Skip to main content

Besta skúlabókahandrit

08.09.2016

Hevur tú eina bók í búkinum? - Fá hana út í fingrarnar!

Undir herrópinum: - Hevur tú eina bók í búkinum? - Fá hana út í fingrarnar! kunnger Nám í dag eina handritakapping um bestu skúlabókina.

Virðislønin er 50.000 krónur fyri besta skúlabókahandrit til miðnám, og sama upphædd fyri besta skúlabókahandrit til fólkaskúlan.

- Vit leggja hundrað túsund krónur á borðið, tí vit vilja velta upp úr nýggjum, so Nám fær fleiri lærubókahøvundar at knappaborðunum, sigur stjórin Regin Marnersson.

- Samstundis vilja vit hava fleiri upprunaføroyskar útgávur, sum ikki eru so stórar og drúgvar, at hugsingur ikki er um at koma út við teimum, ella at fara undir tær, sigur stjórin í Námi.

Freistin at senda handrit inn til kappingini hjá Námi er flaggdagin 25. apríl í 2017. Handritið skal verða sent bæði talgilt og í pappírsformi til Nám.

- Málið er, at allar lærugreinir í fólkaskúla og allar kravdar lærugreinir á B og C stigi á miðnámi skulu hava eina føroyska grundbók, sum ikki er eldri enn 10 ár, sigur Regin Marnersson.

Byrjanarkvøld eftir altjóða læraradagin

Hósdagin 6. oktober - dagin eftir altjóða læraradagin - skipar Nám fyri byrjanarkvøldi í sambandi við lýstu kappingina um Besta skúlabókahandrit. Byrjanarkvøldið verður í Námi á Hoyvíksvegi 72 í Havn kl 19:30.

Regin Marnersson, stjóri í Námi, bjóðar vælkomin og Signar í Homrum syngur góðar sangir.

Síðan fara Oddfríður Marni Rasmussen og Hanna Jensen á kveikjandi hátt at siga frá um egnar royndir og møguleikar at gera tilfar, sum kann verða brúkt í undirvísing. Tey fara eisini at geva eitt boð uppá, hvørji krøv dagsins skúli eigur at seta tí góða handritinum.

Tiltakið er alment, og tey, sum møta, sleppa til orðanna, og ritstjórar í Námi vera til staðar.

Í sambandi við handritakappingina kunnu ritstjórar í Námi eisini geva teimum ráð, sum hava hug at skriva. Rágevingin er í mesta lagi fimm tímar til hvønn høvund, sum er við í handritakappingini. 

Freist til flaggdagin

Flaggdagin 25. apríl í 2017 er freistin úti at lata tilfar inn til kappingina hjá Námi um besta skúlabókahandrit.

Sum útgreinað í kappingartreytunum er ikki neyðugt at handritið er liðugt, tá ið freistin er úti. Meiri umráðandi er, at ætlanin er greið, og at innsenda tilfarið greitt vísir, hvønn veg tað ber, til liðugt verður.

Krøv frá Námi

Umframt tey metingarvirði, sum dómsnevndin virkar eftir í hesum føri, eru almenn krøv, sum Nám setir øllum útgávum. Tílík krøv eru grundleggjandi spurningar sum:

Er sama tilfar gjørt fyrr? Er tørvurin til staðar í júst hesi lærugrein? Hvussu er við myndum og øðrum tilfari? Kann hetta vera ein bókaheild? Er námsfrøðiliga ætlanin greið og sjónlig?

Tílík almenn krøv frá Námi verða endaliga avtalað og sett í ein sáttmála um útgávu, sum partarnir undirskriva. Tá er sáttmálabundna útgávan leys frá kappingini um besta skúlabókahandrit.

Greiða ætlanin er tó, at kappingin verður ein kveiki og fer at skunda undir skúlabókagerð og at nýggir høvundar koma fram.

Dómsnevnd

Dómsnevndin í kappingini hjá Námi um besta skúlabókahandrit telur fimm fólk. Tey eru stjóri, útgávuleiðari og ein ritstjóri í Námi, ein fólkaskúlalærari og ein miðnámslærari. Starvsfólk í Námi kunnu ikki luttaka í kappingini.

Dómslykil

Nám, sum skipar fyri kappingini um besta skúlabókahandrit, hevur gjørt ein dómslykil, sum byggir á fimm metingarvirði, ið eru hesi:

Tørvur 20%

Visjónin er, at allar lærugreinir í fólkaskúlanum skulu hava eina upprunaføroyska ella tillagaða grundbók, ið ikki er eldri enn 10 ár, og at allar kravdar lærugreinir á B og C stigi á miðnámi skulu hava eina upprunaføroyska, tillagaða ella týdda grundbók, ið ikki er eldri enn 10 ár; umframt at lærugreinir á A, B og C stigi, sum nógvir næmingar velja, eiga at hava eina upprunaføroyska, tillagaða ella týdda grundbók. Økið Tørvur verður vektað eftir hesi visjón. Hægstu meting fáa tær lærugreinir, ið eru fevndar av visjónini, ið antin ikki hava grundbók, ella hava eina, ið er ov gomul ella ov lítið tillagað. Um útgávur eru í umbúna og settar á skrá til at koma út í hesum ella næsta skúlari, telja tær við í tørvsmetingini.

Heild 10%

Grundbøkurnar skulu fevna allan ella størsta partin av námsætlanini til eina ella fleiri lærugreinir á einum ella fleiri stigum. Í fólkaskúlanum fevnir ein útgávuheild um grundbók, lærarabók og arbeiðsbók. Arbeiðsbókin kann verða flættað inn í grundbókina. Heildin kann vera ein partur av eini røð, ið fevnir um fleiri stig. Talan kann eisini vera um app, audio ella videotilfar burturav. Á miðnámi fevnir ein útgávuheild um grundbók og arbeiðsbók, ið kann hava læraravegleiðingar og temasíður á Snar attengdar við meirtilfari. Tilfarið skal kunna verða sett inn á sBókapallin, ella líknandi, men kann harafturat eisini verða prentað sum fáprent, print on demand, um talan ikki er um app, audio ella videotilfar burturav. Økið Heild verður dømt eftir, hvussu væl handritið og hugskotið liva upp til hetta.

Margmiðlað 15%

Vit vilja at okkara grundbøkur fevna um meiri enn ein miðil. Eingin bók er einans pappír, og einki tilfar er einans egnað til ein pall. Í hvønn mun leggur tilfarið upp til, at fleiri miðlar eru natúrligur partur av tilfarinum? Skrivaða orðið, á pappíri ella skíggja saman við ljóðupptøkum, filmsupptøkum, forritum og øllum øðrum hugsandi og óhugsandi miðlum, ið tó skulu vera viðkomandi. Økið Margmiðlað verður dømt eftir, hvussu væl handritið og hugskotið liva upp til hetta.

Námsfrøðiligur formur 25%

Tilfarið skal vera týðiliga málrættað til rætta bólkin. Er tilfarið ætlað einum ávísum aldursbólki, skal t.d. tekstur og val av fakmáli leggja upp fyri hesum. Nøgdin og vavið skal hóska til vanliga ráðlagda tímatalið. Tilfarið skal kunna verða nýtt í vanligu umstøðunum, næmingar og lærari ferðast í og hava atgongd til. Tað skal verða gjøgnumført, gjøgnumhugsað, og ein týðiligur reyður tráður skal vera at hóma ígjøgnum alt tilfarið og skrokkin til tað. Økið Námsfrøðiligur formur verður dømt eftir, hvussu væl handritið og hugskotið liva upp til hetta.

Ávegis liðugt 30%

Høvundurin ella toymið av høvundum til Besta skúlabókahandritið fær tilboð um sáttmála við Nám, og ein ella fleiri ritstjórar verða knýttir at verkætlanini. Tilfarið skal ikki verða liðugt og greitt til útgávu. Vit vænta, at nógv arbeiðið er eftir, bæði viðvíkjandi teksti, myndum, tekningum og uppseting annars. Okkara væntan er, at ein skrokkur til alla heildina er liðugur, og at o.u. ein triðingur av tekstinum til grundbøkur, lærarabøkur og arbeiðsbøkur sum minstamát er skrivaður, og at tankar viðvíkjandi myndaparti sum heild eru týðiligir. Nám fer tó at seta grafikara ella grafiskan ráðgeva á verkætlanina, tí er ikki neyðugt, at hetta er komið serliga langt áleiðis. Økið Ávegis liðugt verður dømt eftir, at ein triðingur av tilfarinum er forritaður, upptikin, skrivaður og/ella savnaður, og at tankarnir um restina eru týðiligir og ráðlagdir.  Ætlanin er, at tilfarið skal vera greitt til útgávu 1½ ár eftir, at sáttmáli er skrivaður. Tað er helst til skúlabyrjan í 2018/19.

- Hevur tú eina bók í búkinum?

- Fá hana út í fingrarnar!