Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Olympiskir vetrarleikir í Beijing í Kina

04.02.2022

Undirvísingartilfar um Kina og vetrarleikir at brúka í sambandi við olympisku vetrarleikirnar, sum eru í Beijing í Kina í døgunum 4. februar til 20. februar 2022.

Vegleiðing

Áðrenn farið verður í gongd, hevur lærarin hugarok í flokkinum. Síðan kann lærarin frítt velja burturúr tilfarinum, hvat verður brúkt í flokkinum

Frámerkt er, hvønn aldursbólk tilfarið er egnað til. Men tað kann eisini brúkast í øðrum aldursbólki við tillagingum.

Hava tit viðmerkingar, hugskot ella tilfar til hesa síðuna, eru tit vælkomin at senda teldupost til Snar á snar@snar.fo.

(Dagført: 4. februar 2022 kl. 17.30

 

 Áðrenn vit fara í gongd 

Hugarok í flokkinum

Lærarin hevur hugarok um Kina á talvuni. Hesir spurningar er verdir at seta næmingunum:

1.Hvar er Kina? Hygg í heimskortið hjá Námi

2. Hvussu langt er til Kina? (distance.to er eitt amboð at máta frástøðu, onnur amboð kunnu finnast við at leita á netinum við leitorðunum "distance calculator")

3. Hvat vita tit um Kina?

4. Kenna tit nakran úr Kina?

5. Kenna tit nakran, sum hevur verið í Kina?

6. Hava tit nakað hjá tykkum, sum er gjørt í Kina, Made in China?

 

Fólkaríkasta land

Kina er fólkaríkasta land í verðini. Sambært Wikipedia búgva í dag 1.412,600,000 fólk í Kina. Næststørsta land, mált í fólkatali, er India, sum sambært Worldometer hevur ein nógv størri og skjótari fólkavøkstur enn Kina. Teimum á baki er Nigeria, sum eisini hevur stóran fólkavøkstur.

Síðan 1949 hevur Kina verið eitt fólkalýðveldi, har kommunistiski flokkurin ræður einsamallur.

Seinastu árini hevur Kina latið upp fyri sambandinum við umheimin í nógv størri mun enn fyrr. Samstundis er Kina blivi eitt múgvandi land við fremstu tøkniligu veitingum og vørum, so sum Huawai, ið ger nakrar av fremstu fartelefonum og arbeiðir við samskiftistøkni, so sum face recogniton. Bara í USA eru fleiri milliardingar enn í Kina.

 

Fólkasløg

Tilsamans 56 etnisk fólkasløg eru skrásett at liva í Kina.

Nógv tey flestu fólkini í Kina, fleiri enn 90%, eru han-kinesarar. Hetta er størsti einstaki etniski bólkur í Heiminum. Millum hini 55 fólkasløgiuni í Kina, sum vit hoyra nógv um, eru tibetanar og uighar. Kendasti tibetani er Dalai Lama. Amnesty International hevur avdúkað, at kinesiskir myndugleikar hava forfylgt uigharfólkinum, sett tey í legur, ið minna um týningarlegur, og steriliserað tey. Tað hevur eisini verið frammi, at nútímans tøkni, sum kann brúkast til at kenna andlit aftur, face recognition, hevur verið brúkt at eyðmerkja hesi fólk, ið hava serlig etnisk eyðkenni.

 

Átrúnaður

Síðan einaráðandi kommunistaflokkurin kom til í Kina í 1949, hevur landið verið ateistiskt, men hevur góðkent fimm átrúnaðirnar: buddismu, taoismu, islam, katolisismu og protestantismu. Tað er loyvt at eiga eina Bíbliu í Kina og tú kanst hava tríggjar Bíbliur við tær, um tú ferðast til Kina. Hevur tú fleiri, verða tær tiknar við markið. Les meira um átrúnaðir í Kina á Wikipedia.

 

Mál

Mandarin er savnandi heitið á teim málum, sum flestu í Kina tosa. Onnur tungumál í Kina eru kantonesiskt, wu, minbei, minnan, xiang, gan, málførini hakka og fleiri. Mandarin er tað mál, sum flestu í heiminum tala.

 

Altjóða politikkur

Bara Russland hevur fleiri grannalond enn Kina.

Í USA hevur kommunistiska Kina altíð verið mett sum ein fíggindi. Joe Biden, forseti, hevur ta strategi, altíð at verða hin ráðandi og sterkari, hóast kinesiski herurin veksur í styrki. Ræðumyndin hjá USA er eitt sterkari Kina.

Hóast langt burturi, er Kina eitt av londunum, ið hevur áhuga í Arktis.

 

 Til fólkaskúlan 

Olympisku leikirnir 

Olympisku leikirnir vóru í meira enn túsund ár hildnir í forna Grikkalandi, frá 776 f.kr til 393 e.kr.. Grikkar hildu olympisku leikirnar við fjallið Olympia fyri at hátíðarhalda Zeus. 

Nútíðar leikir 

Nútíðar olympisku leikir vóru fyri fyrstu ferð hildnir í 1896 í Athen í Grikkalandi, og hava síðan verið hildnir fjórða hvørt ár í ymiskum londum, einans avbrotnir av teimum báðum heimsbardøgunum. 

Vetrarleikir

Olymisku leikirnir, eisini nevndir OL, vóru í 1924 býttir í vetrar- og summarleikir. Fyrstu vetrarleikirnir vóru hildnir í Chamonix í Fraklandi í 1924. 

Í vetrarleikunum verður sjálvandi kappast í ítróttagreinum, ið hoyra vetrinum til, so sum ymisk sløg á skíðítrótti og skoyting. 

Norðurlond vinna nógv 

Eingin føroyingur hevur verið við í vetrar-OL. Hinvegin eru tey trý Norðurlondini Noreg, Svøríki og Finnland at meta sum stór lond á vetrarleikunum. Noregi er mest vinnandi landi í olympiskum vetrarleikunum gjøgnum tíðirnar. 

Arbeiðsgongd

Lærarin greiðir við støði í tekstinum heilt stutt frá um olympisku leikirnar og vetrarleikirnar.

Spurningur til felagsundirvísing
  1. Í hvørjum londum og býum hevur vetrar-OL verið, síðan fyrstu leikirnar vóru hildnir fyri fyrstu ferð í 1924? Brúka netið at leita við, og hygg, hvar á heimskortinum býirnir eru.
  2. Hvat halda tit krevst fyri at ein býur kann skipa fyri vetrarleikunum?

 

Arbeiðsuppgáva - Tykkara olympiska vetrarstjørna

Leita á netinum fyri at finna fram til onkran íðkara, sum hevur staðið seg serliga væl í vetrarleikunum.  Tveir næmingar eru saman í bólki ella ein og ein næmingur.

a.  Skrivið ein stuttan tekst um ítróttarstjørnuna, sum tit velja.

b.  Finnið eitt filmsbrot, sum vísir ítróttarstjørnuna, t.d. á Youtube.

Baksíðan á heiðursmerkjunum í Kina

 Til hádeild og miðnám 

Amnesty arbeiðir við skundmálum. Eitt skundmál hjá Amnesty er í løtuni Kina og Olympisku Vetrarleikirnir.

Her varpar Amnesty ljós á baksíðuna á heiðursmerkjunum, sum kappast verður um í Kina.

At kjakast um í flokkinum:
  • Kannið søguna hjá Amnesty International, Føroya deild.
  • Nær var felagið stovnað?
  • Hvat var endamálið við at stovna felagið?
  • Hvønn legitimitet hevur felagið at úttala seg um viðurskifti her og úti í heimi?
  • Finnið aktuell dømi, har kend fólk fara í hernað móti felagnum

 

Amnesty International er ein altjóða felagsskapur, sum eisini virkar í Føroyum. Deildin í Føroyum byrjaði í 1965 og er ein av heimsins elstu. Felagsskapurin byggir á ST-yvirlýsingina um mannarættindi frá 1948. Visjónin hjá Amnesty International er, at øll menniskju hava øll tey 30 rættindini í ST-yvirlýsingini um mannarættindi umframt tey rættindi, sum aðrir sáttmálar staðfesta.

 

 

Amnesty hevur trý høvuðsmál:

  • At upplýsa um altjóða mannarættindi
  • At upplýsa um og ávirka støðuna viðvíkjan mannarættindum úti í heimi
  • At upplýsa um og ávirka mannarættindastøðuna her heima í Føroyum

Fyri at røkka hesum málum, arbeiðir Amnesty International, Føroya deild, á ymsan hátt. Tað kann verða at leggja trýst á politikarar, at skipa fyri kunnandi átøkum, at savna inn undirskriftir og átakið at skriva fyri lívi.

 

 Til miðdeild og hádeild 

Skriviroynd

Hesin tekstur um Kina er kveiktur av føroyska Pól F. Joensen og danska Halfdan Rasmussen. Teksturin er ein anarkistisk ramsa, sum brúkar leys orð, ið øll hava samband við Kina, at gera eina tvætlisøgu, har endamálið er at spæla sær við orðum.

Í tekstinum verður nomið við

  • mandarin, sum umframt at vera ein appilsingul frukt, eisini er mest talaða mál í Kina,
  • eitt-barna-politikkin, sum var galdandi í Kina frá 1980 til 2015,
  • at kinesarar eru so nógvir, at føroyski yrkjarin, Pól F, skrivaði um at ansa sær fyri gula vandanum, eins og í ferðsluljósum, og at
  • eitt slag av fýrverki, ið brast sum ein bumba, kallaðist kinesari. Ein lítil kinesari var ein dukkufretur. Heitið kinesari kemur av, at fólk í Kina funnu uppá fýrverk.

Kveikt av hesi skriviroynd, skriva tit frítt í 20 minuttir út frá Kina-orðum, sum lærarin setur á talvuna saman við tykkum. Øll orð eru loyvd, bara tey hava eitt kinesiskt knýti.

 

 

Ítróttagreinar á vetrarleikunum

 Til miðdeild og hádeild 

Niðanfyri er ein stutt frágreiðing um ítróttagreinarnar í vetrarleikunum. Les frágreiðingarnar í gjøgnum. Veljið síðan eina ítróttagrein, sum tit kundu hugsa tykkum at roynt ella sum vekir tykkara serliga áhuga.  Tit kunnu lesa meira um ítróttagreinarnar á almennu heimasíðuni hjá vetrar-OL,  og sjálvandi kunnu tit eisini leita eftir øðrum upplýsingum á netinum,

  1. Skrivið ein stuttan tekst um ítróttargreinina.
  2. Finnið eitt filmsbrot, sum vísir ítróttargreinina, t.d. á Youtube.
  3. Ber til at íðka ítróttargreinina í Føroyum.

 

 

 

Alpinsk skíðing

Í alpinskari skíðing stendur íðkarin á skíðum oman eftir fjallasíðuni. Ítróttagreinin kann verða býtt í tveir høvuðsbólkar, skjótleika og tekniskar førleikar.  Skjótleikagreinirnar eru strok og Super-G, og teknisku greinirnar eru snirr og stórsnirr. 

Skíðskjóting

Skíðskjóting er ítróttagrein, har íðkarin stendur á skíðum við byrsu um herðarnar og steðgar nakrar ferðir at skjóta til máls. Skíðskjóting kann verða býtt í greinirnar einstaklingar, snarskíðskjóting, liðskíðskjóting, jagarastartur og felagsstartur. 

Bobsleða

Bobsleða er ítróttagrein, har íðkararnir skreiða oman eftir ísbreyt við sleðu, ið kann stýrast. Tað eru tríggjar greinir í bobsleðu: 4-mans sleða hjá monnum og/ella kvinnum, 2-mans sleða fyri menn, og 2-mans sleða hjá kvinnum. 

Skíðrenning

Í skíðrenning verður runnið á skíðum eftir kavakløddum landslagi so skjótt sum til ber. Ítróttagreinin er býtt í tveir høvuðsbólkar, fría skíðrenning og klassiska skíðrenning. Høvuðsgreinirnar hava ymsar undirgreinir og samansetingar, so sum snarskíðrenning, liðskíðrenning og felagsstart.

Kurling

Kurling er ítróttagrein, har leikararnir lata ein stein glíða eftir ísvøllinum, so hann rakar miðjuna í einum sirkli, meðan aðrir á liðnum feia framman fyri steininum. Fýra leikarar eru á hvørjum liði. Hvørt liðið hevur 8 steinar. Liðini fáa stig eftir, hvussu nær við sentrum í sirklunum steinarnir enda. 

Listskoyting

Í listskoyting er íðkarin á ísvølli og ger listaligar rørslur aftur við tónleiki. Avrikið verður dømt eftir neyvleika og torleikastigi. Greinirnar í listskoyting eru einstaklingar menn og kvinnur, pør, liðlistskoyting og ísdansur. 

Frískíð

Frískíð er felagsheiti fyri nakrar skíðgreinir. Felags eru listaligu rørslurnar. Skíðarin stendur oman eftir eini brekku, meðan hann ger listaligar rørslur. Greinirnar eru kúluskíð, skíðkross, halfpipe, Areals og slopestyle. 

Íshokki

Íshokki er liðíttóttur, sum verður spældur á ísi, har leikararnir standa á skoytum. Hvørt liðið hevur seks leikarar á vøllinum samstundis. Dysturin er býttur í trý umfør. Vinnarin er tað liðið, sum skorar flest mál. Íshokki er kent fyri at ganga skjótt fyri seg og fyri hart kropsligt spæl. 

Sleða

Skreitt verður á lítlari sleðu oman eftir ísbreytini. Íðkarin liggur á rygginum á sleðuni við beinunum fremst fyri. Ítróttagreinin er býtt í einmanssleðu og tvímanssleðu.

Samansett norðurlendskt

Í samansettum norðurlendskum verða tær báðar norðurlendsku ítróttagreinirnar skíðrenning og skíðlop settar saman í eina kapping. Fyrst verður lopið, og síðan verður úrslitið í lopi brúkt sum útgangstøði fyri raðfylgjuni, hvussu byrjað verður í skíðrenningini. 

Kappskoyting á stuttbreyt

Kappskoyting er ítróttagrein, har skoytað verður runt á stuttari skoytubreyt, sum er 111 metrar long. Stutta breytin ger, at tað krevst meiri teknikkur og smidleiki enn á longru skoytibreytini. 

Skeletonsleða

Skeleton er sleða, sum indianararnir í Norðuramerika brúktu at flyta vøru við. Ein persónur liggur á búkinum á sleðuni við høvdinum fremst fyri. Skreitt verður so skjótt sum gjørligt oman eftir ísbreytini. 

Skíðlop

Skíðloyparar skreiða fyrst oman eftir einum brøttum skráa. Við nógvu ferðini leypa tey so langt sum gjørligt frá einari lophøvd. Fimm dómarar meta eisini um listaliga avrikið, og tey stigini verða so løgd aftur at loplongdini. Kappast verður á vanligari lopbreyt og stórari lopbreyt. Kvinnur leypa bara av vanligu breytini. 

Kavafjøl

Íðkarin stendur á fjøl í kavakløddu brekkuni. Á olympisku vetrarleikunum verður kappast í fimm undirgreinum, parallellum stórsnirri, Halfpipe, Snowboard Cross, Big Air og Slopestyle 

Kappskoyting

Tveir skoytarar skoyta hvør móti øðrum á 400 metra langari ísbreyt. Skoytararnir skiftast fyri hvørt umfar at vera á innaru og ytru breytini. Bæði hjá kvinnum og monnum verður kappast á fimm ymsum teinum, umframt í liðkapping og felagsstarti. 

Olympiski eldurin er tendraður (mynd: olympics.com)