Skip to main content

Norðurlendsk bókmentavika

26.10.2020

Norðurlendsk bókmentavika 9.-15. november

Norðurlendsk bókmentavika er tiltak fyri skúlar, dagstovnar, bókasøvn og aðrar mentanarstovnar, ið hevur til endamáls at varpa ljós á upplestur, lesigleði og norðurlendskar bókmentir.

Evnið fyri vikuna í 2020 er Norðurlond í heiminum, og í ár bjóðar Norðurlendsk bókmentavika børnum, ungum og vaksum at grunda yvir, hvat tað vil siga at vera heimsborgari og at finna sítt pláss í heiminum.

Mánadagin 9. november er dagurin, tá vit í Føroyum og nógv túsund onnur børn og ung um øll Norðurlond um sama tíma seta seg at lurta, tá lisið verður upp úr somu søguni.

Far inn á nordisklitteratur.org og fá meira kunning um hvussu, ið tit kunnu taka lut.