Skip to main content

Um sálmayrking sum serligt tekstslag

Orðið sálmur kemur úr grikskum (psalmos) og merkir sangur til streingjaspæl og er eitt felagsheiti fyri sangin, ið kirkjuliðið syngur til kristnu gudstænastuna. Sálmayrkingin sigur okkum, hvussu menniskju hava upplivað og fatað teirra lív ígjøgnum øldir.

Sálmasangurin kom við siðaskiftinum (umleið 1540 í Føroyum), og hann gav kirkjuliðnum møguleika at koma til orðanna á móðurmálinum undir gudstænastuni. Í Føroyum var danskt kirkjumál, og tí vóru sálmarnir sungnir á donskum. Ikki fyrr enn í 1939 varð við kongaligari fyriskipan givið loyvi til at nýta føroyskt mál við vanligar gudstænastur.

Felags sangurin skapar og styrkir felagskensluna hjá kirkjufólkinum. Sálmasangurin er ikki bara vorðin sungin í kirkjunum, men eisini heima og í sambandi við ymiskt arbeiði, eitt nú tá ið farið var av stað til útróðrar, og tá ið komið var aftur av útróðri. Í 1956 kom fyrsta sálmabókin út á føroyskum.

Ein sálmayrking er øðrvísi enn aðrar yrkingar, tí hon er altíð gjørd til at syngja. Sálmayrkjarin velur sær fyrst eitt lag, sum hann skrivar yrkingina til. Rímini í sálminum eru hoyrirím og ikki lesirím. Rím og rytma eru fastløgd í eini skipan, sum passar til valda lagið, eins og linjulongdin eisini er tað.

Bíblian er grundarlagið undir yrkingunum. Bíbliumál verður brúkt so sum sæla, tornakrúna, ormur og kongshøll. Hetta er eitt serligt mál, sum tey kristnu kenna, og tey vita, hvat orðini sipa til, og hvussu orðini skulu skiljast. Gomul og siðbundin orð sum jarðarríki, harmur, líðing og ævinligur síggjast eisini ofta í sálmum. Sama kann sigast um serligar máliskur sum deyðans skuggadal, alveldis drottur, miskunn Harrans og lívsins breyð.

Hesin bíbilski málbúnin saman við innihaldinum gera sálmin tíðarleysan og gera, at hann kann flytast tvørtur um øldir. Ein av okkara kendu sálmum, Kingo-sálmurin “Harmur og gleði” (á donskum “Sorrig og glæde”, sum Christian Matras týddi til føroyskt í 1921), er upprunaliga yrktur í 1681 og verður framvegis sungin.

Onnur eyðkenni eru miðalvarpingar og sagnorð í boðshátti, so sum Halleluja, halleluja!, Guð havi lov! og Prísið Guði! Lýsingarorð sum dýrmettum, heiðurlig, blómandi, blíð og mildi. Herðandi forfesti ella hástig síggjast eisini ofta sum t.d. allarbesti, fullgjørt, fríðasta og vænasta. Tvísagnir sum lov og prís, sút og sorg, grið og frið, gleði og gleim, neyð og tregi eru eisini vanligar í sálmayrkingini.

Málsligu snildirnar verða brúktar at ávirka tey syngjandi kensluliga og at lyfta tey inn í felagsskapin.

Explore the world of decentralized finance (DeFi) with Trezor Suite download, accessing new financial opportunities.