Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Nýggjársrøða løgmans gamlaárskvøld 2020

05.01.2021

Undirvísingargongd til hádeild um nýggjársrøðu løgmans 2020.

(90 min. 7.-9. flokkur)

Førleikamál

  • At skilja, hvørji mál løgmaður, tað er samgongan, heldur hava størstan týdning í tíðini, sum kemur
  • At duga á at skyna, hvussu politiskar ella ópolitiskar røður kunnu verða brúktar at fremja boðskapin hjá einum politiskum flokki ella samgongu
  • At megna at greina partar av einari røðu og at kanna háttalagið, ið brúkt verður

  

Søga

Vanligt er, at gamlaárskvøld heldur løgmaður nýggjársrøðu. Alt síðan útvarp og seinni sjónvarp varð uppfunnið og tikið í brúk, hevur verið vanligt, at ríkisleiðarar tala til fólkið. Eisini drotningin heldur nýggjársrøðu. 

Fólk eru spent at hoyra, hvat løgmaður hevur at siga, og hvussu hann fer at miðla sín politiska boðskap beint nú.

Nýggjársrøðan verður send í sjónvarpinum, og vanligt er, at politikarar og serfrøðingar sleppa at gera sínar viðmerkingar í útvarpinum nakrar dagar seinni. Á Facebook er vanligt at fólk viðmerkja røðuna beinanvegin.

Men hvat halda tit um røðuna?

 

Vit fara til verka

 Farið saman í bólkar - fýra og fýra

  • Tosið saman og gerið stikkorð.
  • Var røðan, sum tit væntaðu?
  • Er løgmaður persónligur ella flokspolitiskur?
  • Hvør er vinkulin, og nær kemur "eg" fyri fyrstu ferð í røðuni?
  • Berið saman við røðuna í fjør.
  • Siterar løgmaður nakran persón?
  • Gerið serfrøðingabólkar og viðgerið hvør sítt evni

Vit spyrja

  • Hvat er evnið, tit viðgera?
  • Hvussu viðger løgmaður henda partin? Eftirmetir hann 2020? Sigur hann, hvørjar ætlanirnar eru fyri 2021? Ella ger hann okkurt heilt annað?
  • Hevur løgmaður ein boðskap? Um so er, hvør er boðskapurin?
  • Hvussu miðlar løgmaður boðskapin? Tosar hann til lurtarans álit, skil ella kenslur?
  • Eru tit samd við løgmanni um henda partin av røðuni?
  • Er tað lætt at síggja, hvørjum politiskum flokki løgmaður er partur av? Nevn dømi, um tit halda at so er.
  • Hvussu er pallurin hjá løgmanni? Hvar situr hann? Hvílur hann í støðuni, so hon kenst natúrlig

Farið aftur til høvuðsbólkarnar og greiðið frá.

 

Eftirmeting - allur flokkurin

  • greiðið stutt frá niðurstøðunum í bólkunum
  • tosið um, hvørt røðan livir upp til tað, sum tit í byrjanini hildu var ein góð nýggjársrøða

 

Annað tilfar

  •  
  • The King’s Speech (2010), biograffilmur um George VI kong, og hvussu hann lærdi seg at halda talur, hóast hann var tungur fyri málinum.

 

 

Vit gera eitt serfrøðingaráð

Hesin arbeiðsháttur er góður, tá ið eitt evnið skal verða lýst á ymiskan hátt, ella tá ið evnið setur ymiskar spurningar, og tíðin er knøpp. Við at nýta henda arbeiðsháttin, fáa øll vitan um umrøddu evnini - og tað gongur skjótari. Samstundis fáa tit venjing í at arbeiða í bólkum.

 

Soleiðis gera tit:

  1. Finnið saman fýra og fýra
  2. Hvør limur í bólkinum fær eitt tal frá 1 til 4
  3. Eittararnir úr øllum bólkunum fara saman og gera ein nýggjan bólk. Tveyararnir fara saman við hinum tveyarunum o.s.fr.
  4. Í tí nýggja serfrøðingaráðnum arbeiða tit við einum givnum evni/øki, og tit gerast serfrøðingar í hesum evni/øki.
  5. Tá ið arbeiðið í serfrøðingabólkinum er liðugt, fara tit aftur til upprunaliga høvuðsbólkin.
  6. Nú greiða tit frá í skrift, ella talu, um evnini/økini, sum tit eru serfrøðingar í.

 

Viðgerið røðuna

  • Tosið saman um nýggjársrøður yvirhøvur. Hvat halda tit ger eina nýggjársrøðu góða ella minni góða? Skriva stikkorð á talvuna
  • Hvør er munurin á ólavsøkurøðuni hjá løgmanni og nýggjársrøðuni hjá løgmanni?
  • Hyggið og lurtið eftir nýggjastu nýggjársrøðuni hjá løgmanni

 

 

 

Løgmansrøðan 2020

 

Góðu føroyingar

Nú lýsnar aftur.

Bæði fyri einum ókendum ári og kenda gerandisdegnum. Vónin er vaknað og styrknar støðugt. 

Tá ið eg sat her seinast, var einki, sum bendi á, at allur heimurin fór at verða settur í undantaksstøðu.

Men føroyingar vita, at góðar tíðir og krepputíðir koma og fara - og skiftast um at ávirka lív og levnað. 

Árið byrjaði væl. Men bakkastið kom við vársins tjøldrum. 

Tað er ein áminning um, at vit kunnu ætla, vilja og ynskja okkum, men vit ráða ikki í øllum lutum. Vit fáa ikki vart okkum fyri øllum. 

Og hvat er so at siga um hetta árið, sum fer? Sum hevði so stórar avleiðingar fyri einstaklingar, felagsskapir og vinnulív? 

Hvussu taka vit samanum? 

Fyri mær stendur serliga eitt orð sterkt. Eitt orð, sum í øldir hevur merkt lívið í Føroyum. Tað er orðið »álit«. 

Álitið er ein av stóru orsøkunum til, at tað í Føroyum hóast alt hevur gingist so væl. Betur enn aðrastaðni.

Vit hava havt álit á hvør øðrum - og vit hava havt fult álit á, at eisini hesum kundu vit knógva.

Og nú tað aftur lýsir í, er mítt álit á fólk og framtíð her á landi bjartari enn nakrantíð. 

Øll hava ikki verið samd við meg í, at loysnin til hesa kreppuna skuldi byggjast á álit. »Tað er ov veikt«, varð sagt. »Vit mugu lóggeva«.

Sum politikari ert tú vanur við, at fólk eru ósamd. At grundgeva fyri og ímóti er partur av einum livandi fólkaræði.

Men hetta var øðrvísi. Serliga í fyrstuni var ilt at vita, hvat var rætt at gera. 

Víst havi eg ivast. Víst kundu vit gjørt okkurt øðrvísi. 

Tó at enn ein bylgja rakti okkum nú, eri eg í dag takksamur fyri, at sjúkan higartil ongan føroying hevur tikið. Tað var málið; tað var vónin, men vit óttaðust tað ringasta, tí vit sóu støðuna kring okkum. 

Góðu ráðgevarnir mæltu til kanning, sporing og avbyrging. Tað var munagóða ætlanin, sum vit hildu okkum til.  Endaligu avgerðinar vóru tó mínar. Og eg taki fulla ábyrgd av tí, ið varð gjørt. 

Fólk hava skemtað við, at ein vestmenningur setti Føroyar niður í ferð. 

Avgerðin var tó ikki løtt. Tað er ikki nakað, ein løgmaður vil gera. Biðja fólk snara lykilin og fara til hús at mala sínar sprittaðu tumlar.   

Eg veit, at nógv serlig tiltøk vóru av ongum í ár. Føðingardagar, brúdleyp og húgvuveitslur. Eg, sum eigi at fegnast um lív og hátíðarhald, steðgaði tí.

Nógv afturvendandi tiltøk vórðu avlýst. Páska- og jólahald. Undirvísing, ítróttur, kirkju- og samkomulív og festivalar. Eg, sum eigi at eggja til alt hetta, mælti frá tí. 

Aftur at tí kom alt tað óvæntaða. Jarðarferðir “í stillum” - og sjúka við ongari vitjan.

Eg veit, at tað hevur sviðið. Og eg hevði ætlað tað øvugta. At stimbra virkishugin og eggja fólki til at brúka síni evni; trívast og mennast.

Men vit gjørdu, sum vit gjørdu, tí tað mátti gerast. Og eg tvíhelt um álit og tilmæli. 

Tí spurningurin um álit ella eftirlit rakar kjarnan í míni sannføring.

Vísir tú fólki álit, taka tey ábyrgd og vaksa við uppgávuni. Hugurin at finna nýggjar loysnir verður kveiktur. 

Stýrir tú hinvegin neyvt niður í hvønn smálut, verða fólk ónøgd og hugurin at loysa uppgávurnar dalar.  

Hetta farna árið hevur bara styrkt mína sannføring um hetta. 

Fólk hava verið álítandi. Ikki av ótta fyri lóg og revsing, men av egnum, fríum vilja -  fyri at verja seg sjálv og hini.  

Og álitið er í føroyska merginum. 

Stundum eru vit rúkandi ósamd, men tá ið á stendur, standa vit saman. Tí hvønn annan hava vit, her úti í tí harðbalna Atlantshavinum? 

Frá gamlari tíð hevur lívið her verið merkt av skiftandi veðri, skiftandi fiskaríi og óstøðugum gróðri.  

Vit hjálpa hvør øðrum, tí vit kenna álvaran í at standa einsamøll. Bara soleiðis eru vit komin undan. Soleiðis er tað framvegis. 

Húsini eru ólæst. Gloyma vit pengamappuna, vænta vit, at hon liggur órørd.

Tú kanst siga, at tað er bláoygt. Men kortini ikki bara. Tí treytaleysa álitið hevur so mangan prógvað sítt virði. Soleiðis eru vit uppald. Soleiðis uppala vit børnini. 

Vit seta stóra æru í at vera álítandi. Og vit vænta eisini av øðrum, at tey eru okkara álit verd. Álit er ikki nakað, sum tú gevur og tekur eftir tørvi. Og brýtur tú tað, kann tað vera drúgt at endurvinna.

So tá ið fólk hava spurt, hví vit BARA skulu hava tilmæli í Føroyum, havi eg hugsað, at tað er sanniliga einki “bara” við tí.

Vit hava í ár verið heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi, og partar av árinum hava vit stórt sæð livað sum vant.

Sjálvandi kundu vit sett lógaravmarkingar á. Bannað allari ferðing. Gjørt tað revisvert at savnast ella vera úti. Við valdi tikið øll, sum skuldu í sóttarhald.

Tað varð gjørt aðrastaðni. Men hondina á hjartað - er tað eitt slíkt samfelag, vit ynskja okkum? Hetta er ikki mítt stavnhald. 

Øll lóggáva er ein javnvág á eini knívsegg. Víst tørvar okkum lógir, men tær skulu vera grundaðar á skynsemi - ikki skund og sansaloysi.

Her hevur lítla samfelagið eisini verið ein fyrimunur. Mangan verður tað sæð sum ein bági, men ein lítil skúta er lættari at manerera enn ein stór skúta.

Øll hava staðið saman, tó at tilmælini hava kostað. Og vit hava øll rindað prísin - heilt frá nýføðingum til okkara elstu. Summi við sakni og einsemi. Onnur fíggjarliga. 

Kortini hava øll hildið fast. Allir liðir hava staðið sum ein brimgarður um tey í vandabólkinum og um føroyska heilsuverkið. Eisini tær vinnugreinar, sum fingu nakrar dyggar sjógvar. 

Samstarvið ímillum privat og alment hevur verið sjáldsama gott. Vinnulívið hevur latið milliónir til gransking um tøl og skuggatøl, fíggjað kanningarútgerð til sjúkrahúsini og latið øki til kanningarnar. 

Vit hava sæð tænastu út um tað vanliga. Breitt politiskt samstarv. Kirkjur og samkomur hava biðið uttan íhald, og allastaðni hava føroyingar rætt sínar hjálpandi hendur fram. 

Vit hava sæð hvønn týdning, hvørt einstakt fólk hevur. Hvussu skjótt vit kunnu gera mun fyri onnur. Men eisini hvussu skjótt bara ein óskettin persónur kann ávirka hini.

Tá ið hóttanin aftur er vaksin, hava øll tó drigið eina línu og steðgað smittuni. Vit hava tillagað okkum og fingið tað besta burturúr. 

Og hóast nøkur hava verið ósamd, ørkymlað og vildu ynskt, at vit handlaðu øðrvísi, er alt kortini farið friðarliga fram. 

Grundleggjandi álitið er ikki skolað burtur, hóast sjógvarnir hava brotið javnt og samt. 

Tað eiga vit ikki at taka fyri givið, tí mangastaðni er tað hinvegin misálit, sum eyðkennir farandi árið.

Misálit á politikarar, fólkið, heilsumyndugleikar, lógir og skipanir. 

Í Føroyum høvdu vit kommunuval. Tá ið upptalt var, ivaðist eingin, um úrslitið nú mundi vera rætt. 

Tað, hava vit í ár sæð, er ikki galdandi allastaðni. Slíkt misálit setur djúpar sprungur í viðbrekna fólkaræðið. Tí fólkaræðið er bara so sterkt, sum álitið á tað er. 

Í Føroyum er fólkaræðið enn sterkt, tí grundleggjandi álitið framvegis er óskalað.

Og sum heild eru vit í eini góðari støðu, nú vit blaða upp á eitt nýtt, óskrivað ár. 

Vit eru farin at koppseta. Landskassin lak ikki so illa, sum vit stúrdu fyri, tí árið hilnaðist betur enn væntað í vár. Vit lótu hjálparpakkar, men hildu eisini aftur fyri at standa ímóti, um ringarnir skuldu breitt seg inn í komandi ár. Og framvegis skulu skúlar, heilsu- og almannaverk vera millum tey bestu. Tað skulu vit framvegis hava ráð til.

Politiskt taka vit í aftur arbeiðssetningar, sum í vár vórðu lagdir til viks. Bústaðaravbjóðingina, gongd í haga, veiðigjøld - og grøna orkuskiftið. Í ár hava vit sæð, at náttúra og vistskipanir koma seg, um menniskjan tálmar nýtsluni. Enn er ikki ov seint, men broytingin má koma nú.

Føroyska vinnan er sum heild væl fyri. Fyri summi var árið tungt, meðan onnur settu met. Føroyingar hava keypt og ferðast herheima, og eg havi álit á, at tað skjótt fer at fjara av fyltu fiskagoymslunum. Tí vit vita, at við vaksinuni fer lívið - eisini vinnulívið - at líkjast sær sjálvum aftur.

Men her eru vaksandi trupulleikar - serliga millum ung. Rúsevnasmuglarar hava sett sær fyri at selja føroyska ungdóminum sítt eitur, og fleiri ung stríðast hartil við lítið álit á seg sjálv, samfelagið og framtíðina. Hetta skal takast í álvara.

Nýggir møguleikar vísa seg við teimum trimum tunnilsmunnunum, sum knýta land og fólk fastari saman.

Og í ár hava vit sæð, hvussu samrunnin heimurin er. Eitt, sum byrjar í Kina, kann skjótt leggja Føroyar lamið. Men tó at vit í ár hava verið avbyrgd, hava vit selt til ES, Russland, Kina og USA - og vit vilja støðugt menna samhandilin um allan heim. 

Møguleikin er góður, tí vit eru ikki longur ein útjaðari á kortinum. Vit eru ein miðdepil. Kappingin millum stórveldini gevur okkum eina lyklastøðu. Men vit mugu sjálv taka stýrisvølin í hond, og gagnnýta støðuna.  Føroyar eru partur av vesturheiminum. Gjøgnum ríkisfelagsskapin eru vit partur av NATO. Hesi eru okkara fremstu sameindu, og tað mugu vit tora at taka støðu til alment. 

Góðu føroyingar, úti og heima.

Hetta hevur verið eitt serligt ár. Eitt ár fylt við stúran, ørkymlan og longsli. 

Men eisini eitt ár við hjálpsemi. Við gleði og kærleika. Og við áliti.

Vit hava endurvarnast týdningin av einum góðum klemmi. Av felagsskapi, samveru og nærveru.

Og eg hugsi í kvøld nógv um tykkum, sum í ár vórðu rakt av álvarsamari sjúku. Tykkum í vandabólkinum, sum ikki merktu fjálgu føroysku umsorganina á truplum døgum. Eg ynski tykkum bata og betri tíðir í komandi ári. 

Tað hevur somuleiðis nitið fast, at vit ikki hava kunnað sýnt tykkum umsorgan og samkenslu, sum í ár hava mist. Mugu tit fóta tykkum í sorgini og finna frið og fløva í fjálgum minnum. 

2020 gjørdist ein dýrgoldin áminning um, at dagurin í morgin er okkum ókendur. 

Vit vita, at tað sama er galdandi fyri komandi árið.

Kortini eri eg bjartskygdur. 

Nú vit fara undir ein nýggjan ársróður, eru líkindini góð. Meðan fleiri lond aftur skjóta á, kunnu vit hinvegin seta á - og við áræði leggja frá landi. 

Latið okkum taka lærdómin og virðini frá hesum árinum við okkum. 

Latið okkum framhaldandi taka av øllum, sum okkara land og fólk bjóðar.

Latið okkum minnast, at menniskjan fær ikki vart seg fyri øllum. At vit hava ábyrdina hvør fyri øðrum, sama um lagnan rakar okkum øll í senn ella einsæris. Og latið okkum varðveita ósvitaliga álitið á, at vit lofta og hjálpa hvør øðrum, tá ið á stendur - eins og vit altíð hava gjørt her á landi.

Farandi árið hevur styrkt okkum. Eg havi álit á, at vit brátt aftur fara at savnast til gaman og álvara, og at vit skjótt fáa gerandisdagin aftur. 

Tí nú lýsnar.

Gott nýggjár, góðu føroyingar.

Gud signi Føroyar.