Skip to main content

Byrjanarkvøld flutt

28.09.2016

- til hóskvøld 6. oktober

Hósdagin 6. oktober - dagin eftir altjóða læraradagin - skipar Nám fyri byrjanarkvøldi kl 19:30 í sambandi við lýstu kappingina um Besta skúlabókahandrit. Tiltakið er í Námi við Hoyvíksveg 72.

Her er videolýsing um kappingina

Regin Marnersson, stjóri í Námi, bjóðar vælkomin og Signar í Homrum syngur góðar sangir.

Síðan fara Oddfríður Marni Rasmussen og Hanna Jensen á kveikjandi hátt at siga frá um egnar royndir og møguleikar at gera tilfar, sum kann verða brúkt í undirvísingini. Tey fara eisini at geva eitt boð uppá, hvørji krøv dagsins skúli eigur at seta tí góða handritinum í fólkaskúlanum og á miðnámi.

Tiltakið er alment, og vendir sær eisini til tey, sum ikki eru lærarar, men vilja skriva skúlabøkur í samráð við Nám.

Tey, sum møta, sleppa til orðanna, og ritstjórar í Námi vera til staðar. Í sambandi við handritakappingina kunnu ritstjórar í Námi eisini geva teimum ráð, sum hava hug at skriva. Rágevingin er í mesta lagi fimm tímar til hvønn høvund, sum er við í handritakappingini.

 

Alt um kappingina um Besta skúlabókahandrit sæst á heimasíðuni hjá Námi og á Snar her.