðu hann fara væl, men fáir aftur koma. Móðir hans fylgdi honum á leið, og áðrenn tey skildust, mælti hon soleiðis: “Ikki ert tú so útgjørdur heiman, sonur mín, sum eg vildi, so væl borin maður sum tú ert; mær tykir, at mesti tørvur er á, at tú hevur nýtiligt vápn, og mær sigur hugur, at tílíkt tørvar tær.“ Hon tók tá undan skikkju síni búgvið svørð; tað var algóður gripur. Hon mælti tá: „Hetta svørðið átti Jøkul, abbi mín, og hinir gomlu Vatnsdalsmenninir, og teir vóru sigursælir. Nú vil eg geva tær svørðið, og nýt tað væl.“ Grettir takkaði henni væl fyri gávuna og segði sær líkjast betur á tað enn aðrar gripir, hóast teir vóru meira verdir. Síðan fór hann sín veg, og Ásdís ynskti honum góða eydnu.

Grettir reið suður um heiði og støðgaði ikki á, fyrr enn hann kom suður til skipið. Havliði tók væl við Gretti og spurdi hann eftir fargóðsinum. Grettir kvað tá hesa vísuna:

“Eg haldi, at heiman

nú heldur berliga

búðu út meg mætir.

Megnarkona við svørðsgávu

orð í fornum frøði

fær meg her at sanna,

at best er barni móðir;

betur eg hetta ei sá.“

So heldur skipið í hav, og teir fáa ringa sjóferð. Søgan ger nógv burtur úr ferðini:

“Havliði segði, tað var týðiligt, at móðirin hugsaði mest um hann. Teir hildu til havs, tá teir vóru búnir, og byrur var; og tá teir komu út um allar grunnar, vundu teir segl í rá. Grettir reiddi sær ból undir skipsbátinum og vildi ikki røra seg haðani hvørki at oysa ella at sita við seglið ella starvast javnt við aðrar við tað, sum hann átti at gera á skipinum, heldur ikki vildi hann keypa seg frían. Teir sigldu suður um Roykjanes og so suður við landinum; og tá ið landið var horvið, tóku teir til at dríva hart undan. Skipið var heldur ótætt og toldi illa brotasjógvarnar, so teir vóru staddir í ringum vási. Grettir yrkti ein táttin fyri og annan eftir. Tað líkaði monnum ógviliga illa.

Ein dagin var tað, at veðrið var bæði hvast og kalt; tá heittu skipsmenninir á Gretti og bóðu hann nú royna seg, “tí vit gerast kaldir um knúgvarnar,“ søgdu teir.

Grettir leit upp og mælti:

Happ er tað, um her skal kropna

hvør fingur á kuldakrákum.

Ikki fingu teir hann at gera lít, og verri líkaði teimum hann enn áður; teir søgdu, hann skuldi gjalda fyri tættir sínar og tað løgloysi, hann útinti. “Tykir tær betur,“ søgdu teir, „at klappa konuni hjá Bárði stýrimanni um búkin enn at gera skyldu tína á skipi? Slíkt er ótolandi.“

Veðrið versnaði í hvørjum, og teir stóðu í eystri alt samdøgrið; tá hóttu teir ímóti Gretti. Men tá ið Havliði hoyrdi hetta, gekk hann hagar, ið Grettir lá, og mælti: “Mær tykir, at samvinna tín við keypmenninar er ikki góð, tú gert órætt ímóti teimum, og har aftur at yrkir tú tættir um teir; teir hótta við at tveita teg fyri borð. Slíkt eigur nú ikki at verða gjørt.“ “Hví skulu teir ikki gera tað, teir hava í kvittanum?“ spurdi Grettir, “men tað vildi eg, at ein ella tveir lógu eftir hjá mær, áðrenn eg fór fyri borð.“ “Slíkt er ógjørligt,“ segði Havliði, “aldri veit okkum væl við, um hetta berst tær fyri. Eg vil leggja tær eini ráð.“ “Hvørji eru tey?“ spurdi Grettir. “Teir finnast at tær, at tú yrkir tættir um teir,“ segði Hav- liði, “nú vil eg, at tú yrkir tátt um meg; kann vera at teir so bera yvir við tær.“ “Aldri yrki eg annað enn gott um teg,“ segði Grettir; “teg meti eg ikki javnt við vesalingar.“ Havliði mælti: “Tú kanst kvøða soleiðis, at vísan gerst vakrari, um hon verður útløgd, hóast hon í fyrstani tykist ikki alføgur.“ “Hetta havi eg eisini bestan hugin til,“ segði Grettir. Havliði fór til teir skipsmenninar, sum oystu, og mælti: “Mikið er knoss tykkara, og vónir eru til, at tykkum líkst illa á Gretti.“ “Verri dámar okkum tættir hans enn nakað annað,“ siga teir. Havliði mælti tá hart: “Teir munnu fara at koma honum aftur um brekkur.“

Tá ið Grettir hoyrir Havliða lasta seg, kvað hann hesa vísu:

Annað var, tá inni

Havliði dralva át;

hann tóktist tá heima

hvøllur á Royðarfelli;

húsbóndi í hásæti mikil

hoyrdist millum manna.

Áðrenn dagur dimmist í havi

døgverðar etur hann tvinnar.

Ógviliga illa dámdi keypmonnum hetta; teir søgdu, at hann skuldi ikki hava gjørt tað fyri einki at yrkja tátt um Havliða bónda. Havliði mælti tá: “Grettir hevði tað uppiborið, um tit gjørdu honum mein, men ikki seti eg sømd mína í veð ímóti meinfýsni hans og líkasælu; men nú vit eru staddir í stórum vanda, gera vit okkum ikki inn á hann; men tit, ið hava hug til tess, minnist til tað, tá ið tit koma á land.“ Teir svaraðu: “Munnu vit ikki lata okkum tað lynda, ið tú tolir? Munnu tættir hans níta okkum meinari enn tær?“ Havliði bað teir gera so.

Frá tí degi ilskaðust skipsmenninir minni um tættirnar enn áður. Teir høvdu harða og langa ferð, og lekar komu á skipið, so menn lúgvaðust av strevinum. Hin unga stýrimanskonan var javnan von at seyma Gretti ermarnar, og tí hildu skipsmenninir nógv spott at honum. Havliði gekk hagar, Grettir lá, og kvað hesa vísu:

“Statt upp úr grøv tíni, Grettir,

grevur nú knørrur djúpan vørr;

mæl nú við moynna kátur,

mál títt hon fegin innir,

ermu væl um skøvning seymað

hevur tær sprundið dýra,

unnir tær væl, á leið líðir,

meðan lond ei hómast.“

Grettir stóð skjótt upp og kvað:

“Standa skal eg upp,

tó at skip á aldu ríður;

veit eg, at vívi man hóva

tað verri, um eg liggi á knørri.

Tí man ógviliga illa

alføgru konu tað dáma,

at eg egið verk

aðrar lati gera.“

Síðan leyp hann aftur til teirra, ið vóru í eystri, og spurdi, hvat teir vildu hava seg at gera. Teir søgdu, at hann mundi helst kunna gera lítið gott. Hann segði: “Munur er í manshjálp.“ Havliði bað teir ikki havna hjálp hansara, “kann vera, at hann rættir hond frá síðu, tá hann býður sær til at hjálpa,“ segði hann. Tá var ikki pumpa í eystri á havskipum. Menn hjálptust við byttueystur ella stampaeystur. Tað var bæði strævið og tungt at oysa tá; tvær byttur máttu teir hava; onnur fór niður og hin upp. Skipsmenninir bóðu Gretti fylla bytturnar, teir bóðu hann nú royna seg, hvat hann dugdi til. Hann segði, at vert var at gera eina lítla roynd. Hann steig niður í rúmið og fylti bytturnar, sum vórðu handaðar til tveir mans, ið oystu til møtis við hann. Teir hildu ikki leingi á, áðrenn teir vóru yvirtiknir av møði. So skiftu fýra við teir báðar, og somuleiðis gekk. So siga summir menn, at átta oystu til skiftis við hann, áðrenn hann gavst, og tá var skipið oyst tómt.

Frá tí degi høvdu keypmenninir annað orðalag til Gretti, tí teir sóu nú, hvør maktarmaður hann var; eftir tað var hann eisini hin fúsasti at hjálpa, hvar tørvur var á.

Nú bar leiðin eystur í hav; hann køvdi av í toku, so tað vardi teir ikki, at teir eina náttina sigldu skipið upp á eitt sker, so undirlagið gekk undan. Teir settu skundiliga bátin út og fluttu í hann konur og alt, ið leyst var. Skamt frá teimum var ein hólmur, og hagar fóru teir við førninginum, so nógvum teir fingu bjargað um náttina. Tá ið tað tók at lýsa, tosaðu teir um, hvagar teir vóru komnir. Tá kendu teir, ið áður høvdu farið millum landa, at teir vóru komnir til Sunnmøri í Noregi. Skamt frá teimum inn móti meginlandinum var ein oyggj, ið eitur Háramarsoy. Har var ein stór bygd á oynni, og har var eisini kongsgarður.“

Í kvæðalíki koma hesi ørindini burturúr:

25. Grettir fór av Íslandi

við so fáum orðum

ikki hevur frægari maður

stigið á skipaborði.

26. Bátsmenn líkjast á Grettir illa,

sum hann á bunka gongur.

“Hvør hevur sett okkum higar á skip

tann stóra leting langa?“

27. Grettir heldur at tí frægd,

tá teir hann leting kalla,

snarur var hann í Íslands siðum,

hann táttar yrkti um allar.

28. Illveðurs ódn í havið kom,

knørrur fór at reka -,

riva kom í kjølin tá,

og skipið tók at leka.

29. Skiparin gongur for Grettir sterka,

bønliga hann biður:

“Hjálpir tú ikki at oysa nú,

so søkka vit allir niður.“

30. Grettir steig í knørrin niður,

klæddur var hann gráur,

so oysti hann tað einsumallur,

ið átta oystu áður.

Vit leita nú yvir í átjanda part av Grettis søgu:

“Torfinnur æt kongsbóndin, ið búði har á oynni; hann var sonur Kárs hins Gamla, ið har hevði búð leingi. Torfinnur var mikil høvdingi. Tá ið alljóst var, sóu menn av oynni, at keypmenn vóru neyðstaddir. Hetta var sagt Torfinni. Hann gjørdi skjótt av og flotaði stóran knarva, sum hann átti. Sekstan mans róðu, men á knarvanum vóru teir til samans um tríati menn; teir skundaðu sær til sum harðast og bjargaðu sær fænum hjá keypmonnunum, men havskipið søkk, og har týndist nógv góðs. Torfinnur flutti allar menninar heim av skipinum til sín, og har vóru teir eina viku og turkaðu vøru sína. Síðan fóru keypmenninir suðuryvir, og hevur søgan einki meir frá teimum at siga.

Grettir var eftir hjá Torfinni, men gjørdi ikki nógv um seg og var oftast fámæltur. Torfinnur gav honum mat og læt hann ráða sær sjálvum. Grettir vildi einki til at fylgjast við honum og helst ikki vera saman við honum úti um dagin. Tað líkaði Torfinni illa, men hann vildi tó ikki nokta honum mat. Torfinnur var stórur búmaður og glaðlyndur, og hann vildi, at aðrir menn vóru eisini glaðir. Grettir var eitt geilastrok og gekk inn í onnur hús har á oynni.

Eyðun æt ein maður, ið búði á Vindheimi. Hagar gekk Grettir dagliga og gjørdi sær dælt við hann og sat javnan langt út á dagin. Seint eitt kvøldið, tá ið Grettir skuldi fara til gongu heim, sá hann stóran eld goysa upp á tí nesinum, sum var beint oman frá garði Eyðunar. Grettir spurdi, hvat slíkt hevði at týða. “Tað hevði verið sagt,“ segði Grettir, „um tílíkt sást á okkara landi, at har brendi av fæ.“ Bóndin svaraði: “Hann, ið ræður fyri hasum eldinum, man vera so, at ikki man gagn vera í at forvitnast um hann.“ “Eg vil tó royna tað,“ segði Grettir. “Har á nesinum stendur heygur,“ sigur Eyðun, “og har í var lagdur Kár hin Gamli, faðir Torfinns; teir feðgarnir høvdu fyrst ein bóndagarð á oynni, men síðan Kár doyði, hevur hann gingið so aftur, at hann hevur jagstrað burtur allar teir bøndur, ið her áttu jarðir, so at nú eigur Torfinnur alla oynna eina, og eingin av teimum, sum Torfinnur heldur hondina yvir, fær nakað mein av hesum.“ Grettir segði, at hann hevði talað væl. “Eg komi higar í morgin,“ segði Grettir, “og læna mær amboð at grava við.“ “Eg ráði tær frá at fáast við tílíkt, “ sigur Eyðun, “tí eg veit, at so man Torfinnur leggja hatur á teg.“ Grettir helt, at hann fór at vága tað kortini. Náttin leið, og snimma á morgni kom Grettir aftur; tá vóru amboðini at grava við til reiðar, og bóndin fór við honum til heygin.

Grettir gróv nú heygin og arbeiddi hart, hann rætti ikki ryggin, fyrr enn hann kom niður at viði; tá var dagurin nógv liðin. Síðan reiv hann viðin upp. Eyðun ráddi honum nógv frá at fara niður í heygin, men Grettir bað hann sita við bandið. “Eg fari at forvitnast, hvør ið her búleikar,“ segði Grettir. Grettir fór tá í heygin, har var myrkt og illramt inni. Hann trilvar seg fram at vita, hvussu vorðið er. Hann fann hestbein, og síðan rendi hann seg ímóti stólstuðli og var varur við, at ein maður sat á stólinum. Har var mikið fæ í gulli og silvuri borið saman og ein kistil settur undir føtur hansara, fullur av silvuri. Grettir tók alt hetta fæið og bar til bandið, men tá hann fór upp úr heygnum, var gripið fast í hann. Hann slepti tá fænum, brá sær ímóti, og tókust teir heldur harðliga. Alt, sum fyri var, reyk sundur, og heygbúgvin setti á av ovurhuga. Grettir veik undan leingi, og honum verður greitt, at ikki dugir at líva sær. Hvørgin sparir nú annan. Teir komast at har, ið hestbeinini vóru, og syftast har leingi; ymsir fullu á knæ, men endin varð tann, at heygsbúgvin fell øvigur á ryggin, og hoyrdist av tí mikið tumbul. Tá leyp Eyðun frá bandinum og helt, at nú mundi Grettir vera deyður. Grettir brá nú svørðinum Jøkulsneyti og høgdi heygsbúgvan á hálsin, so høvdið feyk av; tað setti hann við rassin á heygsbúgvanum. So fór hann við fænum til bandið, men tá var Eyðun horvin; hann mátti tí lesa seg upp eftir bandinum. Hann hevði knýtt fæið í snørið og dró tað upp aftaná.

Grettir var vorðin ógviliga stirvin av bardaganum við Kár; hann fer nú heim á garð Torfinns við fænum, tá var alt fólkið farið til borðs. Torfinnur rendi eyguni eftir Gretti, tá ið hann kom í drykkjustovuna, og spurdi, hvat neyðsýnt verk hann hevði at takast við, at hann kundi ikki fylgja øðrum monnum í siðum. Grettir mælti: “Mangt smátt berst til síðla á kvøldi.“ Hann legði tá fram á borðið alt tað fæ, hann hevði tikið úr heygnum. Einum gripi hevði Grettir gott eyga á; tað var eitt saks, eitt so gott vápn, sum hann segði seg ikki hava sætt tað betri. Tað legði hann síðst frá sær. Torfinnur gjørdist blíðoygdur, tá hann sá saksið, tí tað var aldri farið úr ættini. “Hvaðan hevur tú fingið hetta fæið?“ spurdi Torfinnur. Grettir kvað tá vísuna:

Meg dreiv vónin vissa

um fæ at vinna

í heygin harða,

húsbóndi mæti.

Veit eg, at fáir finna fæ,

um teir har leita.

Fátt verður av fongi

um teir hagar fara.

Torfinnur svarar: “Tú ert eingin bloyta; ongan hevur tað fýst fyrr at bróta heygin; men av tí eg veit, at tað fæ er illa farið, ið fjalt er í jørð, ella borið í heyg, so vil eg tó ikki lasta teg, nú tú flýggjar mær tað. Men hvar fanst tú hetta góða saksið?“

Grettir svaraði og kvað vísuna:

Frá dreygi í døkkum heygi

dygdargripin tók eg,

saksið, ið sár manna

stórliga letur vaksa.

Dreingiliga dreygin feldi

við droyrskolaða brandi.

Átti eg hetta skarpa saks,

ei við tað eg meg skildi.

Torfinnur svarar: “Væl er talað, men inna skalt tú enn eitt avreksverk, áður enn eg gevi tær saksið, tí eg fekk tað aldri av faðir mínum, meðan hann livdi.“ Grettir mælti: “Eingin kann vita, hvørjum tað er at mesta gagni, fyrr enn tað er avrikað.“ Torfinnur tók við fænum og goymdi saksið við song sína. So leið veturin fram móti jólum, uttan at nakað nevnivert hendi.“

Kvæðayrkjarin skapar burtur úr hesi søgu hesi ørindi:

31. Til Noregi hildu teir sínari ferð,

teir kastaðu akker á sand;

Grettir var tann fyrsti maður,

ið steig sín fót á land.

32. Har búði ein so ríkur bóndi,

Torfinn mundi heita:

Grettir gongur til hallar heim,

hann vil at húsum leita.

33. Torfinn tók mót Gretti væl,

hann beyð honum inn at gista;

“Tú skalt fáa hús og kost

og alt, hvat lív kann lysta.“

34. Torfinn talar til Grettir sterka:

“Tú ert kempan reysta:

torir tú bróta gravheyggj niður,

so fáa vit gullið besta.“

35. Grettir fór tann heyggj at bróta,

í tað leggja í minni,

í tí sama heyginum

lá Torfins faðir inni.

36. Grettir breyt ein heilan dag,

ei leiddist honum enn;

tá ið teir komu at leiðinum,

tá rýmdu norskir menn.

37. Grettir steig í leiðið niður,

skuldi gullið veiða.

Drekin reistist øgiliga

upp úr gravarleiði.

38. Bardist hann mót dreka svarta

eina so langa stund,

hann feldi hann so í leiðið niður,

tað skalv bæði grót og grund.

39. Grettir tók ein eikistav

í gjøgnum drekan rendi,

negldi hann fastan í jørðina niður,

tey ráðini Grettir kendi.

40. So tók hann tað reyðargull,

bar tað til hallar heim,

Torfinn bóndi og Grettir sterki

teir livdu við gleði og gleim.

Nú koma so tvey ørindi, ið ikki sipa til nakra einstaka hending í søguni, men bara siga frá reystleika Grettis yvirhøvur:

41. Tað var um eitt vetrarkvøld,

veður var so fús,

ránsmannahópur av skóginum kom

at rána Torfins hús.

42. Grettir tekur til móður svørð

við miklari makt og veldi,

ránsmannahóp hann herjaði á,

teir flestu niður feldi.

Síðani kemur frásøgnin um, at Grettir verður gjørdur útlagin í Noregi eisini, tí hann hevur dripið mann. Søguteksturin ljóðar soleiðis:

“Ein dagin gingu Grettir og Arnbjørn um stræti at skemta sær; tá teir komu at einum garðaliði, leyp ein maður fram úr liðinum við øksi til reiðar og høgdi til Grettis við báðum hondum. Hann vardi einki av hesum, og hann gekk seint undan. Arnbjørn sá mannin, treiv eftir Gretti og rendi hann so hart framyvir, at hann fell á knæ. Øksin rakti herðablaðið og rendi út undir hondina; hann fekk stórt sár. Grettir snaraði sær skjótt á og brá saksinum; hann sá, at Hjarrandi var komin hagar. Øksin stóð føst í gøtuni, og varð hann tí heldur seinur at kippa hana til sín, og í tí høgdi Grettir til Hjarranda, rámti hann uppi við økslina, so armurin reyk av. Tá lupu fimm fylgismenn Hjarranda til, og har gjørdist brátt harður bardagi, sum skjótt hæsaði av. Grettir og Arnbjørn drupu teir fimm, ið vóru saman við Hjarranda, men ein bjargaði sær undan, og hann fór beinan vegin á fund jalsins og segði honum hesi tíðindi.

Jallurin gjørdist ovursintur, tá ið hann frætti hetta, og stevndi til tings annan dagin eftir. Torfinnur og Grettir komu á ting. Jallurin tók upp søksmál ímóti Gretti fyri drápini. Hann viðgekk og segði seg hava nýtt hendur sínar til verju: “Eg man eisini hava merki av tí,“ segði Grettir, “og eg hevði eisini fingið mín bana, hevði ikki Arnbjørn bjargað mær.“

Jallurin segði, at tað var illa, at hann var ikki dripin. “Tað verður mongum manni at bana, at tú livir,“ mælti jallurin.

Tá var komin til jallin Bersi, sonur Skald-Torvu, felagi Grettis og góði vinur. Teir Torfinnur gingu fram fyri jallin og bóðu hann geva Gretti grið og buðu jallinum at døma einsamallur í hesum máli, bara Grettir fekk grið og fekk loyvi at vera í landinum. Jallurin var treyður til semju, men læt sær eftirlíka fyri bønir teirra. Grettir skuldi hava grið til várs, men tó vildi jallurin ikki geva fulla sátt, fyrr enn Gunnar, bróðir Bjarnar og Hjarranda, var hjá. Gunnar hevði bústað í Túnsbergi.

Um várið stevndi jallurin Gretti og Torfinni eystur til Túnsbergs, tí hann ætlaði sær at vera har, meðan mesta skipasiglingin var eystur hagar. Teir fóru tí hagar eystur. Grettir hitti har Torstein Drómund, bróður sín, sum fagnaði honum væl og beyð honum til sín. Torstein hevði bústað har í býnum. Grettir segði honum frá máli sínum, og tók Torstein væl undir við honum og bað hann vara seg fyri Gunnari. So leið út á várið.“

Seinni verður sagt, at vinmenn Grettis mugu gjalda jalli peningabót, og jallurin segði tá, “at Grettir skuldi fara í friði fyri sær til Íslands, so snart skip fer, um teimum líkaði tað væl.“

Í kvæðalíki ljóðar hetta soleiðis:

43. Tað var um ein annan dag,

Grettir á skóginum lá,

har kom ein av jalsins monnum,

beyð honum spott og háð.

44. Grettir leyp frá vølli upp

við svørð í høgru hendi,

so høgdi hann á hansara høvur,

at oddur í heilan rendi.

45. Frændur vildu sveinin hevna

móti Gretti gingu,

teir fingu onga aðra bót,

enn deyðan av honum fingu.

46. Inn kom ein av jalsins monnum:

“Harri eg tær sigi,

Grettir hevur á skógum burt

tínar sveinar vigið.“

47. Jallurin setist á dómarastól,

so man dómur ljóða:

“Grettir missa skal sítt lív,

bót skal eingin bjóða.“

48. Torfinn saðlar sín gangara,

hann ríður í jalsins høll:

“Eg gevi fulla manna bót

fyri teim monnum øllum.

49. Vilt tú ikki mót bótini taka

og Gretti lívið geva,

leingi skalt tú jallurin

um hans deyða streva.“

50. Jallurin tók mót bótini,

hann tóktist vera í vanda.

“Eg geri Grettir útlagdan

út av Noregis landi.“

Í 28. parti av “Grettis søgu“ verður stutt sagt frá, at Grettir kemur heim aftur á Bjarg. Brotið ljóðar:

“Grettir Ásmundarson kom hetta summarið til Skagafjarðar. Hann var tá so gitin fyri styrki sína, at eingin av teimum ungu monnunum tyktist vera javnlíki hansara. Hann reið brátt heim á Bjarg, og tók Asmundur tá sámiliga við honum. Atli hevði ræði yvir garðinum, og væl komu brøðurnir á samt.“

Eisini hesum viðvíkjandi ger kvæðayrkjarin stutt av:

51. Grettir fór av Noregi,

hann fullvæl jallin kendi,

fekk so byr og blíðan sjógv

og aftur til Íslands vendi.

52. Grettir livir í faðirs garði

bæði við gleði og gavni,

eingin var so maktarmikil,

ið kundi sigast hans javni.

53. Grettir livir í faðirs garði

í sínar móður høllum,

reystari maður ikki fanst

í Norðlondunum øllum.

Og so kemur ein tann gitnasta frásøgnin í “Grettis søgu“: Tá ið Grettir berjist við Glám.

Hesin Glámur var ættaður úr Sylgsdølum í Svítjóð og var seyðamaður hjá Tórhalli á Tórhalsstøðum í Forsøludali. Ein jólaaftansdag varð hann fyribeindur - óvist av hvørjum - og stutta tíð eftir spurdist, at - sum søgan sigur - Glámur lá ikki kvirrur. Hetta var monnum til so stórt mein, at mangir fullu í óvit, um teir sóu hann, og summir mistu vitið.

Einaferð Grettir var og vitjaði Jøkul Bárðarson, móðurbróður sín, í Tungu í Vatnsdali, hoyrdi hann um afturgang Gláms, og hann fekk hug at fara á Tórhalsstaðir at fregnast meira um hesi viðurskifti.

Hann fekk góða móttøku, og søgan sigur soleiðis frá:

„Nú líður dagurin, og tá menn skuldu fara at leggja seg, vildi Grettir ikki fara úr klæðunum, men legði seg á beinkin beint yvir av koyggju bóndans. Hann hevði loðkápu yvir sær, ballaði annað skeytið um føturnar á sær og hitt um høvdið og hugdi út gjøgnum høvuðsmáttina. Fyri endanum á beinkinum var ein trivaligur stólpi, og honum spenti hann føturnar ímóti. Duragrindin øll var brotin frá útdurunum, og nú vóru eini hurðarspjað óvandaliga bundin upp fyri. Frá skálanum var brotið niður alt skilarúmið, sum framman fyri hevði verið, bæði fyri oman og niðan bitan. Sengurnar vóru allar fluttar úr stað, og ógóðsligt var har.

Ljós brann í skálanum um náttina. Tá um triðingurin av náttini var liðin, hoyrdi Grettir mikið dun úti. Eitt fór upp á tekjuna at leika í og sperdi hælirnar so fast í, at tað brakaði í hvørjum træ. Soleiðis gekk leingi. So fór tað niður av tekjuni og gekk at durunum, og tá hurðin var latin upp, sá Grettir, at trællurin rætti høvdið inn, og sýndist tað honum avskræmiliga stórt og undarliga stórskorið. Glámur gekk seint og rætti seg upp, tá ið hann kom í dyrnar. Hann røkk høgt upp í tróðrið. Hann vendi ímóti skálanum, legði armarnar á bitan og toygdi seg inn yvir skálan. Einki læt bóndin hoyra til sín, tí honum var tað nóg mikið, ið hann hevði hoyrt uttanfyri. Grettir lá kvirrur og rørdi seg ikki. Glámur sá, at ein dyngja lá á beinkinum, fer innar í skálan og trívur harðliga í kápuna. Grettir spenti føturnar ímóti stólpanum og vikaðist ikki av fetinum. Glámur greip á øðrum sinni nógv fastari, men ikki rørdist kápan. Triðju ferð treiv hann í við báðum hondum so fast, at hann reisti Gretti upp av beinkinum. Teir skræddu nú kápuna sundur ímillum sín. Glámur leit at lepanum, hann helt á, og undraðist mikið, hvør ið kundi togast so hart við seg. Í sama viðfangi leyp Grettir undir hendurnar á honum, treiv um miðjuna á honum og bendi ryggin so fast, hann kundi; hann ætlaði at fáa Glám at hoykna niður, men trællurin treiv um skøvningarnar á Gretti so fast, at megin sveik hann. Grettir veik tá undan bonk av beinki. Stólparnir svignaðu, og alt brotnaði, sum fyri var. Glámur vildi leita út, men Grettir spenti føturnar ímóti har, hann kundi, tó fekk Glámur drigið hann út úr skálanum. Teir bardust tá harðliga, tí trællurin ætlaði at fáa hann av garði; men so ilt sum tað var at berjast við Glám inni, verri helt hann tað vera at takast við hann úti, og tí breytst hann ímóti av øllum alvi at fara út. Glámur tók á av allari megi og kipti hann at sær, tá ið teir komu út í dyrnar. Tá ið nú Grettir sær, at hann fær ikki spent ímóti, loypur hann alt í einum sum harðast í fangið á trællinum og spennir báðar føturnar ímóti einum jarðføstum steini, sum stóð í durunum.

Hetta kom trællinum dátt við; hann hevði tá togast við at draga Gretti til sín, og tí fell Glámur á ryggin og reyk øvigur út av durunum, so herðarnar bóru við duragrindina í erva, og yvirtromin fór av lagi, bæði viðurin og tann fyrsta flagtekjan. Hann fell víðopin út av húsunum og Grettir omaná. Bjart mánalýsi var úti, men gluggaluft; stundum dró fyri mánan og stundum frá. Í tí at Glámur fell, rak skýggið frá mánanum, og Glámur rendi eyguni upp ímóti, og tað hevur Grettir sjálvur sagt, at tað var einasta sjónin, hann hvepti seg við. Tá seig saman um hann av øllum hesum, møði og tí, hann sá, tá Glámur hvesti eyguni eftir honum, so hann fekk ikki brugði saksinum, men lá mest sum ímillum heims og heljar. Meiri skaðakraft var í Glámi enn flestum øðrum dreygum, tí í somu stund mælti hann: “Tráliga hevur tú leitað eftir at finna meg, Grettir, og ikki man tað tykjast undarligt, at tú fært ikki mikla eydnu av at hitta meg. Men tað má eg siga tær, at tú hevur nú fingið bara helmingin av tí alvi og manndómi, ið tær var ætlað, hevði tú ikki hitt meg. Nú fái eg ikki tikið av tær tað alv, sum tú áður hevur fingið, men tí skal eg ráða fyri, at tú aldri verður sterkari, enn tú ert nú; tú ert nóg sterkur, og tað koma mangir at sanna. Higartil ert tú vorðin navnframur av avreksverkum tínum, men frá hesi stund falla á teg sektir og manndrápssakir, og flest øll verk tíni snúgvast tær til óeydnu og vanlagnu. Tú verður gjørdur útlagin og lýtur javnan búleika einsamallur. Eisini tað skal falla tær í lut, at eygu míni verða tær javnan fyri sjónum, og tá man tykjast tær torført at vera eina, og tað verður tær at deyða.“

Tá ið hann hevði sagt hetta, rann ómagaskapurin, sum á Gretti hevði verið, av honum. Hann brá tá saksinum og høgdi høvdið av Glámi og setti tað við rassin á honum.

Nú kom bóndin út; hann hevði latið seg í, meðan Glámur talaði við Gretti, og ikki tordi hann at koma nær, fyrr enn Glámur var fallin. Tórhallur lovaði Guði og takkaði Gretti fyri, at hann hevði vunnið á hesum óreina anda. Nú tóku teir og brendu Glám á køldum koli. Eftir tað koyrdu teir øskuna av honum í eina hít og gróvu hana niður burtur frá fenaði og mannagongd. So fóru teir heim, og var tá væl liðið út á dagin. Grettir fór til hvíldar, tí hann var ógviliga móður.

Tórhallur sendi boð til næsta garð eftir monnum, sýndi teimum og greiddi frá tí, sum fram var farið. Øllum teimum, ið hoyrdu frásøgnina, tókti tað vera mikið avreksverk. Tá hildu allir menn, at tílíkur maður til alv, reystleika og brøgd sum Grettir Ásmundarson fanst ikki í øllum landinum.

Tórhallur loysti Gretti væl av garði og gav honum góðan hest og sømilig klæði, tí tey, hann áður bar, vóru rivin sundur. Teir skildust í vinsemi.

Haðan reið Grettir á Ás í Vatnsdali, og tók Torvaldur væl við honum og spurdi tráliga eftir samanbresti hansara við Glám, og Grettir greiðir honum frá tilburðinum og segði seg aldri hava verið fyri tílíkari kraftarroynd áður, so drúgvur var bardagi teirra. Torvaldur bað hann nú vera sáttligan, “tá man fara at gangast tær væl, men gert tú ikki so, verður vanlagna tær vís,“ helt hann fyri. Grettir segði, at muran var ikki batnað í sær og segði seg vera bráðsintari nú enn áður og tola verri allan mótburð. Eisini kendi hann á sær tað umskifti, at hann var vorðin so myrkaræddur, at hann ongar staðir tordi at fara, so skjótt tað tók at myrkja; tá gyklaðust fram fyri hann alskyns sjónhvørvingar, og síðani hevur verið sagt, at teimum lænir Glámur eygu ella ger glámlýsi, ið síggja øðrvísi, enn veruliga er.

Grettir reið heim til Bjargs, tá ið hann hevði gjørt ørindi síni, og var heima um veturin.“

Kvæðayrkjarin ger hesum bardaga viðvíkjandi skjótt av:

54. Tað var um eitt jólakvøld,

Grettir frá gildi reið:

møtti honum tað ljóta trøll

mitt á sínari leið.

55. Grettir situr á sínum hesti,

hann tykir nú mót sítt falla:

“Ljótari sjón eg ikki sá

í dagar mína falla.“

56. Bardist hann mót trøllinum,

so dvørgamál sang í fjøllum:

“Betur var mær heima at liggja

enn berjast ímóti trøllum“.

57. Tað leið at tí morgunstund,

dagur í eystri rann,

tað var mær av sonnum sagt,

at Grettir sigur vann.

58. So var mær av sonnum sagt,

at trøllið mátti flýggja,

Grettir tordi eftir tað

ikki myrkur síggja.

Í trimum ørindum verður tínæst stutt sagt frá, at jallarnir missa valdið í Noregi til Ólavs kongs Haraldssonar:

59. Inn kom ein av íslandsmonnum

letur so orðum venda:

“Jallarnir eru av Noregi riknir,

teirra makt er endað.

60. Jallarnir eru av Noregi riknir

einki kundi máa,

aftur er komin sankt Ólavur kongur,

hann man ríki ráða.“

61. Grettir upp frá borði leyp

við silvurskál í hendi:

“Drottin signi tey tíðindi,

sankt Ólavur var mín frændi.“

Og so fer Grettir aðru Noregsferð sína. Hann slapp við skipi, sum stóð uppi á Gásum í Oyafirði. Tá liðið var út á summarið, komu teir til Noregs, suðuri við Hørðaland. Teir frættu tá, at Ólavur kongur var norðuri í Tróndheimi, og Grettir helt so norður hagar, tí hann vildi fara á kongsins fund.

Nú koma vit til eina av frásagnunum um Gretti, sum kvæðið ger nógv burturúr:

“Nú er at siga frá, at tá ið teir Grettir fóru norður við landinum, fingu teir ofta hart veður, tí tað var tíðliga á vetri. Tá ið teir komu norður ímóti Staði, fingu teir ræðuligt illveður við kavaroki og frosti og noyddust at halda til lands eitt kvøldið, allir teipaðir. Teir løgdu at einum kletti har og fingu so bjargað førninginum. Keypmenninir gramdu seg illa, tí teir kundu ikki kynda eld, og hildu, at nú stóð um heilsu og lív. Ógviliga illa staddir løgdu teir seg har um kvøldið.

Tá ið leið á kvøldið, sóu teir stóran eld kyndan hinumegin sundið, teir vóru komnir í. Tá ið skipsmenninir sóu eldin, søgdu teir, at heppin hevði hann verið, ið kundi komið til eldin; teir ivaðust, hvørt teir skuldu loysa skipið, men tað tókti øllum vera váðaverk. Tá talaðu teir nógv um, hvørt nakar maður mundi vera so raskur, at hann var førur fyri at náa eldinum. Grettir var fámæltur, men segði, at teir menn mundu hava verið til, ið høvdu ikki kvíðað fyri tílíkum. Keypmenninir søgdu, at teir, sum høvdu verið, vóru teimum til lítlan bata, tá ið eingin tílíkur var nú at heita á, “ella troystar tú tær at fara, Grettir?“ søgdu teir, “tí tú ert hildin at vera mætasti avrekskappi av íslendskum monnum, og tú veitst nú gjølla, hvat ið leikar á hjá okkum.“ Grettir svarar: “Ikki haldi eg tað vera stórt bragd at náa eldinum, men ikki veit eg, um tit lata meg fáa betri løn aftur fyri, enn hann vildi havt, ið hetta innir.“ Teir mæltu: “Hví heldur tú okkum vera sovorðnar skálkar, at vit løna ikki tílíkt væl?“ “Eg skal royna at fara,“ segði Grettir, “tá ið tit halda so nógv liggja á, men ikki vænti eg mær gott av hesi gerð.“ Teir søgdu, at so skuldi ikki vera, og bóðu góða eydnu yvir hann.

Eftir tað læt Grettir seg úr klæðunum og búði seg til at svimja um sundið. Hann fór í ein síðan kappa og brøkur úr grovum vadmali; hann stytti kappan upp um seg, bant basttog um miðjuna á sær, og hevði við sær eitt kerald. Síðan leyp hann fyri borð. Hann svam nú yvir um sundið og gekk á land hinumegin.

Hann sær eitt hús standa har og hoyrdi har mannamál og miklan gleim. Grettir gekk ímóti húsinum.

Nú er at siga frá teimum, sum har vóru, at tað vóru synir Tóris, sum áður er sagt frá. Teir høvdu ligið har í nógvar nætur og bíðað eftir veðurlíkindum at koma norður um Stað. Teir vóru setstir at drekka og vóru tólv saman. Teir lógu í meginhavnini, og har var gjørt hús til teir menn at gista í, sum sigldu fram við landinum; har var borin nógvur hálmur í húsið og stórur eldur kyndur á gólvinum. Grettir fer nú inn í húsið, men visti ikki, hvørjir ið har vóru. Kappi hansara var allur glerstoyttur, so skjótt hann kom á land, og var hann øgiligur til útsjóndar, sum eitt trøll. Teir, sum fyri vóru, hvukku við og hugsaðu, at hetta mundi vera ein óvættur. Teir bardu hann við øllum tí, ið var til taks; og gjørdist nú mikið brak har, men Grettir syfti teir rammliga frá sær. Summir bardu hann við brondum, so gløður fuku um alt húsið. Í hesum vasa eydnaðist honum kortini at fáa fatur í eldi og koma sær út og so aftur til felagar sínar.

Teir róstu honum nógv fyri ferð hansara og reystleika og søgdu, at eingin mundi vera hansara javni.“

Kvæðaørindini, ið siga frá hesum sama, eru hesi:

62. Tað var um ein fríggjadag,

má meg rætt um minnast:

”Nú skal siglast til Noregi,

sankt Ólav kong at finna.“

63. Sigldu teir til Noregis,

teir fingu byrin blíða,

tá teir komu á Tróndheimsfjørð,

tá hittu teir veður stríða.

64. Kavaguva av fjalli stóð,

rok á firði mól,

teir komu inn at landinum,

har var einki skjól.

65. Bátsmenn ganga á sandinum,

tað nítur í hjartarøtur:

“Fáa vit ikki eld í nátt,

so bjóða vit ikki bøtur.“

66. Svaraði ein av bátsmonnunum,

hann situr á frystum sandi:

“Eg síggi bæði eld og ljós

yvir á hinum landi.“

67. Bátsmenn sita á frystum sandi,

teir væl um Grettir fagna.

“Hevði tú fingið oss eld í nátt,

tað mundi oss øllum gagnað.“

68. Grettir leyt á fjørðin halda,

garpur var hann sælur.

So stóð brot frá brósti hans

sum frá nøkrum hvali.

69. Grettir svimur á firðinum,

hann óttaðist ei fyri vanda,

hann sær gildi og gestaboð

yvir á landi standa.

70. Grettir steig á landið upp,

hann trein har inn í høll,

alt, sum har var innanfyri,

hildu hann vera eitt trøll.

71. Alt, sum har var innanfyri,

hildu hann var trøllið gráa,

hvør fekk sítt í hondina,

alt mót Grettir at sláa.

72. Grettir tekur til brandarnar,

væl man garpur duga,

so leika brandar um allan heyg,

at húsið stóð í loga.

73. Grettir trívur so snarliga

ein brand í høgru hendi

skundaði sær av durum út

og aftur á fjørðin vendi.

74. Bátsmenn lítast á Grettir væl,

sum hann á landið gekk.

“Nú eru vit úr vanda slopnir,

meðan tú brandin fekk.“

Nú kemur so upp avleiðingin av hesi gerð Grettis, fyrst søguteksturin:

“Morgunin eftir var gott veður. Keypmenninir vaknaðu snimma og búðust til ferðar; teir talaðu tá um, at teir skuldu fara at finna teir, ið eldin høvdu, og vita, hvørjir teir vóru. Teir loystu nú skipið og fóru yvir um sundið. Teir funnu einki hús, men sóu har eina stóra øskurúgvu, og har funnu teir nógv mannabein. Teir sóu nú, at húsið var alt brunnið niður og eisini teir menn, har høvdu verið.

Teir spurdu Gretti, um hann hevði volt hesa ólukku, og søgdu, at hetta var størsta illgerð. Grettir segði, at nú gekk, sum hann grunaði, at teir mundu fara at løna honum illa fyri eldin, hann søkti teimum, og helt fyri, at ilt er óargakroppum hjálp at veita.

Hetta var Gretti til stóran skaða, tí keypmenninir søgdu, hvar teir komu, at Grettir hevði brent menninar inni. Tað frættist nú brátt, at í hesum húsi umkomust synir Tóris úr Garði, ið fyrr eru nevndir, og fylgdarmenn teirra. Nú róku teir Gretti burtur av skipinum og vildu ikki hava hann við sær.“

Kvæðið ger ikki nógv burtur úr hesum dómi, ið fylgdarmenn Grettis fella yvir hann. Tað eru einans tvey ørindi, ið umrøða hetta:

75. Men tá ið dagurin aftur kom,

teir á plássi sóu:

kolað var alt húsið upp,

og brendir leggir lógu.

76. “Hoyr tú, Grettir, óndi maður,

tú má ei hjá oss vera,

vit vilja við tín ilskutræll

einki hava at gera.“

Nú sigur søgan frá, at Grettir fer at finna Ólav kong, tí hann vil reinsa umdømi sítt:

“Tað var ein dagin, tá ið kongur helt ting, at Grettir gekk fyri kongin og heilsaði honum virðiliga. Kongur leit at honum og mælti: “Ert tú Grettir hin Sterki?“ “So havi eg verið kallaður, og tí eri eg higar komin, at eg vænti, at tygum vilja veita mær ein linna í tí æruskemd, sum mær hevur verið kent um; men hesum eri eg ósekur í.“ Ólavur kongur mælti: “Víst ert tú dygdarmaður, men ikki veit eg, hvussu eydnan verður tær at rista hesa søk av tær. Líkt er til, at tú hevur ikki brent menninar inni við vilja.“

Grettir segði seg gjarna vilja reinsa seg fyri tí, hann var lagdur undir at hava elvt, um kongur vildi tað. Kongur bað hann siga satt frá, hvussu til hevði borist. Grettir segði tá alt, sum áður er greitt frá, og legði afturat, at teir livdu allir, tá ið hann slapp út við eldinum. “Nú bjóði eg mær til at ganga undir ta treyt, sum tygum halda, at lógin býður,“ helt hann fyri. Ólavur kongur mælti tá: “Vær viljum lova tær at bera jarn fyri hesa søk, um tað verður tær til eydnu.“ Gretti líkaði tað væl; hann tók nú til at fasta til jarnburðin, og so leið tíðin, til tann dagur kom, tá ið hann skuldi bera jarnið.

Tá fóru kongur, biskupur og fjøld av fólki í kirkju, tí mong vóru forvitin at síggja Gretti, so mikið var sagt um hann. Síðan var Grettir leiddur til kirkju, og tá ið hann kom í kirkjuna, litu mangir at honum og søgdu, at hann var ólíkur flestum monnum til styrki og at vøkstri. Grettir gekk nú innar eftir gólvinum. Tá leyp fram ein piltur, sum tó var tilkomin og merkiligur til útsjóndar, og segði við Gretti: “Undarligur siður er nú í hesum landi, her sum menn skulu eitast at vera kristnir, at illgerðarmenn, ránsmenn og tjóvar skulu fara í friði, og tað verður teimum loyvt at reinsa seg við jarnburði. Er annað at vænta av illmenninum, enn at tað vil bjarga lívinum, tá tað kann. Her er nú ein illgerðarmaðurin, sum sannroyndur er í illverkum og hevur brent inni sakleysar menn; og tó sleppur hann til jarnburð. Hetta er versti ósiður.“

Hann fór til Gretti, peiggjaði við fingrunum ímóti honum, skelkti at honum og kallaði hann marúlvason og eyknevndi hann við øðrum ólíkligum orðum. Grettir gjørdist nú ovursintur og kundi ikki ráða sær. Hann reiggjaði nevan og sló piltin undir oyrað, so at hann straks lá í óviti, og summir siga, at hann var deyður í stundini. Men eingin tóktist vita, hvaðan hesin pilturin kom, ella hvat varð av honum. Menn halda, at tað helst hevur verið ein óreinur andi, sendur Gretti til ólukku. Nú gjørdist mikið tumbul í kirkjuni, og sagt var konginum, at hann, ið jarnið skuldi bera, bardist um.“

Kvæðayrkjarin skapar úr hesi frásøgn hesi kvæðaørindi:

77. Grettir gongur for Ólav kong

bæði við sorg og sút:

“Eg eri nú av hvørjum manni

so illa spiltur út.“

78. “Hoyr tú Grettir, neyðarmaður,

kanst tú tað nú gera:

Ert tú reinur í hesari sak,

tú gløðandi jarn skal bera.“

79. Grettir varð leiddur í kovan inn,

har sat hann aleina,

fastaði hann í dagar tvá,

til hann skuldi jarnið royna.

80. Tað brast eingin dagur úr,

at klokkur hoyrast ringja,

so var sagt, at bispurin

hann læt til messu syngja.

81. Grettir var leiddur í kirkjuna inn

í tann mannahóp;

har kom ein so lítil drongur,

hann hevði so mikið róp.

82. “Hoyr tú sankta Ólavur kongur,

hvat ið eg vil framføra:

tú lati ikki handa ógerðarmann

tað heilaga jarnið røra.“

83. Sinni rann á Gretti sterka,

tað var hans óndi siður,

so høgdi hann á dreingin hart,

hann hoknaði í gólvið niður.

Vit venda so aftur til søguna og kanna, hvat ið kongurin nú hevur at siga um illsinnisgerð Grettis:

“Ólavur kongur gekk nú fram í kirkjuna, sá hvussu vorðið var og mælti: “Óeydnumaður ert tú við lít, at jarnburðurin skuldi ikki fara fram, nú alt var búgvið til tess; ikki man vera lætt at bøta um vanlagnu tína.“ Grettir svarar: “Meiri sømd hevði eg væntað at fingið frá tygum, harri, vegna ætt mína, enn nú tykjast vónir til,“ og nú segði hann, hvussu hann hevði hoyrt, at Ólavur kongur tók við monnum. “Nú vildi eg gjarna,“ segði Grettir, “at tygum tóku við mær. Tygum munnu ikki hava mangar menn, ið raskari eru í stríði enn eg.“ “Tað síggi eg,“ segði kongur, „at fáir menn kunnu metast ímóti tær til styrki og reystleika, men tú ert nógv meiri óeydnumaður enn so, at tú kanst vera hjá mær. Nú skalt tú fara í friði fyri mær, hvagar tú vilt, í allan vetur, men í summar skalt tú fara til Íslands, tí har verður tær eyðið at hvíla.“

Burtur úr hesum skapar kvæðayrkjarin hesi bæði ørindini:

84. Kongurin stendur á kirkjugólvi

bispurin honum hjá:

„Hoyr tú, Grettir, óndi maður,

tú gakk nú kirkju frá.

85. Tú hevur verið eitt bølmenni,

so eingin er tín líki,

far tær fyrst av kirkjuni út

og síðan av mínum ríki.“

Komið er nú til fjøritiunda og sætta part av “Grettis søgu“, sum ljóðar soleiðis:

„Hetta summarið, ið nú er sagt frá, kom skip til Íslands fyri tingið og lendi á Gásum. Tá var sagt frá ferðum Grettis og eisini var greitt frá húsbrunanum.

Av hesum tíðindum gjørdist Tórir í Garði ovursintur og tóktist honum tað skyldu sína at gera hevndir eftir sonum sínum hjá Gretti. Tórir reið av stað við størri mannfjøld og skeyt brennumálið inn fyri tingið; tó vildu menn onga avgerð taka í hesum máli, meðan eingin var at veita andsvar. Tórir kravdi, at Grettir skuldi verða gjørdur friðleysur um alt landið fyri slíka illgerð. Tá svaraði Skafti løgsøgumaður: “Víst er hetta ring gerð, um so er, sum sagt verður; men javnan er sannleikin ikki meira enn hálvur, um bara annar parturin greiðir frá, tí hvør sigur sína søgu sum best, um tvinnir eru partarnir. Sum nú er, leggi eg ikki úrskurð á, at Grettir verður gjørdur friðleysur fyri hetta.“

Tórir var veldismaður og mikil høvdingi og vinsælur av mongum stórmenni. Hann herdi tá so fast á við sakarførsluni, at sakloysi Grettis varð av ongum. Av Tóris ávum var Grettir tá gjørdur friðleysur um alt landið, og royndist Tórir honum verstur av øllum mótstøðumonnunum, sum ofta seinri kundi sannast. Hann beyð tá gjald fyri høvdið á Gretti sum á øðrum skóggangsmonnum og reið síðan heim. Mangir søgdu, at hetta var meira gjørt av makt enn eftir lógum, og tó var einki broytt. Nú hendi einki serstakt fyri miðsummar.“

Hesar avgerðir verða í kvæðinum lýstar stutt við fýra ørindum:

86. Meðan hetta í Noregi hendi,

ei stóð betur heima:

Tórir høvdingur í Íslandi

hann kundi ei synir gloyma.

87. Tórir gongur á Íslands ting

klagar um sínar frændur:

“Báðir eru synir mínir

í Tróndheimsfirði brendir.“

88. Tórir høvdingur í Íslandi

hann klagar um brendar brøður:

Grettir misti landafrið,

og prísur var settur á høvur.

89. Tórir lýsir á altingi,

so mundu ljóða søgur:

„Níggju merkur í hvíta silvri

fæst fyri Grettis høvur.“

Vit kunnu her steðga eitt sindur á og bera fram nakrar hugsanir um, nær ið Grettir mundi vera uppi á døgum.

Íslendingasøgur hava tað við sær, at tær, ikki bara við søgubyrjan, men eisini javnan sum søgan líður, viðgera ættartal og skyldskap. Og tað er ein orsøkin til, at tað í flestum teirra ber rættiliga væl til at tíðarfesta hendingar í teimum.

Á henda hátt er komið fram til, at faðir Grettis, Ásmundur, man vera føddur um 945, móðirin, Ásdís, um leið tjúgu ár seinni. Føðingarár Grettis er sett neyvt til 996.

Tá ið vit koma til fyrstu Noregsferð Grettis sterka, eitur árstalið 1011. Grettir hevur vetrarvist hjá Torfinni í Háramarsoy vetrarnar 1011-1012 og 1013-1014. Veturin ímillum, 1012-1013, býr hann hjá Torkili í Sálpti. Í 1014 fer Grettir aftur til Íslands, hevur vetrarvist heima á Bjargi og berjist við Glám henda veturin 1014-1015.

Í 1015 fer Grettir aftur til Noregs, hann verður lagdur undir at hava brent menn inni, býður sær til at bera gløðandi jarn, verður argaður, slær ein mann kaldan og verður vístur av landi aftur.

Í 1016 kemur Grettir heim aftur til Íslands.

Hann frættir tá, at faðir hansara er deyður, bróðir hansara er vigin, og at hann er gjørdur friðleysur um alt landið. Tá, sigur søgan, kvað Grettir hesa vísu:

“Sorgartíðindi trinni í senn

skaldi vitrast bórust.

Um faðirs deyða drongur

drýpur høvur og um bróður.

Sjálvur eg friðleysur flakki;

fleiri tó skulu daprari verða

enn eg nú av sorg og sút;

tað fær mangur at sanna.“

Hann fer so til Tóroddsstaðir at finna Torbjørn Øxnamegin, ið vegið hevði bróður hansara. Grettir hittir Torbjørn og son hansara, Arnór, úti í bønum. Søgan sigur:

“Grettir reið nú niðan á teigin; feðgarnir vóru ovari og høvdu bundið eina klyv og vóru í holt við næstu. Torbjørn hevði sett skjøld sín og svørðið við klyvina, men drongurin hevði handøksi hjá sær.

Torbjørn sá mannin og segði við dreingin: “Har ríður ein maður ímóti okkum; nú skulu vit gevast at binda hoyggið og vita, hvat hann vil.“ Teir so gjørdu. Grettir steig av baki. Hann hevði hjálm á høvdi, var gyrdur við saksinum og hevði stórt spjót í hendi, eingir krókar vóru á tí; tað hevði silvurdrignan fal. Hann setti seg niður og dreiv geirnaglan úr, tí hann vildi ikki, at Torbjørn skuldi kunna senda spjótið aftur.

Tá mælti Torbjørn: “Hetta er mikil maður, og ikki kenni eg mann burtur frá mær, um hetta er ikki Grettir Ásmundarson, og tykist hann hava átroðkandi ørindi til okkara. Latum okkum taka manniliga ímóti honum og ikki lata hann merkja nakran ótta á okkum. Vit skulu bera okkum snildiliga at, eg gangi ímóti honum at vita, hvussu leikur fer, tí eg tori ímóti hvørjum manni, tá eg bara skal berjast við ein. Men tú skalt leypa á hann aftan ífrá og høgga øksina við báðum hondum millum herðarnar á honum; tú skalt ikki óttast fyri, at hann ger tær nakað mein, tá hann vendir tær bakið.“ Hvørgin teirra hevði hjálm.

Grettir gekk á mýrina, og so skjótt hann kemur teimum í skotmál, skeyt hann spjótið eftir Torbjørn; men tað var leysari á skaftinum, enn hann helt, og skeytst tí á ferðini, leyp av skaftinum og niður í vøllin. Torbjørn tók skjøldin fyri seg, brá svørðinum og helt ímóti Gretti, tá ið hann kendi hann. Grettir brá tá saksinum og reiggjaði tí so mikið á, at hann sá, hvar pilturin stóð aftan fyri seg; hann tók seg í vara. Men tá ið hann sá, at pilturin skuldi høgga til sín, reiggjaði hann saksinum hátt; hann sló Arnór so hart í høvdið við bakkanum á saksinum, at heysurin brotnaði, og hetta var hansara bani. Tá leyp Torbjørn ímóti Gretti og høgdi til hansara, men hann vardi fyri sær við skjøldrinum í vinstru hond og høgdi við saksinum, so hann kleyv skjøldin av Torbjørn; saksið kom so hart í høvdið á honum, at tað stóð í heilanum á honum, og fell hann deyður niður.“

Kvæðið ger her skjótt av:

90. Tá ið hann aftur til Íslands kom

frætti hann tað av sonnum,

at hann hevði mist sín landafrið

av øllum íslandsmonnum.

91. “Vigin er ein bróðir tín,

og faðir tín er deyður.“

Grettir stendur og lýður á,

hann gerst í andliti reyður.

92. Grettir leitar um Ísland alt

síns bróður banamann,

tað var mær av sonnum sagt,

í Dølunum fann hann hann.

93. Grettir tekur sítt móður svørð,

hendur hevði hann harðar,

so høgdi hann á hansara høvur,

hann kleiv hann niður til jarðar.

Veturin 1016-1017 hevur Grettir vetrarvist á Roykjahólum, veturin eftir á Líggjaskógum. Hann búleikar so á Arnarvatnsheiði frá 1018 til 1021, í Grettisbøli á Mýrum frá 1021 til 1024, hevur vetrarvist í Tórisdali veturin 1024-1025. Árini frá 1025 til 1027 fer Grettir suður og eystur um land. Hann hevur vetrarvist í Bárðardali veturin 1027-1028, og so í 1028 fara hann og bróðir hansara, Illugi, út á Drangoy. Søgan sigur soleiðis:

“Eftir tað fóru teir oman til Roynisnes og vóru har um náttina. Haðan fóru teir út á strondina til tann garðin, ið eitur á Roykjum. Har búði ein maður, ið æt Torvaldur; hann var góður bóndi. Grettir bað hann um hjálp og segði honum ætlan sína, at hann vildi koma út í Drangoy.

Bóndin segði, at Skagfirðingar mundu ikki halda tað vera nøkur vinarsending, og bar seg undan. Grettir tók tá ein pengapung, sum móðir hansara hevði givið honum, og fekk bóndanum hann. Nú fegnaðist bóndin um pengarnar og fekk so húskallar sínar at flyta teir um náttina í mánalýsinum. Frá Roykjum er stytsta leið í oynna, ein fjórðingur.

Tá ið teir komu í oynna, líktist Gretti væl á, tí hon var vallað og so brøtt úr sjónum, at ongastaðni var komandi upp á hana, uttan har sum stigarnir vóru niðurlatnir; men tá ið hin ovari stigin var upp drigin, var eingin førur fyri at koma upp á oynna. Har búði nógvur fuglur um summarið, og har vóru tá áttati seyðir í oynni, ið bøndurnir áttu; tað vóru mest veðrar og ær, ið bøndurnir ætlaðu at taka í skurð.

Har tók Grettir sær nú bústað. Tá hevði hann verið friðleysur í fimtan ella sekstan vetrar, eftir tí sum Sturla Tórðarson hevur sagt.“

Yrkjarin tekur í kvæði sínum soleiðis til:

94. Grettir flakkar um Ísland alt,

hann kundi ei eydnu prísa,

eingin var so hugdjarvur,

ið honum tordi hýsa.

95. Grettir flakkar um Ísland alt,

tó hevði hann eydnu slíka,

tríggjar gisti hann næturnar

hjá Gudmundi tí ríka.

96. “Hoyr tú, Grettir, neyðar maður,

tað vil eg tær ráða,

far tú tær á Drangoy út,

hagar man eingin vága.“

97. Grettir fór á Drangoy út

við bróður sínum at verja,

har var eingin so hugdjarvur,

ið á hann tordi herja.

Og so kemur frásøgnin um seinastu atsóknina móti Gretti:

“Nú er frá tí at siga, at Grettir var so sjúkur, at hann kundi ikki seta fótin til. Illugi sat yvir honum, og Gleimur skuldi halda vakt. Hesum mutaði hann nógv ímóti og segði, at tað tóktist, sum lívið gekk úr teimum, hóast einki var áfatt. Hann fór út úr skálanum, men ógviliga treyður. Tá ið hann kom til stigarnar, hugsaði hann við sær sjálvum, at hann skuldi ikki draga stigan upp.

Hann tók til at syvja, legði seg niður og svav allan dagin, líka til Torbjørn kom til oynna. Teir sóu nú, at stigin var ikki drigin upp. Tá mælti Torbjørn: “Her er ikki, sum vant er at vera, eingir menn eru á gangi, og enntá stendur stigi teirra; kann vera, at meira hendir á ferð okkara, enn vit hugsaðu í fyrstuni. Nú skulu vit skunda okkum til skálan, og latum okkum nú ikki skorta áræði. Tað skulu tit vita fyri vist, at eru teir fullbirgir, tørvar okkum, at hvør dugir sum best.“

Síðan gingu teir upp á oynna, litu seg um og sóu, hvar maðurin lá skamt frá uppgongdini og snorkaði hart. Torbjørn kendi Gleim, fór til hansara, og rendi honum svørðshjøltini undir vangan og bað manntýggið vakna. “Sanniliga er hann ikki væl staddur, ið lítur tær lív sítt til,“ segði Torbjørn. Gleimur rassaðist við og mælti: “Nú ætla tit at bera tykkum at, sum vant er; ella tykir tykkum frælsi mítt vera ov mikið, at eg liggi her í kuldanum?“ Ongul mælti: “Ert tú vitleysur, sært tú ikki, at óvinir tykkara eru komnir og munnu drepa tykkum allar?“ Nú segði Gleimur einki, men tá ið hann kendi menninar, setti hann í at skrála, tað hann kundi. “Ger tú nú eitt av tveimum,“ sigur Ongul við hann, “at tú tegir straks og sigur okkum frá, hvussu tit búleika, ella drepi eg teg.“ Tá tagdi Gleimur, sum var hann dripin niður í vatn. Torbjørn mælti: “Eru teir í skálanum, brøðurnir, ella hví eru teir ikki úti?“ “Her veit ikki væl við“, sigur Gleimur, “tí Grettir er sjúkur og komin at bana, og Illugi situr yvir honum.“ Ongul spurdi um sjúku hansara og orsøkina; síðan segði Gleimur frá, hvussu Grettir hevði fingið sárið. Tá læði Ongul og mælti: “Satt er tað, ið fornir hava sagt, at gamlir vinir svíkja síðst, og ilt er at eiga træl til einkavin; hetta má sannast her, Gleimur, og hevur tú skammiliga svikið húsbónda tín, hóast hann var ikki góður.“

Fleiri skeldaðu hann fyri ódygd hansara og lamdu hann næstan til ólívis og lótu hann liggja har; so gingu teir heim til skálan og bangaðu hart á hurðina. Tá mælti Illugi: “Hin útryðjugrái stútar hart ímóti hurðini, bróðir.“ “Hann stútar so fast og harðliga,“ segði Grettir, og í somu løtu brast hurðin sundur. Tá leyp Illugi eftir vápnum og vardi dyrnar, so at teir sluppu ikki inn. Teir kundu bara søkja at við spjótkøstum, men Illugi høgdi øll spjótini av skafti, og tá ið teir sóu, at teir kundu einki gera, lupu teir upp á skálan og rivu tekjuna.

Tá leyp Grettir á føtur, treiv eitt spjót og sendi tað út millum andriftini. Har var fyri Kár, húskallur Halldórs úr Hovi, og stóð tað straks ígjøgnum hann. Ongul mælti og bað teir fara varliga og ansa sær væl, “tí vit kunnu sigra, um vit bera okkum skilaliga at,“ helt hann fyri.

Teir rivu nú við endarnar á mønutrænum og tyngdu so niður á mønutræið, til tað støkk tvørturav. Grettir kundi ikki reisa seg upp av knøunum; hann greip tá saksið Kársneyt, og í sama viðfangi lupu teir niður í skálan, og tá elvdist harður bardagi. Grettir høgdi við saksinum til Víkar, fylgdarmann Hjalta Tórðarsonar, og rámti hann á vinstru øksl, í tí hann leyp niður, og smeyg saksið um tvørar herðar og út undir høgru síðu og tók mannin sundir í lutir tvá, og soleiðis datt hann niður yvir Gretti.

Hann fekk tá ikki reiggjað saksinum so skjótt, sum hann vildi, og tá tók Torbjørn Ongul og høgdi hann ímillum herðarnar; tað var eitt stórt sár, hann fekk. Tá mælti Grettir: “Bert er bróðurleyst bak.“

Illugi kastaði nú skjøldin yvir hann og vardi hann so manniliga, at allir tóku til hansara. Grettir mælti tá við Ongul: “Hvør vísti tykkum leið í oynna?“ Ongul svaraði: “Kristus vísti okkum leið.“ “Eg giti hin arga kellingin, fosturmóðir tín, hevur víst tær, tí hennara ráð manst tú hava treysti til,“ segði Grettir. “Tykkum ger tað tað sama, hvør ið hjálpt okkum hevur,“ segði Ongul.

Teir søktu harðliga at, men Illugi vardi báðar dreingiliga, tí Grettir var ikki vápnaførur bæði av sárum og sjúku. Tá bað Ongul teir bera skjøldir ímóti Illuga, “tí“ segði hann, “hansara líka havi eg ikki funnið, so ungur hann er á aldri.“ Teir so gjørdu og trongdu hann inni við trøum og vápnum, at hann fekk ikki vart seg; tá fingu teir handtikið hann og hildið honum. Teir flestu, í atsóknini vóru, hevði hann sært og dripið tríggjar fylgdarmenn Onguls. Eftir tað fóru teir til Gretti, hann var tá fallin fram eftir rommum. Hann vardi seg ikki, tí hann var áður komin at bana av beinsárinum. Lærið var alt grivið upp av svullum líka at rørunum; teir veittu honum tá mong sár, men lítið ella einki bløddi.

Tá ið teir hildu, at hann var deyður, treiv Ongul eftir saksinum og segði, at Grettir hevði nóg leingi borið tað. Men Grettir hevði krept fingrarnar so fast um handfangið, at tað vikaðist ikki. Tá fóru nógvir til, men fingu einki gjørt. At enda royndu átta menn, og teir fingu tað ikki leyst heldur. Tá mælti Ongul: “Hví skulu vit eira skógarmanninum? Leggið hond hansara á stokkin.“ Tá ið tað var gjørt, høgdu teir av honum hondina um handliðin; tá rætnaðu fingrarnir og losnaðu av handfanginum. Ongul tók nú saksið við báðum hondum og høgdi Gretti í høvdið; høggið var so hart, at saksið helt ikki; har brotnaði eitt skar í miðjari eggini. Men tá ið hinir sóu tað, spurdu teir, hví hann spilti so góðan grip. Ongul svaraði: “Eyðkendari er saksið nú, um spurt verður eftir tí.“ Teir søgdu, at hetta tørvaði ikki, tí maðurin var longu deyður. “Tó skal enn meira verða gjørt,“ sigur Ongul. Hann høgdi tá Gretti tvey høgg ella trý á hálsin, áður enn høvdið tók av. „Nú veit eg víst, at Grettir er deyður,“ segði Torbjørn.“

Í kvæðalíki ljóðar henda frásøgn soleiðis:

98. Hann var sær á oynni úti

upp á fjórða árið,

tá kom honum til ólukku,

hann fekk so stórt eitt sár.

99. Ilska kom í sárið,

Grettir á seingini lá:

hetta frættu hans óvinir,

so væl teir gleddust tá.

100. Tórbjørn talar til sínar menn:

“Tit gevið honum ikki grið,

sleppur hann undan í hetta ár,

so hevur hann landafrið.“

101. Tað var um ein annan dag,

stormur dunar í fjøllum:

Tórbjørn er farin á Drangoy út

við monnum sínum øllum.

102. Tórbjørn inn í hellið gekk,

sum Grettir fyri innan lá,

høgdi hann hansara høvur av

sær sjálvum til spott og háð.

103. Illugi vaknar av svøvni upp,

tá bróðirin varð dripin;

snarliga var hann av Tórbjørns monnum

í hallardurum gripin.

104. “Vilt tú svørja oss trygdareið,

tín bróður ei at hevna,

so geva vit tær landafrið,

vilt tú ikki um tað nevna?“

105. “Tú hevur gjørt eitt dáraverk,

tað manst tú nú fortróta,

manniliga skal eg hevna hans deyð’,

um eg má lívið njóta.“

106. Tað var Tórbjørn íslendingur,

sínum svørði brá;

miðjan kleyv hann Illuga

sundur í lutir tvá.

Søgan sigur nú frá, at Tórbjørn við tilnevninum Ongul fekk ongan frama, tá ið hann á altingi bar fram tey tíðindi, at hann hevði beint fyri skóggangsmanninum, Gretti. Heldur fekk hann háð og spott, tí hann við stórum liði hevði søkt at sjúkum, verjuleysum manni. Kvæðið lýsir hetta stutt í fýra ørindum:

107. Tórbjørn fór á altingið

við Grettis høvur í hendi:

“Her er høvdið av manninum,

sum út var lagdur úr landi.

108. Níggju merkur í hvítum silvri

skulu tit mær fáa

fyri eg drap tann sterka mann,

sum eingin tordi vága.“

109. “Hoyr tað Tórbjørn íslendingur,

torir tú siga frá,

tú hevur dripið tann sterka mann,

ið sjúkur á seingini lá.

110. Hoyr tú, Tórbjørn íslendingur,

tín dómur er nú feldur,

tú skalt flýggja av Íslandi,

og løn fært tú ikki heldur.“

“Grettis kvæði” endar so við einum lærusetningi, einum morali, ið er orðaður í tveimum ørindum:

111. Nú er frætt frá Gretti sterka

fáir finnast slíkir.

Hansara deyði hevndur var

eysturi í Garðaríki.

112. Hann, ið ei lýðir faðir ráð,

sjáldan verður hann glaður,

so gekk tað við Gretti sterka,

hann var ikki eydnismaður.

Tá ið tað í næstseinasta ørindi verður sagt, at Grettir varð hevndur eysturi í Garðariki, so kann hetta staðarfestast uppaftur neyvari til Miklagarð (Konstantinopel).

Banamaður hansara, Torbjørn Ongul, mátti sum nevnt rýma úr Íslandi. Hann fór til Noregs, men kendi seg ikki tryggan har, tí í Noregi búði bróðir Grettis, Torstein Drómundur, og tískil flýddi Torbjørn til Miklagarðs og gav seg í tænastu har. Men Torstein helt aftaná, fann Torbjørn og beindi fyri honum - hetta skuldi vera í 1033. Søgan ger nógv burturúr, at eingin íslendskur maður uttan Grettir var hevndur úti í Miklagarði.

Áðrenn vit nú sleppa hesum kenda kvæði, kundu vit stutt nortið við spurningin um, hvør ið man hava yrkt tað.

Í “Gylstu bók“ t.e. “Føroysk kvæði um brøgd norðmanna ættarinnar úti og heima”, 1925, sigur Jóannes bóndi, at Jákup Nolsøe, handilsforvaltari (1776-1869), yngsti bróður Nólsoyar Páls, ber orð fyri at hava yrkt Grettis kvæði. Hann nevnir eisini møguleikan, at Sjóvarbóndin skal hava yrkt, men heldur fyri:

“Tað man vera reiðiliga ivingasamt. Yrkingin líkist ikki hansara. Hon hevur sama lagið sum „Jøkils kvæði“, og tað hevur Jákup Nólsoy yrkt. Samanber t.d. natúrlíkingina í „Jøkils kvæði“: „Gluggaluft á himni stóð/ lítið mánin sá/ ymsir flókar fyri drógu/ ymsir drógu frá.“ við „Grettis kvæði“: „Kavaguva á fjøllum stóð/ rok á firði mól.“”

Nú er so komið undan kavi eitt bræv, sum Sjóvarbóndin, Jens Chr. Djurhuus (1773-1853) hevur skrivað - har hann nevnir tey kvæði, hann hevur yrkt. Millum teirra er “Grettis kvæði“.

So hetta verður at standa sum sannleikin í løtuni.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018