• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tólv ránsmenn á ferð

Undanfarna vísa umrøður eitt kongsmorð í Jútlandi í 1286.

Vit skulu í hesi greinini umrøða ein samtíðarmann hjá danska konginum Eriki Klipping og hjá teimum, ið vórðu dømdir fyri at beina fyri honum - fremstir teirra vóru marskurin Stig Andersøn Hvide og Rane Jonssøn, sum eru gitnir í øðrum donskum vísum.

Vísan, ið henda viðgerð byggir á, er “De røvere hvile for norden skov“, sum hevur niðurlagið “De røvere tolv/ de hvile for norden skoven“. Hon er nr. 33 í “Danske kæmpe- og folkeviser“, nr. 152 í “Danmarks gamle folkeviser“, og hugsa vit um lagið, finna vit tað í “Færøske melodier til danske folkeviser" hjá teimum báðum H.Grüner Nielsen og Hjalmar Thuren - har er tað nr. 32. TSB- frámerkið er D 176.

Vísan byrjar við frásøgnini um, at ránsmenn, sum halda til á skóginum, troka seg inn í bóndans garð við vápnum í hendi, teir krevja mat og innivist, hótta við at drepa bóndan og liggja hjá ungu konu hansara. Bóndin játtar at geva teimum mat og innivist, hann biður fyri lívi sínum og bønar teir ikki at gera konuni nakað.

1. De røvere hvile for norden skov,

og skoven er deres skjul;

om natten gå de til bondens gård,

de drikke med hannem god jul.

 

De røvere tolv, de hvile for norden skoven

 

2. Og de gå dennem til bondens gård

med skarpen spjud i hænde:

“Du giv os af din juletønde,

du est vor skylde frænde.

 

3. Og du skal låne os hus i nat

og pleje os såre vel,

og vi ville hos din hustru sove

og slå dig selv ihjel.“

 

4. “Jeg vil give Eder både øl og mad

og pleje Eder såre vel;

jeg beder Eder for den øverste Gud,

I gøre mig ingen uskel.

 

5. Og ville I her tage hus med magt

og råde for alting selv,

og ville I krænke min unge viv,

da sker mig stor uskel.“

 

Hústrú bóndans verður nú nevnd við navni: Ása eitur hon, og smátt um smátt verður hon hetjan í vísuni. Hon ber ránsmonnunum øl og vín á borðið, reiðir teimum song, men í staðin fyri at liggja hjá teimum, sníkir hon seg av stað “til drosten herr Peders gård“, sum vísan tekur til.

 

6. Somme kasted deres sværd på bord

og somme deres skarlagenskind,

og somme bade Åse, bondens hustru,

bære for dem øl og vin.

 

7. Tak have Åse, bondens hustru,

ville ej hos røvere sove;

hun bar dennem øl og vin

alt ind i bondens stue.

 

8. Det var Åse, bondens hustru,

hun kunne vel føje sine ord,

og så tog hun en silkedug,

slog over det brede bord.

 

9. De åde og drukke en føje stund

og ikke end såre længe,

op stod Åse, bondens hustru,

hun sagde hun ville rede senge.

 

10. Det var Åse, bondens hustru,

ville ikke hos røvere sove;

derfor gik hun den lange vej

igennem de mørke skove.

 

11. Hun tog fod så rask i hånd,

så såre modig hun var;

hun havde vel fire stærke mile

til drosten herr Peders gård.

 

At vera drostur var eitt háborið starv. Orðið sigst vera komið úr latíni um týskt, og tað er at finna bæði í norskum og svenskum - drotsete æt tað har. Vit kundu kanska nevnt tað drottsæti.

Alt frá døgum Valdemar Sigurs var tað so, at drosturin var kongsins fremsti hjálparmaður, tá ið tað galt um stjórnarmál. Hann ráddi fyri øllum, tá ið kongur ikki persónliga var til staðar. Hann kundi seta fútar í starv og loysa teir úr starvi, hann var ovasti embætismaður, tá ið um galt fíggjarmál, og í navni kongs kundi hann døma á tingi.

Hesin drosturin, Harra Petur, skrivaðist Peder Nielsen, og í søgubókum verður navnið Hoseøl skoytt uppí. Hetta hevur einki við øl at gera, men heldur við føroyska orðið ál - so tað er hosubandið, ið hevur givið manninum eyknevnið.

Vit vita ikki, nær hesin Petur er føddur, men hann kemur í høga embæti sítt í 1279, meðan Erik Klipping ráddi fyri borgum. Í 1283 legði hann frá sær sum mótmæli móti tí sáttmála, kongur gjørdi við stórmenninar og móti gongdini, sum hon var um hetta mundið.

Tá ið Erik Klipping var fyribeindur í 1286, sá Peder Nielsen Hoseøl sær møguleikan aftur at fáa embæti og vald. Ikki var honum torført at sannføra kongseinkjuna, Agnas - av týskari ætt, um at samstarv Eiriks kongs við stórmenninar hevði verið ein vanlukka - einki minni. Skuldi hon tryggja tólv ára gamla syni sínum, Eriki Menved, trúnuna, mátti hon endurskipa eina ráðsstjórn, ið var kongi trúgv.

Peder Nielsen Hoseøl gjørdist nú aftur drostur, og hann legði sær nær at fáa øvundarmenn sínar, stórmenninar og fremstan teirra Marsk Stig, dømdar fyri kongsmorðið. Tað eydnaðist honum eisini. Stórmenninir fingu dóm, mistu ognir sínar og gjørdust friðleysir. Harra Peder og Valdemar, hertugi, fingu allar fyrimunirnar. Men brátt tók seg upp ósemja teirra millum. Harra Peder gjørdi í 1289 atsókn móti Valdemari. Hon miseydnaðist, og Peder Nielsen Hoseøl varð sjálvur handtikin og settur í varðhald á Sønderborg slotti. Hann slapp tó rættiliga skjótt leysur, men misti tá ávirkan sína. Hann doyði í 1298.

Men nú aftur til vísuna um teir tólv ránsmenninar:

Bóndakonan, Ása, er nú komin til garðin, har harra Peder býr. Hon vekur hann úr svøvni og sigur frá ránsmannavitjanini. Petur vaknar og biður menn sínar brynja seg til stríð.

 

12. Der hun kom i herr Peders gård,

der aksler hun kåben blå;

så går hun i højeloft

hvor drosten herr Peder lå.

 

13. “I vågne op, drosten herr Peder Hoseøl,

I sove nu altfor hart;

de røvere, som ligge for norden skov,

de ere hos os i nat.

 

14. Sove I, herr Peder Hoseøl,

eller I opvågen er?

Nu må I finde de røvere tolv,

de drikke i bondens gård.“

 

15. Det var drosten herr Peder Hoseøl,

han råber på sine hofmænd:

“I vågne op, I tøve ej længer;

thi os kommer tidende til hænde.

 

16. I vågne op, det er nu tid,

I drage på brynje uden falsk;

I stride mod Nilaus Ufred,

han er så hård en hals.“

 

Pallurin skiftir nú aftur, og vit eru stødd í bóndans garði. Ránsmenninir fregnast eftir, hvar matmóðirin á garðinum man vera. Bóndin sigur teimum í fyrstu atløgu, at hon reiðir upp. Síðani sigur hann gestunum frá, at tríati mans hava kringsett garðin.

 

17. Det da meldte de røvere tolv,

som drukke i bondens stue:

“Hvor er bondens væne hustru,

i nat skulle hos os sove?“

 

18. Bonden svared et ord så brat:

“At hun nu tøver så længe,

I vredes ej ved, hun skynder sig brat

at rede de gæstesenge.“

 

19. Og det da meldte den gode bonde,

han ud af vinduet så:

“Her holde vel tredive raske hofmænd,

de ere som duer grå.“

 

Nú verða tveir av ránsmonnunum nevndir við navni, Nilaus Ufred ella Ufredsøn og Lave Rimårdsøn:

 

20. Det svared herr Nilaus Ufired,

der han de hofmænd så:

„Ikke frygter jeg for dennem i dag

om sværdene holde må.“

 

21. Det var herr Lave Rimårdsøn,

så de hofmænd komme til by:

“Vi agte dem ikke ved en bønne,

for dennem ville vi ikke fly.“

 

Hóast dúgliga hevur verið leitað í fleiri “Danmarkarsøgum“, so hevur ikki eydnast at funnið nakað um hesar báðar menninar. Svend Grundtvig nevnir í DGF, at tann fyrri teirra møguliga er Niels Uffesøn, ein svágur marskin Stig.

 

Vísa okkara lýsir nú bardagan millum drostaliðið og ránsmenninar:

 

22. De stødte på døren, det gav godt bulder,

de stødte med glavind og spjud:

“Du stat op, Nilaus Ufredsøn,

du kom til os herud.“

 

23. “Syv tønder guld og otte af sølv,

dem vil jeg Eder give;

I lade mine stalbrødre fare med mig,

I lade os blive i live.“   

 

24. “Ikke passer jeg på dit hvide sølv,

fast mindre på dit guld:

for dig er mangt et faderløst barn,

som sidder så sorrigfuld.“

 

25. Og det var Nilaus Ufred,

han varde sig som en mand;

han hug og slog så længe om sig,

imedens han bjælke fandt.

 

26. Så gjorde herr Lave Rimårdsøn;

og han hug i så fast,

så længe til hans gode sværd

det sønder i hjaltet brast.

 

27. Så slog han klodden imod en sten,

stak odden i sorten jord:

“Nu må jeg give mig fangen i dag,

mig hjælper ej guld og gode ord.“

 

Lave Rimårdsøn býður nú tólv gullkistur fyri at tiggja lív, men fær til svar, at ikki verður tikið móti gávum frá slíkum manni. Lave skjýtur seg so undir, at hann er skyldmaður hjá drotningini og av keisaraætt, men fær einki uttan speiskligt svar:

 

28. “Jeg byder for mig de kister tolv,

alle fulde af guld så rød:

for dem haver jeg så mangen mand myrdt

og skændt både fruer og møer.”

 

29. “Jeg tager ingen gave,

og helst for slig en mand;

men du skalt klæde en stejle ny,

om jeg den betale kan.“

 

30. “Jeg beder Eder, drosten herr Peder Hoseøl,

I gøre mig ingen uret;

thi dronningen var min frænke så nær,

min fader af kejserens æt.“

 

31. “Var dronningen din frænke så nær,

din fader af kejserens æt,

hvi gik du da i bondens gård

gjorde hannem så stor uret?“

 

Og so er bara eftir at siga frá, at ránsmenninir fáa revsing sína og drosturin løn fyri avrik sítt:

 

32. Så toge man de røvere tolv,

fulgte dennem foroven den by,

på stejler satte de dennem tillige,

og de var alle af ny.

 

33. Nu ligger de på stejle og hjul

alt både for hede og kuld;

og drosten førte til kongens gård

tolv kister fulde af guld.

 

Hesi píningaramboð, “stejle“, t.e. ein stong, sum stendur upp og niður, og hjól, vóru vanlig um Evropa alt í miðøld, og tað sum hendi tí ákærda, tá ið slíkt kom í nýtslu, var, at hann varð ryggbrotin.

 

- - -

 

Umframt hesa vísuna um teir tólv ránsmenninar er ein onnur, ið byrjar við ránsmannalýsing, men tær hava einki hvør við aðra at gera.

 

Talan er um vísu nr. 64 í “Danmarks kæmpe- og folkeviser“. Hon er nr. 258 í “Danmarks gamle folkeviser“ og byrjar “De røvere ville at stjæle gå“. Vísan er ikki við í TSB, av tí at hon verður mett at vera yngri vísa og upprunaliga úr týskum vísuøki.

 

Ránsmenninir stjala har - í Onglandi vísir tað seg at vera - kongsdóttrina, Onnu, og flyta hana heim til kongin í Meklenborg. Tey giftast, liva saman í átta ár og fáa sjey synir.

 

Tá ið átta ár eru runnin, kennir Anna á lagnum, at kongurin vil hava annað vív. Hon gongur fyri móður hansara og biður hana leggja trýst á sonin um at sleppa hesi ætlan. Vermóðir hennara játtar, fer til son sín við áheitanini, men hann vísir henni frá sær:

 

“Nej såmænd, moder, gør jeg ej,

hun er af fremmede lande,

hendes forældre kender jeg ej,

hun er mig solgt tilhånde.“

 

So letur kongurin bjóða í brúdleyp - hann skal festa nýtt vív. Hann fer til Onnu og spyr hana, hvat hon ætlar at geva nýggju brúðrini í vígslugávu. Tá ið Anna svarar, at hon fyrst vil geva henni sjey synir sínar til tænarar, harnæst kongsins lív, svarar kongur, at hetta er ov lítið. Hon skal - sigur hann - geva henni gullprýðið, hon sjálv fekk á brúdleypsdegnum, men tað vil Anna ikki, tí sum hon sigur:

“Det gav I mig til morgengave,

derfor fik I min ære.

Kongur fer so til nýggju brúður sína og spyr hana, hvat hon vil geva Onnu, fyrrverandi unnustu hansara. Hon svarar: gamlar skógvar og níggju myllur.

Anna biður nú um loyvi at sleppa at skoða ungu brúðrina. Kongurin noktar henni tað, men hon fer so til vermóðrina og fær loyvi frá henni.

Anna gongur inn fyri brúðrina, skeinkir fyri henni, meðan tárini renna henni niður eftir kjálkunum. Brúðurin spyr, hvør kona hetta er. Kongur svarar, at hetta er systurdóttur hansara, men brúðurin heldur seg vita, at hetta er fyrrverandi kona kongs. Kongur má so siga sum er:

 

“Sandhed jeg Eder sige vil,

til hendes sorrig og vånde;

hun blev mig budet for penge til

og sold af fremmede lande.“

 

Brúðurin sigur nú, at hon veit seg eiga systur, Onnu, ið ránsmenn rændu, tá ið hon var lítil. Alt endar nú í gamni. Anna og kongur kasta samanaftur, og systirin fer heim aftur í ríkið sítt og tekur yngsta systursonin heim við sær.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018