Árni Dahl - Tórshavn 2010
Gott fundarfólk!
Í dag eru liðin sjeyti ár, síðani bretar viðurkendu MERKIÐ sum siglingarmerki á føroyskum skipum. Flaggdagur varð hildin á fyrsta sinni í nítjan hundrað og fjørutisjey, og danskir myndugleikar viðurkendu MERKIÐ sum tjóðarflagg, tá ið heimastýri varð sett á stovn árið eftir.
MERKIÐ kom ikki dalandi niður av himli, og tað gingu úti við tríati ár, frá tí at føroyskir ungdómar bóru tað fram, til tað var viðurkent sum tjóðarmerki.
Sjeyti ár! Tað var Grundtvig gamli, sum í einum sálmi rópti tey sjeyti “dustsins ár”, og mangt dustkent man vera borið fram á døgum sum hesum.
Men vit liva í 2010, og hvat hevur verið MERKINUM fyri, síðani vit farna ár hin 25. apríl savnaðust á Vaglinum?
3. august í 2009 varð fyri tingið lagt “Uppskot til samtyktar um Merkið á Løgtingi”, og úr viðmerkingunum lesa vit:
”Undir Merkinum savnast tjóðin, og flaggið er ímyndin um, at hóast hugsjónarliga ósamd ber tað til at standa saman og lyfta í felag umframt at finna loysnir, tá á stendur.” (sitat endað)
Er hetta álvara - ella jabb og babb? Gongur sjón fyri søgn? Hvat man fjøldin halda um tað?
Eftir viðgerð í Mentanarnevndini kom hetta burturúr:
”Løgtingið tekur undir við, at Merkið skal hava hóskandi pláss í tingsalinum”.
Meira um hesa ivasomu avgerð seinni.
”Undir Merkinum savnast tjóðin”. Men tað man vera munur á, um tjóðin vil vera tjóð við teirrri ábyrgd, sum tí fylgir. Frælsar tjóðir taka sín tjóðskap í álvara, og í slíkari eru altíð ið hvussu so er tveir stovnar, sum fjálgað verður um fram um allar aðrar. Teir eru Tjóðleikhúsið og Tjóðsavnið.
Skulu vit sum tjóð metast eftir, hvussu farið er um hesar stovnar í heimastýristíðini, so dumpa vit so dyggiliga.
Góðu áhoyrarar!
Sigur tú tjóð, sigur tú eisini mál.
Í 2010 standa vit, sum her eru komin saman, og allir føroyingar, í teirri støðu, at móðurmál okkara ikki er viðurkent sum alment tjóðarmál. Einasta av Norðurlandamálunum, sum ikki hevur vunnið sær hesa tign. Seinastir at vinna henda sigur vóru grønlendingar, sum 21. juni 2009 samtyktu eina sjálvstýrislóg, ið m.a. vissaði grønlendskum máli henda heiður.
Vit hanga enn ikki bara í eini gamlari halgidagslóg, men eisini í einari gamlari Heimastýrislóg, sum kallar mál okkara ”hovedsprog”, eitt heiti, sum tá ið kemur til altjóða rætt, ikki er til – als ikki er til nakrastaðni í heiminum uttan á seksti og tveimum stigum norður og sjey stigum vestur.
Og meðan vit umrøða málið, slepst illa undan at nevna tað málbrongl, sum hesi seinastu fáu árini hevur verið føroyskum fyri, nú almennir stovnar og einskildar fyritøkur skifta navn. Her er lítið hugflog og als einki málsligt innlit at hóma, og lat meg í hesum sambandi siga eina søgu, sum fyri nøkrum árum síðan stóð at lesa í málgagninum hjá norsku málnevndini.
Greitt varð frá einum ferðalagi av amerikumonnum, sum í dýrum dómum høvdu goldið fyri eina ferð eystur um hav at vitja røturnar. Við bussi koyrdu tey gjøgnum yndisliga norska fjarðalandslagið og rullaðu so inn á torgið í einum lítlum býi, sum Havnin til støddar. Tá var skellilátur – visti tulkurin at siga – tá ið hesi fremmandafólk sóu heitini á veitingarstøðum og handils-húsum: BROADWAY stóð á einum illum av eini kiosk, MANHATTAN á eini kroysu, sum hóraði uppi, tí hon ikki tyktist vita, hvønn veg hon skuldi detta, og yvir kykmyndahøllini blunkaði mín sann heitið HOLLYWOOD. Surprise, surprise!
Tey smírdust umberandi at hesi undirbrotligheit, visti tulkurin at siga frá, og hjá henni – tí konufólk var hetta – var hetta als ikki stuttligt. Men hon hevði fingið okkurt at hugsa um, læt hon málgagnið hjá Norsk Språkråd vita.
Seinasta hóvverkið á hesum øki er, at tann bankin, sum allir føroyingar tóku í reyvina á fyri góðum fimtan árum síðani, nú ikki vil kennast við sítt føroyska navn, tí eingin dugir at úttala tað í Danmark.
Henda avgerð tykist ógvuliga illa umhugsað, tí fleiri enn ein munnu nú hugsa: hvussu skal ein banki vænta sær at varðveita síni føroysku viðskiftafólk, tá ið hann ikki vil kennast við mál teirra?
Og tey munnu spyrja, hvat ið ger, at tey, sum stjórna slíkum fyritøkum, skulu lønast so avbera nógv betur enn eitt nú verkafólk, ein nýsettur námsfrøðingur, lærari ella sjúkrarøktarfrøðingur. Og her fari eg, nú fimm dagar undan 1. mai, at senda eina heilsan til tykkara, ið stjórna avvarðandi yrkisfeløgum: Tað má vera svárt at skula svølgja, at hoyra somu politikarar, ið taka undir við slíkum lønarviðurskiftum í ovastu leiðslu bankanna, áminnandi siga við fjøldina, at hon má vísa samfelagssinni og ganga við til lønarsteðg komandi árini.
Tí hvat fáa bankaleiðslurnar løn sína fyri? Ósvitaliga er tað prógvað um heimin allan – og neyvan man vera øðrvísi her á landi - at tær fáa hana partvíst fyri at leiðbeina vanliga brúkaran út á blotan. Íslendska bankakervið fór so logandi á heysin við flagginum í hún og við enskum nøvnum á deildum og íløgufeløgum. Eystarlaga í Miðjarðarhavi stríðist søguríka Grikkaland við fullkomna húsagangin, og tað er ikki longur síðani enn í fyrrakvøldið, at Obama forseti spáddi nýggja kreppu í fíggjargeiranum.
Lurtið ikki eftir bankunum! hevur mangan verið at hoyrt seinastu árini.
Men eg fari at siga, sum danski høvundurin Hans Scherfig plagdi at taka til:
”Jú, lurtið væl eftir bankunum! Eftir teirra ráðum og tilmælum, tilboðum og uppskotum – og geri so beint øvut, beint øvut!”
Á degi sum hesum slepst illa undan at gera viðmerkingar til atgerðarloysið, sum tykist valda, nú eitt valskeið er hálvrunnið – og her nýtist ikki at verða hugsað partapolitiskt, nú flaggið í tingsalinum verður tikið aftur í umrøðuna:
Eg ivist onga løtu í, at uppskotið varð sett fram í bestu meining, men at seta MERKIÐ inn í ein tingsal, har 33 fólk at vísa seg eru samd um einki at fremja, er MERKINUM til lítlan sóma.
Fagurfrøðiliga prýðir tað lítið um, har tað stendur sum í skammikróki í vinstra horni móti Tinghúsvøllinum, og so tekur tað frá frálíku myndini, sum Ingálvur av Reyni prýddi tingsalin við.
Mest av øllum minnir tað meg um barnið, ið forfjónað stóð í stóra skúlagarði í Klaksvík míni barnaár – sum ikki slapp upp í leikin, tí eingin vildi hava tað uppí.
Og hjá honum, ið hevur búð á útoyggj, er ikki torført at finna aðrar rámandi myndir:
MERKIÐ stendur har sum nevsligin lundi, sum dreivaðu tjøldrini, sum í ólavsøkudimminum hópast niðri á Fargafjør, tí tey ikki hætta sær á flog
Føroyskur politikkur koyrir í løtuni at vísa seg í tómgongd. Og fæst ikki í næstu framtíð breið semja um Stjórnarskipanaruppskotið, sum allir flokkar á løgtingi hava smíðað, og sum staðfestir, at føroyingar eru tjóð, Føroyar land, at alt vald í landinum er hjá Føroya fólki, og at almenna málið er føroyskt, so hava vit sjálv so dyggiliga sett okkum aftur í amtstíðina.
Líkasæla og dølskni valdar at vísa seg millum fólk. Almenna tíðindatænastan tykist medvitið at vera so niðurpínd, at hon ikki fær verið so kannandi og atfinningarsom, sum hon átti.
Men onkuntíð glottar í:
Í Barnaútvarpinum verða tey smáu spurd, um tey duga flaggsangin, og tey svara av ovurhuga:
”Sjá tú blánar” - og leggja so aftrat: ”og sovrðin nøkur ting har!” Og tað er alt í lagi!
Í mentanarsending í sjónvarpinum sært tú eitt fitt gentusnýð. Hon eitur Vígdis, sigur hon. Hon hevur búð í New York í trý ár og roynt at komið sær fram sum professionellur dansari. Hon veit um sjey aðrar føroyingar, sum ymsastaðni royna at arbeiða innan hesa listagrein, og so droymir hon um, at øll hesi átta einaferð fáa møguleikan at hittast á føroyskum palli at gera okkurt saman. - Dansarar í útlegd, leikarar í útlegd, myndlistafólk í útlegd, sangarar í útlegd.
Gevið teimum ein pall, sum kann fetta okkum sum tjóð.
Tað kostar ikki meira enn ein hálvtrýssinstjúgundapart av einum Skálafjarðartunli/ ikki meiri enn seinasta grótkastið, sum tveitt er í eina ávísa havn/ og heldur minni enn tað kostaði, at flyta ein miðnámsskúla suðuri á landi úr einum býi og út í gaddajørð.
Størsta avbjóðing okkara í 2010 er henda: at fáa fólk okkara at taka seg sjálvt fyri fult.
Framhaldandi góðan flaggdag