• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ásmundur Aðalsson

 

CCF 36 E

TSB E 86

 

1 Nú skal stíga í stavagrein,

tung man sorgin falla,

um tann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakong vit kalla.

 

2 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin ríka,

hartil Ólav, skósvein hans,

fáir finnast slíkir.

 

3 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin sterka,

hartil Ólav, skósvein hans,

royndur í avreksverki.

 

4 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin stranga,

hartil Ólav, skósvein hans,

vænur við rúnum at ganga.

 

5 Ásmundur ríður á leikvølli,

ymsar lutir fremur,

Ingibjørg stendur í glasglugga,

fullgjølla hon hann kennir.

 

6 Ingibjørg stendur í glasglugga

og mælir for munni á sær:

“Ein sum Ásmund Aðalsson

hann vildi eg kosið rnær.”

 

7 Til tað svaraði ternan,

letur so orðum skifta:

“Sjúrður fót er frægari maður,

tín faðir vil teg gifta.”

 

8 Hon hevði upp sína høgru hond

og gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

9 Hon gav henni høgg á tenn,

so blóðið dreiv á borð:

“Ásmundur er ein avrekskappi,

hann kann mítt lív væl forða.”

 

10 Sjúrður fót um moynna bað,

við sømdir hann hana fekk,

hon hevði hug á Ásmundi,

í hjarta var honum tekk.

 

11 Sjúrður fót um moynna bað,

við sømdir hann hana fær,

hon hevði hug á Ásmundi,

í hjarta var honum kær.

 

12 Øllum letur Sjúrður fót

í sítt brúdleyp bjóða

uttan Ásmund Aðalsson,

sum væl kann randir rjóða.

 

13 Uttan Ásmund Aðalsson,

sum væl kann randir rjóða:

“Tó skal eg í Sjúrðar brúdleyp,

tó mær vil eingin bjóða.”

 

14 Tey lótu slakta neyt og seyð,

alt út av tí besta,

snarliga varð til brúdleyps ætlað.

ikki var longur at fresta.

 

15 Lótu tá til brúdleyps ætla,

einki mátti tvørra,

átjan borgum boðið varð

og tólv hundrað av hvørjum.

 

16 Ásmundur so til orða tekur:

“Har býst ikki við frið;

hvat skulu vit við skipum fara

ella við hestalið?”

 

17 Til tað svaraði Ólavur:

“Vit gera so lítið av,

snarliga flyta okkum gammar tvá

yvir tað Lindarhav.”

 

18 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var klæddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

19 Út varð loystur gangarin,

ið Ásmundur skuldi á ríða,

hann var klæddur við skarlak

niður á miðalsíðu.

 

10 Gammurin rendi í loftið fram,

hann vildi av sær kasta,

Ásmundur talar til Ólav unga,

biður hann sita fast.

 

21 Gammurin rendi í loftið fram

við sínar stinnu streingir,

hann kom niður á Ríkaland,

sum gitið man verða leingi.

 

22 Hann kom niður á Ríkaland,

sum gitið man verða leingi,

pílur fleyg av hans hvørji fjøður,

hann flutti reystar dreingir.

 

23 Uppi í miðjum grasagarði

løgdu teir tey ráð,

hvussu teir skuldu ta bjørtu brúður

sær til handar fá.

 

24 “Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst.

tí prýði vilt tú fá,

eg skal standa úti um stund,

tí mær eru givnar tær gávur.

 

25 Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst,

tí prýði vilt tú njóta,

báðum skalt tú høvdingunum

bukka og so lúta!”

 

26 Ólavur gekk í hallina inn,

prýði vildi hann njóta,

hvørgum vildi hann høvdingunum

bukka ella fyri lúta.

 

27 Kongurin talar til skeinkjaran,

glaður for uttan ekka:

“Skonk honum vín í vælgott horn,

tú bið hann sita og drekka!”

 

28 Kongurin talar til skeinkjaran

við alskyns gleði og gleim:

“Tú skonk honum vín í vælgott horn,

tú bjóð honum sess og heim!”

 

29 Skeinkjarin gjørdi, sum kongurin bað

við alskyns gleði og gleim,

skonkti honum vín í vælgott horn.

hann beyð honum sess og heim.

 

30 Skeinkjarin gjørdi, sum kongurin bað,

við alskyns gleði og kæti,

skonkti honum vín í vælgott horn.

hann beyð honum sess og sæti.

 

31 Tá kom maður í hallina inn,

hann var av øllum meiri,

konginum tókti so lítið um,

tað koma so garpar fleiri.

 

32 Tá kom maður í hallina inn,

eingin ið hann kendi

uttan frúgvin Ingibjørg,

sum reyðargull bar í hendi.

 

33 Tí hann hevði kápu yvir sær,

sett við 'Raiggjir' víða,

hann vildi ei lyfta sín jútska hatt

fyri sítt andlit fríða.

 

34 Kongurin talar til skeinkjaran,

glaður for uttan ekka:

“Skonk honum vín í vælgott horn,

tú bið hann sita og drekka!”

 

35 Kongurin talar til skeinkjaran

við alskyns gleði og kæti:

“Tú skonk honum vín í vælgott horn,

tú bjóð honum sess og sæti!”

 

CCF 36 E

TSB E 86

 

Handrit: Savn hjá Jakobi Jakobsen. Føroya Landsbókasavn  JJ D II, I, Nr. 2.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 65

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 142

 

Heimild: Úr Streymoy: Jóannes Patursson, (1866 -1946), Kirkjubø, 1887.

 

 

 

E 86 Ásmundur Aðalsson (Man abducts rival’s bride from her wedding but returns her after fight)

Ingibjørg vil giftast Ásmundi, men hon verður latin Sjúrði.

Ásmundur og tænari hansara koma flúgvandi á einum gammi, og uttan at nakar kennir teir aftur, lenda teir í brúdleypinum hjá Ingibjørg. Teir taka brúðrina og flúgva av stað aftur við henni.

Sjúrður savnar menn sínar og eltir tey við skipi. Ásmundur er við yvirlutan. Tá ið stríðið er av, finnur hann á skipinum Sjúrð framvegis á lívi og gevur honum Ingibjørg aftur.

Í hennara stað verður systir Sjúrðar brúður hansara.

á føroyskum: CCF 36 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019