Skip to main content

Útgávuheimar


Útgávur

  • Søga 5, eitt land í menning - Læraravegleiðing
    Søga 5, eitt land í menning - Læraravegleiðing

    Menning er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Menningin av føroyska samfelagnum fyllir nógv í flestu pørtunum í bókini

     

    Læraravegleiðingin til Søga 5, eitt land í menning er eins og næmingabókin býtt upp í 9 partar, og hava partarnir sama heitið sum í…

  • Føroysk søga 1 - pBók
    Føroysk søga 1 - pBók

    pBókin er ein skerd pappírsútgáva av Føroyskari Søgu 1 og fevnir um 138 síður.

    Føroysk søga 1 er fyrsta bókin av trimum til lærugreinina søga og samtíð í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Føroysk søga 1 er ætlað søguundirvísingini í 7. flokki. Bókin viðgerð…

  • Søga 5, eitt land í menning - Næmingabók
    Søga 5, eitt land í menning - Næmingabók

    Menning er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Menningin av føroyska samfelagnum fyllir nógv í flestu pørtunum í bókini

     

    Bókin er í 9 pørtum, og dentur verður lagdur á at fáa samband millum tað søguliga og gerðandisdagin hjá næmingum í 5.…

  • Martin Luther - teknirøð
    Martin Luther - teknirøð

    Martin Luther - teknirøð

    munkurin, sum broytti heimin

    Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin” er teknirøð í kristni og søgu í 6. og 7. flokki.

     

    ”Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin” er teknirøð, sum Nám gevur út eftir áheitan frá fólkakirkjuni í sambandi við, at 500 ár eru liðin siðan reformatiónin tók…

  • Føroyingasøga
    Føroyingasøga

    Føroyingasøga hevur eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentanarsøgu. Teksturin varð fyrstu ferð týddur til føroyskt í 1832, og síðani eru fleiri týðingar og fleiri útgávur komnar av søguni.

     

  • Søga 4, ein søguferð - Læraravegleiðing
    Søga 4, ein søguferð - Læraravegleiðing

    Læraravegleiðingin til Søga 4, ein søguferð, er ætlað sum eykatilfar til læraran.

    Faktatekstur er til hvønn kapittul og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við næmingabókini. Fremst er vegleiðing um netbókina, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 4, ein…

  • Søga 4, ein søguferð - Næmingabók
    Søga 4, ein søguferð - Næmingabók

    Hugtakið ferðing er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Ferðing og sambandið við útheimin fylla nógv í flestu kapitlunum í bókini, og gevur tað góðar møguleikar at knýta føroyska søgu upp í norðurlendska og evropiska søgu.

    Eitt av endamálunum við hesum evninum er, at…

  • Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður
    Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður

    Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið Javnstøða. Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Poulsen, MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, hava skrivað og lagt til rættis. Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði á miðnámi, men kann eisini…

  • Føroysk søga 1 - sBók
    Føroysk søga 1 - sBók

    Føroysk søga 1 er ætlað søguundirvísingini í 7. flokki. sBókin viðger tíðarskeiðið 1750-1914 í føroyskari søgu. Millum evnini, ið verða viðgjørd eru Vágsbotnshandilin, Nólsoyar Páll, gamla bygdasamfelagið í 19. øld, fríhandil, samfelagsbroytingar síðst í 19. øld…

  • Heimssøga - Frá 1900 til í dag
    Heimssøga - Frá 1900 til í dag

    Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga…

  • Heimssøga - Frá 1700 til 1900
    Heimssøga - Frá 1700 til 1900

    Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga…

  • Heimssøga - Fram til 1700
    Heimssøga - Fram til 1700

    Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga…

  • Lundafleyg
    Lundafleyg

    Lundafleyg

    ein fleygadagur í Nólsoy

    Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava valdað í hundraðtals ár. Bókin viðger:

    Lundan

    Týdningin, sum fuglurin…

  • Landnámið
    Landnámið

    Landnámið

    Komið og kannið

    Henda bókin er um landnámið. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson sigur okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fyrstu fólkini, ið búsettust her. Vit fáa eisini innlit í hvør ráddi í Føroyum, hvussu tey búðu og hvat tey trúðu á. At…

  • Rætt og rangt
    Rætt og rangt

    Rætt og rangt

    Mannarættindalæra á grundstøði

    Bókin greiðir frá grundreglunum um mannarættindi. Dentur verður lagdur á at kunna um, hvørji grundleggjandi moralsk hugtøk í veruleikanum hava elvt til, at Heimskunngerðin um mannarættindi kom í lag, og hvørja ávirkan hon higartil hevur havt. Bókin byrjar við hendingum, sum…

  • Oyðimørkin veksur
    Oyðimørkin veksur

    Í bókini Oyðimørkin veksur verður greitt frá gongdini í Afrika frá fyrstu menniskjuni til okkara tíð. Kanska hevði eingin hungursneyð verið í Afrika í dag, um rættstundis varð byrjað við fyribyrgjandi tiltøkum. Á hvørjum ári verður eitt øki av góðari landbúnaðarjørð, 50 ferðir…

  • Samfelagsfrøði 1
    Samfelagsfrøði 1

    Samfelagsfrøði 1

    Tú og samfelagið

    Bókin viðger evni sum: Einstaklingurin og samfelagið, Familja og uppaling, Fjølmiðlar og ávirkan, Politiska skipanin og fólkaræði, Politiskar lærur og lívsvirði, Vælferðarhugtakið og politiskar áskoðanir, Átrúnaður og samfelag, Kriminalitetur og ungdómur og Rættur og skylda.…

  • Samfelagsfrøði 2
    Samfelagsfrøði 2

    Samfelagsfrøði 2

    Tilfeingi og búskapur

    Bókin hevur fingið undirheitið Tilfeingi og búskapur, tí ein drúgvur partur av bókini er um náttúrutilfeingið í sjónum. Hesin partur kundi hóskandi verið tikin upp í lærugreinini lívfrøði. Bókin roynir á lættfatiligan hátt at lýsa allar tættir í búskapinum, og tí er hon væl…

  • Søga okkara 1
    Søga okkara 1

    Bókin er ætlað at brúka fyrst í miðdeildini. Hon viðger Føroya søgu frá elstu tíðum til út ímóti trúbótini. Aftast í hvørjum petti eru nakrar leiðbeinandi arbeiðsuppgávur, ið kunnu broytast, sum lærarin sjálvur vil.

  • Finnland
    Finnland

    Finnland

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

    4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá LMS.

    Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur…

  • Grønland, Føroyar og Ísland
    Grønland, Føroyar og Ísland

    Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í Atlantshavi. 5 sjónbond um londini eru til láns í Námi.

    Bóka- og…

  • Vit í Norðurlondum
    Vit í Norðurlondum

    Vit í Norðurlondum

    Arbeiðsbók - til lærara og næming

    Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og myndum úr næmingaheftunum. Eisini eru arbeiðsørk við uppskotum til uppgávur, sum…

  • Danmørk
    Danmørk

    Danmørk

    Vit í Norðurlondum

    Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil alfrøði um danska landbúnaðin, vinnulívið og hátøkniligu menningina. 3 sjónbond…

  • Svøríki
    Svøríki

    Svøríki

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi ídnaðurin flytur vørur um allan heim, alt, ið hugsast kann. 3 sjónbond um Svøríki kunnu…

  • Tú alfagra land mítt
    Tú alfagra land mítt

    Tú alfagra land mítt

    - tjóðsangurin og søga hansara

    Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár. Tilfarið er einans teldutøkt og pdf.-fílan kann takast niður her.

  • Noreg
    Noreg

    Noreg

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt í Stavangri, tað hevur oljan gjørt; men hetta kann fara líka so skjótt, sum tað…

  • Bardagi gudanna
    Bardagi gudanna

    Bardagi gudanna

    Gamla gudalæra okkara 2

    Onnur bókin í røðini Gamla gudalæra okkara. Á bókini verður sagt frá báðum gudaættunum, ásum og vanum, um bardagan teirra millum, og hvussu æsir at enda vinna fullan sigur. Eisini verður sagt frá, hvussu Óðin vann sær vísdóm úr alheimstrænum Yggdrasili og frá jatnavininum Loka.…

  • Ferðin um havið
    Ferðin um havið

    Ferðin um havið

    - á rannsóknarferð við Columbusi

    Ferðin um havið er um ferðina hjá Christopher Columbusi um Atlantshavið í 1492 við skipunum Santa Mariu, Ninu og Pintu. Søgan byggir á dagbókina hjá Columbusi, men hon er skrivað soleiðis, sum skipsdrongurin Fernando upplivir ferðina. Bókin er væl egnað til evnislesnað.

  • Flutningur og samferðsla
    Flutningur og samferðsla

    Flutningur og samferðsla

    Árbók fyri Føroyar 8

    Arbeiðshefti til 8. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Stutt søguligt yvirlit er yvir flutning fyrr í tíðini, yvir politiska orðaskiftið um samferðslu um miðju 20. øld og um samferðslu og flutning nú. Heftið kann nýtast í lærugreinunum søgu/samtíð, samfelagsrokning og landalæru.

  • Tættir úr Føroya kirkjusøgu
    Tættir úr Føroya kirkjusøgu

    Ein roynd at lýsa Føroya kirkjusøgu frá elstu tíðum og fram í 20. øld. Bókin er skipað soleiðis, at tíðarskeiðið undan trúbótini fyrst verður viðgjørt, síðani verður trúbótin og tíðin eftir hana viðgjørd.

    Greitt verður frá heimalestri, lestri í kirkju, prædiku og…


22.01.2021

Mikudagin í komandi viku verður Dagurin fyri altjóða Holocaust- og onnur fólkadráp hildin. Dagurin er ein altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett.

Les meira
19.03.2020

Nám gjørt eina síðu á undirvisingarportalinum Snar við ymiskum amboðum og slóðum, sum kunnu vera hent í sambandi við, at næmingar skulu undirvísast…

Les meira