Skip to main content

Deildarleiðari til ráðgevingina

30.05.2022

Søkt verður eftir framskygdum deildarleiðara til ráðgevingina

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum deildarleiðara til ráðgevingina frá 1. august 2022 ella skjótast gjørligt.

Ráðgevingin er nýggj deild í Námi, sum skal fevna um námsráðgeving, bókasavn, kt-didaktiska økið, skeiðsvirksemi og aðrar tvørgreinaligar verkætlanir.

Endamálið við nýggju ráðgevandi deildini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning í skúlaverkinum og at stuðla í menningarætlanum og serligum átøkum.

 

Um starvið

Arbeiðsøkið hjá deildarleiðaranum fevnir, saman við stjóranum, m.a. um at:

  • hava leiðsluna av ráðgevandi deildini og ábyrgdina av øllum praktiskum viðurskiftum í hesum sambandi
  • virka fyri, at starvsfólk og virkisøki á deildini verða samansjóðað
  • tryggja fakliga støðið í arbeiðinum á deildini
  • seta greið og ítøkilig mál fyri virksemið í deildini
  • tryggja, at sett mál verða avgreidd eftir ætlan
  • menna og skipa góðar arbeiðsgongdir
  • fylgja við í rákum og gransking, so at virksemið í deildini altíð er á jøvnum føti við Norðurlond.

 

Førleikakrøv

Dentur verður lagdur á at finna ein kveikjandi og álitisvekjandi persón við góðum samstarvsevnum.

Væntað verður, at deildarleiðarin hevur:

  • viðkomandi útbúgving og prógv frá hægri lærustovni 
  • kunnleika um viðkomandi lógir og faklig krøv
  • kunnleika um námsætlanir í skúlaverkinum
  • hollan kunnleika um kt-didaktikk í undirvísing og ráðgeving
  • holla vitan um námsfrøðilig rák í grannalondunum og hegni at meta um, hvat gagnar føroyska skúlaverkinum
  • góða tøknifatan og førleika at meta um og seta seg inn í ymiskar kt-pallar
  • kunnleika um skipanir, ið stuðla góðum fyristingar- og arbeiðsgongdum
  • góðar samskiftisførleikar
  • góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini í skandinaviskum og enskum.

Deildarleiðarin skal hava áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini og seta dám á broytingarnar, ið nýggi bygnaðurin í Námi hevur við sær. Viðkomandi skal megna at fremja sjónliga leiðslu, sum skal síggjast aftur í allari arbeiðsgongdini. Deildarleiðarin arbeiðir í tøttum samstarvi við stjóran og er partur av leiðslutoyminum.

Deildarleiðarin má duga at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar. Tað kann vera ein fyrimunur at hava viðkomandi partar av útbúgving í leiðslu og leiðsluroyndir.

 

Setanarviðurskifti

Nám bjóðar eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Deildarleiðarin vísir til stjóran í Námi, og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Deildarleiðarin skal tola møguligar broytingar í bygnaði og innihaldi í starvinum.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 19. juni 2022 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

 


Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 27 starvsfólk umframt 7 starvsfólk í Próvstovuni.