Skip to main content

Støddfrøði


Útgávuheimar

Útgávur

  • Plussbók
    Plussbók

    Plussbók

    Vit rokna

    Plussbók er annað heftið til byrjanarundirvísing í støddfrøði, ið Føroya Skúlabókagrunnur gevur út. Hitt heftið er Talbók. Plussbók er ískoytistilfar og kann brúkast, tá ið tørvur er á at læra og venja at leggja saman. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir læra seg at seta…

  • Talbók
    Talbók

    Talbók

    Vit rokna

    Talbók er ætlað fyrsta flokki sum ískoytistilfar í undirvísingini í støddfrøði. Bókin gevur næminginum møguleika at arbeiða miðvíst við tølunum 1-100. Talbókin er í trimum pørtum: Fyrsti partur tølini 0-9, annar partur tølini 10-100 og triði partur er verklig…

  • Stuttlig pluss- og minustøl 20-100
    Stuttlig pluss- og minustøl 20-100

    Hetta er triðja heftið í røðini um Stuttlig tøl komin. Stuttlig pluss- og minustøl 20-100 er eykatilfar til støddfrøði í byrjanarundirvísingini. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp í 100 og um at leggja saman og at draga frá. Nógv er gjørt…

  • Stuttlig plusstøl 0-20
    Stuttlig plusstøl 0-20

    Bókin er eykatilfar í støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at leggja saman. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram mugu børnini leggja saman. Myndirnar eru sovorðnar, sum børnini…

  • Stuttlig minustøl 0-20
    Stuttlig minustøl 0-20

    Bókin er eykatilfar til støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at draga frá. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram mugu børnini draga frá. Allar myndirnar eru sovorðnar, sum børnini…

  • Støddfrøði. Uppgávur til grundbók
    Støddfrøði. Uppgávur til grundbók

    Støddfrøði. Uppgávur til grundbók

    Próvtøkuuppgávur 1991-96

    Uppgávubókin er skift sundur í tríggjar partar. Fyrsti partur fevnir um uppgávur til teir einstøku kapitlarnar í grundbókini, annar partur er blandaðar uppgávur, og triði partur er royndaruppgávur og próvtøkuppgávur til HF-skeiðini og málsligu deild studentaskúlans í…

  • Formlasavn C
    Formlasavn C

    Formlasavn C

    Til HF-felagslærugrein og málsligu deild studentas

    Formlasavnið er loyvt hjálparamboð hjá næmingum til próvtøkurnar í støddfrøði í 1. studentaskúlaflokki á málsligari deild (kravt stig) og í 1. HF-flokki (felagslærugrein). Aftast í heftinum er yvirlit yvir nøkur støddfrøðilig tekn.

  • Talvur til studentaskúla og HF
    Talvur til studentaskúla og HF

    Talvurnar eru binomialtalvur, normalbýtistalvur, annuitetstalvur, bæði samansparing og lán, og logaritmutalvur. Heilt stutt verður greitt frá innihaldinum í talvunum. Skúlafyrisitingin hevur góðkent talvurnar sum loyvd hjálparamboð til allar próvtøkur í støddfrøði í…

  • Minusbók
    Minusbók

    Minusbók

    Vit rokna

    Minusbókin er ætlað sum ískoytistilfar í undirvísingini í støddfrøði. Bókin gevur næminginum høvi at arbeiða miðvíst við tølunum 1-100 og serliga við frádrátti.

    Minusbókin er skipað soleiðis, at næmingurin lærir at draga tøl frá hvørjum øðrum við t.d. at spæla handil, veksla…

  • Skygni 9 - Læraramappa
    Skygni 9 - Læraramappa

    Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 9. Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar eru at finna.

  • Skygni 9 - Næmingabók
    Skygni 9 - Næmingabók

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni viðgjørd.

    Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og…

  • Skygni 1A - Næmingabók
    Skygni 1A - Næmingabók

    Hetta er roknibók til 1. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 1. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og talfatanina…

  • Skygni 1A/B - Avritssíður
    Skygni 1A/B - Avritssíður

    43 avritssíður at koyra í Avritsmappuna til Skygni 1 A og Skygni 1 B.

    Í avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður. Avritssíðurnar eru innihaldsliga knýttar at næmingabókunum og eru tískil partur av tí samlaða tilfarinum í støddfrøðiundirvísingini í 1. flokki.…

  • Støddfrøði handbók
    Støddfrøði handbók

    Støddfrøði handbók

    Støddfrøðihandbók til framhaldsdeild

    Bókin Støddfrøði. Handbók er ein sameining av lærubók og uppslagsverki við evnisskrá og orðalista.

    Bókin er ætlað næmingum og lærarum sum ein hjálp í dagliga arbeiðinum við støddfrøði og er loyvt hjálparamboð til skrivligu fráfaringarroyndirnar í støddfrøði í 9. og…

  • Skygni 1A - Læraramappa
    Skygni 1A - Læraramappa

    Læraramappa til Skygni 1 A. Í læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og nýggju lærubókini Skygni 1. Umframt ársætlan eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Haraftrat er støddfrøðiævintýrið um fryntarnar,…

  • Skygni 1B - Næmingabók
    Skygni 1B - Næmingabók

    Hetta er nýggj roknibók til 1. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 1. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og…

  • Skygni 1B - Læraramappa
    Skygni 1B - Læraramappa

    Læraramappa til Skygni 1 B. Í læraramappuni eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Haraftrat er framhald av støddfrøðiævintýrinum um fryntarnar, sum er ætlað læraranum at lesa upp fyri flokkinum. Aftast í læraramappuni eru avritssíður til ymist virksemi.

  • Skygni 2A - Læraramappa
    Skygni 2A - Læraramappa

    Í Læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og nýggju bókini Skygni 2 A. Umframt ársætlan eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Haraftrat er framhald av støddfrøðiævintýrinum um fryntarnar, sum er ætlað…

  • Skygni 2A - Næmingabók
    Skygni 2A - Næmingabók

    Hetta er nýggj roknibók til 2. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 2. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og…

  • Skygni 2A/B - Avritsmappa
    Skygni 2A/B - Avritsmappa

    Í Avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður til bøkurnar Skygni 2A og 2B. Avritssíðurnar eru innihaldsliga knýttar at næmingabókunum og eru tískil partur av tí samlaða tilfarinum til støddfrøðiundirvísingina í 2. flokki. Avritssíðurnar kunnu nýtast, so hvørt sum…

  • Skygni 2B - Næmingabók
    Skygni 2B - Næmingabók

    Hetta er nýggj roknibók til 2. flokk og framhald av Skygni 2A. Til útgávuheildina Skygni 2B eru næmingabók, læraramappa og avritssíður í Avritsmappuni 2A og B. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 2. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar…

  • Skygni 2B - Læraramappa
    Skygni 2B - Læraramappa

    Í Læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og nýggju bókini Skygni 2B. Umframt ársætlan eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Haraftrat er framhald av støddfrøðiævintýrinum um fryntarnar, sum er ætlað…

  • At skyna á klokku
    At skyna á klokku

    Á hesum spæli lærir barnið at skyna á klokku og lærir at knýta ymsu tíðirnar á degnum at sínum egnu ítrivum. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og…

Tíðindi

Teldulig hugsan á Bókadøgum

 

Les meira

Nám gevur í hesum døgum út eitt amboð til undirvísingina í støddfrøði.

Les meira