• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ebbin kall

 

CCF 123 C

TSB D 178

 

1 Tað var ungi Ebbin kall

búði seg út at ríða,

møtti sínum móðurbróður

undir so grønan líða.

 

2 “Ríð teg ikki í grøna lund

hesa aftanstund,

ríð teg heldur í horkonugarð

so glaður at drekka við sprund!

 

3 Ríð teg ikki í grøna líð

hesa aftantíð,

ríð teg heldur í horkonugarð

so glaður at drekka vín!”

 

4 “Hvørt ið eg ríði,

hvørt fari eg,

so víða stendur mín hugurin,

so lítið leggi eg í teg.”

 

5 Hann reið seg í grøna lund

hesa aftanstund,

ikki fór hann í horkonugarð

so glaður at drekka við sprund.

 

6 Hann reið seg í grøna líð

hesa aftantíð,

ikki fór hann í horkonugarð

so glaður at drekka vín.

 

7 Hann reið seg í grøna lund

hesa aftanstund,

kom móti honum gangandi

tað væna bóndans sprund.

 

8 Hann reið seg í grøna líð

hesa aftantíð,

kom móti honum gangandi

tað væna bóndans vív.

 

9 “Hoyr tú, bóndans hústrú,

vilt tú játtast mær,

tíggju merkur av reyðargulli

vil eg geva tær.”

 

10 “Hav tú sjálvur títt gull og fæ,

eg vil tað ikki eiga,

eg eigi mær ein danimann,

hans fæ liggur vítt um heiðar.

 

11 Hav tú sjálvur títt gull og fæ,

eg vil tað ikki tiggja,

eg eigi mær ein danimann,

hann letur tað fæ væl liggja.”

 

12 Hann reiv hennara stakkin,

stóð í miðjum spora:

“Vokta teg væl, tú danisvein,

tú kemur í stevnistovu!”

 

13 Hann reiv hennara stakkin,

hann reiv hennara geira,

gullband um hennara herðar lá,

hon hevði ikki eftir meira.

 

14 Hann reiv hennara stakkin,

hann reiv hennara serk,

til hann hevði vunnið

tað syndarliga verk.

 

15 “Meðni tú hevur mær vunnið

bæði skaða og skamm,

ger tað fyri Gudis skyld,

tú sig mær tygara navn.”

 

16 “Mín er kápan ríput og stríput,

skarlak havi eg havt,

dreingir kalla meg Ebbin kall,

tað gár navnið rætt.

 

17 Mín er kápan ríput og stríput,

skarlakshúgvan tóað,

dreingir kalla meg Ebbin kall,

tjent havi eg til hóva.”

 

18 Tað var so síðla um aftanin,

tann gerning hann var gjørd,

tað var so árla um morgunin,

hon bleiv fyri kongin førd.

 

19 Tað var [Indi] bóndin,

gongur for kongin at standa:

“Mín er hústrú voldtikin,

mær til stóran vanda.”

 

20 Tað var [Indi] bóndin,

gongur fyri kongin at kæra:

“Mín er hústrú voldtikin,

mær til stór vanæra.”

 

21 Til tað svaraði kongurin,

var so snarur til máls:

“Er tín hústrú voldtikin,

tað kostar kun hans háls.”

 

22 Kongurin steig frá borði upp,

so sín orð hann førdi:

“Hvøssu var hann á navni nevndur,

ið tann gerning gjørdi?”

 

23 “Hansara kápa var ríput og stríput,

skarlak hevur hann havt,

dreingir kalla hann Ebbin kall,

tar gár navnið rætt.

 

24 Hansara kápa er ríput og stríput

skarlakshúgva tóað,

dreingir kalla hann Ebbin kall,

tjent hevur hann til hóva.”

 

25 Tað svaraði kongurin,

sló sína hond ímót borð:

“Eg vildi til givið ríkið hálvt,

eg hevði ikki talað tað orð.”

 

26 Bóðu fyri Ebbin kall,

hvør sum tala kann,

tað bað fyri honum frúgvin sjálv,

Gunnar lagmann.

 

27 Inn kom Ebbas móðir,

fall fyri kongin á kníggja:

“Eg bjóði fyri mín sæla son

alt mítt góðs og býggjar.”

 

28 Inn kom Ebbas festarmoy,

fall for kongin í knæ:

“Eg bjóði fyri mín festarmann

alt mítt festarfæ.”

 

29 Síðst tá kom hann Pætur við Grúgvu,

tað mundi ongan vara:

“Eg bjóði fyri mín systurson

væl sjey hundrað garðar.

 

30 Eg bjóði fyri hann dýrshorn,

tú hevur eftir tráað,

tú livir ikki tann ærudag,

fyri fanga tú slíkt kann fáa.

 

31 Eg bjóði fyri hann Rensborg,

tú hevur eftir traktað,

tú livir ikki tann ærudag,

tú fær slíkt fyri ein fanga.”

 

32 “Mikkjalskirkja stendur í Lund,

glógvar sum reyðargull,

tú loysir ei riddarans lív í dag,

um hon var innan full.”

 

33 Tað var ungi Ebbin kall,

hann legði sítt høvur á blokk:

“Kongur, tú høgg mítt høvur av,

og blóðga ikki mín lokk!

 

34 Tit takið mína kápuna

og beri bóndans konu,

tað verður ikki, meðan hon livir,

hon føðir tílíkan son!

 

35 Tit takið mína kápuna,

berið bóndans konu heim,

tað verður ikki, meðan hon livir,

hon føðir tílíkan svein!”

 

36 Tað var [Indi] bóndin,

hann høgg, sum hann var óður,

høvdið fleyg ein langan veg,

men bulurin eftir stóð.

 

37 Hetta sá Ebbins festarmoy,

tað hana í hjartað skar,

fyri hvønn ein lokk, hon greiddi,

hon feldi so mødig tár.

 

CCF 123 C

TSB D 178

 

Handrit: Foliohandrit, sum Kristian Joensen av Sandi hevur skrivað, nr. 2. Í savni Jakob Jakobsens 1887. Varðveitt á Føroya landsbókasavni.

 

Útgávur:

 

1. Danmarks gamle Folkeviser V - 2, Udgivet af Svend Grundtvig og Axel Olrik 1877-90, s. 391

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 61.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 24.

 

Heimild: Úr Sandoy:  Kristian Joensen, Kristian í Búðini (1843-1924), Sandi, 1887.

 

D 178 Ebbin kall (Man executed for rape)

Ebbin kall hevur drukkið ov nógv, og á veg til hús neyðtekur hann eina bóndakonu. Bóndin fer til kong og sigur frá. Kongur noyðist at døma Ebban til deyða. F: Fleiri fólk royna til fánýtis at keypa Ebban leysan.

á føroyskum: CCF 123 (= DgF 314 E) (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019