Skip to main content

Ólavur í Geil samskipar

30.11.2020

Samskipari av holocaust degnum er Ólavur í Geil. Fyri Nám og Amnesty International fer hann at samskipa dagin, sum í 2021 er 27. januar.

Ólavur hevur fleiri enn 10 ára royndir at skipa fyri tiltøkum, og at leggja til rættis innihald í miðlum, tiltøkum og verkætlanum. Hann er útbúgvin BA (hons) í Events Management úr Onglandi, og hevur síðan 2010 rikið fyritøkuna Advent Management. Ólavur hevur eisini verið skrivari hjá Miðflokkinum síðani 2017.

Ólavur hevur flair fyri miðling, og við sínum kreativa hugsunarhátti, fer hann at seta dám á altjóða holocaust dagin, sum í ár verður ein samansjóðing av talgildum og ”vanligum” tiltøkum, sum upplýst verður um á hesari temasíðu á Snar. Myndin er tikin við nýggja skúlan við Streymin, haðani stroymt fer at verða tá altjóða holocaust dagurin verður.