Skip to main content

Hanna Ziskason Hansen deildarleiðari í Próvstovuni

15.12.2021

Hanna Ziskason Hansen er sett í starv sum deildarleiðari í Próvstovuni frá 1. februar 2022 at rokna.

Hanna Ziskason Hansen hevur síðani 2018 starvast sum fulltrúi á miðnámsskúlaøkinum í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Hon hevur góðan kunnleika til próvtøkuøki í skúlaverkinum generelt frá sínum arbeiði í aðalráðnum. Eisini hevur hon havt ábyrgd fyri próvtøkunum sum deildarleiðari á miðnámsskúlaøkinum í Tekniska skúla í Klaksvík, haðani hon hevur 20 ára undirvísingarroyndir. Umframt at hon sum fulltrúi hevur umsitið onnur økir so sum maritima, heilsuskúla og yrkisskúlaøkið.