• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Vaagen

 

Árni Dahl:

„Vaagen“ í vanda.

Móti endanum av farnu øld gjørdist tað árliga afturvendandi hending, at føroyingar - bæði konur og kallar - fóru til lands, sum tey róptu tað, at arbeiða í Íslandi. Í leigaðum skipum, ofta norskum, fóru tey yvir á Eysturlandið um várið og komu aftur um heystið.

Hesum viðurskiftum hevur Sámal Johansen, lærari, ættaður úr Vík, greitt frá so frágera hegnisliga bæði í útvarpinum og í bók síni „Til lands - útróður í Íslandi”, sum kom út í 1980.

Tað ber væl til at ímynda sær, hvussu buldraligar hesar ferðir kundu vera, kom óveður á til tað lítið flutningsskip á víðum havi við stórthundrað til hálvtannaðhundrað fólkum innanborða.

Og ein ferð gjørdist minnilig. Í oktober mánaði í 1888 var norska skútan „Vaagen“ á heimferð úr Íslandi við føroyskum verkafólki. Náttina til 4. oktober kom skipið í høgættaródn so nær landi undir Fugloynni, at vandi var fyri, at skipið fór á land. Vildi illa til, hevði hetta gjørst størsta  vanlukka í Føroya søgu, tí umframt manningina vóru um leið 150 fólk við skipinum.

Í „Dimmalætting“ 13. okt. 1888 stendur at lesa:

„En farefuld rejse havde de Islandsfarere, der kom hjem med dampskibet „Waagen“. Efter 3 dages rejse i mere eller mindre orkanagtigt vejr kom skibet natten mellem torsdag og fredag i snefog ind i brændingen ved Skarðsvig på nordsiden af Fuglø. Mandsskabet og passagererne bleve kaldte op paa dækket, og kaptajnen bad dem befale sig Gud i vold, da der ikke syntes udsigt til redning. Ved hjælp af det eneste tilbageværende sejl - de andre vare dagen i forvejen blæste i stumper og stykker - i forening med maskinens fulde kraft lykkedes det at komme klar af landet, hvor de taarnhøje bølger kastede deres skummende kamme over hundrede fod op ad den stejle klippekyst. - Næste morgen kom skibet i god behold til Klaksvig.“

Og ein av útróðrarmonnunum, Jógvan Johannesen úr Miðvági - Birtu Jógvan nevndur - f. í 1869, greiðir sambært „Føroya Siglingarsøgu“, 7. bindi, soleiðis frá:

“Waagen“ var sum ein stór slupp og hevði  maskinu og segl eisini. Norðmaðurin Watne, ið búði á Seyðisfirði, átti skipið, ið sigldi millum Ísland, Føroyar og Noreg. Heimstaðurin var Stavanger. Vit fingu illveður við tað sama, vit fóru úr Íslandi, og skiparin helt til havs við skipinum. Lastirnar vóru tilskalkaðar, og vit vestanmenn vórðu koyrdir í ta aftaru lastina, men seinni í kahúttina. Skiparin fór í maskinrúmið at vera. Veðrið var so ringt, at aldurnar vóru sum fjøll at síggja uppímóti. Men „Waagen“ var eitt ógviliga gott sjóskip. Jóan Jakku í Gásadali, ið seinni varð bóndi í Tøðuni, hevði ein kálv standandi har frammi í gongini. Hann fór at hyggja eftir kálvinum, tað var um kl. 11 á kvøldi, kavarok var og ódnarveður, og komin upp sá hann, at vit vóru tætt undir einum forbergi, har brimið var øgiligt. Hann varskógvaði við tað sama, og róp kom í. Vit fingu á tað einasta seglið, ið eftir var, og skipið lá upp fyri bergið, og skiparin rendi skipið til havs. Næsta landið, vit hómaðu aftur, var Svínoyggin. Vit komu tó í øllum góðum inn á Klaksvíkina.“

Gitnast er ferðin tó vorðin av teirri vísu, sum kvívíkingurin I.P.Gregoriussen, Jóan Petur uppi í Trøð (1845-1901), yrkti um hana við lagnum til „Ebbe Skammelsøn“. Vísan er prentað í „Føroyingatíðindum“ nr. 4, 15. februar 1894.

„Vaagen“ er 25 ørindi til longdar. Hóast Jóan Petur ikki sjálvur var við á ferðini (hann hevði tó hoyrt bygdarmenn sínar siga frá henni), so letur hann ein eg-persón siga frá:                     

1. Eg fór mær til Íslands í fjør –

tað hevði eg ætlað so leingi –

at vinna mær pening og síggja meg um

sum aðrir dugandi dreingir.

 

Men fram rann „Vaagen“ yvir hav,

hon mangan vin førdi.

 

Greitt verður so frá fráferðini úr Føroyum og ferðini yvir. Dreingir og gentur í hundraðtali eru við, tey leggja út av Fuglafirði, halda norður gjøgnum Djúpini, tað er millum Eysturoy og Kalsoy, og nærkast Seyðisfirði, har tey fara í land:

 

2. Dreingir og gentur í hundraðtali

ta ferðina skuldu gera,

alt bleiv puttað í lastina niður,

so trongligt mundi har vera.

 

3. Løgdu teir út av Fuglafirði

og haðani út í hav;

so høg gekk aldan í Djúpunum tá,

at snútin fór langt undir kav.

 

4. Havið tað var, sum tað var vant,

tað var nakað gruggut at sjá,

kuldin inn at beini neit,

hann norðan úr ísinum lá.

 

5. Tá ið vit nærkaðust Seyðisfirði,

tá var eg í ringum hýri.

Ísurin gnaddar í ymsi borð,

hann stoytir í stevnið og stýrið.

 

Um steðgin í Íslandi er Jóan Petur stuttorðaður. Hann verður lýstur í einum einasta ørindi:

 

6. Strevaðist eg í Íslandi tá

og vann, sum eg kundi best,

og so skuldi eg við „Vaagen“ fara

til Føroya aftur tað heyst.

 

Og so kemur heimferðin. Stutt verður greitt frá, hvussu nógv fólk, ið er við skipinum, og síðan kemur í fjúrtan ørindum ein lýsing av sjóferðini, frá tí „vit komu á Dalatanga“, til tann signaði Føroya klettur gevur lívd, sum merkir, „at burtur er allur vandi“.

Hesi fjúrtan ørindini eru ein máttmikil lýsing av skipi og manning, ið taka tøk við tær øgiligu náttúrukreftirnar, og her verður í at kalla hvørjum ørindi tikið stak væl til orðanna:

7. Skipið tað var so pakkað við fólk,

- eg ógvist yvir tað enn –

har lá hvørt um annað vavt

bæði posar, kistur og menn.

 

8. Løgdu teir út av firðinum tá

- hon mundi í báruna snýsa –

tá ið vit komu á Dalatangan,

stóð havið í andarisi.

 

9. Hørð kom ódn av útnyrðingi,

so hvassir vóru teir vindar;

himmal og hav runnu saman í eitt

og brot sum fjallatindar.

 

10. „Vaagen“ hon rennur á havinum fram,

hon kastast á ymsar kjálkar;

bylgjan sprænir í gaffil og rá,

hon brestur í plankar og bjálkar.

 

11. „Vaagen“ hon rennur á villum havi,

og hæddin var ei at hitta:

har sást hvørki stjørna, ei sól,

og logg var til onga nyttu.

 

12. Myrk var náttin, og ódnin var hørð,

vit hopast at koma í havn;

tað fyrsta, eg fekk eyguni á,

var meitilberg fyri stavn.

 

 

13. Ódnin dreiv á landið inn,

og brimið í berginum hongur;

súgurin holar at botni niður,

og skútan í blámanum gongur.

 

14. Ódnin dreiv á landið inn

- har var so mikil vandi –

um akkerið fast í Íslandi stóð,

tað tók ikki frá aftur landi.

 

15. Hýrin, ið har á skipinum var,

um hann vil eg einki orða,

ætli hann sjálvur, sum vandan kennir,

hvussu til stóð innan borða.

 

16. Løgdu teir hana við blámanum fram;

hon gongur í trongum rúmi;

bylgjan brýtur í bæði borð,

so mastrarnar vaða í skúmi.

 

17. Hon rann bæði við damp’ og segl’,

og tað bæði yvir og undir;

hevði tað verið eitt veikari skip,

so hevði tað liðað seg sundur.

 

18. Lukka so fatti tey fingrabein,

so væl kundu skipinum stýra;

eg vil ei banna tann ódnarstorm

á seglini mundi fíra.

 

19. Har sást ei annað enn brim og berg,

har var hvørki lón ella møl;

var skútan nærri landi ein favn,

so mól alt sundur í mjøl.

 

20. „Vaagen“ hon froysir við berginum fram

- har talaðist ikki eitt orð -

maskinan helt, og seglini hildu,

og sterk vóru skipaborð.

 

21. Maskinan hon var úr svenskum stáli,

so mangur hevur tí bannað:

tað er tolið, og tað er hvast,

sum mangur maður má sanna.

 

22. „Vaagen“ hon rennur mót tanganum fram,

og enn er hon á tí bleyta;

væl so hildu tey norsku segl

væl drigin við sterkum skeyta.

 

23. „Vaagen“ hon rennur um tangan fram,

og burtur var allur vandi;

signaður veri tann Føroyaklettur,

so væl har lívdi av landi.“

 

Tey bæði seinastu ørindini lýsa signing yvir „Vaagen“ og bera skipinum tøkk fyri, at tað bar øll burtur úr vanda:

24. Signað so veri hvørt viðasprek

og so hvør boltur og nagli;

góðlukka hendi teg „Vaagen“ øll

við tínum togum og takli.

 

25. Takka vit „Vaagen“ tí góða skipi,

sum okkum bar millum landa;

takka vit „Vaagen“ tí norsku skútu,

sum okkum bar burtur úr vanda.

 

Men fram rann „Vaagen“ yvir hav,

hon mangan vin førdi.

 

Men øll vóru ikki so fegin um hesa vísuna, Jóan Petur hevði yrkt. Í „Føringatíðindum“ nr. 6, snøggan mánað seinni, 15. mars 1894, hevur Andras Sámalsson eina mótyrking í átta ørindum:

 

1. Í „Føringatíðindi“ nummar fýra

har stendur ein ríma prentað;

til yrkjaran havi eg nakað at siga,

antin tað er drongur ella genta.

 

Men fram kom „Vaagen“ yvir hav,

tí Harrin tað vildi.

 

2. Eg má siga um rímuna,

at yrkt er hon nóg væl;

men at hon gevur „Vaagen“ tøkk,

tað er ikki, sum tað skal.

 

3. Stormurin kom frá Harranum,

tí Harra, sum eg má prísa,

hann reddaði bæði skip og fólk,

hann vildi sína almakt vísa.

 

4. Hann vildi sína almakt vísa,

tað tvívli eg ikki uppá,

var ikki hansara hond uppií,

tá „Vaagen“ í spønum lá.

 

5. Var hansara hond har ikki í,

hvat hjálpti tá skúta sterk?

Hvat hjálpti maskinan úr svenskum stáli?

Hvat hjálpti tá menniskjaverk?

 

6. Guð náði hann, til sjógvin fer,

og lítur á sterka skútu,

skjótt forgongur skip og fólk,

tá ið Harrans tíð er úti.

 

7. Guð náði hann, ið heima ella burtur er

og ikki trýr Harranum best;

vandaleysur er hann ongantíð,

vár, vetur, summar ella heyst.

8. At „Vaagen“ við síni mannarúgvu

kom óskadd heim til landa,

tað mugu vit takka Harranum fyri,

tann einasta hjálp úr vanda.

 

Men fram kom „Vaagen“ yvir hav,

tí Harrin tað vildi.“

 

Upp í hesa svarrímu hevur blaðstjórin, Rasmus Effersøe, skoytt hesar reglur:

 

„Vit hopa, at ikki øll hava tikið vísuna um „Vaagen“ so illa upp, sum A.S. hevur gjørt tað. Yrkjarin hevur ivaleyst ikki gloymt Harran, tó at hann hevur latið hann verið ónevndan í rímuni, sum gongur út upp á at prísa hansara verki. Tað man liggja greitt fyri teimum, sum lesa „Føringatíðindi“, at bæði fingrarnir, sum stýrdu skipinum, og skipið sjálvt við síni svensku maskinu og sínum norsku seglum eru frá honum, sum alt hevur skapt; men harfyri sømir tað seg at geva teimum æru, ið nýta tær gávur og tey evnir, sum Harrin hevur givið teimum til at fáa góð verk í lag“.

 

Í „Føringatíðindum nr.7, 5. apríl 1894 svarar Andras Sámalsson Rasmusi aftur:

 

„Harri blaðstýrari! Í „Føringatíðindum“ fyri 15. mars hava tygum sagt, at eg tók rímuna um „Vaagen“ illa upp. Eg vil ikki ganga frá, at mær dámdi hana ikki væl av teirri grund, at tað ljóðaði, sum fingrarnir, ið stýrdu, og tann sterka maskina og segl gjørdu, at „Vaagen“ kom fram ta ferðina, ið um er skrivað. Eg helt fyri mær sjálvum, at eina tøkk kundi Harrin væl fingið, tí at hann átti hana, ivist eg ikki í. At fleiri sum eg hildu minni av rímuni fyri tað, veit eg vist, so mikið meir sum eg veit teir menn, ið hildu tað vera „eitt Guds mirakul“, at „Vaagen“ kom vegin fram ta ferðina. At „Vaagen“ er eitt so óføra sterkt skip, veit eg einki um - sterkari skip, enn hon er, man útnorðingur hava gjørt so illa til, at bæði fólk og skip hava farið fyri einki í bylgjunum. Lat okkum vara okkum fyri at geva skapninginum ta tøkk, sum skaparin eigur, um tað enn er í eini rímu.“

 

Og í sama blaði svarar I.P.G. Andrasi:

 

„“Ikki ein og hvør, ið sigur við meg: Harri, Harri! skal stíga inn í tað himmalska ríkið, men hann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlinum“ (Mattheus 7, 21), og aftur í báðum teimum næstu versunum vilja vit finna, hvussu óhjálpin vit eru, bert av at hava Harrans navn í munninum og brúka tað til lystimætir ella til ónýtis (sjá „annað boð“).

 

Hesi orðini runnu mær í huga, tá ið eg í „Føringatíðindum“ nr. 6 í ár varð varur við, at Andras Sámalsson hevði sýnt mær so miklan heiður, at hann vildi finnast at rímu mínari um „Vaagen“; men so tungt tað fellur mær at siga tað, so má tað tó út: at skal A.S. í hesi rímuni, sum hann hevur yrkt móti „Vaagen“, vísa sítt „credo“, so hava vit báðir hvør sína trúgv.

At snakka um trúnna kemur mær ikki so dáttliga við, tó at „Føringatíðindi“ kannske ikki er rætta staðið. Eg havi í langar tíðir bæði lisið og hugsað um bíbilorð og bíbillæru, so eg havi eina trygga grund at seta mín hug á. Gud hevur skapt alt og lívgar alt; hann hevur sett sítt ættmál og árstíðir, givið luft, jørð, eldi og vatni sínar „natúrlógir“ og skapt menniskjan hægstan og bestan av øllum skapningi við evnum til at vinna vald yvir allari skepnu og við evnum til at draga nyttu úr „elementunum“, og so hevur hann eisini lagt tær treytir á okkum, at vit skulu streva eftir at nýta tey evnir, vit hava fingið, og soleiðis upphækka Guds prís, og tá ið vit so vinna stór verk, kunnu vit prísa verkinum, tí so prísa vit honum við, sum evnini hevur givið til at fremja verkið.

Men vil nú A.S. í rímu sínari vanvirða bæði menn og mansins verk, so fylgir har av, at hann vanvirðir hann við, sum øll góð evnir hevur givið.

Hvør veit, um eg ikki kann ugga meg við tað, at ríma Andrasar verður gloymd, men „Vaagen“ goymd? A.S. mátti kunna tolað tað, at eg ynskti gott oman yvir „Vaagen“ og tað fólkið, ið á henni var. Tað vilja mangir føroyingar halda við mær í, at „Vaagen“ er verd at fáa eina rímu til minni frá føroyingum, og mangur maður vil kenna seg aftur í rímuni, um hann ferðast millum Ísland og Føroyar. Eisini meinti eg at draga fólkahugin til brøður okkara í Íslandi og til okkara ættarfrendir norðmenninar. Nei, tað er ikki „Vaagen“, ið A.S. helst finst at, men tað eri eg sjálvur. Eg haldi meg finna í rímuni hjá A.S. nakað av sama slagi sum tað, ið Ólavur Trygvason fann innan í gullringinum, sum Sigmundur hevði fíngið frá Hákuni jalli. Tað, ið eg havi sent til „Føringatíðindi“, hevur verið ætlað til at vekja fólkaondina upp við; einki ilt veit eg at hava sagt, og minni havi eg hugsað tað. Andras Sámalsson fer at taka tað, sum hann vil. Har er einki við at gera.“

Eisini til hesi orð fínna vit eitt aftursvar frá Andrasi Sámalsson. Tað stendur í „Føringatíðindum“ nr. 9 frá 3.mai 1894 og ljóðar soleiðis:

„Í „Føringatíðindi“ nr. 7 hevur J.P.G. skrivað ein artikul ímóti mær, og begynnir hann við Jesusar orðum (í Mattheus evang. 7, 21), og  hann vil siga so mikið, at leggi eg ikki av at taka Harrans navn í munnin, so sleppi eg ikki inn í tað himmalska ríkið. Er hetta trúgvin hjá J.P.G., so behøvir hann ikki at siga mær, at vit hava hvør sína trúgv.

Kann J.P.G. ikki prísa Gudi upp á annan máta enn at syngja takkarsálmar til „Vaagen“, so er tað nógv betri, at hann letur tað vera. Í bíbliuorðinum, sum hann „bæði hevur lisið og hugsað um í langar tíðir“, stendur: „Takkið altíð Gudi, faðirinum, fyri allar lutir í vár harra Jesu Kristi navn“; men enn havi eg ikki funnið, at vit eru biðin at takka „Vaagen“ fyri nakað. Eftir mínari meining var tað líka beint, at hann í rímuni um „Vaagen“ í nr.4 takkaði Gudi fyri redningin, og vit so sluttaðu okkum, at hann ikki hevði gloymt „Vaagen“ og fingrarnar, sum stýrdu skipinum, enn at hann gevur „Vaagen“ tøkkina har, og vit so mugu slutta okkum, at hann ikki hevur gloymt Várharra.

Eg havi hoyrt um eina bók, sum teir kalla „Koranin“, kannske tað er upp úr henni, J.P.G. hevur fingið allan sín vísdóm; upp úr bíbliuorðunum, sum vit plaga at lesa, hevur hann ikki funnið, at „Vaagen“ og annað av tí, Várharra hevur skapt, eigur tøkkina fyri tey mirakul, sum hava verið gjørd og enn tann dag í dag verða gjørd.

Eg unni „Vaagen“ og hvørjum menniskja (J.P.G. eisini) alt gott; men at biðja til teirra, dámar mær ikki.

J.P.G. kann ugga seg so mikið, sum hann vil, við, at „Vaagen“ verður goymd, eg ivist ikki í, at hann og eg eina ferð verða goymdir eisini.

At finnast at J.P.G. sjálvum kann ikki falla mær inn, tí eg havi ikki ta æru at kenna hann.

J.P.G. man ikki á nakran máta halda seg vera verri mann enn Ólav Trygvason; tíðin vil vísa, um históriuskrivararnir gera sær so nógvan ómak við at skriva um J.P.G., sum teir gjørdu sær við Ólavi.

J.P.G. sigur, at tað, ið hann hevur sent til „Føringatíðindi“, hevur verið ætlað til at vekja fólkaondina upp við. Tað er gott nokk, men hann má ikki gloyma, at tað eisini eru fólkakroppar, sum treingja til at verða vaktir.

Í móti endanum av sínum artikli skrivar J.P.G.: „Einki ilt veit eg mær at hava sagt, og minni havi eg hugsað tað“ - man hetta vera sannheit? - Fyrr havi eg hildið, at ikki meiri enn ein kann hava sagt: „Hvør av tykkum kann vísa, at eg havi gjørt synd“, nú ljóðar tað, sum J.P.G. vil siga tað sama.

Og eitt slíkt menniskja er einki við at gera.“

Soleiðis endaði hesin orðaleikur í „Føringatíðindum“ á vári 1894. Meira enn hundrað ár eru liðin síðani hesa illveðursnátt, tá ið „Vaagen“ mundi farið fyri einki, og prentaðu vísurnar hava eisini rundað tey hundrað árini.

Mangt bendir á, at hóast Andras Sámalsson á sinni fekk seinasta orðið á prenti, so átti I.P.G. í veruleikanum seinasta orðið, tá ið hann tók soleiðis til:

„Hvør veit, um eg ikki kann ugga meg við tað, at ríma Andrasar verður gloymd, men „Vaagen“ goymd?“

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018