• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Úrmælingur í bardaga

Kvæðið um íslendska stórmennið Gunnar av Líðarenda, sum sumbingurin Poul Johannes Poulsen, á Gaddinum, (1867-1948) hevur yrkt, stendur prentað í fimta bindi av “Varðanum“, sum kom út í 1925. Og tað er yrkt burtur úr tí partinum av “Njáls søgu“, sum snýr seg um lívssøgu Gunnars Hámundarsonar.

Fyri okkurt um hundrað árum síðani var eingin “Njáls søga“ í føroyskari týðing. So Poul man hava yrkt sítt kvæði annaðhvørt eftir vitra manna frásøgn ella - og tað er trúligari - eftir prentaðari „Njáls søgu“ á norrønum ella á onkrum øðrum máli, hann hevur dugað.

“Njáls søga“ verður av mongum mett sum hin best skrivaða av øllum íslendingasøgum. Høvundurin hevur gott skil á lógarviðurskiftum, og persónslýsingarnar eru djúpari enn vant er at vera í øðrum søgum.

Høvundurin er ókendur, men hildið verður, at søgan man vera skrivað onkuntíð um leið 1280. Hendingarnar fara fram í høvuðsheitum á Suðurlandinum í tíðini millum 960 og 1015, tað er um somu tíð, sum høvuðshendingarnar í “Føroyingasøgu“ fara fram.

Søgan er skift sundur í tríggjar høvuðspartar: Í fyrsta parti hoyra vit um vinalagið millum Njál og Gunnar, og parturin endar við deyða Gunnars, annar partur snýr seg mest um Njál og endar við frásøgnini um, tá ið Njál og næstrafólk hansara verða brend inni á Bergtórshváli. Triði og seinasti partur sigur so frá, hvussu Kári hevnir morðbrennuna og síðani sættist við Flosa.

Fyrst í 1960-árunum týddi Bjarni Niclasen (1919-1980) „Njáls søgu“ til føroyskt, og forlagið Keldan gav hana út í 1966. Tá ið vit niðanfyri bera saman kvæðið við týðingina, er tað tekstin hjá Bjarna, vit nýta, og tá eru tað serliga partarnir frá 19 til 77, sum hava áhuga.

Tað er vanligt í íslendingasøgum, at nógv verður sagt um ættarviðurskifti, tá ið persónur kemur inn í søgugongdina á fyrsta sinni. Gunnari viðvíkjandi er einki undantak. Søgan sigur soleiðis frá:

„Gunnar æt maður, hann var frændi Unn. Móðir hansara æt Rannveig, og hon var dóttir Sigfús, sum var sonur Sigvat Reyða; hann var dripin við Sandhólaferju. Faðir Gunnars æt Hámundur, og hann var sonur Gunnar Beygsson; Gunnarsholt er uppkallað eftir honum. Móðir Hámundar æt Ravnhild; hon var dóttir Stórolv, sum var sonur Høing. Stórolvur var bróðir Ravn løgsøgumann. Sonur Stórolv var Ormur Sterki.

Gunnar Hámundarson búði á Líðarenda í Fljótslíð. Hann var mikil maður at vøkstri og sterkur, hann var besti bardagamaður; hann hjó svørði og kastaði spjót, tá ið hann vildi, eins væl við vinstru hond sum við høgru, og hann brá sínum svørði so skjótt, at tað sá út fyri monnum, sum trý svørð vóru á lofti í senn. Hann var besti maður at skjóta við boga, og hann rakti alt, sum hann skeyt eftir; hann leyp meira enn hædd sína í øllum herklæðum, og tað var eins tað sama, um tað var aftureftir ella fram; hann svam sum selur; eingin leikur var, sum nakar kundi kappast við hann, og sagt er, at eingin var javni hansara.

Hann var vænur at útsjónd, ljósleittur, hevði beina nøs, sum var eitt sindur upprend, blá, leikandi eygu, reyðar kinnar, mikið hár, sum fall væl niður eftir nakkanum, og hann var vænur at liti. Hann var ógvuliga kurteisur, raskur til roysnisverk, trúgvur í ráðum, stórtøkin og mildur, og tað var eins tað sama, um tað var við vinir sínar, men hann valdi teir vandaliga. Hann var eisini ríkur maður.

Bróðir hansara æt Kolskeggur; hann var mikil maður og sterkur, og hann ræddist einki. Annar bróðir hansara æt Hjørtur, hann var tá hálvvaksin.

Ormur Skógarnev var bróðir Gunnars loyngitin, og hann kemur ikki fram í hesari søgu.

Arngunn æt systir Gunnars; hon var gift við Róari Tungugoða, og hann var sonur tann Una Óborna, sum var sonur tann Garðar, sum fann Ísland. Sonur Arngunn var Hámundur Halti, sum búði á Hámundarstøðum.“

Í kvæðinum leggur yrkjarin seg serliga eftir at lýsa góðu eginleikar Gunnars:

1. Eg veit eina rímuna,

ið inni hevur ligið leingi,

gjørd um Gunnar av Líðarenda

og hansara reystu dreingir.

Latum dans dynja dreingir!

Og nú, stoltsliga stígum í ring,

stendur hon væl frúva

2. Nógvar eru bøkur skrivnar,

víða eru tær sendar;

nú skal eg kvøða um kempuna,

Gunnar av Líðarenda.

3. Hámundur eitur hansara faðir,

so er sagt ífrá,

hann var ikki við vápnum vigin,

tí doyði hann á strá.

4. Hámundur er á Íslandi

grivin í døkka mold.

Kolskegg eitur hans yngri sonur,

hann er ein kempa bold.

5. Eftir livir Hámunds kona

bæði við trega og sorg.

Gunnar og Kolskegg, brøður tveir

livdu saman í borg.

6. Hoyrt er gitið frá Gunnari,

so vænur var á at líða,

hann fekk ikki sín líkamann,

hvar ið hann kom at stríða.

7. Hoyrt er gitið frá Gunnari,

har ið hann kom millum dreingir,

hann var so lættur á sínum fóti,

rætt sum fuglur við veingjum.

8. Gunnar var ein avrekskappi,

so er sagt ífrá;

hann kundi svimja sum ein fiskur

mót teirri bylgju blá.

Aftan á henda inngangin snýr restin av hesum kvæði seg um ein bardaga, sum Gunnar stóð í á uttanlandsferð. Søgan sigur:

“Eitt skip lendi í ósanum við Arnarbøli, og Hallvarður Hvíti úr Víkini var formaður á skipinum. Hann fór til vistar á Líðarenda og var hjá Gunnari um veturin. Hallvarður bað Gunnar javnan koma til útlondini við sær. Gunnar talaði lítið um hetta, men segði ongantíð avgjørt nei.“

Hann fór so um várið at finna Njál og bað hann leggja sær ráð. Njál mælti honum til at fara og segði, at hann skuldi ansa ognum hansara, meðan Gunnar var burtur.

Gunnar fór so av landinum og Kolskeggur, bróðir hansara, við honum. Teir sigldu til Túnsberg og vóru har um veturin. Um várið fóru teir í víking. Kvæðið sigur soleiðis:

9. Gunnar klæddist árla morgun

talar til bróður sín:

“Nú lystir meg á onnur lond

at royna roysni mín.

10. Eg og allir mínir menn

vilja tær eftir fylgja,

um tað er til frið ella stríð,

vit óttast ei brattar bylgjur.“

11. Ganga teir til strandar oman

fagurt var á at líta,

Gunnar og Kolskegg brøður tveir

við sínum gørpum fríðu.

12. Vundu teir upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

sigldu fullar tríggjar dagar

áðrenn teir sóu land.

13. Har ið teirra snekkjan

kendi fagurt land;

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

14. Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Gunnar av Líðarenda

sínum fóti á land.

Bardagin, sum kvæðið nú fer at snúgva seg um, verður í søguni nevndur bardagin undir Oysýslu. Søgan sigur:

„Summarið eftir fóru teir til Ravala, har møttu teir víkingum, bardust og fingu sigur. Síðan hildu teir eystur til Oysýslu og lógu har eina tíð undir einum nesi.

Ein dagin sóu teir mann ganga oman av nesinum. Gunnar gekk á land og hitti mannin; teir talaðu saman. Gunnar spurdi hann at navni, og hann nevndi seg Tóva. Gunnar spurdi, hvat hann vildi. “Eg vil finna teg“, segði hann; “herskip liggja hinumegin undir nesinum, og eg skal siga tær, hvørjir ráða fyri skipunum. Har ráða tveir brøður; annar eitur Hallgrímur og hin eitur Kolskeggur. Eg veit, at teir eru mestu bardagamenn, og teir hava vápn so góð, at eingin hevur slík. Hallgrímur hevur spjót, sum hann hevur latið ganda, soleiðis at einki vápn skal vera honum at bana uttan hetta spjót. Eisini er tað so, at beinanvegin sum bardagi er í væntu, veit hetta spjót av, tá syngur hart í tí; soleiðis hevur hann náttúruna við sær. Kolskeggur hevur stutt svørð; tað er eisini hitt besta vápn. Teir hava triðing meiri lið, enn tit hava. Teir hava eisini mikið fæ, sum teir hava fjalt á landi, og eg veit gjølla, hvar tað er. Teir hava sent eitt njósnaraskip út um nesið og vita av, at tit liggja her; nú búgva teir seg til og ætla at leggja at tykkum beinanvegin, teir eru búnir. Hjá tykkum er annað hvørt at gera: antin halda tit beinanvegin burtur hiðani, ella búgva tit tykkum til bardaga sum skjótast. Fáa tit sigur, tá skal eg fylgja tykkum hagar til, sum fæið er fjalt.“

Gunnar gav honum fingurgull og gekk síðan til menn sínar, segði teimum frá, at herskip lógu hinumegin nesið – “og teir vita væl av, at tit liggja her. Nú skulu vit taka vápn okkara og búgvast væl og skjótt, tí at nú er fæ at vinna."

Kvæðið umrøður hetta søgubrotið soleiðis:

15. Gunnar gekk frá strondum niðan

bæði hyggin og vitur,

sær hann har á grønum vølli

ein gamal maður situr.

16. Mælti hesin gamli maður,

situr á slættum sandi:

"Eg kenni ikki henda mann,

hvaðni ert tú av landi?"

17. Gunnar so til orða tekur,

gott er at taka til evna:

"Hetta er Gunnar av Líðarenda,

so skalt tú meg nevna."

18. "Ert tú Gunnar av Líðarenda,

tú ert ein kempa sterk,

tú ert víða gitin um lond

og tíni roysnisverk."

19. Gunnar so til orða tekur,

gott var í honum evni:

"Hvør ert tú, hin gamli maður,

hvussu skal eg teg nevna?"

20. "Tórir skalt tú nevna meg,

eg var til oynna flýddur,

eg veit hvørki av vinum ei frændum,

so illa eri eg lýddur."

21. "Hoyr tú tað hin gamli maður,

ein gullring gevi eg tær,

veit tú nakrar røvarar,

tú dyl tað ei fyri mær."

22. Tórir so til orða tekur,

mælir av tungum inna:

"Undir einum loynitanga,

har skalt tú røvarar finna:"

23. Svaraði Gunnar, kempan reyst,

heldur á brýndum brandi:

"Hvussu eita teir røvarar,

ið herja á hesum landi?"

24. "Eingrímur og hann Kollbjørn brøður

her hava ligið leingi,

teir føra eina stóra skútu

og hartil raskar dreingir."

Vit leggja her til merkis, at ósamsvar er her millum søgu og kvæði: Poul á Gaddinum kallar gamla mannin Tórir, sum søgan kallar Tóva, og mótstøðumenn Gunnars, sum í søguni eita Hallgrímur og Kolskeggur, nevnir hann Eingrím og Kolbjørn - hetta seinasta helst fyri at sleppa undan, at navnarnir Kolskeggur, bróðir Gunnars, og Kolskeggur, mótstøðumaður teirra, koma í bland í kvæðinum.

Søgan ger lítið burtur úr bardagafyrireikingunum. Hon sigur bara, at

“teir gjørdu seg skjótt til reiðar, og tá ið teir vóru búnir, sóu teir, at skip sigldu ímóti teimum.“

Kvæðið ger heldur meira burturúr. Her verður sagt frá, hvussu Gunnar eggjar sínum monnum, og hvussu orð falla, tá ið høvdingarnir hittast:

25. Gunnar talar til sínar menn,

hann helt á brandi bjarta:

“Standið væl og manniliga

og havið ei kálvahjarta.“

26. Gunnar gekk til strandar oman

læt síni orð so lýða:

“Verið nú kvikir á skipabunka

nú fara vit skjótt at stríða.

27. Standið væl og manniliga

kljúgvið væl við brandi,

eg síggi, hvar ið Eingríms skip

flýtur fyri landi.“

28. Vundu upp síni silkisegl

sigldu fram við landi

fingu at síggja Eingríms skip

mikið fólk á standa.

29. Tað var Gunnar, kempan sterk;

sigldi teimum ímóti,

Eingrímur stóð í fremra stavni

heldur á gyltum spjóti.

30. Eingrímur stóð í fremta stavni,

hann heldur á gyltum spjóti:

“Hvør er sá hin hugdjarvi,

ið heldur mær ímóti?“

31. Gunnar so til orða tekur,

tað var ei at loyna:

“Hetta er Gunnar av Líðarenda,

ið roysni við teg vil royna.“

32. Eingrímur so til orða tekur

var klæddur í stáli stinna:

“Ymiskt skulu leikir leika,

hvør sigur fer at vinna.“

33. Svaraði Gunnar, kempan reyst,

hann gjørdist í kinnum reyður:

”Tú skalt bráðan deyðan tola

og eg skal sigur vinna.“

34. Svaraði Kolbjørn, kempan sterk,

læt síni orð so ljóða:

“Gunnar! Hvør er hasin maður,

ið brynju ber so fríða?“

35. Svaraði Gunnar, kappin reysti,

hann stendur í fremra stavni:

“Hatta er Kolskegg, bróðir mín,

hann tykist at vera tín javni.“

36. Kolbjørn so til orða tekur,

hann bindur hjálmaband;

“Kolskegg stendur mær ikki høgg

meir enn fyri aðra hond!“

37. Svaraði Kolskegg kempan sterk,

hann heldur á gyltum spjóti:

“Tað skal vera skjótt um stund,

tú spjálkar for mínum fóti!“

38. Gunnar talar til sínar menn:

„Dvøljist ikki leingi.

Takið skjøldur og svørð í hond

og spennið bogastreingir!“

Og so brestur bardagi á. Søgan sigur:

“Orrustan tók seg upp, og teir bardust leingi; har var mikið mannfall. Gunnar vá mangan mann. Teir Hallgrímur lupu á skipið til Gunnars; Gunnar vendi sær móti Hallgrími. Hallgrímur legði til hansara við spjótinum. Ein slá var tvørtur um skipið, og Gunnar leyp øvigur aftur um hana; skjøldur Gunnars var fyri framman sláina, og Hallgrímur legði spjótið ígjøgnum skjøldin og síðan inn í sláina. Gunnar hjó á hondina á Hallgrími, so hann breyt handleggin, men svørðið beit ikki; tá datt spjótið niður. Gunnar tók spjótið og legði tað ígjøgnum Hallgrím. Síðan hevði Gunnar hetta spjót allar sínar dagar.

Teir báðir navnarnir Kolskeggjarnir bardust sínámillum, og teimum stóð á jøvnum føti. Tá kom Gunnar og hjó hinum Kolskeggi banahøgg. Eftir hetta bóðu víkingarnir sær grið; Gunnar læt teir hava lív. Síðan læt hann kanna valin og taka tað fæ, sum teir menn høvdu átt, sum deyðir vóru, men teimum, sum bóðu sær grið, gav hann vápn og klæði, og hann bað teir fara til fosturland sítt; teir róðu burtur, og Gunnar tók alt fæ, sum eftir var.“

Sum longu áður nevnt, ger kvæðið nógv burtur úr sjálvari orrustuni:

39. Skutu og stungu Íslands menn,

teir vildu ei undan flýggja,

høvur og kroppar í havið tumla,

øgiligt var at síggja.

40. Tað var Gunnar, kempan sterk,

hann vildi í stríðið hasta,

tí vildi hann ikki bogan spenna,

men heldur við spjóti kasta.

41. Gunnar tók sítt spjót í hond,

honum var einki at bella,

hvørt eitt spjót hann kastaði,

tað mundi manni fella.

42. Eingrímur talar til Kolbjørn bróður,

hann tykist at vera í vanda:

“Nú er antin at lata lív

ella manniliga at standa.“

43. Eingrímur tók sítt svørð í hond,

honum var einki at bella,

tá máttu nógvir av Gunnars monnum

fyri hans svørði falla.

44. Tá ið Gunnar hetta sá,

at fólkið tók at falla,

tók hann tá sítt svørð í hond

og letur á Kolskegg kalla.

45. Tað var Gunnar, kappin reysti,

hann gjørdi tað, hann vildi,

leyp so aftur á Eingríms skip,

Kolskegg honum fylgdi.

46. Kolskegg fór eftir bunkanum,

ið væl bar brand í hendi,

tað var Kolbjørn, kempan ein,

ímóti honum vendi.

47. Kolbjørn vá við sínum brandi,

royndi góðan grip,

øvutur mátti Kolskegg leypa

aftur á Gunnars skip.

48. Kolbjørn og hann Eingrímur

ímóti Gunnari vendu,

Gunnar mátti undan leypa

við hvøssum brandi í hendi.

49. Tað var Gunnar, kappin reysti,

ið royndi góðan grip,

leyp hann tá við sínum monnum

aftur á Eingríms skip.

50. Kolskegg fór eftir bunkanum,

ið væl bar brand í hendi,

tað var Kolbjørn, kempan sterk,

ímóti honum vendi.

51. Ruku saman á miðjum bunka

av so góðum treysti,

høggini falla mong og tung,

teir góvu hvøllar brestir.

52. Gunnar og hann Eingrímur

teir vildu hvønnannan vinna,

ruku saman á skipabunka,

tá mundu tveir raskir finnast.

53. So fleyt blóð á Eingríms skipi,

øgiligt var at síggja,

Gunnar og Kolskegg, brøður tveir,

gingu upp til kníggja.

54. Eingrímur vá við sínum brandi

bæði av grimd og vreiði,

so klývur hann Gunnars brynju

eins og onnur klæði.

55. Tað var Gunnar, kempan sterk,

við sínum brandi skar,

Eingrímur fekk tá fleiri sár,

men hin óskaddur var.

56. Tað var Gunnar, kempan reyst,

so var í stríði staddur,

øvutur mátti hann leypa tá

yvir bummin aftur.

57. Tað var Gunnar, kempan reyst,

vá við einum brandi,

so loypur hann skipa millum

eins og á slættum sandi.

58. Tað var Gunnar, kappin reysti,

snarliga hann sær vendi,

leyp so móti Eingrími

við hvøssum brandi í hendi.

59. Tað var Gunnar av Líðarenda

sínum svørði brá,

síðani kleyv hann Eingrím kempu

sundur í luta tvá.

60. Høgdi hann høvdið av Eingrími,

gjørdi tað alt í senn,

kastaði tað í havið út

og fleiri aðrar menn.

61. Tá ið Kolbjørn hetta sá,

at bróðir sín var deyður,

gav hann Kolskegg so vánt eitt høgg,

hann gjørdist í andliti reyður.

62. Tá ið Gunnar, kempan sterk,

sá sín bróður í neyð,

høgdi hann høvdið av Kolbjørni

og gav honum bráðan deyð.

Tá ið bardagalýsingin er lokin, sigur søgan frá, hvussu Gunnar hjálpir Tóva. Tóvi er danskur maður, sum víkingar hava tikið, og tí er hann endaður í Oysýslu. Gunnar tekur hann við sær aftur til Danmarkar, og haðani fer Gunnar til Noregs og so aftur til Íslands.

Men her ger kvæðið skjótt av við hesum útgangi, sum ikki er meira enn fýra ørindi:

63. Gunnar talar til sínar menn,

hann heldur á gyltum ringi:

“Nú er at sigla heim til lands,

nú hava vit sigur fingið.“

64. Gunnar og Kolskegg sigur vunnu,

sum gitið man vera leingi,

feldu niður Eingrím sterka

og hansara reystu dreingir.

65. Gunnar og hann Kolskegg bróðir

vunnu í hesum stríði,

sigldu so til Íslands heim,

teir fingu byrin blíðan.

66. Tað var Gunnar av Líðarenda,

hann livdi við gleði og gleim,

førdi aftur Eingríms skip

við sær til Íslands heim.

Umframt hetta kvæðið um Gunnar av Líðarenda eru tvey onnur at nevna um sama mann, annað meira heilskapað enn hitt, sum er brotakent.

Fyrra teirra er “Gunnars kvæði“, sum Tróndur á Trøð (1846-1933) í Skálavík yrkti. Tað er í handskrivaðari kvæðabók, ið komin er úr Skálavík og nú er í varðveitslu á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Kvæðið er prentað í “Traðarbókini”, sum Eyðun Andreassen skrivaði inngang og viðmerkingar til, legði til rættis og gav út í 1999. Tað er væl longri enn kvæðið hjá Pouli á Gaddinum, 232 ørindi, og tískil fer tað eisini nágreiniligari til verka, tá ið hendingar á lívsleið Gunnars verða lýstar.

Tað brotakenda kvæðið er "Gunnars kvæði", ið Hammershaimb hevur skrivað upp í Suðuroynni um miðja 19. øld. Tað er prentað í danska tíðarritinum “Antiquarisk Tidsskrift“ í 1852 og aftur í "Færøiske kvæder II" í 1855. Ørindini eru bara ellivu í tali, og tey greiða frá einari viðgitnari hending, ið nevnd er í “Njáls søgu“, 77. parti: “Gunnar á Líðarenda fær bana“.

Teir báðir Mørður og Gissur søkja at Gunnari, sum verjir seg manniliga bæði við atgeiri og boga. Søgan sigur:

“Í hesum bili leyp Torbrandur Tollaksson upp á tekjuna og høgdi sundur bogastrong Gunnars. Gunnar treiv tá atgeirin við báðum hondum, snúði at honum og skjótt rak hann hann ígjøgnum Torbrand og kastaði hann út av tekjuni.

Tá leyp Ásbrandur bróðir hansara upp; Gunnar legði atgeirin til hansara, men hann setti skjøldur sín fyri; atgeirin rendi ígjøgnum skjøldin og ímillum handleggirnar; Gunnar snaraði tá atgeirinum so hart, at skjøldurin klovnaði, og báðir handleggirnir brotnaðu; hann fell út av tekjuni.

Frammanundan hevði Gunnar sært átta menn og dripið tveir; tá fekk Gunnar tvey sár, og tað siga allir menn, at hann eymkaði seg hvørki fyri sárum ella bana.

Hann mælti við Hallgerð: “Fá mær tvær øgnir úr hári tínum og snarið tú og móðir mín ein bogastrong til mín.“

“Liggur tær mikið á tí?“ spurdi hon.

“Lív mítt liggur við“, svaraði hann, „tí at teir fáa aldri søkt at mær, tá ið eg havi boga mín.“

Hon svaraði: “Tá skal eg nú minnast tær kinnhestin, sum tú gavst mær, og eg hirði einki, um tú verjir teg longur ella styttri.“

“Hvør hevur sítt at verða mintur fyri,“ segði Gunnar, “og eg ætli mær ikki at biðja teg leingi.“

Rannveig mælti: „Illa bert tú teg at, og leingi munnu menn minnast skomm tína.“

Gunnar vardi seg væl og manniliga, og hann særdi aðrar átta menn við so stórum sárum, at mongum stóð um bana. Hann vardi seg hagar til, at hann fall av møði.“

Hetta konusvikið dvølur „Gunnars kvæði“ við:

1. So skeyt Gunnar, nýtur drongur

- og hon hin villa -

sundur gekk hans bogastrongur.

Tá gjørdi hon illa,

illa sveik hon reystan drong,

og tað var tó illa.

2. “Hallgerð, vís mær nú tín tokk'

veit mær dugnað við hárlokk.“

3. “Hár mítt hevur meg væl prýtt,

tað er bæði gult og sítt.

4. Sig mær skjótt og satt nú frá,

hví tú vilt hárlokkin fá.“

5. “Verja man eg meg væl um stund,

fái eg notið boganum.

6. Veit mær hann skjótt, sit so við frið,

lívið mítt har liggur við.“

7. “Leggur tú tað virðið á,

hárlokk skalt tú ikki fá.

8. Huga man eg, tá ið tað var,

høgg á kinn at tú gavst mær.“

9. “Verða mant tú slíkt minni við,

sum tú nú gert tær ágitið.“

10. Móðir fellir møðug tár:

“Hjálp tær sonur við mítt hár.“

11. “Ei skulu bragdar brigda mær,

at eg reiv hár av høvdi tær.“

Í hesum bardaga, sum stóð um 990, fall Gunnar Hámundarson, føddur um 945. Av øllum íslendskum søguhetjum er hann tann mest fyrimyndarligi: bæriligur og vakur, vápnafimur og grundargóður. Gitið er vinalag hansara við hin vísa Njál Þorgeirsson og orðalag hansara, tá ið hann dømdur útlagin í trý ár vendir sær á móti heimagarði sínum Líðarenda í Fljótslíð - og setst aftur: „Føgur er líðin. Aldri sá eg hana fagrari.“

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018