Skip to main content

Skjótt búgva flest fólk í India

Í Kina búgva flest fólk. Soleiðis hevur tað verið, alt tað vit vita um. Men nú búgva næstan líka nógv fólk í India sum í Kina.

Á Worldometer er ein talva, sum vísir, hvussu nógv fólkatalið veksur beint nú í 20 teimum fólkaríkastu londunum. Eisini ber til at síggja, hvørji lond vóru fólkaríkast í 1950 og hvørji væntast at vera fólkaríkast í 2050.

Hygg eftir filmsbrotinum høgrumegin, sum vísir, hvørji lond hava verið 20 tey fólkaríkastu síðan 1810, og hvørji væntast at vera fólkaríkast fram til ár 2100.

  1. Nær halda tit, at India fer at yvirhála Kina í fólkatali?
  2. Hvussu nógv lond í Evropa vóru millum tey 20 fólkaríkastu í 1950?
  3. Hvussu nógv lond í Evropa eru millum tey 20 fólkaríkastu í 2022?
  4. Hvussu nógv lond í Evropa vera millum tey 20 fólkaríkastu í 2100?
  5. Hvussu nógv lond í Afrika  vóru millum tey 20 fólkaríkastu í 1950?
  6. Hvussu nógv lond í Afrika eru millum tey 20 fólkaríkastu í 2022?
  7. Hvussu nógv lond í Afrika vera millum tey 20 fólkaríkastu í 2100?

 

Hyggið eftir hesum brotinum á BBC

Soleiðis gjørdust vit 8 milliardir

Almenna enska sjónvarpsrásin BBC hevur gjørt eitt stutt filmsbrot um, hvussu fólkatalið er vaksið gjøgnum tíðirnar.

Filmsbrotið er úr grein á BBC, um børnini, sum vóru heimsborgarar nummar 5 milliardir, 6 milliardir og nummar 7 milliardir.