Orsakað av koronustøðuni er avgerð tikin um at útseta Læraradagin 2021, sum skuldi vera 9., 10 og 11. november.
Dagurin verður fluttur til 1., 2. og 3. februar 2022 og broytir so statt heiti til Læraradagur 2022.
Skráin verður so vítt møguligt tann sama, og høvuðsevnið er lesing.