• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Harra Pætur og Elinborg

 

Árni Dahl:

Eitt konubrot á skipabunka

Hugtakandi riddarakvæðið um Harra Pætur og Elinborg verður stutt lýst soleiðis í vísindaverkinum “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad“, sum kom út í Oslo í 1978, og sum okkara køni kvæðagranskari, Mortan Nolsøe, átti sín lut í:

“Elinborg lovar at bíða ávíst áramál eftir Pæturi, meðan hann er uttanlands. Tá ið avrádda tíðin er fráliðin, hittir hon ein skipara, sum sigur henni, at Pætur hevur funnið sær annað vív. Hon heldur av stað við skipi sínum at finna hann í fremmanda landinum. Tá ið hon kemur vegin fram, klæðir hon seg sum mannfólk og fer at finna Pætur á máli. Pætur kennir hana aftur. Hann letst, sum hon er systursonur hansara, fær loyvi at fylgja henni til strandar, og soleiðis sleppa tey við skipi til rýmingar.“

Kvæðið er merkt D 72 í nevnda verki, TSB, og hevur har heitið: “Maid fetches her betrothed from abroad“ - t.e.: Genta fer uttanlands eftir trúlovaða sínum.

Tað er tí ikki so løgið, at tað rættiliga fast verður kvøðið í brúðardansi, tá ið brúðarvísan ella brúðarvísurnar eru av.

Í heildarsavninum CCF, “Føroya kvæðum”, hevur “Harra Pætur og Elinborg” frámerkið 158, og har er tað prentað í hesum trimum brigdunum:

A er eftir Schrøter um 1825.

B er eftir Hammershaimb, ið byggir á tvær uppskriftir, eina frá Rasmusi Johannesen í Mykinesi, 1847, og eina frá Hans Andriasi Pálssyni úr Kollafirði, 1861.

C er ein samanrenning av uppskriftini úr Fugloyarbók og úr kvæðasavninum hjá Napoleon Nolsøe, báðar skrivaðar undan 1850.

Í norðurlendskum høpi er hetta væl kend søga. Og tað kunnu vit lýsa við at kaga í verkið “Danmarks gamle folkeviser“, har hon er at finna í tólv brigdum undir felagsheitinum “Stolt Ellensborg“, níggju donskum, einum svenskum, einum íslendskum, og so er føroyska A-brigdið eisini við. Umframt hetta finna vit eitt norskt brigdi, “Herre Per i Riki“, í kvæðaútgávuni hjá M.B.Landstad.

Tað kundi verið stuttligt at borið hesi brigdini saman hending fyri hending.

Taka vit longdina fyrst, so er føroyska kvæðið tað longsta, 52 ørindi. Svenska er stytst, 16 ørindi, norska er 22, íslendska 34, og donsku brigdini liggja úr 42 niður í 24 ørindi.

Tað at okkara kvæðið er tað longsta - og her kunnu vit leggja aftrat, at C-brigdið hjá okkum er uppaftur longri enn tað, sum her verður prentað, 59 ørindi - hongur uttan iva saman við, at tað hevur verið dansað, og í tí sambandi koma tey eyðkendu uppafturtøkuørindini fyri, har eingin framdrift er í frásøgnini, lýst við hesum døminum, sum sigur frá, at Elinborg ikki vil hava nakað mannfólk við á sjóferð sína:

“Eg seti ikki minni við enn mín silvurring“ - síðan „silvurkross“ og seinast „silvurkorða“ / “eingin kemur kallmaður innan skipakring“ - síðan “inn á skip til oss“ og seinast “innan snekkjunar borða“.

Yvirhøvur munnu kvæðakøn fólk hava skilt hesar uppafturtøkur sum ein bíðingarpall, sum skiparin hevur at standa á, meðan hann hugsar seg um, hvussu næsti leikur fer.

Kvæðið byrjar við frásøgnini um trúlovingina millum hesi ungu, Elinborg og Harra Pætur, um bíðitíð hennara og um vónina, ið kveikist í henni, tá ið hon heldur seg kenna skipið, ið unnusti hennara fór av stað við:

 

1. Harra Pætur og Elinborg,

børn vóru tey so ung,

løgdu sínum ástum saman,

mongum eru forløg tung.

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan rósur og liljur tær grógva væl.

 

2. Harra Pætur og Elinborg,

børn vóru tey so rík,

løgdu sínum ástum saman

mongum eru forløg slík.

 

3. Legði hann hendur á frúnnar háls

myntist við hana blíða:

“Hvussu leingi vilt tú, Elinborg,

festarmoy mín, bíða?“

 

4. “Bíða vil eg í sjey vetur

uttan frænda ráð,

giftast ikki livandi manni,

meðan eg liva má.

 

5. Bíða vil eg í sjey vetur

móti mín frænda vilja,

giftast ikki livandi manni

um enn meg kongur giljar.“

 

6. Harra Pætur stígur

í tann standandi floy:

“Eg forbjóði hvørjum manni

mína festarmoy!“

 

7.Harra Pætur stígur

í tann standandi stavn:

“Eg forbjóði hvørjum manni

sova í hennar arm!“

 

8. Sjey vetur forgangnir vóru,

Elin tók at leingja,

akslar yvir seg kápu blá

í glasglugga at standa.

 

9. Elin stendur í glasglugga

sær hon út so víða,

fagur var tann knørrin,

hon sær eftir havinum liða.

 

10. “Fullvæl kenni eg seglini,

fullvæl kenni eg rá,

fullvæl kenni eg knørrin tann,

ið harra Pætur ár.“

 

 

Vit kunnu her dvølja við nøvnini á hesum báðum ungu. Pætur og Elinborg eita tey hjá okkum, og somu nøvn ganga aftur í øllum donskum brigdum, Peder og Ellensborg ella bara Ellen; Pétur eitur hann rímiliga í íslendska kvæðinum, men hon frú Kristin; í norska brigdinum eitur hann Per og hon liti Kirsti, í svenska Herr Peder og stolten Ros Elna.

So er tað ferðin, ið harra Pætur skal. Í okkara uppskriftum verður einki sagt um, hvagar maðurin skal. Sama er at siga um norsku vísuna og svensku. Íslendska vísan staðfestir, at Petur býr í Svøríki, og at hann skal á Jorsalaferð. Donsku brigdini nevna einki um, hvaðan hann er, men fleiri teirra siga, at hann fer til Jorsalaborg ella á Ørsselferd, sum man vera bronglað av nevnda landi. Onkur uppskrift nevnir - sum vanligt er í donskum vísum, tá ið um ferðir er at røða - at hann skal “op på land“, og í einstakari nevnist ferðingarstaðurin Østerkongens rige.

Viðvíkjandi bíðingartíðini eru uppskriftirnar eisini ójavnar á máli: Tann, sum vanliga verður kvøðin á gólvi hjá okkum, sigur sjey vetrar, hini bæði brigdini hava níggju ár. Svenska og norska hava átta ár, og tað eru øll donsku brigdini eisini samd um, men íslendska vísan leggur fyri við trimum vetrum og endar við níggju.

Tá ið Elin nú fer oman til strandar og hittir keypmenninar, er ymiskt í teimum ymsu uppskriftunum, hvørjum hon spyr eftir. Í okkara kvæði spyr hon, sum flest øll munnu minnast, eftir bróður sínum: “Lítið er mær um skrúðir/ og minni um skarlak reyð/ mín bróðir er av landi burt/ tí syrgi eg meg til deyð“, tað ger hon eisini í danska E-brigdinum. Í flestu donsku uppskriftunum og bæði í tí íslendsku og norsku spyr hon eftir systursyni sínum, men í svensku uppskriftini og í danska I-brigdinum verður spurt beinleiðis eftir festarmanninum.

Hon ger so av at fara sjóferð og leitar sær hjálp.

Alkent man vera, at hjá okkum gongur Elin í høgaloft “fyri Eirik, bróður sín, inn“ - men fæstu munnu vita, at beiggin í C-brigdi okkara eitur Hoyrikur. Hvørki íslendska ella svenska brigdið hava nakað um hesa hending, norska hevur bróðir uttan at nevna hann við navni, og tær donsku skifta millum bróður - í A og B nevndur Nellaus - sínar brøður, sínar sjey brøður og tríggjar morbrøður sínar.

Hon fær ikki undirtøku fyri hesi sjóferð síni og tekur málið í egnar hendur.

 

11. Elin gongur til strandar oman,

sínum borðum skeyt,

fagur var sá knørrin

for bryggjuni fleyt.

 

12. “Hoyrið tit, ríkir keypmenn!

Hvat hava tit at selja?“

- “Vit høvum skrúðir og skarlak reytt,

tað besta, frú kann velja.“

 

13. “Lítið er mær um skrúðir

og ei um skarlak reyða,

mín bróðir er av landi úti,

tí syrgi eg meg til deyða.“

 

14. “Hann er ei tín bróðir,

hann er tín biðlasvein,

hann er sær í Danimark

har ræður for borgum ein.

 

15. Hann er sær í Danimark,

teir kalla hann harra Pætur ríka,

hann hevur fest ta donsku frú,

hon er ikki tygara líki.“

 

16. Elin gongur frá strondum niðan,

sveipar hon seg í skinn,

so gár hon í høgaloft

for Eirik, bróður sín, inn.

 

17. “Væl sitið tær, Eirikur, bróðir mín!

Tað sigi eg tær av:

vilt tú vera mín stýrimaður

yvir tað salta hav?“

 

18. “Set teg niður við mínum borði,

drekk við mær í dag!

Eg kalli tað ei vera moyggjasið

at sigla tað salta hav.“

 

19. Elin snúðist av høllini út,

mestan var hon vreið:

“Gud lati meg ikki liva tann dag,

eg biði teg bønir meir!“

 

20. Tekur hon allar moyggjarnar

setur saman í ring,

hon tók upp ein silvursaks,

hon klippir hár umkring.

 

21. Tekur hon allar moyggjarnar,

hon klippir av teimum hár,

síðani lærir hon allar tær

tað jútska riddaramál.

 

22. Tekur hon allar moyggjarnar,

sker teim riddaraklæði,

so ganga tær til strandar oman,

sum Elin fyri var.

 

23. Eirikur gongur til strandar oman

á tann sama dag:

“Eg vil vera tín stýrimaður

yvir tað salta hav.“

 

24. “Eg seti ikki minni við

enn mín silvurring:

eingin kemur kallmaður

innan skipakring!

 

25. Eg seti ikki minni við

enn mín silvurkross:

eingin kemur kallmaður

inn á skip til oss!

 

26. Eg seti ikki minni við

enn mín silvurkorða:

Eingin kemur kallmaður

innan snekkjunar borða!“

 

Og so koma vit til sjóferðina hjá hesum moyggjafarinum. Fyrst er at spyrja: Hvagar gongur leiðin?

Norska og svenska vísan hava einki um hetta, og sama er at siga um fleiri av donsku brigdunum. Íslendski teksturin sigur Austurríki, sum er í samljóði við tey donsku brigdini, sum umrøða henda spurning. Tey siga Østerkongens land ella bara Østerrige. Hjá okkum hevur eingin ivi verið um hetta. Keypmenninir, sum Elinborg hittir, áðrenn hon fer av stað, siga henni, at Pætur “hevur fest eina danska frú“, og at “hann er sær í Danimark.“ So hetta er leiðin, og ei er yvir at undrast, at eitt sjófarandi fólk sum okkara ger so nógv burtur úr hesi sjóferð - okkara lýsing er bæði nógv tann longsta og sigur eisini frá mest baldrutu ferðini, sum hjá okkum varir frá fríggjadegi í páskaviku, tá ið tær løgdu í hav, og til Sankta Mortans dag, sum er 11. novembur. Grannalandauppskriftirnar hava her úr tveimum mánaðum niður í tveir dagar.

 

27. Enntá var tað Elinborg,

dregur upp á seg glógva,

so gár hon til stýrið at stá,

og ternurnar at rógva.

 

28. Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tvá,

ongar vættrar fingu tær

til nøkur lond at sjá.

 

29. Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tríggjar,

ongar vættrar fingu tær

til nakað land at síggja.

 

30. Ongar vættrar fingu tær

til nøkur lond at sjá

fyri ta høgu boðaslóð,

so fell tann bylgja blá.

 

31. Svaraði frúgvin Elinborg

í fyrsta orði tá:

“Lovið heldur olmussu,

so fáum vær land at sjá!“

 

32. Summar lovaðu eina,

Elin lovaði tvá:

tá tók tokan at lýsa av,

tær fingu land at sjá.

 

33. Allar lovaðu eina og tvær,

Elin lovaði trinnar:

tokan tók so at lýsa av,

tær fingu land at kenna.

 

34. Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tá tók tokan at lýsa av

for harra Pæturs høll.

 

35. Fríggjadagin í páskaviku

fóru tær út í hav,

tær komu ikki til landanna

fyrr enn Santa Mortans dag.

 

36. Kasta sínum akkerum

á tann hvíta sand,

fyrst stígur frúgvin Elinborg

sínum fótum á land.

 

 

Eitt annað, sum kundi verið nevnt í sambandi við hesa sjóferð, er, at føroyska uppskriftin er hin einasta, ið røður um at lova burtur olmussu at sleppa úr neyðarstøðuni.

Elinborg kemur nú inn fyri harra Pætur. Fleiri brigdi nevna á sjálvum brúdleypsdegnum, tá ið hann skal giftast við nýggju unnustu síni.

Í øllum uppskriftum kennir hann Elinborg aftur sum systurson sín, sum hann biður tilstundandi brúðrina um at sleppa at fylgja nakrar dagar á leið.

Í einstøkum føri kemur Elinborg klødd sum systursonur við døprum tíðindum heiman, sum skulu fáa Pætur at fara heim alt fyri eitt: “Hør I det kjære morbroder/ I skynder eder snarlig hjem!/ eders fader ligger på båren død/ eders moder pá sotteseng.“

Men hetta spælið verður avdúkað, og gentan í fremmanda landinum, Ingibjørg í okkara vísu, Margreta lilla í svensku, Margret í íslendsku, fruen af Østerrig ella Mettelil í donsku uppskriftunum, má fara grátandi aftur í sína borg, meðan Harra Pætur siglir glaður heim við Elinborg.

 

37. Úti í miðjum grasagarði

akslar hon sítt skinn,

og so búgvin gongur hon

í høgar hallir inn.

 

38. “Heil sitið tær, harra Pætur,

yvir ydra breiða borð!

Plaga so allir høviskir sveinar

halda síni orð?

 

39. Væl sitið tær, harra Pætur

og tann danska frú!

Plaga so allir høviskir sveinar

halda sína trú?“

 

40. Harra Pætur snúðist yvir borðið fram

við silvurskál í hendi:

“Signi Gud tíni eygu tvá!

So gjølla eg teg kendi.

 

41. Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg!

Tú ver mær ikki vreið,

meðan eg fylgi mínum systursoni

tríggjar dagar á leið!

 

42. Meðan eg fylgi mínum systursoni

tríggjar dagar á leið;

komi eg ikki aftur tann fjórða,

so vænta meg ikki meir!“

 

43. Svaraði frúgvin Ingibjørg,

tár á kinnar lá:

“Hann er ei tín systurson,

fullvæl kann eg tað sjá.“

 

44. Svaraði frúgvin Ingibjørg,

tár á kinnar glíggjar:

“Hann er ei tín systurson,

so væl kann eg tað síggja,“

 

45. Svaraði frúgvin Ingibjørg

í triðja orði tá:

“Kallmanna hevur hon yvirbrøgd,

enn kvinnu hevur hon hár.“

 

46. Fylgdust tey til strandar oman

alt í einum liði,

harra Pætur og Elinborg

og Ingibjørg tann triðja.

 

47. Ingibjørg stendur á hvítum sandi,

sára ið hon grætur,

Elin stendur í fremra stavni,

hirðir ei, hvat hon letur.

 

48. “Liv nú væl, frú Ingibjørg,

tú hitt danska sprund!

Eg havi nú fingið mín festarmann,

eg lænti tær um stund.

 

49. Liv nú væl, frú Ingibjørg,

við títt elvargangi!

Eg havi nú fingið mín festarmann,

eg lænti tær so leingi.“

 

50. Grátandi snúðist frú Ingibjørg

aftur í sína borg,

glaður siglir harra Pætur

heim við Elinborg.

 

51. Drukkið var teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

harra Pætur og hans vív.

 

52. Fari fyri eystan, fari fyri vestan,

fari fyri verðsins enda!

Tey koma bæði í eina song,

ið Gud vil saman senda.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018