• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Álvur kongur

 

CCF 14 Ba

TSB E 58

 

1 Eg havi eina rímu hoyrt,

gjørd er út í Frans,

tað vóru ikki frægari saman

enn Álvur og rekkar hans.

 

2 Eg veit eina rímuna,

gjørd er út í tess,

tað vóru ikki færri saman

enn níggju sinni seks.

 

3 Álvur kongur og rekkar hans,

fátt mundi teimum forða,

tá mátti eingin fara við teim,

ið agnarorðini bóru.

 

4 Draga teir sínar sjódrekarnar

oman úr tættum neysti,

tá stóð fast undur kjalarhæli,

loypur so fram í goyst.

 

5 Draga teir sínar sjódrekarnar

oman á saltan maka,

tá kom maður á bergið oman:

“Kongur, veit mær far!”

 

6 “Hoyr tað, tú hin ungi maður,

farið skalt tú fáa,

vilt tú standa í allan dag

og stýra ta bylgju blá.

 

7 Hoyr tað, tú hin ungi maður,

farið veiti eg tær,

vilt tú standa í allan dag

og stýra tann sjógv for mær?”

 

8 So var veður á sjónum hart,

ódnin mátti kalla,

so stýrdi hann kolatrælur,

báðum borðum hallar.

 

9 So var veður á sjónum hart,

ógvuligt at líta,

so stýrdi hann kolatrælur,

at inn dró bjøllin hvíta.

 

10 Justin jall tók kolatræl,

varpar niður í kjøl:

“Nógvir eru slíkir stýrimenn

her í hesi ferð.”

 

11 Justin jall tók kolatræl,

varpar niður í skut:

“Nógvir eru slíkir stýrimenn

her við havið út.”

 

12 So var veður á sjónum hart,

Justin jall gekk til stýrið,

aldan breyt í bæði borð,

fram dró knørrurin dýri.

 

13 So var veður á sjónum hart,

skipið lak í streymar:

“Heilir og sælir, mínir menn,

sigið mær tygra dreymar!”

 

14 Tí svaraði Justin jall,

fyrstur var hann til orða:

“Fyrstur skal eg mínar dreymar siga,

tí fátt kann feigum forða.

 

15 Tað var mín hin fyrsti dreymur,

tá eg heiman sigldi,

eldur leikti um allar teir,

ið Álvi kongi fylgdi.

 

16 Tað var mín hin annar dreymur,

tá eg heiman fór,

allir stoyttust á drekans borð,

við Álvi kongi vóru.”

 

17 So var veður á sjónum hart,

skipið lak í droyra:

“Heilir og sælir, mínir menn,

meg lystir ei dreymar at hoyra.”

 

18 So var veður á sjónum hart,

aldan reis frá grunni,

voldi tað illi Ásmundur,

ið illgerningar kundi.

 

19 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

20 Lótu síni akker fella

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Álvur kongur

sínum fótum á land.

 

21 Fyrstur stígur Álvur kongur

sínum fótum á land,

tá var hin illi Ásmundur kongur

riðin niður til strand.

 

22 “Ver vælkomin, Álvur kongur,

góði vinur mín,

lidnir eru fimtan vetrir,

síðan eg væntaði tín.

 

23 Ver vælkomin, Álvur kongur,

vilt tú mær tað trúgva,

lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg læt veitslu búgva.

 

24 Tað stendur ein borg í grasagarði,

takt við marmora dýra,

har skalt tú, Álvur, inni sova

við allar rekkar tínar.

 

25 Tað stendur ein borg í grasagarði,

takt við marmora døkka,

har skalt tú, Álvur, inni sova

við allar tínar rekkar.”

 

26 Tí svaraði Álvur kongur:

“Tað vil eg ráða sjálvur,

mær skal fylgja frá strondum niðan

rekkasveiggjur hálvur.”

 

27 Urgur vóru í garði trodnar,

harpan hon var sligin,

kongurin dró frá strondum niðan

við hálvum sínum liði.

 

28 So skeinkir hann Ásmundur kongur

mjøðin út í vín,

fyrstur sovnaði Álvur kongur

fram úr sessi sín.

 

29 So skeinkir hann Ásmundur kongur

mjøðin fram í høll,

fyrstur sovnaði Álvur kongur

síðan hirðin øll.

 

30 Enntá mintist Ásmundur kongur,

hvat verið hevði fyrr,

legði eld í báðar galvar

og stokkar fyri dyr.

 

31 Stokkur var hvør av stáli gjørdur,

groyptur við harðar greppar,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddu ei út at sleppa.

 

32 Stokkur var hvør av stáli gjørdur,

groyptur við harðan knút,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddu nú ikki út.

 

33 Vaknar upp fyrsti av monnum Álvs,

tá tók eldur at rúka,

tað kemur ein roykur á henda *heyg,

hann legðist sekur at sova.

 

34 Vaknar upp annar av monnum Álvs,

tá tók eldur at brenna:

“Mín er skjúrtan sveittastokkin,

hitan man eg kenna.”

 

35 Vaknar upp triði av monnum Álvs,

tá var eldur góður,

sovnaði aftur í atreið teirri,

hann svav av drykki móður.

 

36 Vaknar upp fjórði av monnum Álvs,

tá var økt til dags,

tóku so teirra hjálmar at renna

rætt sum skyggið vaks.

 

37 Síðstur vaknaði Justin jall:

“Tykkum er kyndur eldur.”

Vekir nú sjálvan kongin upp:

“Hvat man tykkum fýsa heldur?”

 

38 Tí svaraði Álvur kongur,

verið hevði í leikum:

“Tøkum tygara reyðu skjøldar,

berum borg úr neipum!

 

39 Dreingir sprungu úr borgarkálva,

øllum tókti undur,

borgin brast í tógva lutir,

neipir gingu sundur.

 

40 Dreingir sprungu í borgarkálva,

braka tók í høll,

ei mundu neipir staðið við,

var her inni Bjørn.

 

41 Álvur kongur og rekkar hans,

væl mundi teimum skína,

hann kom út á víðan vøll

við allar rekkar sínar.

 

42 Stokkur var hvør av stáli gjørdur,

groyptur við harðar greppar,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddu nú út at sleppa.

 

43 Stokkur var hvør av stáli gjørdur,

groyptur við harðar knútar,

rekkar Álvs vóru innibyrgdir,

náddu nú allir út.

 

44 So ríður hann Álvur kongur

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann.

 

45 Klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann,

eftir stóð tá Ásmundur kongur

við sín triðja mann.

 

46 Ásmundur gongur í grasagarði,

vindur sína skjúrtu í sveita,

sá sær ikki skjótri ráð

enn tá var á Óðin at heita.

 

47 Ásmundur gongur í grasagarði,

gongur so víða sagn,

tríggjar reisir í lúður blæs

og heitir á Óðins navn.

 

48 “Tólv merkur í reyðargulli

vil eg geva tær,

vilt tú, Óðin nasagrái,

dugnað veita mær.”

 

49 Har kom ein maður á leikvøll fram,

eingin ið hann kendi,

jútskan hatt á høvdi bar,

ein finskan boga í hendi.

 

50 Har kom ein maður á leikvøll fram,

eygað hevði sum bolli,

eittans hár var á tann dára,

toppur á miðjum kolli.

 

51 Har kom maður á leikvøll fram,

vá við eggjateini,

eittans eyga í heysi bar,

og knept var brók at beini.

 

52 Álvur tokar í herin fram,

spennir upp gyltar gjarðar,

ein kom ørvin fyri hans bróst,

deyður fell hann til jarðar.

 

53 Har vóru allir vignir tá

við stáli og reystum hjarta,

ein bar livandi boðini

aftur til Rókin svarta.

 

54 Har vóru allir vignir tá,

teir mistu lív og anda,

ein bar livandi boðini

aftur til sjóvarstranda.

 

55 Gingu teir frá strondum niðan

Rókur og Ringurin prúður,

Steffan á so mangan hátt,

Hálvdan blæs í lúður.

 

56 Gingu teir frá strondum niðan,

grimt var teim í huga,

rivu upp stórar eikirøtur,

tóktu ei vápnini duga.

 

57 “Kongurin gav oss gull og silvur,

mangar ringar reyðar,

standið nú so manniliga,

hevnið vár harris deyða!

 

58 Kongurin gav oss gull og silvur,

mangar ringar bjartar,

standið nú so manniliga,

havið ikki kálvahjarta!”

 

59 So ríður hann Rókurin svarti

víðan vegin fram,

kleyv hvønn av um tvøra,

ímóti honum rann.

 

60 Kleyv hvønn niður um tvøra,

ímóti honum rann,

eftir stóð tá Ásmundur kongur

við sín triðja mann.

 

61 Tað var reystur Rókurin svarti,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Ásmund kong

sundur í lutir tvá.

 

62 Tað var Óðin nasagrái,

stoyttist í jørðina niður:

“Tær gevi eg nú, Rókurin svarti,

lív og fagran sigur.”

 

63 Tá svaraði Rókurin svarti,

helt undir grøna líða:

“Tí gavst tú mær grið og frið,

tú tordi mín ikki at bíða.”

 

64 So ríður hann Rókurin svarti

gjøgnum grøna lund,

hvørki gól tá eftir honum heykur

ei nimman hund.

 

65 So ríður hann Rókurin svarti

gjøgnum grøna líð,

hvørki gól tá eftir honum

heykur ei nimman hýð.

 

66 Eg kann ikki kvøða longur,

enn kvøðið er for meg,

Rókurin hevndi harra sín

í níggjunda liði.

 

67 Eg kann ikki kvøða tað,

ið eg ikki kann,

Rókurin hevndi harra sín

í níggjunda mann.

 

CCF 14 Ba

TSB E 58

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 11, p. 155

 

Útgávur:  

1. R. Long: Sandoyarbók I, p. 127.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 379.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 48

 

Heimild: Hans Johannessen, Hanus í Koytu (1779-1864), Sandi 1822

 

E 58 Álvur kongur (Man killed by his father-in-law is revenged by his warriors)

cF, S: Álvur ger av at fara at vitja verfaðir sín, Ásmund kong, hóast kona hansara ávarar hann. F: Á vegnum kemur skipið í ódnarveður. F, S: Kongur býður honum at vera væl komin, men um náttina setir hann eld á húsini, sum Álvur svevur í (S: eftir ráðum Óðins). S: Álvur doyr, men menn hansara hevna hann. F: Tað eydnast Álvi og monnum hansara at bróta seg út úr húsunum, og síðani verður bardagi. Óðin er uppií, tá ið Álvur verður dripin, men menn hansara hevna hann.

á føroyskum: CCF 14 (eisini á svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019