Nem í fimta er komin út!

Nem í fimta, tíðindaskriv
Nem í fimta heldur áfram har, sum Nem í fjórða slepti. Í Nem í fimta eru nýskrivaðir tekstir og søgur og nýggjar tekningar. Harumframt eru fleiri føroysk listaverk tikin við.
Í bókini eru hesi tekstsløg: Søgur, yrkingar, yrkistekstur, lýsing, lýsingafilmur, filmir og myndir.
Nem í fimta er í seks pørtum, og hvør parturin leggur serligan dent á eitt ella fleiri øki í lærugreinini føroyskt.
Kalt niður eftir bakinum leggur dent á søgur og listaverk, sum fáa tað at renna kalt niður eftir bakinum.
Sansa lýrikkin leggur dent á yrkingar og listasniðið í yrkingum.
Ljós á lýsingar snýr seg um lýsingar sum serstakan miðil, har serligar snildir verða nýttar.
Inni í søguni leggur dent á samansettar søgur.
Orðafjas snýr seg um skapandi orðaspæl.
Vitan um barnabókmentir leggur dent á at lesa og arbeiða við yrkisteksti. Faklig lesing.
Bókaheildin fevnir um pappírsbók, netbók og læraravegleiðing. Gunnvá Dam hevur lagað til og týtt úr donskum. Og í heyst kemur mállærubókin Nem mál í fimta, sum Gunnvá Dam hevur gjørt.