Skip to main content

Landsroyndarfrágreiðingin 2022

09.12.2022

​​​​​​​Í døgunum 13. – 15. septembur vóru allir næmingar í 5. og 7. flokki til landsroynd. Lærugreinarnar, sum eru partar av royndini, eru føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni.

Vegna koronu-støðuna í vár varð landsroyndin flutt frá apríl til septembur. Næmingarnir, sum í vár gingu í ávikavist 4. og 6. flokki, vóru til landsroynd í septembur, hóast teir nú ganga í 5. og 7. flokki.   

Úrslitini frá landsroyndini eru nú viðgjørd og landsroyndarfrágreiðingin er  løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni. Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Eins og frágreiðingin, sum kom út í novembur í fjør, verður í hesari gjørt nakað burtur úr viðgerðini av úrslitunum.

Landsroyndarfrágreiðingin, saman við hagtølum, ið verða send skúlunum, eru amboð, ið skúlar brúka sum eftirmetingaramboð.

Landsroyndarfrágreiðingin kann takast niður her