• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Seyðamaðurin á Sondum

 

Árni Dahl:

Seyðamaðurin á Sondum hann reið gjøgnum Fjallalíð.

Teir báðir vinmenninir, Jóannes Michelsen í Húsi (1824-1850) og Jógvan Niclasen í Lon (1821-1852), báðir úr Miðvági, yrktu kvæðið um seyðamannin á Sondum — sum vituliga er eftir søgn, sum livað hevur á manna munni í Vágum.

Seinni er søgnin so prentað. Vit finna hana bæði hjá Hammershaimb í „Færøsk Anthologi I”, 1891 og í „Færøske folkesagn og æventyr“, sum Jakob Jakobsen greiddi til útgávu, og sum kom út árini frá 1898 til 1901.

Fyrsta brot úr søgnini ljóðar soleiðis:

„Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan  til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla.“

Yrkjararnir endurgeva hetta soleiðis:

 

1. Leggið nú hvør sítt høvur í blot,

meðan eg sigi frá søgum,

hvat ið skeddi í fornu tíð

úti í gomlum døgum.

 

Tøkum lætt her í lundum,

leikum vára menn,

latum vera dans, svein falla.

 

2. Stígið nú so lættliga

og havið gott stig,

meðan eg kvøði um seyðamannin

og huldukonu við.

 

3. Tað skuldi vera í fornu tíð,

vilja tit mær trúgva,

norðri á fjøllum við Húsagjógv

har mundi ein hulda búgva.

 

4. Ein onnur búði við Tormansgjógv,

systrar vóru tvá,

tær vóru klæddar í skarlak

líka niður á tá.

 

5. Tær vóru klæddar í skarlak

líka niður á skó,

tann hjá henni við Húsagjógv

var reyður eins og blóð.

 

6. Seyðamaðurin á Sondum

er víða gitin í Norðum,

rætt sum reysti Rólant jall,

ið gitin var í forðum.

 

7. Hann røktaði alla Sandavágssíðu

bæði við gleði og gavni,

hann var av mongum manni gitin,

men ikki nevndur á navni.

 

8. Tað var um ein árla morgun,

sólin skein so víða,

lystir honum seyðamanni

norð á fjøll at ríða.

 

9. Tað var um ein árla morgun,

sólin skein á vøll,

lystir honum seyðamanni

at ríða norð á fjøll.

 

10. Sólin skein so víða um vegir

yvir hvørjum tindi,

saðlaði hann hestin skjótt og brátt

í tí sama sinni.

 

11. Setti hann seg á hestin,

ið mundi tær gøtur kenna,

pryglaði hann við hirðastavi,

so dúgliga mundi hann renna.

 

12. Tað var um ein árla morgun,

sólin skein so víða,

lystir henni huldukonu

at sóla stakkin fríða.

 

13. Hon legði hann á ta penu mark,

har sum sólin stóð á,

vakurt var at síggja,

fagur litur bar á.

 

14. Vakurt var at síggja,

fagur litur bar á,

perlurnar av reyðargulli

í bringuni mundu stá.

 

Í øðrum sagnabroti hoyra vit meira um tey bæði, seyðamannin og huldukonuna:

„Tá ið hann kom ríðandi gjøgnum Fjallalíð, sá hann tann reyða stakkin við teim glógvandi gullperlunum í skína langan veg. Hann vendi hesti sínum tann vegin, tók stakkin, legði hann aftan fyri seg á hestsins bak og reið so heim aftur. Huldukonan situr við eldin og hugsar við sær, at hon skal fara út á helluna at venda stakki sínum. Men tá ið hon kemur hagar, sker hon saman tenn og snerkir við skort, tí stakkurin er horvin. Hon skimast runt um Fjallalíð og ber eyga við seyðamannin, ið ríður tað, hann kann best, av stað við stakki hennara. Hon rópar á systur sína í Tormansgjógv og biður hana hjálpa sær at fáa stakkin aftur, tí hon hevur nærri at fara eftir manninum. “Systir, systir, stíg stórum!“ Men hin svaraði, at hon var lamin í báðum beinunum og orkaði ikki at ganga. Tá tók huldan í Húsagjógv til at gleiva og gina so skjótt, at hon nærkaðist hestinum í hvørjum. Tá ið hann var komin á Vatnsoyrarsand og upp Vatnsbrekku, var hesturin ekkamóður og legði at drekka úr ánni. Í tí sama kom huldan í Vatnsoyrar, men hesturin var nú so væl afturstyrknaður, sum hann hevði drukkið, at hann fleyg so lættur niðan gjøgnum brekkuna, nú ið sporið fór at tyngjast hjá huldukonuni. “Hetta var mær sálarbót!“ segði seyðamaðurin, tá ið hann vendi hestinum frá aftur ánni, og síðan hevur henda á verið nevnd Sálarbótará. Men Vatnsbrekka er ónatúrliga long og drúgv, og seyðamaðurin hevði tí á orði: “Tungt er at ríða brekkuna hart.“ Tá ið hann var komin á Føstuvarða (heimanfyri í Miðvágshaganum), kom huldan stunandi upp fyri Vørður (handari í Miðvágshaganum). Tá var hesturin stívur í lørunum, og sveittin rann úr hvørjum hári á honum - tungur var maðurin, ið hann bar á baki. Tá ið hann kom at Mosagerði, hevði hon nærkast honum so mikið, at tað var ikki meira enn reipslongd ímillum teirra, og tá ið hann kom á Giljarætt (tætt innan fyri ánna í Sandavági) - har er kirkjan - fekk hon hann aftur.“

Kvæðið lýsir hesar hendingar soleiðis:

 

15. Seyðamaðurin á Sondum

hann reið gjøgnum Fjallalíð,

tá sá hann tær perlurnar,

ið stakkinum glinsaðu i.

 

16. Seyðamaðurin á Sondum

hugsar so við sær:

“Eg skal henda reyða kjóla

bera heim við mær.“

 

17. Seyðamaðurin á Sondum

vendi hestinum tá

beint har ímóti,

sum stakkurin lá.

 

18. Hann ballaði hann so tilsaman

av tí reyða skarlak,

síðani legði hann hann

upp á hestsins bak.

 

19. Síðani legði hann hann

upp á sín góða hest,

vendi so tilbaka heim

og reið, sum hann kundi best.

 

20. Setti hann seg á sín góða hest,

ið mundi væl vegin kenna,

pryglaði hann við hirðastavi,

so dúgliga mundi hann renna.

 

21. Huldukonan við eldin situr,

sær hon, sólin skínur:

„Eg skal út á hellu fara

at venda stakki mínum.“

 

22. Tá ið hon kom á helluna,

tá var stakkurin burt,

skar hon saman tenninar

og snerkti við skort.

 

23. Hon tók tá til at ganda

og tað við sterkum rúnum,

skimast runt um Fjallalíð

við sínum eygum brúnum.

 

24. Rópar hon yvir í Tormansgjógv

til systur sína tá:

“Seyðamaðurin á Sondum

stjól mær stakkin frá!

 

25. Systir, systir stíg í stórum,

kanst tú mannin ná!

Seyðamaðurin á Sondum

stjól mær stakkin frá!“

 

26. Svaraði aftur í Tormansgjógv

so huldisligani:

“Eg eri lamin í báðum beinum,

einki orki eg.

 

27. Gakk tú tað, ið tú kanst best,

eg kann einki gera!

Eg eri lamin í báðum beinum,

eg kann meg illa nera.“

 

28. Huldukonan við Húsagjógv

tók so til at ganga,

ginaði langt og gleivaði breitt,

ætlaði mann at fanga.

 

29. Seyðamaðurin á Sondum

ríður alt hann orkar,

hoyrir hann, at huldukonan

aftan á sær snorkar.

 

30. Eingin fuglur var so skjótur,

hvørki á sjógv’ ella landi,

sum tann hestur hjá seyðamanni

eftir Vatnsoyrarsandi.

 

31. Hesturin var móður,

hóast hann leyp av grið,

nakað so tyngdi hann

stakkurin við.

 

32. Hesturin var móður

og leyp for uttan ekka;

tá ið hann kom í Vatnsbrekku,

tá legði hann seg at drekka.

 

33. Tá ið hann hevði drukkið

eina so lítla stund,

tá kom hon í Vatnsoyrar

eftir tí grønu lund.

 

34. Hugsaði hann við sjálvum sær:

Her er ikki at dvøla!

Tá kom hon at heimaru Gjógv

aftan á honum í hølum.

 

35. Seyðamaðurin á Sondum

hann vendi hestinum frá:

„Hetta skal kallast

Sálarbótsá!“

 

36. Seyðamaðurin á Sondum

hann vendi hestinum snart:

“Tungt er at ríða

móti brekkuni hart!“

 

37. Hesturin í helluna

fótin steig so fast,

at hóvsporið í helluni

enn á døgum sæst.

 

38. Vegurin er langur,

tað kann einhvør vita:

ríða norðan av Fjøllum,

stóran mann at flyta.

 

39. Hesturin var reyður,

sum seyðamaðurin átti,

sveittin rann úr hvørjum hári,

var svartur sum ein pottur.

 

40. Tá ið hann kom at Føstuvarða,

var hann stívur í lørum;

tá kom hon og stunandi,

hon stóð upp fyri Vørðum.

 

41. Tá ið hann kom í Mosagerði,

nakað nærkaðist tá,

ikki meir enn eina

reipslongd ífrá.

 

42. Bannað veri huldukona,

enn hon dúgliga gekk,

tá ið hon kom á Giljarætt,

hon mannin aftur fekk.

 

43. Seyðamaðurin reið so skjótt,

at hann fekk ikki talað,

tá ið hann reið um ósan,

hon tók um hestsins hala.

 

44. Seyðamaðurin á Sondum

hann um ósan reið,

huldukonan um halan fekk

og hann úr hestinum sleit.

 

Og soleiðis endar stríðið millum mannin og huldukonuna; fyrst søgnin og síðani kvæðið:

“Í tí at hann reið fram við kirkjugarðinum, kastaði hann seg so knappliga av hestinum innum við stakkinum í hondini. Men ólukkutíð, stakkurin kom fastur í garðin um ein stein, so hon náddi at tríva í hann. “Nú haldi eg!“ rópaði hon. “Halt nú, hvat ið halda vil!“ svaraði hann aftur: “Her er Gud og kirkjan.“ Tey bardust um stakkin eina løtu, til hann skrædnaði; seyðamaðurin hevði aðra ermuna eftir, men huldan fekk skerdan bulin. So stór var henda stakkaerma, at hon røkk til messuakul í Sandavágs kirkju, og har er hon enn.”

 

45. Kastaði hann seg av hestinum

inn um kirkjugarð,

ólukkutíð at stakkurin

kom fastur har.

 

46. Kastaði hann seg av hestinum,

mangt var honum til mein,

ólukkutíð at stakkurin

kom fastur um ein stein.

 

47. “Pakka teg nú burtur

títt satans ónda trøll!

her er Gud og kirkjan

trífoldigheitin øll!

 

48. Pakka teg nú burtur!

tað sigi eg for vist,

her stendur hann uppmálaður

tann harra Krist!“

 

49. Bardust tey um kirkjugarð,

so illa tað til gekk,

hann fekk aðra ermuna,

hon skerdan bulin fekk.

 

50. Mess’akulin í Sandavágs kirkju

sigst í hesum tátti,

var onnur erman av kjólanum,

sum huldukonan átti.

 

51. Mess’akulin í Sandavágs kirkju

sigst í hesum kvæði,

rárt er at finna

sovorðið skarlaksklæði.

 

52. Rárt er at finna

eitt sovorðið skarlak,

ein gullbroderaður krossur

stendur í hans bak.

 

Umframt hesa søgnina um seyðamannin á Sondum eru tvær aðrar søgur um henda sama mann. Onnur er prentað í „Sagnum og ævintýrum“ hjá Jákupi doktara Jakobsen sum eitt uppískoyti til søgnina, ið omanfyri er prentað. Hon ljóðar so- leiðis:

“Seyðamaður á Sondum/ kendi knív sín burtur í øðrum londum“, so ljóðar eitt gamalt ørindi.

Einaferð var seyðamaðurin á Sondum farin yvir í Giljar burtur í haga. Tá slitnaði ein æs í skónum hjá honum, og hann settist at gera sær eina nýggja. Tá ið hann hevði bundið tveingin og skuldi taka knívin aftur, var hann horvin. Hann leit um seg, men sá einki uttan eina kráku flúgva. Stutt eftir hetta rýmdi hann úr Føroyum og fór til Noregs, av tí at hann fekk ikki frið fyri huldukonuni, sum hann hevði tikið stakkin frá. Hann bað um hús hjá einari konu; hon var bæði blíð og týð og setti góðan mat fram fyri hann. “Mong er geitin aðrari lík“, segði hann, tá ið hann skoðaði knívin - hann helt seg kenna sín egna knív aftur. Tá upplýsti hon fyri honum, at hon var krákan, ið hann sá hin dagin burtur í haga, og hevði tikið knív hansara.“

Hin søgan er heilt stutt. Hon stendur prentað í „Miðvinga søgu“, sum Mikkjal á Ryggi greiddi úr hondum, hon kom út í 1940:

„Seyðamaðurin á Sondum hevði stolið ein skarlaksstakk frá huldukonuni í Húsagjógv, sum sagt er frá í øðrum bókum. So einaferð seinni hann var at seyði, fór hann ikki heim um kvøldið, men legði seg í Fjallahúsið. Tá kemur huldukonan inn - stór var hon, rakk líka upp í tróðrið. Hann veit sær eingi lívsins ráð, og í neyðini grípur hann til at syngja sálmar. Huldukonan leggur armarnar fram á bitan og sigur: “Nú er ikki at syngja.“ Men hann steðgar ikki songin, og hon slapp ongantíð inn um bitan.“

Í bók síni, “Hugrák – slektsøga 1700-1900“, 1985 sigur Heini Haraldsen (f. 1892), at Jóannes hjá Mikkjali (Jóannes Michelsen) eisini yrkti vísuna “Engang det sig nu hændte“.

Vísan er á donskum, og innihaldið kann lýsast soleiðis:

Ein kongur tekur avgerð um at fara úr heimlandi sínum - vit skilja, at hann ætlar sær til Onglands, tí har býr ein kongsdóttir so von, at “hun skinnede som lyset i en stue.“

Náttina fyri at hann skal halda av stað, droymir hann ein dreym. Hann sær fyri sær tríggjar kappar á hestbaki. Teir herja á hann, bróta skjøldur hansara og svørð og særa hestin.

Hann sigur móður síni dreymin, og hon heldur dreymin vera eina fyriboðan um, at hann fer at lata lív á hesi onglandsferð. Áðrenn tey skiljast, gevur hon honum ein rúnaring.

Hann heldur so av stað við átjan monnum. Tá ið hann kemur vegin fram, møtir hann teimum trimum kappunum, hann hevði sæð fyri sær í dreymi, og partarnir rúka saman at berjast.

Bardagin stendur í fýra dagar. Tá er kongur okkara einsamallur eftir, allir menn hansara eru falnir. Hann veit sær nú eingi onnur ráð enn at taka rúnaringin, hann fekk frá móður síni, fram og at ákalla navn hennara.

Tá fellur eitt myrkur oman yvir mótstøðumenn hansara. Hann ger av við teir, og alt endar væl: “Prinsessen tog imod ham, der han til slottet red/ fik kærlighed til hannem uden lige/ de svore sig i troskab, i hæder og i fred,/ hinanden de i verden aldrig svige.“

Jóannes sjólátst norðan fyri Fútaklett í februar 1850. Tá yrkti Jógvan í Lon um skaðatilburðin.

Onkrar heimildir vilja vera við, at hesir báðir, sum saman yrktu “Seyðamannin á Sondum“, eisini saman yrktu “To herrer monne skrive“, men hetta fæst illa at samtykkja, tí henda vísan er prentað í “Danmarks syngende mand på bølge og land“ í 1890, og har verður yrkjarin skrivaður Mads Bendt.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018