• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kópakvæði

 

Árni Dahl:

Ást saknur og hevnd

Jógvan Dánjalsson, millum manna róptur Kvívíks-Jógvan, yrkti “Kópakvæðið“. Hann var borin í heim í Kvívík 11.juni 1843, yngstur av sjey systkjum.

Tá ið Jógvan var tólv ára gamal, gjørdist V.U. Hammershaimb prestur í Norðstreymoy og kom at búgva á Kirkjuteigi í Kvívík. Jógvan, ið sum lítil smádrongur hevði lært seg at lesa, hevur fest á blað hetta minnið um merkismannin fram um aðrar í føroyskum málstarvi í 19.øld:

“Um 13 ára aldur plagdi eg at vera í dansi saman við teimum vaksnu og fekk tá at hoyra kvæði og rímur. Hetta hugfangaði meg, og lærdi eg brátt nógv uttanat, men eg vildi gjarna duga meira.

Tá fekk eg tað hugskot, at eg skuldi fara til Hammershaimbs - eg visti, hann átti nógvar bøkur - at læna mær rímubók.

Ein dagin fari eg niðan móti prestagarðinum - eingin grunaði ætlan mína - og tað ber ikki beinari á, eg møti presti úti í garðinum. Sum tann góði og fyrikomandi maður hann var við øll og ikki minst við børnini, talaði hann blídliga við meg - og tá var tað, eg vágaði mær at spyrja, um hann vildi læna mær eina rímubók.

“Tað er gaman í, lítli mín“, var aftursvarið, „tú ert so raskur at lesa og kanst tín barnalærdóm“.

Síðani hvarv hann, men kom brátt aftur við einum kneppi av bókum.

“Sanniliga her eru rímubøkur og eisini tvær kvæðabøkur. Eg havi hoyrt, at tú ert so raskur at lesa føroyskt, kanska tú eisini vilt hava kvæðabøkur.“

Findarglaður leyp eg heim til móður við hesum fongi, men hon gjørdist bilsin og spyr, hvaðan eg hevði fingið allar bøkurnar, og hvat eg ætlaði at gera við tær. Tá ið hon fekk at vita, at eg hevði verið í prestagarðinum, gjørdist hon eisini vrantin, hon helt tað vera lítið skil á, at eg skuldi vera so framligur at biðja prest læna mær bøkur og helt, eg hevði nóg mikið við at læra mín barnalærdóm. Men tá eg greiddi henni frá, hvussu blíður prestur var við meg, og at hann eisini hevði boðið mær føroyskar bøkur til láns, mælti móðir ikki meira ímóti hesum; tá ið prestur helt tað bera til, so mundi tað ikki vera úr lagi, hugsaði hon ivaleyst.“

Tá ið Jógvan var gingin til, fór hann at tæna sum húskallur - har var ikki annað í at velja. Hann tænti í Sandavági í stívliga eitt ár, í Mikladali í fýra, á Kirkjuteigi í Kvívík í tvey ár og síðani á Selatrað.

So tók skipsfiskiskapurin seg upp, og nøkur ár var Jógvan til skips um sumrini og tænti um vetrarnar í Vík og Tjørnuvík.

Um veturin 1872 varð hann biðin um at koma til Gjáar í Ólavsstovu, sum hann sjálvur tekur til “eitt valahús við miklum góðsi; tey vóru mest sum óhjálpin við arbeiðsfólk, og var eg tí biðin um at vera har eisini um summarið“. Stór bátsvanlukka hevði verið í bygdini 30/4-1870, har tvey áttamannafør við tilsamans sekstan monnum gingu burtur.

Og við Gjógv varð hann so verandi, giftist har og búði í bygdini til sín doyggjandi dag, 2. mai 1926.

Sum nevnt var Kvívíks-Jógvan húskallur í Mikladali í fýra ár. Tað var so tíðliga sum fyrst í 1860-unum, men tað vit vita, yrkti hann einki fyrr enn um tað mundið, Føringafelag varð stovnsett, t.e. í januar 1889.

Yrkjarin hevur uttan iva hoyrt søgnina um kópakonuna á manna munni í húskallatíð síni í Mikladali, men hann, sum kendi Hammershaimb so væl, kann eisini hava lisið hana á prenti: Hammershaimb setti søgnina á blað í “Antiquarisk Tidsskrift”, sum “Det Kongelige Nordiske Oldskriftselskab“ gav út í 1852, og seinni varð hon eisini prentað í “Færøsk Anthologi“ í 1891.

Kvæðið er prentað í bókini „Yrkingar“ eftir Kvívíks-Jógvan, sum felagið Varðin gav út í 1926. Síðani er tað prentað við viðmerkingum í „Føroyskum skaldskapi 1“ í 1934 og í Kvæðabókini, sum Sverri Egholm greiddi til prentingar 1959-60.

Kópakonusøgnin byrjar við einum inngangi um kópar og fólk:

“Kópar eru av fyrstu tíð komnir av fólki, sum hevur sjálvt stoytt sær oman og forkomið sær í sjónum. Eina ferð á hvørjum ári, og tað er á trettandu nátt, sleppa teir at lata seg úr bjálvunum og eru tá líkir øðrum menniskjum; teir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á hellunum í fjøruni og inni á látrunum.“

So kemur sjálv søgan um mikladalsdreingin, ið fekk sær kópakonu. Vit seta her upp fyrstu pallmyndina:

“Nú gongur søgnin, at ein drongur á sunnara garði í Mikladali hevði frætt hetta, at kóparnir komu saman trettandu nátt í einum látri stutt frá bygdini. Hann fór tí um kvøldið har oman at forvitnast um, hvørt tað mundi vera satt ella ikki, ið sagt var frá hesum. Hann krógvaði seg undir einum steini framman fyri látrinum; eftir sólsetur sær hann fult av kópum koma svimjandi hagar; tá ið teir vóru komnir á land, fóru teir úr húðunum og løgdu tær frá sær har á helluna í fjøruni, og líktust teir nú rættiliga øðrum fólki. Mikladalsdrongurin hevði gaman av at hyggja at hesum undan klettinum, hvar hann lá fjaldur; nú sær hann eina ta fagrastu og fríðastu gentu koma úr einum kópahami, og honum rennur straks týður til hennara, og hann ansaði tí væl eftir, hvar hon legði ham sín har stutt frá honum. Drongurin fer nú loyniliga hagar, tók húðina til sín og fjaldi seg so aftur undir steininum“.

Í kvæðalíki ljóðar hesin inngangurin soleiðis:

 

 

1. Gevið ljóð og lýðið á,

leggið væl í minni,

meðan eg kvøði um kóparnar

í Mikladali á sinni.

 

Her er gott at dansa!

Stovan hon er nýggj,

stokkar eru av stáli gjørdir,

takið er av blýggj.

Her er gott at dansa!

 

2. Tað var áður í fyrndini,

har av gekk nógv hól,

kópar hildu dans og spæl

saman um gomlu jól.

 

3. Bóndin úti á Sunnanágarði

tekur til orða svá:

“Eg skal lýða á kópagleim,

tað stendist hvat av, ið má.“

 

4. Tað var hesin sami maður,

ikki fell hann í fátt,

gekk sær oman á helluna

gomlu jólanátt.

 

5. Gekk hann sær á helluna oman

alt fyri uttan mein -

til tann ytsta sjóvarklett,

hann fjaldi seg við ein stein.

 

6. Bóndin lá undir steininum

- leingist honum at bíða –

til ta síðstu kvøldarstund

at miðjunátt man líða.

 

7. Men tá tað kom at miðjunátt

- so sigst mær av sattum -

tá komu kópar tysjandi

saman úr øllum ættum.

 

8. Klæddu teir seg úr selabúna

frá høvur og til hala,

lupu so fram eftir helluni

at leika og at spæla.

 

9. Har kom fram ein vænur selur

- so greiðir frøði frá -

úr selabúna moyggin fór,

hon føgur var at sjá.

 

10. Klæddi hon seg úr selabúna,

ikki var hon sein,

kastaði hann í somu stund

yvir at bóndans stein’.

 

11. Bóndin tók við húðini

dró undir stein til sín:

“Henda sama kópamoy

skal vera kona mín.“

 

12. Bóndin lá undir steininum,

ei lystir at fara heim,

fagurt var ta somu nátt

at lýða á kópagleim.

 

Í søgnini ljóðar onnur pallmyndin soleiðis:

“Kóparnir dansaðu og stuttleikaðu sær alla náttina; men tá ið tók at lýsa av degi, fór hvør aftur í sín ham. Men kópagentan, sum áður var nevnd, fann ikki sína húð aftur og gekk og sóknaðist eftir henni og fór at láta illa og gremja seg eymliga, tí at tá var náttin umliðin og komið um sólarris; men fyrr enn sólin reis úr havi, fekk hon tev av húðini hjá mikladalsdreinginum og mátti tí leita til hansara eftir henni; hon bað hann nú so bønliga og við nýtum orðum geva sær aftur hamin, men hann vildi ikki lurta eftir henni og fór niðan kleivina til hús, og hon mátti fylgja honum eftir húðini, ið hann bar við sær. Hann tók hana nú til sín, og livdu tey væl hvørt hjá øðrum sum onnur hjún. Men altíð mátti hann vera varur um ikki at lata hana sleppa at húðini; hann goymdi hana tí í kistuni, læsti ramliga fyri og gekk samt við lyklinum á sær. Ein dagin var hann útrógvin, og sum hann sat har úti á havinum og dró ein fisk, kom hondin at bera við beltið, hvar lykilin var vanur at hanga; tá varð honum dátt við, tí at hann ansaði nú fyrstani eftir, at lykilin var gloymdur eftir, og hann rópaði við sorg og sút: “Í dag verði eg konuleysur!“ Allir drógu upp og settust við árar at rógva sum skjótast heim aftur.“

Kvæðið greiðir soleiðis frá:

 

13. Men tá ið dagur í eystri brast,

hvør klæddist frá høvur til skógv,

skundaðu síni ferðini

og lupu so aftur á sjógv.

 

14. Kópamoy á landi stóð,

tár á kinnum rann,

leitaði hon eftir húðini,

men ongan bjálvan fann.

 

15. Leitaði hon eftir helluni

- so greiðir frøði frá -

til hon kom at steininum,

hvar bóndin fjaldur lá.

 

16. “Hoyr tú tað, tú ungi maður,

ta bøn veit tú mær,

lat meg fáa bjálvan tann,

tú hevur í vald hjá tær.“

 

17. “Nei, tú fært ikki ta bøn av mær,

eg svørji við spón og knív,

tú skalt fylgja til húsa heim

og vera mítt einkarvív.“

 

18. Moyin fylgdi honum heim,

tóat hon treyðugt vildi;

tað var henni hart ímóti

at rýma frá kópagildi.

 

19. Moyin fylgdi honum heim

- so er komið til mín -

so tók hann tann selabúna

og læsti í kistuskrín.

 

20. Bóndin læsti húð í skrín,

tað fall so væl í lag,

lykil hann á kroppi bar

bæði nátt og dag.

 

21. Tey livdu saman í fleiri ár,

tey fingu børn til handa,

sóu hvønn dag ein griman brimil

har fyri lending standa.

 

22. Brimil fyri lending stóð,

long honum tíð man líða,

tað var hennara einkarmaki,

so trúliga mundi hann bíða.

 

23. Konan livdi í Mikladali

inni í bóndans borg,

sleit har nakað av ævi síni

við trega og tunga sorg.

 

24. Bóndin vaknar á snimma morgni,

sær í høvur klórar,

at búgvast á tí somu nátt

at fara til útiróðrar.

 

25. Vakti hann allar bátsmenninar

bæði skjótt og brátt,

gingu sær á helluna oman

á tí myrku nátt.

 

26. Settu teir seg í bátin inn

foruttan nakað snakk,

róðu síðani hugaliga

á havsins ytsta klakk.

 

27. Bóndin kastar ongul og stein

niður at havsins grunni,

tað var um so skamma stund

hann fiski rak at munni.

 

28. Bóndin tekur fiskatak,

gav honum ikki grið,

hondin brá í somu stund

so skamt við lyklalið.

 

29. Bóndin mælti í rongini

- røddin hon var køld:

“Rógvið til lands, eg konuleysur

verði hetta kvøld!“

 

30. Bóndin sat í rongini,

rætt sum hann hevði droymt,

tá rann honum tað í hug,

at hann hevði lykil gloymt.

 

31. Árar teir í hendur taka,

rógva heim til landa;

tá ið teir fyri lending komu,

teir sóu tveir kópar standa.

 

32. Menninir á bóndans báti

millum sín mundu kjaka:

brimil leingi eina var,

nú hevur hann fingið maka.

 

Triðja og næstseinasta pallmyndin ljóðar soleiðis:

 

„Tá ið mikladalsmaðurin kom inn til sín, sær hann, at konan var horvin, men børnini, tey áttu saman, sótu kvirr eftir; fyri at einki skuldi verða teimum at meini, meðani tey vóru einsamøll inni, hevði hon sløkt eldin í grúgvuni, goymt knívar og alt hvast undir lási. Tá ið hon hetta hevði gjørt, var hon lopin oman til strandar, farin í húðina og hevði kastað sær í sjógvin. Hon hevði funnið lykilin, tá ið maðurin var farin til útróðrar, læsti upp kistuna og sá har hamin liggja og kundi ikki stýra sær longur; haðani er orðtakið komið: “Kann ikki ráða sær heldur enn kópur, tá ið hann sær húðina“. Í tí sama hon leypst á sjógvin, kom brimilin, sum áður hevði lagt ástir saman við hana, upp við liðina hjá henni, og svumu nú tey bæði haðani; - øll hesi árini hevði hann ligið har og bíðað eftir opnu síni. Tá ið børnini, hon átti við mikladalsmanninum, komu oman í fjøruna, sást kópur standa fyri landi og hyggja at teimum, og allir hugsaðu, at tað mundi vera hon, móðir teirra. Soleiðis lupu mong ár fram eftir, at einki er at siga frá bóndanum á sunnara garði ella børnunum við kópakonuni. Men so var eina ferðina, at mikladalsmenn ætlaðu sær á látur at sláa kobbar, og náttina frammanundan kom kópakonan í dreymum fyri bóndan og sigur við hann, at um so varð, at hann fór á látur við hinum, tá skuldi hann vita, at ikki máttu teir drepa brimilin, ið stóð framman fyri látrinum, tí at tað var maki hennara, og tveimum kobbahvølpum, sum lógu innast á látrinum, máttu teir eira, tí at tað vóru synir teirra, og segði hon honum frá, hvussu teir vóru litaðir.“

 

Í kvæðalíki fær hesin sagnarteksturin hetta skap:

 

33. Bóndin gekk til húsa heim

á tí sama sinni,

konan var av húsum rýmd,

bara børn vóru inni.

 

34. Bóndin hyggur í kistu niður,

húðin hon var horvin,

konan var av durum rýmd

og út av borgum hvorvin.

 

35. Sløkt hevði hon tann heita eld,

goymt hvørt hvast og knív,

so at hennara einkarbørn

ei missa skuldu lív.

 

36. Tá ið bóndans vænu børn

komu til sjóvarstrond,

rætti teim ein grimur kópur

upp sína lodnu hond.

 

37. Kópur rætti teimum hond

- so er komið til mín -

tað var teirra sæla móðir,

bað teimum á sjógv til sín.

 

38. Frøði fellur niður um stund

á tí fyrra sinni,

nú taka vit upp annan tátt

og betur leggja í minni.

 

39. Menninir í Mikladali

allir fróir og kátir,

búgvast á tann sama hátt

at fara á kópalátur.

 

40. Búgva teir seg til selaveiðu

uttan nakað mein,

bóndin út av Sunnanágarði

hann skuldi vera ein.

 

41. Bóndin fór í seingina,

tryggan blund sær fekk,

kópakonan í somu stund

í dreymar fyri hann gekk.

 

42. “Hoyr tú, sæli maður mín,

tú skalt á látur fara,

eg havi bøn og treyt til tín,

tú tak míni orð í vara.

 

43. Lýðir tú ikki míni orð,

so sigi eg tær annað,

at tú og heila slektin tín

kemur slíkt at sanna.

 

44. Tú gongur tær á látur fram

og stórum brimli møtir,

fell hann ikki til jarðar niður,

gev honum ei trongar gøtur.

 

45. Stóra brimil við láturs dyr

mást tú ikki á herja,

tað man vera maki mín,

sum okkum øll skal verja.

 

46. Hoyr tú tað, mín sæli maður,

enn eg sigi tær meir,

drep tú ikki á láturs botni

teir innastu hvølpar tveir.

 

47. Hvølpar tveir á láturs botni

kvirrir í bóli liggja,

tað eru vára einkarbørn

tú lat teir lívið tiggja.

 

Leita vit nú aftur til søgnina, finna vit fjórðu og seinastu pallmynd:

“Men bóndin gav ikki hesum dreymi gætur, hann fór við hinum mikladalsmonnum á látur, og teir drupu allar kóparnar, ið inni vóru. Við býtið fekk bóndin í sín lut brimilin allan, lállur og fitjur av hvølpunum. Til nátturðar høvdu tey kókað høvdið, lállurnar og fitjurnar, og tá ið var upp úr lagt, hoyrdist brestur og mikið brak, og kópakonan kom tá sum tað ljótasta trøll inn í roykstovuna, snoddaði í trogunum og rópaði av illum huga: “Her liggur hánasaður av kalli, hond Háreks og fótur Fríðriks - hevnt er og hevnt skal verða hjá mikladalsmonnum, og skulu summir sjólátast, og summir falla fyri bjørg og bláar skorar, og skal tað halda við, til tess so mangir eru burturgingnir, at teir kunnu halda hvør annan í hond og fevna um alla Kalsoy“. Tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon út aftur við miklum gnýggi og duni og sást ikki meira. - Ikki hevur verið so sjaldan tíverri at frætta skaðatíðindi úr Mikladali, at menn eru falnir í bjørgunum, tá ið teir hava farið til bjargar at fygla ella fleyga ella verið á fjalli eftir seyði; - talið hevur ikki verið fult enn, so at teir, sum burtur eru gingnir, røkka at fevna um Kalsoy.“

Hesar hendingar lýsir kvæðið soleiðis:

 

48. Bóndin vaknar úr svøvni upp,

hann slær tann dreym í gleim;

hann lurtar ei eftir konuráð,

sum rýmdi frá hús’ og heim’.

 

49. Bóndin gongur á látur fram

við gassa og ljósi í hendi,

stórur brimil við láturs dyr

sær móti honum vendi.

 

50. Bóndin hevði gassan á loft,

sum tá var áður siður,

sipaði hann í kópahøvur,

sum fall til jarðar niður.

 

51. Bóndin gongur frá deyðum brimli

longur á látur fram,

alt hann møtti, stórt og smátt,

tað hendi last og skamm.

 

52. Gongur hann sær á látur fram,

hvar kópar heim sítt byggja,

hvølpar tveir á láturs botni

kvirrir í bóli liggja.

 

53. Bóndin gongur á látursbotni,

hvar hvølpur í bóli lá,

gassan teim í heysin gav

og skildi teim lívið frá.

 

54. Komu so aftur av kópaveiðu,

ið væn var á at líta,

bóru so til hallar heim

ímillum sín at býta.

 

55. Býta teir sundur selaveiðu,

soleiðis tað til gekk,

brimlagrúk og hvølpalabbar

bóndin í helming fekk.

 

56. Bóndin sínum eldakvendi

boðini senda læt:

“Brimlagrúk og hvølpalabbar

vær høvum til kvøldarmat“.

 

57. Bóndin situr í sínum sessi,

tykist liva við veldi,

kvøldarmatur í pott er lagdur

og hongur yvir eldi.

 

58. Boðið kemur í skálan inn

og tekur so til orða:

kvøldarmatur í somu stund

búgvin er til borða.

 

59. Bóndin kemur í skálan inn,

sum tá var áður siður,

strikar hatt av høvdi á sær

og setist við borðið niður.

 

60. Tá ið hann var í sessin komin,

braka tók í høll,

hurðar sprungu av leikindum,

inn kemur ljóta trøll.

 

61. Leggur tað hendur um bitan upp

og niður í trogið snoddar,

ilskufúst við rongum eygum

yvir á bónda skoddar.

 

62. “Her liggur høvur av stóra brimli,

ennið tað er fatt,

labbar av mínum ungum tvá,

hartil sigi eg satt.

 

63. Har liggur hond av Háreki

og Fríðriks fótur við,

hevnt er og hevnt skal verða

út í tjúgunda lið.

 

64. So mikið skal falla

og so mikið skal doy’,

at tey kunnu í fevning taka

alla Kalsingsoy.

 

65. Hevnt er og hevnt skal verða

øllum manna tali,

tað so leingi sum nakar livir

eftir í Mikladali.“

 

66. Tá ið trøllið slíkt hevði mælt,

tað sprakk av durum út,

alt, ið har var innanfyri,

sat eftir við sorg og sút.

 

67. Tað er enn á máli havt,

tað siga mangir menn,

at henda sama kópaætt

skal liva á døgum enn.

 

68. Nú kann eg ikki kvøða meir

enn liggur mær í minni,

kvøðið er um kóparnar

í Mikladali á sinni.

 

 

Sum flest øll munnu minnast, so skoytir Hammershaimb upp í mikladalssøgnina eina líka frásøgn um kópakonu, sum knýtt verður at aðrari bygd í Føroyum:

“Við Skálavík í Sandoy er látur, sum eitur Bláfelsskúti, og um tað er sama søgnin, sum her framman undan er sagt frá. Tróndur og Niklas, faðir og sonur, vóru fyrstir menn, sum reistu búgv har í býlinginum á Hamri. Demmus (Nikodemus), sonur Niklasar, fór trettandu nátt á látrið, tók hamin, sum ein vøkur opna hevði smoygt sær úr, fór heim við kópahúðini, og opnan elti hann (aðrir siga, at pápi Demmusar bar kópakonuna heim). Hann læsti húðina í kistuna og hevði lykilin fastan í buksukvarðanum. Ein dagin var hann á útróðri og var farin í aðrar brøkur og hevði ikki minst at flytja lykilin yvir í tær, og so varð hann konuleysur; tá ið hann kom heim av havi, stóð konan sum kópur við skersoddan úti fyri bygdini. Har í Skálavík nevnast menn, sum telja ættarlið frá kópakonu.“

Tað munnu vera færri, sum vita, at ein triðja bygd í Føroyum eisini hevur verið knýtt at somu søgn. Tað er Saksun. Vit finna hesa frásøgnina í týðing Lív Joensens í bókini hjá fransmanninum Jean Charcot: “Ferðir til Føroya“, 1934 (í føroyskari týðing 1994). Charcot var pólgranskari og ævintýrari, sum við skipi sínum „Pourqoui-Pas” vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni í august 1901 og síðani mangar ferðir aftur, serliga frá 1922, til hann í 1936 sjólátst undir Íslandi, 69 ára gamal. Frásøgn hansara frá føroyskum heimildarmanni ljóðar:

„Fyrst skulu tit vita, at niðri á havsins botni, í djypstu firðum, er eitt stórt land, har ið fólk sum vit liva í stórari gleði: tey eru væl við sjódreglar, marmenlar og havfrýr, men tey vilja ikki menniskjum ilt, hóast tey halda lítið um okkum.

Hesi fólk í kópahami kunnu, tá ið tey vilja, koma upp á turt at spáka og spæla sær. Men hann náði tey, um kópurin, í hvørs hami tey eru, verður dripin og húðin rænd: so sleppa tey ikki aftur í sítt havríki, tí ongin annar hamur enn tann, ið tey vóru í, tá ið tey komu, hevur megi at taka tey út aftur á hav; og tær hendingaferðir, ið tað hevur tilborist, hava tey kropið niðri í fjøruni burtur úr mannaeygum og livað ørmundarlív.

Jú, ein dagin fyri langari tíð síðani, eftir tað at turkar høvdu rænt og myrt í oyggjunum, var ein av forfedrum mínum, sum búði í Saksun, til bjarga og hekk í berginum, tá ið honum var hyggjandi niður á helluna og har sá týðiliga tríggjar kópar, ið vóru komnir upp á turt. Úr hesum trimum kópunum stigu spakuliga tríggjar konur, sum honum tóktust vera ógvuliga vakrar, og sum fóru at spæla sær og at renna millum fjørusteinarnar. Tær spældu sær í nakrar tímar, fóru so aftur í sínar kópar og hvurvu aftur í havið.

Dagin eftir hendi alt aftur sum frammanundan, og tað er púra víst, at ein av konunum var ógvuliga vøkur.

Annan dagin eftir lesti faðir seg niður úr berginum og krógvaði seg undir einum stórum steini. Tað var so skjótt, at kóparnir komu, men hesa ferðina vóru teir nógv fleiri í tali, og nakrir menn vóru í flokkinum. Hin vakra konan var aftur við, og Hanus (tí hann æt sum eg, Hanus) fekk ikki eyguni av hennara smidliga likami, hennara læandi munni og hennara fagra svarta hári, sum røkk henni niður á øklar.

Frá teirri stund gjørdist hann tungur í huga, og henda konan gekk honum aldri úr tonkum! Sum ein sótt var kærleikin smogin inn í hjartað á honum. Á hvørjum degi fór hann og krógvaði seg undir tí stóra steininum, og hann bíðaði. Tá ið veðrið var gott, komu havbúgvarnir við sínum kópum; tá ið veðrið var ringt, sá Hanus teir ikki, og hann lamdi seg og sló seg fyri bringuna av sorg. At enda fekk hann ikki barað sær longur, og tá ið hann hevði gjølla bitið merki í, hvørjum kópi hin vakra, ókunnuga moyggin kom úr, gjørdi hann sær løgi eina løtu, ið hon var stødd langt burtur frá honum og rann yvir til djórið, drap tað og fletti kvikliga skinnið av tí við knívinum hjá sær, meðan hinir havbúgvarnir óttaslignir fóru aftur í sínar kópar, kavaðu og hvurvu í aldunum.

Tann neyðars kona stóð eftir í sjóvarmálanum og suffaði og græt. Óttafull og ivandi í fyrstuni, herdi seg so í huga og fór yvir til Hanus og bønaði hann um at geva sær kópahamin, hon roytti seg av sorg og legði seg niður fyri føturnar á honum.

Hanus var hjartagóður, og hann elskaði. Hennara líðing voldi honum miklan trega; men ræðslan fyri at síggja konuna hvørva var so stór, at hann gjørdi seg harðan og lætst ikki at skilja, helt til hús við húðini.

Konan elti hann, men hann var kvikari enn hon og fekk stundir at krógva hamin, so at hon ikki sá. Í nógvar drúgvar dagar var hon óuggandi. Men Hanus var vakur maður, hann var djarvur, hann elskaði av fullum huga, hin ókunnuga konan fekk tokka til hansara, og hon sætti seg við nýggja lív sítt og giftist honum.

Í mong ár livdu tey lukkulig saman, og tey fingu børn, vøkur sum tey, men børnini høvdu fitjur millum fingrarnar. Av og á, tá konan fekk farið út, so at maður hennara sá ikki, helt hon leiðina oman at sjóvarmálanum og talaði leingi við ein brimil, sum kom at hitta hana; og um kvøldið var hon meira kúrin enn vant. Ein dagin, ið pápin var frá, og børnini spældu inni, og tey, forvitin sum allir óvitar á teirra aldri, stuttleikaðu sær við at leita í skápunum, kom mamman dáttliga inn og skar í róp: í hondunum á børnunum hevði hon sæð húðina av sínum kópi, sum, uttan at hon visti av tí, hevði verið krógvað burtur í einari gamlari kistu, ið børnini høvdu tømt.

Hon hálsfevndi børnini hjá sær eymliga og tók húðina frá teimum, og tá ið tað nú stóð í hennara valdi at fara aftur í havið, helt hon leiðina oman at sjóvarmálanum og leyp á bláman. Tað hevði verið ómøguligt hjá mær at givið eina mynd av tí vónloysi, ið kom yvir forfaðir mín, tá ið hann kom til hús aftur. Hann reikaði líðilangan dagin niðri í sjóvarmálanum og græt og ákallaði konu sína, sum hann hevði mist með alla. Eina ferðina kom hon upp í vatnskorpuna, og meðan hon stóð langt frá honum, segði hon, at hon hevði stóran tokka til hansara, at tað harmaði hana, at hon var rýmd frá honum, men at í havdýpinum hevði hon, longu áðrenn hon giftist honum, verið gift øðrum, sum hon eisini elskaði, og sum hon hevði átt børn saman við fyri mongum árum síðani; tí var tað hann, hana átti.

Hjá Hanusi lektist sárið ongantíð, og hann doyði stutt eftir tað.

Tað er frá hesum fólkinum, vit eru ættað. Prógv um tað er, at børnini í okkara ætt verða fødd við fitjum á hondum og fótum. Pápi mín eins væl og sonur mín vóru sovorðnir. Hetta er søgnin, so sum pápi mín hevur sagt mær frá henni, og hann trúði fult og fast, at hesir havbúgvar vóru til.“

Søgnin um kópakonuna er, sum flest øll munnu vita, ein farsøgn ella ferðasøgn. Tað ber í sær, at hon umframt í Føroyum eisini er at finna í mongum øðrum strandalondum. Vit skulu enda umrøðuna her við at prenta søgnina, sum hon er at finna í næstu norðurlendsku grannalondum okkara.

Í Íslandi hevur hon heitið „Konan av kópakyni“ og ljóðar í týðing soleiðis:

“Ein av fornsøgum fólksins sigur frá, at Farao og alt lið hansara, sum druknaðu í Havinum Reyða, umskapaðust til kópar, sum síðan hava fjølgast í tali.

Søgan sigur, at eina jólanátt var maður staddur niðri við sjóvarmálan og kom tá fram á eitt sjóhelli, har hann sá fleiri nakin fólk dansa og spæla og uttan fyri hellismunnan fleiri kópahamar. Hann tók ein hamin og bar hann við sær heim, har hann læsti hann í kistil sín.

Dagin eftir fór hann oman aftur til hellið at vita, hvat ið hann sá. Tá var alt fólkið horvið og hamarnir við uttan ein kona, sum sat nakin inni í hellinum. Maðurin tekur hana heim við sær, fær henni vanlig klæði, og verður hon tá so yndislig, at hann giftist við henni og fær við henni trý børn, men hann fjalir hamin í kistli sínum. Hon sigur honum, at alt kópakyn ber seg at á henda hátt níggjundu hvørja jólanátt.

Tá ið trý ár eru liðin, fer hesin maðurin til útróðrar og gloymir kistlalykil sín eftir heima, og um dagin sær hann eina opnu sveima rundan um bátin, og hon eygleiðir hann javnan. Tá ið hann kemur heim aftur, er unnusta hansara horvin, og tá rennur honum í hug, at tað mundi vera opnan tann, hann hevði sæð á havinum um dagin.

Um náttina, sigur søgnin, droymdi hann hana koma til sín og siga, at dagliga skuldi hann fara í fjøruna og goyma tað, sum hann fann, børnunum til uppalingar.“

Í Noregi nevnist frásøgnin “Kópagentan“ og ljóðar soleiðis:

“Einaferð fann ein maður tað, ið løgið var, niðri á lendistøð síni. Har lógu fleiri kópahamar á steinunum í vørrini. Teir vóru so vakrir við blettum á tí fína silvurgráa skinninum.

Útifyri var hann varur við kroppar, sum svumu og kavaðu, leiktu sær í sjónum, flentu og sungu. Hann tók tá ein av kópahamunum og fjaldi hann. So sníkti hann seg út á nesið og krógvaði seg aftan fyri fiskahjalstrøini og lúrdi eftir hesum løgnu skapningum úti á víkini. Teir nærkaðust landi og sungu so inniliga vakurt, at hann ongantíð hevði hoyrt so vakran sang. Soleiðis man einglasjongurin ljóma í himmiríkis ríki, hugsaði fiskimaðurin við sjálvum sær.

Tá ið skapningarnir vassaðu í land, trúði hann valla tí, hann sá. Hetta vóru ungar, vakrar gentur, ið vóru heilt naknar. Men tær smoygdu sær kvikliga í kópahamin aftur, kavaðu útfyri og hvurvu.

Men ein teirra fann ikki kópaham sín. Hon sat sorgarbundin á klettinum og leit eftir systrum sínum. Maðurin fór yvir til hennara og segði, hvør ið hann var, og at her búði hann, og vildi hon koma við honum heim, so kundi hon tað. Hann lænti henni so kot sítt, og síðani fekk hon bæði vátt og turt. Gentuni dámdi væl, og áðrenn árið var liðið, vóru tey bæði gift.

Eydnurík búðu tey har í hesum avkrókinum á útnesjum. Maðurin visti ikki um nakran, sum átti so góða konu sum hann. Men av og á sat hon við rokkin og leit fjarhugað fram fyri seg út yvir víða havið.

Tey fingu fleiri børn og búðu og livdu, sum fólk plaga. Fleiri ár gingu. Men ein dagin var elsti sonurin kropin inn undir neystagólvið at sóknast eftir kettuni, sum hevði leitað sær burtur, tí hon skuldi leggja. Har fann drongurin ein kópaham.

Pápin var í Lofoten, og mamman stákaðist heima, sum hon plagdi.

Drongurin bar hamin heim við sær, men alt fyri eitt, mamman sá hann, smoygdi hon sær á dyr við haminum. Niðri í fjøruni læt hon seg í hamin og svam útfrá, rundaði nesið, svam fram við hólminum og helt út í Vestfjørðin til systrar sínar.

Hon kom ongantíð aftur. Elsti sonurin mátti ansa systkjum sínum og tí lítla, tey áttu, meðan pápin var á sjónum, og ongantíð sóu tey mammuna aftur. Men ofta sótu tey niðri í fjøruni og hugdu út á hav, og tá hendi seg, at tey hoyrdu so óføra vakran sang har úti, sum himmal og hav renna saman í eitt.“

Og her sleppa vit søguni um kópakonuna.

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018