Skip to main content

Á ferð í Føroyum

22.09.2023

Í summar gav Nám út ‘Hey! - Á ferð í Føroyum’. Útgávan vendir sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál. Lydia Didriksen hevur skrivað bókina og Hannis Egholm hevur teknað tekningarnar.

Far til útgávuna

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál. Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði.

Hey!-heftini kunnu eisini brúkast sum ískoytistilfar til røðina "Ferð á føroyskt".