Skip to main content

3. flokkur í Sands skúla Ársins Vitanarfróðu 2021

01.06.2021

Í morgun varð kunngjørt, at 3. flokkur úr Sands skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2021. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hví bresta poppkorn?”.

Handanin fór fram í Sands skúla. Avtala varð gjørd við læraran og skúlastjóran, at umboð fyri Granskingarráðið skuldu koma á vitjan. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin.

Tá tey komu aftur frá svimjing, tóku umboð fyri Nám og Granskingarráðið ímóti teimum í skúlastovuni og avdúkaðu, at tey høvdu vunnið.

Stroymt varð frá handanini

Fleiri myndir og stroyming á Facebookvanganum hjá Granskingarráðnum