Skip to main content

Uppgávur til flokssett í Námi

17.01.2022

Síðan sum æt ‘Bókmentauppgávur’ er skipað av nýggjum og eitur nú ‘Uppgávur til flokssett í Námi’.

Uppgávurnar eru nú býttar í aldursbólkarnar grunddeild, miðdeild og hádeild.

Uppgávur til flokssett í Námier ein síða við uppgávum til bókmentaundirvísing á ymsum floksstigum. Uppgávurnar eru gjørdar til barna- og ungdómsbøkur, sum eru í flokssetti í Námi.

Ætlanin er at gera uppgávur til bøkur á øllum floksstigum. Í flestu førum eisini viðmerkingar til læraran saman við uppgávunum.

Alt kann frítt takast niður – antin at leggja á teldu/teldil ella skriva út.

Lærarar í fólkaskúlanum hava gjørt uppgávurnar í samstarvi við Nám.