• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Vit telja trøll

Neyvan munnu tað vera mong, ið vita at svara, tá ið spurt verður: “Hvussu mong vóru trøllini í Hornalondum?“, men drúgvast veit onkur - og tá helst úr elsta ættarliðnum, tí skulu vit fara eftir tí, ið Heðin Brú (1901-1987) nevnir í einari av stuttsøgum sínum, var hetta almannavitan fyrst í hesi øldini.

“Eina hersøgu“ rópar hann søguna um bygdarmannin Niklas Nikláa, sum knappliga ein dag fer at bera seg at so egið. Hann fær sær nýggjan hatt við páfuglafjøður, fer í hvíta skjúrtu og svart slips, hann, sum altíð hevði gingið sum eitt kloddafyl, men tá ið hann setir eld á gomlu kroysu sína, verður tað bygdarmonnum hansara ovboðið, teir taka hann tá á hondum og binda hann.

Tá er tað, at hann at prógva, at hann ikki er farin av vitinum, fer at reksa upp almannavitan sína: Hann greiðir teimum frá streymi, roknar alla ætt sína upp frá Runta hinum gamla, og so telur hann trøllini í Hornalondum.

Vit kunnu her stutt skoyta uppí, at Niklas Niklái var á ongan hátt farin av vitinum. Hann hevði, ella rættari, helt seg hava arvað stóra peningaupphædd - men alt var ein misskiljing og hann endaði sum sami bygdarserlingur, hann altíð hevði verið.

Men nóg mikið um Niklas Nikláa ella Mr. Nelson, sum hann rópti seg, tá ið frægast stóð til. Lat okkum heldur leita yvir í kvæðaheim at telja trøll.

„Trøllini í Hornalondum“ er kappakvæði, CCF nr. 28. Brigdini eru ikki færri enn seks í tali:

A: er eftir Jens Chr. Svabo (1746-1824), skrivað upp í 1781 ella 1782 og prentað í “Svabos Færøske Visehaandskrifter“, 1939,

B: er úr sonevnda Hentzesavninum. Jóannes í Króki (1794-1869) skrivaði upp í 1819,

C: hevur heimildirnar: Sandoyarbók, t.e. Jóannes í Króki (1794-1869) eftir Jón Joensen á Sandi, V.U. Hammershaimb (1819-1909), 1848 og Napoleon Nolsøe (1809-1877), 1842,

D: er Fugloyarbók. Hanus Hansen (1794-1854), bóndi í Útistovu, skrivaði fyri 1854,

E: er uppskrift í savninum hjá Svend Grundtvig (1824-1883) ; heimildarmaður er Jon Jonsen úr Sørvági.

At enda er F úr Hammershaimbs savni. Heimildarmaðurin skrivast Poul Abrahamsen og er úr Mykinesi. Hetta brigdið er prentað í Hammershaimbútgávuni “Færøske kvæder II“, 1855 - og man vera tann tekstur, ið oftast er á gólvi nú á døgum.

Í altjóða skrásetingini hava “Trøllini í Hornalondum“ skrásetingartalið E 116, tað er í deildini “Maður berjist móti risa.“ Umframt í Føroyum er kvæðið kent í donskum vísuøki. “Hellig Olav og troldene“, nevnist tað og hevur DgF-frámerkið 51. Svend Grundtvig (1824-1883) hevur einastu uppskrift sína frá Anders Sørensen Vedel (1542-1616), 1591, og prentar eisini inngang Vedels:

“At man haver tillagt S. Oluf, at han skal have så meget at bestille med disse trolde, som udi viserne omtales, holder jeg fåre, at skal forstås derved, at han formedelst Guds rene ord, som han stiftede og forfremmet i Norge, Island og andre omliggendis øer, haver forhindret satans spøgeri, hvormed de onde ånder have forført den simple almue i gamle dage i Norge, så vel som udi andre landskab, under hedenskabs vildfarelse og blindhed, så at satan ikke haver haft den makt siden den tid, som han havde tilforn hos vantroens børn. Så findes vel også udi S. Olufs historie, at han ofte haver værit i stor livsfare og er deraf dog underligen hjulpet udi mirakles vis af Guds skinbarlige nåde og synderlig undsetning. Hvilket med disse digt gives til kiende, at den, som sig forlader på Gud, bliver ikke forladt, men fanger magt og sejrvinding ved Herrens navn, som er det faste tårn, til hvilket den retferdige flyer og bliver hjulpen.“

Frásagnir um henda kongin, sum vit halda tjóðarhátíð at minnast, eru at finna í “Søgu Ólavs Halga“.

Aftan á inngangsørindi - í okkara kvæði ikki færri enn trý - sum greiða frá, at søguevnið er komið úr Íslandi, tekur sjálv søgan við:

Ólavur kongur (hetta er Ólavur Haraldsson (995-1030), eisini róptur Ólavur Digri ella Ólavur Halgi) siglir við “Orminum Skamma“ norður við landi. Tað var, sum liggur í orðinum, minni skip enn “Ormurin Langi“. Á ferðini droymir hann vándar dreymar um alt hetta heidna pakkið, ið norðan fyri býr. Kongurin stevnir monnum til tings og ber fram kristna læru. Nakrir taka við øllum hesum nýggja og geva seg undir, aðrir flýggja og fjala seg:

1. Frøðið er komið frá Íslandi

skrivað í bók so víða.

Havið tær nakað um hana hoyrt?

frá kann eg at týða.

Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

hans eru segl av silki reyð,

Ormurin rennur, árar leika í tolli.

2. Frøðið er komið frá Íslandi

skrivað í bók so breiða:

Havið tær nakað um hana hoyrt?

frá kann eg at greiða.

3. Frøðið er komið frá Íslandi,

hegar ið skald tað tók,

havið tær hoyrt um kongin tann,

ið skrivaður stendur í bók?

4. Tað er signaður Ólavur kongur

siglir norð við landi,

hann hevur skeið og skamri Orm

og mangan bitran brandin.

5. Tað er signaður Ólavur kongur,

hann siglir út við Ytra,

hann hevur skeið og skamri Orm

og mangan brandin bitran.

6. Ólavur siglir av Suðurlondum

fylgja honum streymar;

heidnir hava fyri mær borist

í mangar møðigar dreymar.

7. Ólavur siglir av Suðurlondum,

fylgja honum vindar,

fyrstu kirkju á Suðurlondum

hann letur við kraftir binda.

8. Kongurin sker ein tingakross

hvørjum manni hann sendi,

kom so mangur heidningi,

tað sást ikki yvir enda.

9. Kongurin stígur á tingið fram,

hann býður teim øllum skel:

tær skuluð taka við kristnari trúgv,

tað líkar mær so væl.

10. Svaraði fyrsti av heidnum monnum,

tungu bar hann so snjalla:

vær viljum taka við kristnari trúgv,

hann skjýtur hana yvir oss allar.

11. Svaraði annar av heidnum monnum,

tungu bar hann so neyva:

hirðið ei hvar ið beinini rekast,

tá ið búkarnir liggja deyðir.

12. Kongurin býður teim kristna trúgv

hesum heidnu monnum,

triðja kundi hann ikki fá,

tá fall litur av sonnum.

13. Tað er nú sum oftum var tá:

ræddur er hvør sín deyða,

summir flýddu í havsbotnar

og summir inn í heygir.

Nú vil Ólavur kongur síggja tað ljóta trøllið, "sum eitt vil øllum ráða". Torstein Oksamegin svarar, at risin eitur Arint Bunkabjørn - onkur uppskrift hevur Ari Bukkabjálvi - hann man fara at taka bæði skip og manning inn í fjallið, heldur Torstein og lýsir so mótstøðumannin, hvussu ræðuligur hann er á at líta. Ólavur kongur óttast kortini ikki og kvittar á risans fund:

14. Til tess svaraði Ólavur kongur,

stendur í miklum váða:

“Síggja vil eg tað ljóta trøll,

sum eitt vil øllum ráða.“

15. Svaraði Torstein Oksamegin

fellur niður til kníggja:

“Hoyr tú kongurin, harri mín,

hann er ei góður at síggja.

16. Arint eitur hann Bunkabjørn,

tú tarft ei eftir at fregna,

alt tekur hann í fjall til sín

bæði skeiðir og reystar tegnar.

17. Arint eitur hann Bunkabjørn,

tú tarft ei eftir at spyrja,

hann tekur alt í fjall til sín

bæði skeiðir og dreingir dýrar.

18. Brýrnar eru sum hamrar tveir,

ið svartir standa í fjøllum;

oyruni eru sum bukkahorn,

tey ringla við gullbjøllum.

19. Kjaftur hans er ógvuligur,

nasar hans eru langar,

so eru hansara kjálkabein

sum fjórðingsvegur at ganga.

20. Skeggið er sum sótið svart,

tað stendur niður á bringu,

neglirnar eru stórar og langar

alin fram av fingrum."

21. Svaraði signaður Ólavur kongur,

stendur í miklum váða:

“Síggja skal eg tað ljóta trøll,

sum eitt vil øllum ráða.“

Kongsliðið siglir nú fram við Hornalondum. Eitt æl kemur “av rustum niður“, og nú sólin er farin til viða, síggja teir ein risa koma oman móti skipinum við reipi í hond, og stórur krókur er festur í bandið. Risin spyr Ólav, hvussu tað ber til, at hann hevur hættað sær at sigla fyri Hornið Háa, tí haðani hevur eingin borið boð í bý.

Ólavur svarar við at biðja risan royna seg at taka skipið. Risin kastar krókin, tekur ódnartak og smokkar upp undir knæ. Ólavs menn er ræddir allir uttan Tórmaður ungi, ið lesur úr rúnarbók.

22. Sigldu fram við Hornalondum,

tá tók kongur at ráða,

opna tóku tá Hornalond

eystur í flagdaskála.

23. Ólavur siglir av Suðurlondum,

fylgja honum vindar,

trøllini í Hornalondum

vil hann við kraftum binda.

24. Blánaði æl í Botnum norður

streymur við bylgjugerð,

vísti vond og leiðingar,

at kongurin var á ferð.

25. Sterkt kom æl av rustum niður,

dreingir gjørdust mettir,

risin seg úr fjalli gekk,

tá ið dagurin setti.

26. Síggja teir allir, hesin tussi

vil at skipi venda,

hevur eitt tog og helmarreip

og stóran krók á enda.

27. Skeggið var sum sótið svart,

tað niður á nalva stóð,

jørð trað hann til kálva upp

og út í sævarflóð.

28. Hvør hevur teg so djarvan gjørt,

tú sigldi fyri Hornið Háa?

tað hevur eingin aftur komið,

her hevur skeiðir vágað.

29. Hvør hevur teg so djarvan gjørt,

tú sigldi fyri Hornið inn?

leiðin lá um Aldan suður,

onnur norð fyri Kinn.

30. Leiðin lá um Aldan suður,

onnur norð fyri Kinn,

hoyr tað tú, hin reyðskeggjuti,

hvør vinglaði teg her inn?

31. Hoyr tað Arint Bunkabjørn,

dvølst nú ikki longur:

tak nú á tað fyrsta tak

og vita, hvøssu gongur.

32. Svaraði hann Arint Bunkabjørn,

hirðir ei um minni:

“Ofta havi eg størri skútu

latið í fjall mítt inni.“

33. So tók Arint fyrsta tak,

skipið tók at hvøkka,

heilir allir Ólavs menn

aftur í stavn ræðu støkka.

34. So tók Arint á fyrsta tak,

tað turkaðust súðir tríggjar,

hann sakk niður í helluna

upp til sína kníggja.

35. Kastaði hann krók á havið út,

línan røkk at landi,

so tók hann á Ólavs skip,

tað tognaði borð frá bandi.

36. Allir bliknaðu Ólavs menn,

tá ið hann á skipið tók,

uttan hin ungi Tormaður

hann las í rúnarbók.

37. Allir bliknaðu Ólavs menn

sum mjeskur mjøður í skál,

uttan hin ungi Tormaður,

hann las tað rúnarmál.

38. Allir bliknaðu Ólavs menn

sum mjeskur mjøður í alvi,

uttan hin ungi Tormaður,

hann leikti við rúnarkalvi.

Kongurin gongur nú í lyftingina at standa og spyr fjallatussan, hvaðani hann er. Hann sigur seg hava rátt fyri Hornalondum í 1500 ár. Ólavur spyr so um, hvussu stórum liði hann ræður yvir, og Arint svarar tá við gitna roknistykkinum:

Gera vit út 12 skip, og tey koma aftur við 16 kópum í part, skera vit hvønn kópin í 9 partar og hesar partar aftur í 9, tá eru trý trøll um hvørt stykkið.

Kongur ynskir tá, at slíkur fongur ikki skal gagnast væl í trøllaheimi, hann biður Arint taka annað takið - tá søkkur hann niður um mjadnar - og triðja takið - tá søkkur hann upp um lendar - og Ólavur skapar hann tá um til stein.

39. Kongur gongur úr lyfting upp

fram eftir bunkabrún:

“Hvaðan er hesin fjallatussi,

hvar byggir tú tún?“

40. “Leingi havi eg fyri Hornalondum ráðið

kosin kongur á tingi,

hundrað heilt og hartil hálvt

fyri hvønn nagl á fingri.“

41. Svaraði signaður Ólavur kongur,

av miskunn var hann kendur:

“Vit skulu eiga orðum saman,

ikki ráðast á hendur.

42. Hoyr tað Arint Bunkabjørn,

enn beiði eg teg til mála:

mong tað eru tey veiðitrøll,

tú hevur í tínum skála?“

43. “Meir spyrt tú meg, enn eg spyrji teg,

ger ikki av tí hól:

ganga út av Hornalondum

róðrarskútur tólv.

44. Ganga út av Hornalondum

róðrarskútur tólv,

sekstan selir á hvørt føri

koma so heim av sjó.

45. Níggju verða fjósar ristar

av hvørjum aldansfiski,

tá fer hvør í níggju sundur,

og tá eru trý um stykkið.“

46. Til tess svaraði Ólavur kongur,

hyggur hann upp í bjørg:

“Illa gegnist góður fongur,

fast hjún eru mong og mørg.

47. Hoyr tað Arint Bunkabjørn

dvølst nú ikki longur:

tak nú á tað annað tak

og vita, hvøssu gongur!“

48. Kastaði hann krók á havið út

línan røkk at landi,

togna tók tað helmarreip,

tað brotnaði jarn í hondum.

49. Til svaraði hann Ólavur kongur,

hann gerst nú nýtur drongur:

“Tak enn á kalv og kynjalegg

og vita, hvatið gongur.“

50. Upp leyp Arint Bunkabjørn,

til tess var ei seinur,

so tók hann á Ólavs skip,

tað fjaldi hans mjadnarbein.

51. So tók Arint triðja tak,

skipinum vildi venda,

hann søkk niður í helluna

upp um sínar lendar.

52. “Her skalt tú til áburð standa

allar ævir til enda,

takið nú vík og havnarlag

hvør sum her vil lenda!“

Smátrøllini undrast á, at Arint ikki kemur heim, sum hann er vanur. Trøllkonan fer tíðliga um morgunin út, og Ólavur skapar hana um til stein. Nú finna trøllini innanfyri fram jarnstengur og gera seg til at søkja at monnunum, men Ólavur kongur læsir hellið.

Sterkasti trøllkallurin býður sær nú til at royna at fáa hellisdyrnar upp, men tá ið hann av allari megi stútar ímóti, brýtur hann hálsin, og so endar alt við ruðuleika og sorg í trøllalondum:

53. Inni sita smátrøllini,

nú er um tað at røða:

“Seinur er Arint heim til hallar

osum krásir at føra.“

54. Út kom gívurin árla morgun

rættir út hálsin langa,

gløir eygum, glettir á tonn,

sankt Ólav bað so standa.

55. Til svaraðu tey smáu trøll,

hildu sær at gaman:

“Hvat man breka móður vári,

hon fær ikki kjaftin saman?“

56. Leiðin lá for Aldans sund,

onnur inn fyri Kinn,

“Hoyr tú tað hin reyðskeggjuti,

hví vinglaði tú her inn?“

57. Út kemur gívurin árla morgun,

hon stígur á stinnar stólpar:

“Nú skal ganga av grimum út

honum at koma til hjálpar.“

58. Trøllini í Hornalondum

búðu seg út so víða

út við stórum jarnstongum,

tá tók hellið at síga.

59. Tí svaraði Ólavur kongur:

“Verði her enn sum fyrr,

aftur lokist hetta hellið,

verði her ongar dyr!“

60. Tað var signaður Ólavur kongur,

alt var, sum hann vildi,

einki slapp av hellinum út,

men alt hann inni byrgdi.

61. Til so svaraði hann sterki kall,

stinnur í alvi sínum:

“Ofta havi eg størri hamrar

brotið við kolli mínum.“

62. Trøllini í Hornalondum

ríða seg til tinga:

“Førum vær tað magnið,

sundur man bergið springa.“

63. Til tað svaraði hann sterki kall,

gerst nú nýtur drongur:

“Leiðið meg at hellisdurum

at vita, hvøssu gongur.“

64. Tólv fóru undir hans hvørji hond,

studningin hann fekk,

studdu hann so móti hellisdurum,

hálsur av liði gekk.

65. Havið tær hoyrt frá Hornalondum,

hvat trøllini gjørdu á sinni?

tað livdi longst, sum sterkast var,

tá ið hvørt át annað inni.

66. Trøllini í Hornalondum

skuldu leypa bukk,

tey fóru niður til Krítuness,

haðan kom einki upp.

67. Signaður verði Ólavur kongur!

alt var, sum hann mælti,

einki slapp av helli út,

tað hann inni læsti.

At enda nøkur orð um hetta landsnavnið Hornalond. Tað verður hildið at vera økið uttan um norska fjallið Hornelen, góðar 900 metrar høgt á vesturstrondini á Bremangeroynni í Norðfirði í Noregi. Fjallið verður, sum vit hava hoyrt, eisini rópt Hornið Háa - og soleiðis er tað eisini gitið í øðrum hugtakandi kvæði - tað um Geyta Áslaksson.

Og Krítunes, hagar Ólavur sendi trøllini, er annað navn fyri helviti. Har heldur Krítin til, hin versti sjálvur, ið eisini er nevndur í summum uppskriftum av einum tí kendasta skjaldrinum, vit eiga: „Rura, rura barni/ krítin stendur í jarni.“

Og so var tað roknistykkið:

12 skútur og sekstan kópar, tað eru 192, hvør kópur í 9 fjósir, so eru 1728, hvør fjós aftur sundur í 9, nú eru 15.552 - og uppi yvir hvørjum petti sótu trý trøll, tað verða tilsamans 46.656.

Men summi hava sagt frá einum trølli afturat, tí 46.657.

Jóhan Hendrik Winther Poulsen (f. 1934), professari, hevur við Jóannesi á Mølini (1895-1980) í Skálavík sum keldu, sagt, at tey har í bygdini plagdu at tala um eitt stakt trøll, bitatrøllið nevnt, sum ikki var við í roknistykkinum, tí tað var ikki við í býtinum, men fekk lítlan bita av hvørjum parti.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018