Ein líkning er ein framsøgn við einum javna-tekni, tað vil siga, at tað ið stendur báðu megin javnatekni, hevur sama virði. Um nakað er vigtigari enn nakað annað, er heilt klárt at líkningar kemur í tann posan.
At venja er ein máti at blíva betur. At venja er møguliga einasti máti at blíva betur at loysa líkningar. Kenna vit líkningina aftur frá einari venjing, fáa vit eina fatan av førleika.