Skip to main content

Kom í norðurlendskan skúlahýr

02.12.2020

Á norðurlendskum skúlakjatti kanst tú koma í jólahýr saman við hinum Norðurlondunum.

 

Nú eru vit skjótt í desember, henda herliga tíðin tá atventskransarnir verða tendraðir, trøini verða pyntað og angin av piparkøkum merkist í heimunum. Fyri at koma í rætta jólahýrin hava vit á Norden i Skolen skipað fyri nøkrum helt serligum fyri teg og tín flokk.
 
Jólini eru tíð til samanhald. Tað er tíðin á árinum tá vinir og familja savnast, tá fremmand hjálpast at og vit skulu heilsa grannunum og ynskja teimum eini gleðilig jól. Ein kundi sagt, at tað er okkurt í luftini, ikki bara ein angi av piparkøkum og granni, men ein hiti, ið sveipar seg yvir heim okkara, eisini til okkum høgt móti norði.
 
Hesi jólini verða ikki eini vanlig jól. Vit kunnu ikki hitta øll okkara kæru og saknurin verður stórur. Men sjálvt um tað júst nú ikki kennist so, so fer felagsskapurin at vera har, kanska sterkari enn nakrantíð. Tí jólini hvørva ikki, vit skulu bara tora av fevna teimum og hvønn annan á ein øðrvísi hátt.
 
Tí fara vit á Norden i Skolen at bjóða til norrønan jólafelagsskap í okkara jólaliga og hugnaliga gerandisrúmi. Eitt rúm, ið angar so lítið ella so nógv av jólum, sum tú sjálv/ur vilt. Vit bjóða vælkomin til norðurlendska skúlakjattið 'Jólahugni'.
 
Vit hava fyrireikað eitt skúlakjatt við evninum jól, har næmingar hava møguleika at venja sín kunnleika í skandinaviskum, og samstundis læra um norðurlendskar jólasiðir. Kjattið er eitt skiftiskjatt og á skíggjanum verða tveir kjattgluggar, har ein sær seg sjálvan í øðrum glugganum og ein tilvildarligan næming í hinum. Undir kjattinum koma spurningar um evnið jól fram á skíggjanum, sum næmingarnir kunnu "hugna" sær við saman. Tað kann vera stuttligt at uppliva hvussu ólíka ella kanska líka vit halda jól í Norðurlondum.
Kjattið er rætti mátin at fáa jólahugna í flokkin og uppliva norðurlendska samanhaldið til jóltíðir. So um næmingar tínar hava undrast yvir, hvar jólamaðurin í veruleikanum býr, ella um tú hevur undrast yvir um tú ert einsmallur at dáma piparkøkudeiggj betri enn piparkøkur, skulu tit avgjørt vera við.

Melda tín flokk til her