Skip to main content

Talgilt undirvísingartilfar í útboð

21.08.2020

Nám biður føroyskar kt-fyritøkur bjóða uppá at gera talgilda undirvísingarverkætlan um føðslu og burðardyggan ali- og fiskiídnað

Hvussu kunnu vit á ein burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt framleiða føðslu úr sjónum? Hendan spurningin skulu føroyskir skúlanæmingar læra at seta seg inn í og arbeiða við.

”Fíggjarligi karmurin fyri talgilda undirvísingartilfarið er stuðul uttanífrá á 300.000 krónur, og sum eina roynd hava vit nú sent verkætlanina í útboð”, sigur Eyðun Gaard stjóri í Námi.

Talgilda undirvísingartilfarið, ið er ætlað næmingum í 4.-6. flokki, skal mennast í samstarvi við Námi og støðið skal takast í heimsmálinum hjá ST um lívið í havinum. Nýggja undirvísingartilfarið skal miða ímóti, at føroysk børn læra at skyna á, hvussu ábyrgdarfullur sjóvarskurður, eitt nú laksaaling, kann vera við til at tryggja føði og matartrygd.

”Tilfarið skal stuðla undir eina hugleiðandi, hugfangandi og djúphugsandi læring, sum bæði tekur støði í viðkomandi námsætlanum og teimum 17 heimsmálunum fyri burðardyggari menning”, sigur Eyðun Gaard.

Nærri kunning um útboðið er á Keypsportali landsins.